Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 27 Komandi partur Komandi tveir partar verða um ungmannafelagið Merkið Fyrstu ferð eg sá ommusystir var í 1947, tá ið eg var 12 ára gamal. Tað var seinastu ferð hon vitjaði í Føroyum. Ommusystir var av vakrastu kvinnum sum ung og var væl gift í Danmark. Tað var nakað hábærsligt við henni. Hon var ein per­ sónligheit. Hon hevði sínar sannføringar og læt tað eisini koma til kennar. Hon var ein ”fornem” og virðilig kvinna, hevði góðar hend­ ur til alt í húsinum, bæði til klædna og matna. Onkur segði fyri mær, at einaferð hon tókst við at gera døgurða, segði hon við Lauru á Fløtum, bróðurdóttrina, á donskum: ”Man må altid ha’ en skummeske (soðspón), når man laver mad; ellers bli’r man aldrig en god kok!” Hon dugdi síni ”ting” og hon visti, hvat hon vildi og gjørdi. Omma plagdi at siga frá, at einaferð, tá ið hon var heima og ferðaðist og hevði dóttr­ina Esther, sum var smágenta við sær, fóru skyldgenturnar niðan í bøin við henni at henta summardáar og blómur. Tá ið tær høvdu henta eina rúgvu, sigur ein av vin­ konunum hjá Esther á gøtudonskum: ”Skal vi hente mer?” Tá spurdi Esther, sum ikki rættiliga skilti, hvat hon meinti: ”Skal vi hente mor?” Tá helt ein onnur fyri: ”Nei, spørger om vi skal plukke flere blomster!” Hesum stuttleikaðu børnini sær av. Tey vóru ikki so von við danskt og lærdu henda dagin munin millum tað føroyska ”at henta” og tað danska ”at plukke”. Hvørja ferð eg var í Keypmannahavn, vitjaði eg ommusystir. Serliga tá ið eg ferðaðist millum Ongland og Føroya um­ vegis Danmark. Tað var altíð hugna­ligt at vera saman við henni. Hon var ein trúgvandi kvin­na og plagdi at siga, at ”trúnna hevði hon fingið við móðurmjólkini”. Við hesum meinti hon, at hon hevði hoyrt og trúð orði Guds frá barnsbeini. Hon var serliga áhugað fyri Ísrael og elskaði jødarnar. Hon gjørdi eitt stórt arbeiði í sambandi við ”Kirkens Korshær”. Maður hennara var vorðin gamal og sjúk­ur, men hann var altíð prátingarsamur og hjálpsamur. Einaferð, eg skuldi vitja brøður mínar á deyvaskúlanum í Fredericia, minnist eg, at vit tosaðu um, hvussu skjótt tokini millum Keypmannahavn og ferjurnar til Jyllands mundu koyra. Hann helt, at tey mundu koyra einar 120 km um tíman. Tá í tíð­ini hildu vit tað vera ein øgilig ferð. Arne, sonur teirra, var ofta í Gøtu ta tíðina, hann vitjaði og búði í Føroyum. Hann var landmálari og arbeiddi á Matrikulstovuni. Hann hevði ein vinmann við sær, Åge Balle Pedersen, sum eisini var landmálari. Hesin búði oftast hjá okkum, og eg minnist, at mamma plagdi at tosa um, hvussu reinførur og ruddiligur hann var. Tað sást ikki eitt hár ella puð á seingini ella í kamarinum, um hann so hevði gist í fleiri dagar. Foreldur míni høvdu samband við Åge líka til tey doyðu. Fastur mín, Anna Kathrina, fór niður, tá ið hon var blaðung. Hon var hjá mostur síni, Jóhonnu, sum var henni ein dyggur stuðul, líka til hon giftist. Tá ið onkur í ættini kom til Keyp­mannahavnar, var fyrsta sporið at fara at vitja fastur ella ommusystir. Nú eru tær – og so mong av teirra – ikki longur í hesum heimi. Men minnini eftir tey eru góð! Her kann skoytast upp í, at Johanna Malena, mamma Johonnu, helst hevur búð hjá dóttrini Marin í Norðragøtu sína seinastu tíð. Í hvussu er, so er hon jarðað beint við gomlu kirkjuna í Norðragøtu. Hetta sæst av tí, at Johanna hevur útvegað henni ein gravstein. Hon hevur vist fingið plátuna gjørda í Danmark, og er hon sett inn í eitt stoypt fundament. Um Zacharias Zacharias andaðist 21. august seinasta ár. Tí skulu verða søgd nøkur orð um hann. Tað var eitt sjáldsamt samband millum húsini hjá okkum báðum. Vit vóru grannar. Omman, Marin, var fastur ommu mína, Onnu Sofíu, sum doyði í 1917 av lungnabruna eftir at hava átt seinna sonin, Albert. Marin, sum hevði ivaleysa stórt hús, tók Albert, sum var abbasonur beiggja hennara, til sín, og hann vaks upp sum sonur har í húsinum. Hann giftist við Gunhild, dóttir Símun Paula í Konoy, og flutti til Danmarkar undan krígn­um. Hetta hevur merkt, at tað altíð hevur eitt heilt serlig samband millum húsini. Her skal eisini verða nevnd Annilena, mam­ma Zacharias, sum var eitt framúr menniskja við sínum milda sinni og sínum hjálpsemi. Tey bæði bæði, Jákup og Annilena vóru fyrimyndarlig hjún. Zacharias var ein partur av hesum granna­lagnum og hevur stóran part av lívi­ num búð í Mortanstovu, eisini tey seinastu mongu árini. Tað er nógv skrivað um Zacharias, men sum granni kunnu vit bera honum alt gott. Altíð fittur og blíður. Tað var altíð hugaligt at fáa eitt prát við hann. Hann hevði gott skil á ætt og annars eisini á samfelagsviðurskifti. Men tað var ongantíð nakar ivi um, at tað var tað andaliga sum lá fremst, og hetta merkti eisini hansara lív. Hann skrivaði eisini nógv, bæði bøkur og tíðar­rit. Onkuntíð kundu vit eisini dugna hvørjum øðrum í okkara skrivliga virksemi. Vit minnast hann við virðing. Gamla Mortanstova, har tað fyrstu ferð varð dansað jólatræ í Norðragøtu Henda myndin er tikin frammanfyri gamla skúla við Gøtugjógv. Aftanfyri er v.m. Elspa Sofía, mamma tann í greinini umrødda Albert, sum misti mammuna sum nýføðingur í 1917. Høgru megin systirin Jóhanna. Ein sonur hennara var Jóan Jakku í Gerði. Frammanfyri situr í miðjuni Johanna Malena, omma tær báðar. Høgrumegin er dóttir hennara, Marin, og vinstrumegin, Johanna Dinesen, ein onnur dóttir Marin og Zacharias Zachariassen í Mortanstovu við børnunum. Tann stóri drongurin er Aksel Leitisstein. Tann størra gentan er Anna Katrina, sum giftist í Danmark. Tann minna gentan er Johanna Malena. Hon giftist við Sámal Petur Hansen í Køkinum og doyði ung. Marin situr undir Jákupi, pápa trúboðaran Zacharias. Esbern var ikki føddur tá Jóan David, beiggi Johonnu Dinesen, var giftur við Onnu Louisu, sum var dóttir Zacharias í Mortanstovu í fyrru giftu. Her eru tey saman við børnunum Zacharias Karl, Lauru og Jacobinu. Beiggin doyði sum smádrongur