hósdagur 1. februar 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
25
Partabrøv í
P/F Formula til sølu
Vegna P/F Telefonverkið, Klingran 5, 110 Tórshavn,
verða lýst til sølu 43,9 %, av samlaða
partapeninginum í P/F Formula. Talan er um
5.101.239 partabrøv av samlaða partapeninginum í
felagnum.
Serlig viðtøkuviðurskifti og partaeigarasáttmáli:
Í § 7 í viðtøkunum fyri Formula eru serligar ásetingar
um forkeypsrætt, viðsølurætt og viðsøluskyldu fyri
hinar partaeigararnar í felagnum, sum gera, at einum
keypara kann verður álagt at keypa upp til 66% av
partabrøvunum, svarandi til 7.669.976 partabrøv.
Seljarin treytar sær:
Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum, og tað
ber sostatt bert til at bjóða uppá samlaða ognarlutin
á nominelt 5.101.239 partabrøv. Boð, sum ikki ljóða
uppá samlaða partin, verða tískil ikki roknað sum
móttikin. Eisini má boðgevarin svara fyri, at hann er
til reiðar og hevur fígging til at keypa upp til 66% av
samlaða partapeninginum. Boðgevari skal
skjalprógva, at haldgóð fígging er tøk fyri
tilboðsupphæddini.
Seljarin treytar sær, at semja fæst við keyparan um
ein partaeigarasáttmála millum seljaran og keyparan.
Seljarin treytar sær rætt til frítt at velja og vraka
ímillum innkomin boð ella einki at taka. Eisini tilskilar
seljarin sær rætt til at fara í samráðingar við tey, sum
hava boði við tí endamáli at selja til tann, sum tá
bjóðar bestu treytirnar.
Nærri treytir fyri søluni og upplýsingar um felagið,
fáast við at venda sær til Óla M. Hansen, advokat, á
telefon 517316 ella umvegis teldupost oha@faroelaw.
fo.
Boð, saman við skjalprógvi fyri fígging, skulu sendast
sum teldupostur til oha@faroelaw.fo, og skulu verða
Faroe Law í hendi í seinasta lagi 23. februar 2018, kl.
16.00. Boð skulu verða galdandi í 30 dagar frá 23.
februar 2018 at rokna.
Sp/f Advokatsmápartafelagið Faroe Law
Magnus Heinasonar gøta 10 · Postboks 158 FO-110
Tórshavn
Tlf. 66 99 00 · fax 35 99 01
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Símun Michael
Eliesar Christiansen,
Faktorsvegur 17, 700
Klaksvík, føddur tann
27. marts 1921, deyður
tann 14. marts 2017,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat Páll
Nielsen, Skansavegur
1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr.
107/2017, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 24. JANUAR 2018.
Viðvíkjandi
innangarðsútskiftingini
í Kvívík
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400
us@us.fo · www.us.fo
Útskiftingarfundur verður
hósdagin 8. febr. 2018 kl. 19.00
í Glæmuni í Kvívík.
Góðskumetingin av jørðini verður
løgd fram og somuleiðis støðutakan
nevndarinnar til Gerðis-stykkini.
Fleiri upplýsingar á www.us.fo
Útskiftingarnevndin
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Anton
Elias Olsen, Geilartún
12, 100 Tórshavn,
føddur tann 24.
juli 1937, deyður
tann 18. desember
2017, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Herdis
Holm, verða við hesum
biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð
av hesi lýsing at boða
frá og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Yviri við Strond 4,
postboks 359, 110
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 456/2017,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 29. JANUAR 2018.
Umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 30. januar 2018
sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd,
góðkent:
Smoltstøð á Strond
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til Føroya Landsstýri.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast
til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Minnist til
haldaragjaldið