hósdagur 1. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
20
POLITIKKUR
SKERPA
REGLURNAR
HJÁ ALIVINNUNI
Avmarking av alirættindunum verður skarpari í broyttari lóg um
aling. Vinnunevndin hevur fund í komandi viku um broytingarnar,
sum landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur skotið upp
ÁRNI GREGERSEN
V
innunevndin hjá Løg
tinginum er helst tann
nevndin, sum hevur
havt truplastu málini
at fáast við í hesum valskeiðnum.
Í desember eydnaðist at gera eitt
álit til nýskipan av fiskivinnuni.
Tað logaruppskotið er samtykt og
sett í gildi, men avgerazndi part
urin um veiðugjald liggur fram
vegis í nevndini.
Vinnunevndin hevur fingið
longda freist til 16.februar at koma
við álitið um júst hetta málið.
Men samstundis sum lógin um
veiðugjald skal viðgerast, so hevur
sama nevnd eisini fingið upskotið
um nýggja alilóg til viðgerðar.
Hetta er eitt lógaruppskot, sum
minst hevur líka stóran fíggjar
ligan týdning, sum lógin um fyrisit
ing av sjófeingi, umframt at hetta
eisini kemur inn á, hvør skal hava
rætt tila t ala í Føroyum.
Stóri spurningurin er um tað
eru pláss fyri fleiri sjógvalarum í
Føroyum, enn teimum sum longu
eru á marknaðinum. Hinvegin
so ger tøknin og nýggir mátar at
hugsa aling uppá, at tað kanska
uppstanda aðrir alimøguleikar –
bæði av laksi men eisini av øðrum
kring Føroyar og á landi í Føroyum.
Vinnunevndin hevur fingið hóp
in av hoyringsskrivum at fyrihalda
seg til, men grundleggjandi sær út
til at myndugleikin heldur, at tað er
rættari at tað er hann, sum gevur
loyvir til aling, heldur enn tað eru
verandi alarar, sum avgeraz, um
nakar annar sleppur at ala í Før
oyum.
Tann grundleggjandi reglan
um “ein alifjørður – ein alari” er
tað, sum alararnir halda fast um,
meðan politiski myndugleikin
heldur, at tað kanska kann vera
pláss til onnur sløg av aling, hóast
ein alari alir lakss á einum firði.
Onnur aling og fiskiskapur
Aftanfyri hetta er, at seianstu árini
hava fleiri nýggj sløg av aling tikið
seg upp. Taraaling
Í uppskotinum verður sett
nýggj § 6 a inn í alilógina, sum
heimilar landsstýrismanninum
í kunngerð at áseta, hvørji sjóøki
kunnu verða nýtt til aling.
Reglan í fyrisitingarligari prak
sis “ein fjørður, ein alari” verður
sett inn í § 6 a og broytt soleiðis,
at tað verður betri atgongd hjá
nýggjum aktørum til aliøkini á
landi og á sjónum, fyri at skapa
størri møguleikar fyri vøkstri og
menning í alivinnuni.
Alilógin fevnir um alla aling
– tað vil siga eisini um taraaling
og skeljaaling, uttan at hetta er
tilskilað í nýggja lógaruppskoti
num.
Bakkafrost og Luna meta tað
vra av stórum týdningi, at tað
verður nágreinað, at tan bert er
um loyvir, sum eru leys atd søkja.
Loyvir, sum skulu endurnýggjast
eftir at verandi loyvistíð er úti ikki
eru nýggj og tøk.
Verður tað ikki soleiðis, so taka
feløgini ikki undir við ásetingini í
uppskotinum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
mælir til at byrja við einari varis
ligari og skipaðari tilgongd, har ali
umsitingin kann leggja eina ætlan
fyri hvørjir firðir verða latnir upp
fyri aðrari aling í byrjanini og at
strong krøv verða sett fyri sótt
reinsan av vatni, sum kemur bæði
inn og út.
Burðardygg aling
Í sambandi við broytingarnar í
alilógini verður sagt í viðmerk
ingunum, at tað framgongur ikki
greitt av galdandi lóg, og heldur
ikki av viðmerkingunum til lóg
ina, hvat liggur í orðingini ”at skapa
karmar fyri burðardyggari menn
ing av alivinnuni.”
Lívfrøðilig atlit, herundir atlit
at umhvørvinum, fiskasjúkum og
matvørutrygd, verða í útgangsstøði
Poul Michelsen landsstýrismaður við vinnumálum, hevur lagt
uppskot um broytingar í alilógini fyri tingið