Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FERÐSLUTRYGD Vit eru langt frá málinum, vit hava sett okkum, staðfestir Ráðið Fyri Ferðslutrygd Áki Bertholdsen Eftir fólkatalinum eru Føroyar tað Norðurlandið, har nógv flest fólk doyggja í ferðsluni. Tað noyðast tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd enn eina ferð at ásanna, nú tey hava havt ársfund. Tølini vísa, at eftir fólkatalinum doyggja tríggjar ferðir so nógv fólk í ferðsluvanlukkum í Føroyum sum í Noregi og tvær ferðir so nógv sum í Danmark. Hyggja vit eftir miðaltølunum fyri hesi seinastu 10 árini, doyggja næst­an sjey føroyingar um árið í ferðslu­vanlukkum fyri hvørji 100.000 fólk. Í fjør lótu tveir mans lív í ferðsl­ uni, báðir á landsvegi. Ein 24 ára gamal doyði í eini motor­súkklu­van­ lukku á Vest­manna­vegn­um og ein 41 ára gamal maður doyði í bil­van­ lukku á Drelnesi. Í Noregi doyðu 2,54 fólk í ferðsl­ uni í fjør fyri hvørji 100.000 fólk, og Danmark var talið 3,77 fólk – At tað doyðu tvey fólk í ferðsl­ uni í Føroyum í fjør, er nakað undir miðal og tað er at fegnast um, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Men í Føroyum er másetn­ing­ ur­in, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni og Ráðið fyri Ferðslutrygd ásannar, at enn eru vit langt frá hesum málinum, og vit liggja munandi aftanfyri tey lond, vit helst vilja samanbera okk­ um við, nevniliga Noreg, Svøríki og Danmark, leggja tey afturat. Hinvegin vísa tølini eisini, at talið á teimum, sum fáa skaða í ferðsl­uni, er alsamt minkandi. Í 1995 fingu 50 fólk skaða í ferðsluni í Føroyum, men nú er talið komið nið­ur á onkustaðni ímillum 35 og 40 fólk. Men vit vita einki um, hvussu stór­ur partur av hesum hava fingið álvarsliga mein, ella um talið á teimum, sum fáa álvarsligt mein, er minkað. Her er nevniliga talan um ó­happ og van­lukkur, har løgreglu­fólk­ini á FERÐSLUTRYGD Vit eru langt frá málinum, vit hava sett okkum sjálvum og á summum avgerðandi økjum sær ikki út til tað hendir nakað yvirhøvur Áki Bertholdsen – Vit eru langt frá at røkka mál­in­ um, vit hava sett okkum sjálvum í ferðsluni. Tað staðfestir Brynhild Høgna­ dótt­ir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd. Ferðslutrygd hevur havt árs­ fund og har varð enn eina ferð stað­fest, at á summum økjum, sum hava avgerðandi týdning fyri ferðslutrygdina, sær tað ikki út til at vera nakar framdráttur yvir­høv­ ur. Tað doyði tvey fólk í ferðsluni í fjør og tað er nakað minni enn tað doyggja í miðal um árið. Brynhild Høgnadóttir sigur, at hóast tað er positivt, má hon staðfesta, at tað er langt eftir, áðrenn vit røkka mál­ inum, vit hava sett okkum um, at ongin skal doyggja, ella fáa álvars­ ligt mein í ferðsluni. Serliga trý viðurskifti Tað eru serliga trý viðurskifti, tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda vera átrokandi fáa sett í verk fyri at kunna nærkast málinum. Og tað eru tey somu viður­skift­ ini, sum tey nú hava ført fram í fleiri ár, uttan at tað tykist sum at nakað hendur. Í hesum sambandi heldur Bryn­hild Høgnadóttir, at tað er avgerandi at vit fáa eina ferðslu­ trygd­arætlan. Ferðslutrygdarætlanin vit høvdu, gekk út í 2015, men ongi tek­ in eru um at ein nýggj er veg. Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd taka tey undir við málsetninginum um, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni. Men tey halda at tað er ikki nokk at seta sær tað sum mál. Tað er eisini neyðugt at hava eina VIT ERU LANGT RØKKA MÁLINU Tað er gott at hava eitt mál – men vit mugu eisini hava eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málinum, heldur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd Hendan talvan vísir, hvusus nógv fólk doyggja í ferðsluvanlukkum í teimum ymsu Norðurlondunum, og hon vísir, at Føroyar eru tað landið, har støðan er ringast Føroyingar hava ringastu ferðslutrygd í Norðurlondum