mánadagur 5. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
6
Sosialurin
Krúnprinsessan 46 ár
Í dag fyllir hennara kongaliga hátign Mary krún
prinsessa og greivinna av Monpezat 46 ár. Krún
prinsessan, sum er ættað úr Hobart í Tasmania,
Avstralia, er doypt Mary Elizabeth Donaldson.
Umframt at hon verður næsta drotning Danmark,
so er hon eisini riddari av Elefantordanin.
Ronaldo fyllir
33 í dag
Portugisiski fót
bóltsúrmælingurin,
Cristiano Ronaldo
dos Santos Aveiro
er føddur 5. februar
í 1985 – og fyllir
soleiðis 33 ár í dag
Hann
spælir
fyri
spanska fótbóltsfelagið
Real Madrid og fyri
portugisiska
fótbólts
landsliðið.
Ronaldo
byrjaði
sum
ungdómsspæl
ari í Nacional, og har
gekst honum so væl,
at hann skjott endaði í
høvuðsstaðarfelagnum
Sporting CP.
Síðani gekk leðin til
Mancester United.
Tá nógv umrøddu
Panamaskjølini
vóru
frammi fyri góðum ári
síðani varð avdúkað, at
Ronaldo krógvaði um
leið eina milliard krónu
skattaskjóli.
Ein annar fótbóltsúr
mælingur, brasiliumað
urin Neymar da Silva
Santos Júnior, hevur
eisini føðingardag í dag.
Hann fyllir 26 ár.
Anný fær gávugóðs
Anný Djurhuus
Øssursdóttir fær
gávugóðsið úr
Grunni Thorvalds
av Steinum í 2018
Hósdagin verður árliga
handanin av gávugóðs
inum úr Grunni Thor
valds Poulsens av Stein
um.
Gávugóðsið
verður
latið ungum listafólki,
sum hevur víst hegni og
hug at útbúgva seg.
Í samband við tiltak
ið, sum verður á lofti
num á Føroyamálsdeild
ini, klokkan 16, spælir
Lena Anderssen nøkur
løg.
Í sínum testamenti
hevur Thorvald Poulsen
av Steinum ásett, at í
stýrinum fyri grunnin
skulu sita rektarin fyri
Fróðskaparsetur Føroya,
forfólkið fyri Føroya
lærarafelag og forfólkið
fyri Listafólkasamband
Føroya, LISA.
Fyri at tryggja lista
fakliga støðið handan
tilmælið um, hvør ið skal
hava gávugóðsið, hevur
stýrið gjørt avtalu við
Listafólkasamband Før
oya, sum hevur sett eina
úrvalsnevnd av fakfólk
um at velja út ungt lista
fólk, ið skal fáa handað
gávugóðsið.
Øll eru vælkomin á
Føroyamálsdeildina at
heiðra ársins móttakara
av gávugóðsinum úr
grunninum hjá Thor
valdi Poulsens av Stein
um, Anný Djurhuus Øss
ursdóttir.
Í
stýrinum
fyri
Grunn Thorvald Poul
sens av Steinum sita:
Sigruð í Jákupsstovu,
rektari á
Fróðskaparsetri Føroya
Marita Dalsgaard,
forfólk fyri
Listafólkasamband
Føroya
Jóannes koyrt buss í 30 ár
Á fráfaringar
samkomu í Post
húskjallaranum
leygardagin
var Jóannes
Johannesen
heiðraður
Seinnapartin
leygardagin
var
samkoma
í
post
húskjallaranum
í
Havn
fyri Jóhannes (Jóannes)
Johannesen, nú hann hevur
lagt frá sær sum buss
førari eftir 30 ár við róðrið í
býbussum í høvuðsstaðnum.
Annika Olsen, borgar
stjóri, hugleiddi eitt sindur
um hetta at koyra buss og
at hava ábyrgd av nógvum
menniskjum. Hon segði m.a.,
at undir einum lønarsam
ráðingum einaferð spurdi
ein, hví flogskiparar fingu so
nógv meira í løn enn bussfør
arar. Svarið frá fakfelagsleið
aranum var, at flogskiparin
hevði nógv størri ábyrgd.
Tá skuldi ein svara til:
– Royn og sig tað við ein
bussførara, sum í kavaroki
koyrir ígjøgnum Dalslíð við
fullum bussi av skúlabørn
um.
– Og tað er eingin ivi um,
at tað at flyta fólk aftur og
fram á henda hátt er eitt
ómetaliga
ábyrgdarfult
starv, nógv størri, enn vit
vanliga geva okkum far um,
segði Annika Olsen.
Jóannes hevur nú koyrt
býbuss í samfull 30 ár:
• Frá 1988 - 2003 hjá Arna
Berg
• Frá 2003 - 2011 hjá Mour
its Mouritsen og
• Frá 2011 - 2018 hjá Gund
urs Bussum
– Og tosa um at vera
trúgvur í sínum starvi. Mær
er sagt, at hann bara hevur
havt tveir sjúkradagar øll
hesi 30 árini. Tað er heilt ein
astandandi í sjálvum sær
at hava tílíka heilsu – og
tit kunnu ímynda tykkum,
hvussu nógv arbeiðsgevarar
spara upp á fólk sum eru so
álítandi og reglulig.
– Jóannes er álitismaður
og hevur gingið sera høgt
upp í sítt arbeiði. Góður at
umgangast, siga starvsfelag
arnir – sera røkin og alt skal
bara vera reint og í ordan.
– Starvsfelagarnir siga
eisini, at tá hann skuldi byrja
mánamorgun at koyra, so fór
hann altíð og kannaði bussin
sunnukvøld, um alt var sum
tað skuldi vera. Altíð er hann
góður at finna upp á loysnir,
um nú okkurt var sum tað
ikki skuldi, t. d. okkurt galið
við bussinum ella vegir
stongdir, ja so hevur hann
altíð funnið eina góða loysn.
– Sum øll vita, sum kenna
hann, so er Jóannes eisini ein
sera vitugur maður. Tað sigst
vera líka mikið, hvat hann
verður spurdur um, so hev
ur hann eitt svar.
– Til dømis pástanda
nakrir
starvsfelagar,
at
hann er serliga væl inni í
seinna heimsbardaga. Hetta
í so stóran mun, at hann
ikki bara veit alt um týð
andi hendingar og nær tær
fóru fram, t. d. í týningarleg
unum, men hann er so væl
inni í hesum, at hann eisini
í sambandi við hesar hend
ingar veit bæði dagfesting
og klokkutíðir.
– Jóannes sigldi sum
yngri, og hevur eisini skipar
aprógv. Honum hevur eisini
dámt væl at skriva í frítíðini,
og í 2009 gav hann út bókina
»Hús og húski í Dali«. Í hesi
bókini sæst millum annað,
hvaðan áhugin at sita undir
hvørjum orði er komin. Í upp
vøkstrinum varð nógv tosað
um ættarbond og »alt millum
Himmal og jørð«, sum hann
sjálvur hevur nevnt.
– Hetta frásøgukynstrið
er síðan komið øllum teim
um til góða, sum tað hevur
verið unt at starva saman
við honum.
– Ofta verður sagt, at
maður kemur í mans stað.
Men uttan at taka nakað
frá nøkrum, og hóast nógvir
dugnaligir og álitandi sjaf
ørar eru at taka av, so er full
semja um, at Jóannes verður
ringur at erstatta.
– Eg skal at enda bera Jó
annesi eina hjartans tøkk
fyri trúfesti hesi mongu ár
ini og ynskja honum alt tað
besta, nú hann leggur lyklar
nar til bussin frá sær. Eg ivist
ikki í, at Jóannes fert at fáa
tíðina at ganga, segði Annika
Olsen, borgarstjóri, áðrenn
hon gav gávu og blómur frá
Tórshavnar kommunu.
Útvarpið 61 ár
Í morgin, 6. februar, eru 61 ár siðani, at
Útvarp Føroya byrjaði regluligar send
ingar. Útvarp Føroya varð stovnað í
1957 og fór undir regluligar sendingar
6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956
samtykt at seta á stovn eitt alment
Hósdagin fingu 13 lesandi á
Glasi løn fyri hálvttriðja ára
langt stríð, tá ið tey fingu
prógv sum diplomleiðarar í
leiðslu. Útbúgvingin telur 60
ECTS og er ein hægri útbúgv
ing á bachelor stigi.
Í næstan 10 ár hevur ver
ið borið til at lisið til Diplom
leiðara í Marknagili. Glasir
hevur tætt samstarv við
ymisk yrkisakademi í Dan
mark, og hevur eisini gjørt
samstarvsavtalur við Copen
hagen Business Academy og
fleiri onnur av teimum.
Á samkomu í Marknagili
fyri
nýggju
leiðarunum,
handaði Bogi Bech Jensen,
rektari á Glasi, prógvini.
Eisini vóru røður og annað á
skránni.
Trettan nýklaktir leiðarar fingið prógv
Nýggju diplomleiðararnir
eru, fremsta rað frá vinstru:
Høgni av Skarði, Kristian
Dahl og Ken Nónklett.
Mittasta rað frá vinstru:
Petur Oluf Joensen, Jóannes
Næs Petersen, Karl Jakob
Ósá og Rúni Højgaard.
Aftasta rað frá vinstru:
Ann Ellingsgaard, Jónhild
Rasmussen, Barbara
Berg, Vivian Guðjonsson,
Eina Andreasen og
Elsa Maria í Garði
Annika Olsen, borgarstjóri,
heiðrar Jóannes Johannesen
, nú hann gevst sum
bussførari hjá Bussleiðini
eftir 30 ár í starvinum