hósdagur 1. februar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
21
regulerað í viðkomandi lóggávu,
ávikavist í djórasjúkulógini, og
umhvørvisverndarlógini og mat
vørulógini.
Tað eru myndugleikarnir eftir
teirri lóggávuni, ávikavist djóra
sjúkumyndugleikin og umhvørvis
myndugleikin, sum í útgangsstøði
taka avgerðir, sum innihalda met
ingar, har hesi atlit verða tikin við
í metingina.
Í hoyringarsvarunum hava Hav
stovan og Umhvørvisstovan víst á,
at tað er lítil vitan um vistfrøðina á
firðunum, og eisini Heilsufrøðiliga
starvsstovan hevur víst á hetta.
Tað er tí týdningarmikið, verður
sagt í hoyringssvarunum, at vist
frøðin og tann ávirkan, alingin
hevur, verður kannað og lýst.
Sagt verður víðari, at tað er
neyðugt, at arbeiðið við doku
mentatión av leiklutinum hjá ali
vinnuni í vistskipanunum liggur
í alilógini og, at hetta eigur at
verða álagt alivinnuni at fíggja,
tá tað er rímiligt, at alivinnan
dokumenterar sína støðu í
vistskipanunum.
Havstovan hevur skotið upp, at
tað í alilógini verður ásett, at ein
ávísur partur av útflutningsvirði
num av alifiskinum verður settur
í ein aligrunn, ið fíggjar gransk
ingarverkætlanir við tilknýti til
aling,
Til dømis innan umhvørvi og
djórasjúkur.
Umhvørvisstovan sigur, at krav
um árinsmetingar eigur at vera í
alilóggávuni.
Tær kanningar, sum Um
hvørvisstovan ger í sambandi
við umhvørvisgóðkenningar, eru
botnkanningar undir og nærindis
aliringunum, men eru ikki meira
umfatandi botnkanningar av,
hvørja ávirkan alibrúkið hevur á
umhvørvið uttan fyri økið undir
og nærindis aliringunum.
Eigaraviðurskiftini
Í uppskotinum til tær stóru broyt
ingarnar í alilógini verða reglurnar
viðvíkjandi eigaraviðurskiftunum
broyttar.
Staðfest verður, at ongin kann
eiga meira enn 50 prosent av ali
loyvunum og ei heldur at hava ræði
á meira enn 50 prosentum.
Í hesum ásetingum verður sagt,
at ikki ber til at eiga meira enn 20
prosent av rættindunum í øðrm
felag, uttan so at tað tá telir við,
sum fullur lutur.
Tað verður eftir uppskotinum
nágreinað, júst hvørji aliloyvi telja
við í mun til eigaramarkið. Við ver
andi lóggávu eru fleiri “ikki-vinnu
lig” loyvi, sum telja við.
Dømi um hetta eru lívfiskaloyvi
og loyvi at ala tosk.
Eigaramarkið verður eftir upp
skotinum grundað á aliloyvi til
aling av matfiski á sjónum, tað eru.
vinnulig laksaaliloyvi.
Vinnuligt alivirksemi við fram
leiðslu av laksi á sjónum kastar
nógv av sær.
Samstundis eru tey sjóøkir
(innanfyri landoddarnar), sum
við verandi tøkni og lívfrøðiligum
krøvum, eru nýtilig til laksaaling á
sjónum, lítil í vídd.
Talið á møguligum laksaaliloyv
um er tí minni enn áhugin at fáa
slík loyvi.
Vinnuligu laksaaliloyvini á sjón
um hava stórt virði. Sostatt eru tað
eftir uppskotinum hesi loyvi, sum
eigaramarkið fevnir um.
Hesar broytingarnar eftir upp
skotinum hava við sær, at talið av
aliloyvum, sum telja við í eigara
markinum, fer úr verandi 25 ali
loyvum niður í 22 aliloyvi eftir
galdandi rakstrarkunngerð.
Eigaramarkið verður á hendan
hátt meira neyvt eitt mát fyri,
hvussu stóran part av alifirðunum
til aling av matfiski á sjónum ein
alari í mesta lagi kann leggja hald á.
Aliloyvi til aling av øðrum fiska
sløgum enn matfiski á sjónum
verða ikki tald við í eigaramarkið,
so sum skeljaaling, taraaling og
aling á landi.
Slík loyvi eru ikki at rokna sum
eitt avmarkað tilfeingi, og við
verandi tøkni er einans talan um
marginala framleiðslu.
Heldur ikki verða loyvi til
royndar- og menningarætlanir,
við nýggjari tøkni á nýggjum ali
økjum offshore, fevnd av eigara
markinum.
Umframt at talan í slíkum før
um ikki er um avmarkað tilfeingi,
so vil eitt undantak frá eigara
markinum stuðla undir menn
ing og innovatión í føroysku ali
vinnuni.
Luna alir í Vágum og í Vestmanna
Bakkafrost er á Gøtuví, Sundalagnum og í Norðoyggjum
Marine Harvest hevur høvuðssætið á Hellunum, men alir í Norðara parti av Sundlagnum