hósdagur 1. februar 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
26
Óli Jacobsen
KOM VIÐ FYRSTA
JÓLATRÆNUM Í NORÐRAGØTU
Heima hjá Johannu í Keypmannahavn var altíð opið hús hjá føroyingum.
Og so kom hon við fyrsta jólatrænum í Norðragøtu
Jóhanna á Skipanesi:
4. PARTUR
B
ókin “Tær bygdu land” fekk við
sínum kvinnusøgum eina framúr
móttøku bæði frá kvinnum og
monnum. Tað vísir seg, at tað
hevur kenst sum ein saknur, at tað ikki
er skrivað meira um lívið hjá “vanligum”
kvinnum, hvørs partur sanniliga ikki lá eftir
“at byggja land”.
Tað eru sjálvsagt nógvar aðrar slíkar
lívssøgur, sum kundu verið tiknar upp. Ein
teirra er Johanna Dinesen, ættað av Skipa
nesi, sum var búsitandi í Danmark megin
partin av lívinum. Nú kemur so seinasti
partur av hesi frásøgn.
Heim hjá føroyingum
Arne, sonur hennara, greiddi frá, at nógvir
føroyingar vitjaðu tey gjøgnum árini í
styttri ella longri tíð. Ofta var tað í sambandi
við innlegging á sjúkrahúsum.
Tað eru mong ættarfólk og onnur sum
framvegis kunnu greiða frá tí blíðskapi, tey
nutu heima hjá hjúnunum báðum.
Tann, sum búði longst hjá teimum var
Otto hjá Maljari í Norðragøtu. Johanna var
abbasystir hansara. Hann búði hjá teimum
nærum eitt ár og varð fullkomiliga roknaður
sum sonur í húsinum.
Hann flutti seinni til USA, har hann búði
á Bostonleiðini, har hansara eftirkomarar
enn búgva.
Tað eru fleiri áhugaverdar frásagnir í
Føroyum um Johonnu, og skal trívast í
onkra av teimum.
Tá ið gøtubørn sluppu til jólatræ
Jacobina Heinesen (1911-2005), var dóttir
Jóan David, sum var beiggi Johonnu Dine
sen. Tætt samband var millum Johannu og
hennara ætt í Føroyum, og hetta var ikki
minst galdandi fyri Jacobinu. Hennara
børn høvdu verið so framskygd, at tey
høvdu fingið hana at tosa upp á band nakað
nógv av tí, sum hon mintist. Her greiðir hon
eisini eitt sindur frá um Johannu, og taka
vit tvær av hennara frásagnum.
Tann fyrra er frá Gittu hjá Liða Dáva í
Norðragøtu. Hon var gift við Bernhard í
Tjørnustovu. Gitta gloymdi ongantíð tað
fyrsta jólatræið hon sá. Johanna var komin
upp at ferðast eini jól, og hon fekk gjørt eitt
"kunstigt" jólatræ. Tann sum hjálpti henni
við tí var bróðursonurin Amaliel, vanliga
kallaður Maljar. Eitt slíkt hevði eingin sæð
áður, í hvussu er ikki har í bygdini.
Johanna búði hesa tíðina í Mortanstovu
hjá systir síni, Marin. Har var stór
roykstova, sum rúmaði nógvum fólki.
Jólatræið varð tí sett upp í roykstovuni.
Johanna hevði eisini við sær pappírsørk
við kramarhúsum at klippa út. Kurvar og
annað var eisini at pynta træið við. Tá ið
alt var klárt, sendi Johanna onkran í húsini
at bjóða øllum til jólatræ í Mortanstovu,
og her var fult hús beinanvegin. Hetta var
jú sera spennandi, tí eingin visti, hvat eitt
jólatræ var.
Gitta var ongantíð í lívinum so ovfarin,
sum tá ið hon kom inn í roykstovuna og sá
pyntaða jólatræið. Tað var ein velduga stór
uppliving, sum leingi varð tosað um. Hetta
hevur helst verið í 1911.
Jacobina greiddi eisini frá sínum minn
um um jólagávur. Vanliga var jólagávan
ein nýggjur kjóli. Toyið var vakurt, men
oftast varð hann seymaður úr stóti, ið
varð keyptur og litaður. So kjólarnir vóru
vakrir, um teir ikki vóru, sum teir eru í dag.
Jólaljós vórðu eisini keypt. Hesi vóru snarað
og høvdu ymiskar litir. Tey fingu eitt av
hvørjum liti og ljósini máttu setast í vind
eygini um kvøldið at brenna. Hetta vóru so
tær jólagávurnar, tey fingu.
Drongurin kemur á vitjan
Ein orsøk til, at Johanna kom upp til Før
oyar í 1911, var, at mamman hevði skrivað
til hennara, at systir hennara var blivin
sjúk av tuberklum, og hon hevði tað ikki
so gott. Hon bleiv bara verri og verri og til
endans doyði hon. Johannu tyktist so synd
í mammuni, at hon kom upp at vitja. Hon
vildi so fegin koma upp at ugga mammuna,
sum hevði mist sína 17 ára gomlu dóttir.
Sum Arne Dinesen greiddi frá um
mammuna, var Johanna júst tá blivin trú
lovað, og hon var framvegis í iva um, um tað
kundi vera í lagi, at hon, sum var komin av
so fátækari ætt í Føroyum, skuldi giftast seg
við einum so "fínum" manni. Hon hugsaði so
smátt um at siga við hann, at tað kundi ikki
blíva til nakað millum tey bæði. Tað segði
hon eisini við hann, áðrenn hon fór heim.
Ein sunnumorgun síggja tey á Skipanes
danska verjuskipið koma inn á Skálafjørðin.
Tað leggur stilt og so síggja tey, at ein bátur
verður settur út og stevnir beint á Skipanes,
har hann leggur at. Tá báturin nærkast,
grunar Johanna, at tað er drongurin, sum
er komin at vitja hana. Johanna var so
ólukkulig, tí húsini tey búðu í tá, vóru meira
at kalla vánalig. Tey vóru fátæk fólk í mun
til umstøðurnar og stóra bóndagarðin, sum
Frederik kom frá.
Hann kemur upp á land og fær at vita,
hvar gentan býr, og hann kemur innar. Tá
er Johanna í hvussu er fegin um, at hon
ikki hevði billað honum inn, at hon var av
fínum fólki. Men tað hevði hann ongan
áhuga í. Hann var bert áhugaður í henni.
Hann kemur so inn, og tey, sum inni vóru,
blivu púra paff. Mamman skundaði sær
tó at bjóða honum ein kaffimunn. Hann
setti seg niður við køksborðið og drakk. Tá
helt Johanna, at hetta var so vánaligt, at
nú mundi hann fara at finna út av, at tað
kundi ikki blíva tey bæði.
Frederik gav ikki upp
Men so gekk tíðin, og Johanna fór til
Havnar at tæna hjá einari danskari familju.
Her var ofta onkur drongur, sum bankaði
upp á um kvøldarnar og vildi hava hana
at koma ein túr. Her var ringiklokka, so
tá ringt var upp á, var tað altíð frúan, sum
fór út at vita hvør tað var. Var tað so ein
havnadrongur, so svaraði hon bara aftur, at
Johanna var ikki at hitta.
Men so eitt kvøld nú ringir upp á, og frúan
reisir seg beinanvegin og fer út. Tá stend
ur ein flottur offiserur uttanfyri í fullari
mundering. Her sást, at hetta var ein fínur
maður. Tá var tað Frederik. Hann hevði sett
í seg, at hann vildi hava Johonnu fyri ein
hvønn prís. Og sum søgan sigur, endaði hetta
eisini sum í ævintýrunum. Hetta gjørdist
eisini eitt fyrimyndarligt hjúnalag, sum ættin
í Føroyum eisini fekk nógva gleði av.
Her kann skoytast upp í frásøgnini hjá
Jacobinu, at Johanna var ein ísraelsvinur
um ein háls. Hetta ávirkaði eisini Jacobinu,
sum var ein tann fyrsti limurin í ísraelska
vinafelagnum í Føroyum. Hetta hevur aftur
ávirkað hennara eftirkomarar í fleiri ættar
lið, sum eru ídnir stuðlar hjá Ísrael.
Jóhanna Dinesen – ommusystir
Zacharias Zachariassen greiddi í 2006 so
leiðis frá um ommusystrina:
Í barnaheimi mínum, Mortanstovu í
Norðragøtu, varð nógv tosað um ommu
systir, Jóhonnu Dinesen. Hon var mostur
pápa mín, Jákup. Marin, omma, búði hjá
okkum í uppvøkstri mínum og livdi til eg
var tilkomin.
Siðsøga
Roykstova á Skipanesi. Hon hevur ikki sæð út av nógvum hjá
Fredrikki, sum kom úr stórum donskum bóndagarði