Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 Kári heldur fram í fýra ár afturat Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at Kári Thor­steins­ son verður verandi formaður í Ráðn­um Fyri Ferðslutrygd, RFF, í minst fýra ár afturat. RFF hevur havt ársfund og har varð eisini nýggj starvsnevnd vald. Tað var bara formaðurin, Kári Thorsteinsson, sum tók við aftur­vali, men teir nýggju nevnd­ ar­limirnir eru kortini ikki heilt ókendir í RFF, tí tríggir av teim­ um vóru varalimir í nevndini framman­und­an. Einasta nýggja andlitið í starvs­ nevnd­ini í Ráðnum Fyri Ferðslu­ trygd, er Andrea á Ríp­uni, sum nú er varalimur fyri Lærarafelagið. Starvsnevndin í Ráðnum Fyri Ferðslu­trygd, er nú hendan: Kári Thorsteinssin, Lovisa P. Glerfoss, Jónhild Rasmussen, Mikkel Heide Frandsen og Viviann Johansen. Í gomlu nevndini sótu: Armgarð Steinhólm, sum umboði Landsverk, og sum var næstforkvinna, Eiler Fagraklett, sum umboði Betri Trygg­ing, Jákup av Skarði fyri Føroya  Lærarafelag, Ingunn Eiriks­dóttir, Miðfyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu og Kári Thorsteinsson, formaður. Vara­um­ boð vóru: Vivian Johansen  fyri Trygd, Mikkel H. Frandsen fyri Lands­verk og Lovisa Petersen Gler­ foss fyri Vága kommunu. Stovnar og feløg Annars er Ráðið fyri Ferðslu­ trygd ein stovnur undir Sam­ ferðslu­ráðnum. Og tað eru hesir strovn­ar, sum eru fastir limir í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd: Ak­ stovan, Kommunufelagið, Før­ oya Koyrilærarafelag, Føroya Land­fúti, Føroya Lækna­felag, Føroya Lærarafelag, Kvinnu­felags­ sam­skipan Føroya, Landsverk, Kring­varp Føroya, Trygd, Betri Trygging, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið. Men harumframt kunnu eisini kommunur, aðrir almennir stovnar, og ikki vinnurekandi áhugafeløg, verða limir. Eisini einstaklingar, vinnu­rek­ andi feløg og fyritøkur, verða lim­ir. Hesir limir verða nevndir Ferðslu­ trygdarvinir. skipaða ætlan fyri, hvussu málið verður rokkið – Tað eigur at vera øllum greitt, hvørji yvirskipað tiltøk, partarnir, ið varða av ferðslutrygdini, meta hava størst týdning, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd Tey halda eisini at tað hevur stóran týdning at vit fáa útgreinað hagtøl fyri tey ferðsluóhapp, og tær ferðsluvanlukkur sum henda fyri at vita, hvat vit í roynd og veru tosa um. Og í triðja lagi eiga vit at fáa eina skaðanevnd, sum skal kanna allar álvarsligar vanlukkur. – Vit vita alt ov lítið um, hvørjar orsøkir eru til ferðsluvanlukkur í Føroyum. Sostatt fer alt ov nógv vitan fer fyri skeyti, sum kundi givið okkum innlit í hvørja einstaka ferðsluvanlukku, hóast tað hevði gjørt okkum nógv út til at seta til­tøk í verk fyri at fyribyrgja van­lukk­um, heldur hon. 90 prosent Brynhild Høgnadóttir vísir á, at aðra­staðni vísa kanningar vísa, at í umleið 90 prosentum av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, eru menniskanslig mistøk ein partur av orsøkini. Hóast kanningar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísa, at tað gong­ur rætta vegin við hugburði til ferð, rúsdekka og fartelefonir í ferðsluni, eru tað framvegis nógv, sum hava brúk fyri at mint á, hvussu tey bera seg trygt at. Tí skipar Ráðið Fyri Ferðslutrygd fleiri ferðir um árið fyri átøkum av ymsum slagi og tað fara tey eisini at gera í ár. Tey siga, at átøk, tey gera, skulu vera støðug og áhaldandi fyri at fáa tey at rína við av álvara, um tað so eru átøk í sambandi við ferð, rús­drekka, gáloysni í ferðsluni, ella, hvat tað er. Tí vera fleiri átøk í ár framhald av átøkum, sum hava verið. Men tey siga, at eisini løgreglan ger eitt stórt og munagott arbeiði í ferðsluhøpi. –  Tað er væl og virðiliga prógvað, at kanst tú vænta at møta løg­regl­uni í ferðsluni, hevur tað ávirkan á, hvussu tú ber teg at, og tískil hevur tað stóran týdning, at løgreglan er sjónlig, og javnan ger kanningar um alt landið, sigur Ráðið Fyri Ferðslu­trygd. staðnum metti, at onkur skuldi á skaða­stovuna. Her verður sostatt ikki skilt ímillum tey sum vístu seg óskadd og tey, sum verða hundrað prosent óarbeiðsfør. FRÁ AT UM Her eru tey, sum standa á odda fyri Ráðið Fyri Ferðslutrygd, frá vinstru eru tey Lovisa P. Glerfoss, nevndarlimur fyri Vága kommuna, Andrea á Rípuni, sum nú er varalimur fyri Føroya Lærarafelag, Kári Thorsteinsson, nevndarformaður, sum umboðar løgregluna, Brynhild Høgnadóttir, stjóri í RFF og undir liðini á henni er Jónhild Rasmussen, nevndarlimur, sum umboðar Betri Trygging, aftanfyri hana stendur Mikkel Heide Frandsen, nevndarlimur fyri Landsverk og undir liðini á honum stendur Gunn H. Møller, varalimur fyri Landsverk og fremst høgrumegin stendur Viviann Johansen, nevndarlimur fyri Trygd Tað eru serliga trý viðurskifti, tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda vera átrokandi Talvan vísir, at talið á teimum, sum fara á sjúkrahús eftir eftir eitt ferðsluóhapp, er minkandi. Men talvan sigur einki um, hvussu nógv av teimum sluppu uttan mein, og hvussu nógv gjørdust púrasta óarbeiðsfør