mánadagur 5. februar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi síða 8
Kambur
dró longsta
stráið
Tíðindi síða 9
Nú er
Malla elst
í Føroyum
– Politikkur er at vilja broytingar.
Soleiðis er Oluf Palme mangan
endurgivin fyri at hava sagt. Iva
leyst hugsa hann um broytingar,
sum politikarar kunnu gera fyri at
skapa okkum tryggari samfeløg.
Í politikki eru nógvar broytingar.
Fleiri eru broytingar, sum øll kunnu
nikka játtandi til, meðan aðrar ikki
eru eins lættar at góðtaka.
Í Vesturheiminum hevur sein
astu árini verið sera stórt fokus á
innflytarapolitikkin. Her í Føroyum
kenna vit ikki trupulleikan, men
hann fyllir nógv í øðrum londum.
Í Danmark til dømis tryggjaði
innflytarakritiski flokkurin, Dansk
Folkeparti, borgarligan meiriluta
í 2001 soleiðis, at Vinstriflokkurin
og Anders Fogh Rasmussen kundu
taka við stjórnarvaldinum og lata
Javnaðarflokkin fara út í kuldan.
Tað gekk væl hjá Vinstra, leingi.
Og tað gekk tilsvarandi illa hjá
Javnaðarflokkinum. Danski Fólka
flokkurin hevur tikið nógvar velj
arar frá Javnaðarflokkinum, og
á seinasta fólkatingsvali gjørdist
Danski Fólkaflokkurin størstur á
høgraveingi – tó at Javnaðarflokk
urin fyri fyrstu ferð í hesi øldini
vann seg fram umaftur Vinstra og
aftur gjørdist størsti flokkur.
Og nú hevur Javnaðarflokkurin
rættiliga fingið vind í seglini aftur,
nakað, sum ikki júst merkir javnað
arflokkar í Evropa í hesum døgum.
Ein orsøk til góðu gongdina
hjá Javnaðarflokkinum er uttan
iva tann, at flokkurin hevur lagt
á annan bógv í innflytaramálum.
Flokkurin hevur líkasum yvirtkið
støðuna hjá Danska Fólkaflokk
inum at vera tann mest kritiski
flokkurin í innflytarmálum.
Í dag skal flokkurin leggja fram
nýggju skránna, sum fleiri danskir
miðlar hava endurgivið í gjárkvøld
ið og í morgun.
Danski Javnaðarflokkurin sigur
stutt og greitt, at eingin skal longur
sleppa at søkja um friðskjól í Dan
mark, og flokkurin vil seta loft á,
hvussu nógv kunnu sleppa til Dan
markar.
Í Føroyum hava vit ikki merkt
trupulleikan við fremmandafólki.
Tó so roynir Sjálvstýrisflokkurin
somu populistisku linjuna við
at leggja lógaruppskot fram um
burkaforboð.
Á sosialu miðlunum var tað
onkur sum helt, at Løgtingið eisini
átti at bannað at fiska skrubbu
við flogfari – so óítøkiligt tykist
uppskotið summum.
Í Danmark hevur Javnaðarflokk
urin so tikið innflytrarakritikkin
í álvara – og staðfestast kann, at
tað sæst aftur í undirtøkuni hjá
flokkinum
Kritikkur gevur atkvøður
Javnaðarflokkurin er um at
yvirhála Danska Fólkaflokkin
Reiðarafelagið fyri Farmaskip
hevur havt aðalfund
Mikudagin 31. januar hevði
Reiðarafelagið fyri Farma
skip (RFF) aðalfund. Fyri
vali á aðalfundinum stóðu
Hentzar
Steingrímsson,
Jónas Sigmarsson, Sjúrður
Johansen og Bogi P. Nielsen.
Allir vórðu teir afturvaldir.
Í ársfrásøgnini, sum for
maðurin,
Jens
Meinhard
Rasmussen, legði fram á að
alfundinum, varð m. a. víst á
eina uppgerð, sum er grund
að á tøl frá limunum í RFF, og
sum vísir, hvussu nógv fólk
starvast í vinnugreinini, á
sjógvi og landi.
Uppgerðin vísir, umleið
600
føroyingar
hava
sín
vinnuveg við einum handils
skipi. Afturat hesum eru
knapt 400 sjófólk úr hinum
norðurlondunum og umleið
350 sjófólk aðrastaðni frá. Á
sjónum er talan um útvið 1350
sjófólk.
Tað er harafturat vert at
leggja merki til, at út við 300
fólk á landi hava sín vinnuveg
í einum reiðaríi, sum er limur
í RFF.
Afturat hesum koma sjálv
andi fleiri onnur, sum ikki
starvast beinleiðis hjá einum
limi í RFF, men sum annars
hava alt ella partar av sínum
yrki í vinnugreinini.
– Tað er sostatt einki at
ivast í, at vinnugreinin er ein
týðandi partur av føroyska
vinnulandslagnum,
og
at
vinnugreinin, eisini tá talan
er um arbeiðspláss, er við til
at styrkja føroyska samfelag
ið, skrivar industry.fo.
Skipini hjá limareiðaríu
num í RFF virka í Norður-
Europa,
Norður-Amerika,
Afrika,
Indiska
Havinum,
stutt sagt um allan heimin, tó
virka flest skip í norður-evro
peiskum øki.
Í nevndini í RFF sita nú
Jens Meinhard Rasmussen,
formaður,
Hentzar
Stein
grímsson,
næstformaður,
Gunnbjørn Joensen, Rúni V.
Poulsen, Jónas Sigmarsson,
Sjúrður Johansen og Bogi P.
Nielsen.
900 føroyingar í
shippingvinnuni
Jens Meinhard Rasmssen er
foraður í Reiðarafelagnum
fyri Farmaskip
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
ERT TÚ OKKARA
NÝGGJA SØLUFÓLK?
Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara
kundar í føroysku metal-/elvinnuni.
Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina
av søluni av okkara vørum og konseptum
til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum
sølufólk í metal-/elvinnuni vitjar tú maskinsmiðir,
maskinmeistarar á sjógvi og á landi, HVS´arar,
elektrikarar v.m.
Hvussu er arbeiðið?
Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar
har tú:
• mennir samstarvið við núverandi kundar
• leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram
okkara vørur og konsept
• ger ætlanir um tínar kundavitjanir
• gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum,
bílegging og tilboðum
Hvør ert tú?
Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá
okkum um tú:
• ert ágrýtin og áhaldin
• ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi
kundarelatiónir
• ert søluorienteraður
Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein
fyrimunur.
Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við
einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari
professionellari fyritøku í vøkstri.
Fyri at hjálpa tær til framgongd í
starvinum hjálpa vit til við:
• nágreiniligari introduktión og upplæring
• leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir
teg sum sølufólk
• løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan
• firmabil, telda/teldil og fartelefon
Vit síggja fram til at hoyra frá tær!
Vit hava samrøðurnar mánadagin 12. februar
og mikudagin 14. februar 2018 í Tórshavn.
Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki
frá Würth Danmark.
Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á
donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar.
Umsóknarfreist: 8. februar 2018
Starvssetan. Sum skjótast
Starvsøki: Føroyar
Meira upplýsingar við at venda sær til:
Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17.
Sølufólk