Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 28 TRÓNDUR ARGE F lytingarvindeygað í flestu av londunum í Evropa lat aftur mikukvøldið. Yvir fimm milliardir krónur eru brúktar. Sum skilst, so eru beint undir 100 túsund krónur brúktar upp á Patrik Johanne­sen, sum hevur skift frá B36 til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Tó er flytingarvindeygað fram­vegis ikki latið aftur í Noreg og Svøríki, so vit bíða til tá, at siga at pengar eru brúktir upp á ein før­oyskan spælara. Hinvegin er flytingar­ vind­eygað latið aftur í Danmark. Dýrasti spælarin hetta flyting­ ar­vindeygað er Philippe Coutinho, sum FC Barcelona hevur keypt frá Liverpool FC. Prísurin verður mett­ ur at liggja um 880 milliónir krónur í útgjaldi, við møguleika fyri at koma upp á 1,2 milliardir krónur. Hóast FC Barcelona stóð fyri dýrasta keypinum, so eru nógv flest pengar brúktir í ensku Premier League, har samlaða upphæddin verð­ur mett at liggja um 3,6 milliard­ir krónur. Bara mikudagin bleiv keypt fyri 1,3 milliardir krón­ ur. Her kunnu nevnast Pierre- Emerick Aubameyang til Arsenal fyri 475 milliónir krónur, Lucas Moura til Tottenham fyri 195 millión­ir krónur, umframt Oliver Giroud til Chelsea og Andre Ayew til Swansea fyri áleið 152 milliónir krón­ur í part. Bleiv arbeitt – men ongin føroysk flyting Tað bleiv arbeitt líka til tað seinasta. Bæði Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson Sørensen eru óynsktir í sínum feløgum. Jóan Símun Edmundsson í OB og Gilli Rólants­son Sørensen í Brann Bergen. Teir váttaðu báðir mikudagin, at tað bleiv arbeitt við at finna eitt nýtt felag, men tað bleiv av ong­um. Tað er óvist hvussu nær tað hevur verið, men tað kundi sæð út til, at tað bleiv arbeitt harðari við at finna Jóan Símuni Edmundsson eitt felag, eftir at OB meldaði út, at felagið ikki vildi hava hann við á venjingarlegu. - Í løtuni bíði eg bara eftir at umboðsmaðurin ringir, so fáa vit at síggja um tað kemur nak­ að konkret. Sum nú er, sær tað ikki út til at eg skifti, men tað kann broytast skjótt, segði Jóan Símun Edmundsson við In.fo í gjár, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur. Hann bleiv settur í sam­ band við bæði Brøndby IF og AGF, men tað bleiv av ongum. Nú er vandi fyri, at tofta­mað­ur­in kemur at uttanfyri super­liga­hópin restina av hesum kappingarárinum. Landsliðs­fram­herjin hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við OB, og hevur ikki tikið av nýggja sátt­mála­ upp­skotinum. Tvøramaðurin í Brann Bergen hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, men longu nú er greitt, at hann ikki heldur fram í felagnum. Hann var bara við á venjingarleguni hjá Brann, tí ein spælari bleiv skaddur. Sum skilst, so hevur boð verið eftir føroyska landsliðsvonginum, men hann leggur stóran dent á, at komandi skiftið skal verða tað rætta fyri hann. - Eg komi við 90 prosent vissu, at skifta felag áðrenn í summar. Tað snýr seg framvegis um at finna røttu loysnina. Eg havi ís í búkinum og ivist ongan løtu í, at vit finna ein loysn nokkso skjott, men eg vænti ikki at tað verður í kvøld, segði Gilli Rólantsson við In.fo í gjár. Her ljóðar at tað møguliga er áhugi frá feløgum úr Noreg, Svøríki og møguliga úr Sveis. Minnir um 2011 Sokallaði “Transfer deadline day” er í dag væl minni dramatiskur, enn hann hevur verið fyrr. Serliga í 2011 stóð allur fótbóltsheimurin stillur, meðan Liverpool leitaði eftir einum avloysara fyri Fernando Torres, sum fór til Chelsea fyri næstan eina hálva milliard krónur. Andy Carroll og Luis Suarez komu til í einum januar-transfer deadline day, har yvir ein milliard krónru bleiv brúkt. Aftur hesa ferð hevur Liverpool átt sín lut í keyp og sølu. Vrigil van Dijk bleiv heimsins dýrasti verjuspælari, tá Liverpool um ársskiftið keypti hann fyri 630 milliónir krónur. Tvær vikur seinni fóri Philippe Coutinho til FC Barcelona, men lítið hendi á seinasta flytingardegnum. Hesa ferð var tað serliga Arsenal, sum stóð fyri spenninginum, tá felagið kunngjørdi Pierre-Emerick Aubameyang, sum er keyptur fyri 470 milliónir úr Borussia Dortmund. Tað setti ferð á eina kabal, sum gekk upp, tá týska felagið leigaði Michy Batshuayi úr Chelsea. Síðani keypti Chelsea Oliver Giroud frá Arsenal. Sostatt skiftu tríggir árleyparar felag. Fótbóltsheimurin er broyttur Fótbóltsheimurin bleiv broyttur, tann dagin leiðslan í Paris Saint- Germain møtti upp á Camp Nou við einum kekki upp á 1,56 milliardum krónum fyri Neymar Jr. Nú eru bæði Kylian Mbappe (Monaco til PSG), Ousmane Dembele (Borussia Dortmund til FC Barcelona) og Philippe Coutinho (Liverpool til FC Barcelona) farnir um milliarda- markið. Um ikki ein bobla brestur, so verður ein milliard krónur fyri ein spælara vanligt í framtíðini. Vit síggja eisini viku lønir, sum eru fleirfalda hægri enn vit hava sæð seinnu árini. Alexis Sanchez fær áleið fýra milliónir um vikuna frá Manchester United, meðan Mesut Ozil sigst fáa umleið tríggjar milliónir krónur um vikuna. Um tølini heilt passa er óvist, men tey vísa eina gongd, har spælararnir í nógv størri mun fáa part í pengunum, sum eisini veksa í hvørjum. Spurningurin er bara, um tað stendur við? TRONDUR@SOSIALURIN.FO Flytingarvindeygað latið aftur: ÍTRÓTTUR: Fótbóltur Tað eru brúktar yvir fimm milliardir krónur í hesum flytingarvindeyganum, men ikki ein króna er brúkt upp á føroyskar spælarar, sum ætlaðu sær nýtt felag. Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson Sørensen eru enn í sínum feløgum YVIR FIMM MILLARDIR KRÓNUR – MEN ONGIN FØROYSK FLYTING Tvøramaðurin hevur enn eitt ár eftir av sáttmálanum, men sigur at hann við 90 prosent vissu skiftir áðrenn summarið kemur. Bleiv eisini leitað eftir nýggjum felagið, men tað var vist nokk ikki so nær við Gilli Rólantsson