mánadagur 5. februar 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
Maritha Nolsøe 60 ár
15. februar fyllir Maritha
Nolsøe 60 ár.
Marita Hansen 80 ár
8. februar fyllir Marita Han
sen 80 ár
Oddfríður
Gregersen 90 ár
Hósdagin 1. februar fylti
Oddfríður Gregersen í Gøtu
90 ár. Oddfríður var kendur
vinnulívsmaður og var í
mong ár formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Eydna og Andrass
Joensen
18. februar hava Eydna og
Andrass Joensen í Havn
verið gift í 50 ár.
Marian og Magnus
Jacobsen gullbrúdleyp
9. mars hava Marian og
Magnus Jacobsen í Kollafirði
verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin í Bygdarhúsi
num í Hósvík leygardagin
10. mars kl.19.00. Tey, ið
ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum,verða vin
arliga biðin um at siga frá
áðrenn 19. feb. á telduposti:
marian.j@kallnet.fo
ella
ringja á tlf. 218164 / 721164
Oddur og Maria
Petersen gullbrúdleyp
9. februar hava Oddur og
Maria Petersen gullbrúdleyp.
Muhammedstekningarnar í Jyllands-Posten
5. februar 2006: Umleið 20.000 muslimar mótmæltu ímóti Muhammedstekningunum hjá
Jyllands-Posten í Beirut, Libanon, og tað elvdi til gøtubardagar við løgreglu, og eldur var
settur á danska konsulátið. Kurt Westergaard, sum teknaði ta mest hataðu tekningina, har
Mohammed hevði eina bumbu í turbanini, hevur verið hóttur eftir lívinum fleiri ferðir. Tað gav
at bíta, tá ein maður breyt inn til hansara at drepa hann. Tey høvdu gjørt eitt trygdarrúm
á WC'num hjá honum, og tað eydnaðist honum at steingja seg inni og biða um hjálp.
Conny Vestergaard,
ættað úr Tórshavn,
búsitandi í Vejen and
aðist mikudagin 31.
januar, 58 ára gomul
Gunnar Ihlen, Tórshavn,
andaðist á Landssjúkr
ahúsinum, fríggjadagin
2. februar, 76 ára gamal.
Thorstein Thomsen,
ættaður úr Nólsoy,
búsitandi í Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fríggjadagin
2. februar, 86 ára gamal.
Henry Koba, andaðist
fríggjadagin 2. februar,
75 ára gamal.
Hanus Lydersen,
Klaksvík, andaðist
leygarmorgunin 3.
februar, 69 ára gamal.
Hans Jacob Ingi
Erhardsen, ættaður
úr Vági, búsitandi í
Århus, andaðist í heim
inum mikudagin 31.
januar, 71 ára gamal.
Poul Herbert Joensen,
ættaður úr Havn, bú
sitandi í Vestmanna,
andaðist mikudagin 31.
januar, 69 ára gamal.
Jenny Fosaa, fødd
Simonsen, ættað úr
Hoyvík, búsitandi í
Tórshavn, andaðist í
Eldrasambýlinum Oman
Hoydalar, mikudagin 31.
januar, 95 ára gomul.
Birgit Nattestad,
Miðvágur, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsmorgunin 30. jan
uar, 55 ára gomul.
Kjartan Ranghamar,
Norðragøtu, andaðist
mánadagin 29. januar,
81 ára gamal.
Jórun Helmsdal
Jensen, í Havn andaðist
á Landssjúkrahúsi
num sunnudagin 28.
januar, 86 ára gomul.
Símun av Skarði, and
aðist sunnunáttina,
sjeytitvey ára gamal.
Gertrud Andreasen,
Norðradalur, fødd
Lützen, andaðist 27.
januar, 76 ára gomul.
Nøvn og merkisdagar
Andlát
Um tónleikin
– við Kim, Eyðun, Jens
Marna og Dánjal
Tiltakið verður í Reinsarí
num hóskvøldið. Talan er
um afturvendandi tiltak, har
fremstu sangskrivarar hitt
ast á sama palli, og saman
og hvør sær spæla síni løg
og tosa um søguna handan
tey. Fýra sangskrivarar, ið
allir á onkran hátt hóska
saman, verða settir á sama
pall, fýra sangskrivarar, fýra
stólar, tveir gittarar og tvey
klaver og ein rúgva av góðum
sangum.
Áður hava Hanus G. Jo
hansen, Kári P., Stanley Sam
uelsen og Martin Joensen
havt útseld Um Tónleikin
tiltøk í Reinsarínum í Tórs
gøtu. Kim, Eyðun, Jens Marni
og Dánjal hava allir verið
virknir á tónleikapallinum
seinastu
20-30
árini,
og
hava á hvør sín hátt sett
sítt fingramerki á nýggjari
føroyska tónlekasøgu.
Allir fara á pall saman,
og skiftast so at spæla síni
løg og tosa um tónleikin, og
søguna aftan fyri løgini.
Sigurð heiður fyri 60 ára tænastu
Sigurd Petersen - Fingið
Forjenstmedalju fyri
60 ár á Bedingini
í Fuglafirði
Fríggjadagin, tann 19. jan
uar, var hátíðarhald í Ribar
húsi í Fuglafirði, har KJ HY
DRAULIK heiðraði Sigurdi
Petersen, sum – undir skift
andi eigarum hevur verið í
føstum arbeiði á Bedingini í
Fuglafirði í yvir 60 ár.
Á hátíðarhaldinum hand
aði Lillian í Lambanum,
vegna
KJ
HYDRAULIK,
Sigurdi »Dronningens For
tjenstmedalje«.
Bárður Jákupsson
minnist í Útvarpi
Gesturin hjá Jógvani
Arge í »Meg minn
ist« hesaferð er
Bárður Jákupsson
Jógvan Arge hitti listar
málaran Bárð Jákupsson
í Hoyvík í gjár, tá fyrsta
sending varð send.
Bárður
Jákupsson
hevur altíð havt áhuga
fyri at tekna og mála.
Samstundis
hevur
hann havt størv sum
lærari, ritstjóri og savns
stjóri. 60 ára gamal fór
hann at mála burturav.
Bárður er uppvaksin
Uppi undir Varða. Hann
er sonur rithøvundan og
búnaðarráðgevan Heðin
Brú úr Skálavík og konu
hansara av Velbastað.
Heðin Brú bygdi á eitt
stykki burtur av frá
Williami Heinesen, og
Christian Matras bygdi
á eitt stykki frá Heðin
Brú.
Bárður var formaður
í fyrsta eigarafelagnum
í Hoyvíkshaganum og
hevur í 40 ár búð í Nic
oali Mohrs gøtu.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Bárður Jákupsson, listamálari Mynd: Dávur Winther