Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 Veljarin tekur avgerðina -ikki býráðslimirnir Miðflokkurin vil taka avgerðarrættin frá býráðslimunum og leggja hann til veljararnar Árni Gregersen Seinastu árini hevur nógv tos verið um, um tað skal bera til bæði at vera limur í Løgtinginum og sita sum borgarstjóri. Í løtuni sita fleri borgarstjórar í tinginum, men uppskot hava verið frammi í almenninginum um, at hetta ikki er rætt og ein lóg møgu­ liga eigur at gerast, sum forð­ar fyri hesum. Galdandi lóg sigur, at í dag ber hetta væl til. Treytin er bert, at bý­ ráðið loyvir borgarstjóranum eisini at røkja ein tingsess. Miðflokkurin heldur ikki at hetta er rætt og ei heldur demo­ krat­iskt. Flokkurin heldur, at velja borgarin sama persón til Løg­tingið og í kommunustýrið, har við­kom­ andi so verður valdur til borgar­ stjóra, so fer hetta fram eftir demo­ krat­iskum reglum. Hinvegin heldur flokkurin ikki at tað er demokratiskt at ein borg­ar­stjóri, sum eisini er valdur í Løgtingið, eigur at skula hava loyvi frá býráðnum at røkja báðar sess­ ir­nar. Tað er ódemokratiskt sigur flokk­urin. Hann vísir til í viðmerkingunum, at skal tað vera soleiðis, at tingfólk ikki skulu kunna røkja onnur fólka­vald størv, so er tað ein annar spurn­ingur, sum flokkurin ikki tek­ ur støðu til í hesum sambandi. Flokkurin heldur grund­leggj­ andi ikki, at nakrir fáir býráðslimir kunnu bestemma yvir tí, sum velj­ ara­skarin hevur valt. Skorheim og Michelsen Júst í hesum valskeiðnum hevur spurningurin um borgarstjórar í Løg­tinginum verið sera heitur. Í Klaksvík er Jógvan Skorheim borgarstjóri, valdur fyri Sjálvstýrið, men á løgtingsvalinum vann hann sær eisini ein tingsess. Løgtingsvalið var undan sein­ asta kommunuvalið, so gamla bý­ ráðið í Klaksvík noktaði honum at taka sæti á tingi – altso um hann fram­haldandi vildi vera borg­ar­ stjóri í Klaksvík. Jógvan Skorheim valdi borg­ar­ stjórasessin og lat næsta mann á sjálvstýrislistanum fáa tingsessin. Tað var Bárður Kass Nielsen. Hendan støðan var so galdandi til kommunuvalið var seinast. Tá var ein nýggjur meirluti í Klaksvík, sum loyvir Jógvan Skorheim at røkja báðar sessirnar. So nú er Jógvan Skorheim borg­ arstjóri í Klaksvík, umframt at hann røkir tingsessin hjá Sjálvstýri, sum hann var valdur til seinasta løg­tingsval. Á Tvøroyri er Kristin Michelsen bæði borgarstjóri og tinglimur fyri Javnaðarflokkin. Undan seinasta kommunuvalið var Kristin Michelsen eisini valdur á ting fyri Javnaðarflokkin og røkti báðar sessirnar. Til kommunuvalið á Tvøroyri seianst var hann valdur á egnum lista eftir stríð við Javnaðarfelagið í býnum. Fystu tíðina hevði hansara listi meirlutan í býráðnum, so tað gav ikki trupulleikar, at hann eisini sat á tingi. Men síðani er meirlutin skiftur á Tvøroyri og Javnaðarflokkurin á Tvøroyri situr við meirlutanum í býráðnum. Síðani broytingarnar hendu hev­ur flokkurin kravt og fingið meirlutan í øllum nevndunum í býráðnum og nógv var gitt um, at tey eisini fóru at noyða borg­ ar­stjóran at velja ímillum borg­ar­ stjóra­sessin og tingsessin. Men hetta kravið er ikki komið og tí røkir Kristin Michelsen báðar sínar sessir, sjálvt um hann ikki um­boðar Javnaðarflokkin í báðum støðum. Ein annar borgarsstjóri, Pauli T. Petersen, í Vestmanna, situr eisini á tingi. Hann umboðar Tjóðveldi. Um lóggávan vil nokta einum borgarstjóra at gerast tingmaður, eigur vallógin at broytast, so ein borgarstjóri ikki kann stilla upp til løgtingsval. Men júst tað er heldur ikki í sam­svari við okkara fólka­ræðis­ hugs­an. Tí er skipanin endað í eini støðu, sum ger seg inn á okkara fría fólka­ræði. Tey fólkini, sum velja ein borg­ ar­stjóra á tingvali, gera tað fult vit­andi um, at viðkomandi er borg­ arstjóri, og tí fer at hava tvey fólka­ vald størv, um hann verður valdur. Tí er tað at gera seg inn á teirra val, um ein meiriluti í ein­ um kommunustýri noktar teirra umboði sæti á tingi, sigur Mið­flokk­ ur­in í uppskotinum um at tryggja borg­arstjórum loyvi at sita á tingi, eru teir valdir til ta umboðanina. Uppskotið hjá Miðflokkinum fær 1.viðgerð á tingi á tingfundi miku­dagin. Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur eisini í Løgtinginum. Jógvaan skorheim, Sjálvstýri, slapp ikki at røkja báðar sessir, men eftir kommunuvalið seinast játtaði býráði honum at sita í báðum støðum. ÁA TVøroyri hevur nógv verið gitt um meirlutin í býráðnum fór at noyða Kristin Michelsen, borgarstjóra, at velja millum sessirnar, men tað hevur meirlutin ikki gjørt. POLITIKKUR PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Símun Michael Eliesar Christiansen, Faktorsvegur 17, 700 Klaksvík, føddur tann 27. marts 1921, deyður tann 14. marts 2017, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 107/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 24. januar 2018. TROTABÚGV Við avgerð tann 2. februar 2018, er Sp/f Grønatúgva, Bryggjan 6, 900 Vágur, skrás. nr. 2681 , sks.nr. 3-9/2018, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 10. januar 2018. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Óli M. Hansen, Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 16. februar 2018, kl. 9.30 FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 2. februar 2018.