mánadagur 5. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóan Petur Clementsen á
Sandi er í holt við at smíða eitt
7-mannafar til Havnar. Pápin,
Marius Clementsen, smíðaði
eisini nógvar snøggar og góðar
bátar
Kambur dró longsta stráið
Munurin á veiðini hjá
trimum teimum bestu
frystilínuskipunum
á Flemish Kap er
bert nøkur fá tons
Vilmund Jacobsen
Øll tey føroysku frystilínuskipini,
sum byrjaðu at fiska á Flemish
Kap hin 7. januar í ár, hava fingið
nógv burturúr. Øll skipini landaðu
fyrstu lastina í Ný Foundlandi, og
síðan eru tey á veg heim til Føroya
við seinnu lastini, samstundis sum
føroyska línukvotan á Flemish Kap
er uppfiskað.
Gongst, sum væntað, verða
frystilínuskipini heima í Føroyum
seinni í hesi vikuni.
Kambur í oddinum
Sambært
veiðifráboðanini,
ið
frystilínuskipini, sum hava fiskað á
Flemish Kap, hava latið inn, hevur
Kambur fiskað flestu tonsini. Men,
beint í hølunum á Kambi, kemur
Klakkur og síðan Stapin.
Munurin á veiðini hjá hesum
trimum skipunum er rættiliga lítil,
bert nøkur heilt fá tons.
Í hølunum á trimum teimum
fremstu, koma Eivind og síðan
Ågot, og teirra millum er lítil og
eingin munur, eisini bert nøkur
heilt fá tons.
Sambært veiðifráboðanini, sum
Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið frá
teimum fimm frystilínuskipunum,
eru tonsatølini hesi: Kambur (568,6),
Klakkur (566,3), Stapin (541,2), Eivind
(436,6) og Ågot (423,1).
Greipa til húsbrúks
Tað er langur vegur av leiðunum
við Flemish Kap og heim til Føroya,
og teinurin tekur - alt eftir veðrin
um - eini 8-10 samdøgur.
Nú menn eru á veg heim, stytta
teir sær stundir við práti og spølum
umborð.
Men, teir skulu eisini hava fisk
heim við sær til húsbrúks.
Vanligt er, at menn skera sær
kjalkar og greipa sær fisk at ræsa,
og øll vita, at fiskur, sum er ræsaður
umborð, fæst neyvan betri.
Á viðheftu myndum eru tað
menn umborð á Ågot, sum hava
greipað og hava hongt sær fiska
greipurnar upp á snórar á brúgva
takinum.
Lagið er gott og á myndum,
teir hava lagt út henda dagin, teir
hongdu greipurnar upp, er veðrið
eisini gott.
Men, tá tað er háveturstíð, kann
veðrið skjótt broytast frá degi til
dags.
Malla er elst
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 3. februar fylti
Malla Olsen á Toftum 103 ár, og
soleiðis er hon elsti núlivandi
føroyingur. Jaspur Jan Olsen,
ommusonur Mallu, veit frá
ommuni at siga, at um veðrið
var gott 3. februar, soleiðis sum
veðrið var seinasta leygardag -
ja, so kundu vit vænta okkum
eitt sólríkt vár.
Tá Malla fylti 100 ár, varð
dagurin hildin í Missiónshús
inum Tabor á Toftum.
Fyri
Mallu
byrjaði
100
ára føðingardagurin við, at
útvarpið ringdi, og umleið
klokkan 10.30 sama morgun
komu næmingar og lærarar úr
Tofta skúla og at syngja sangir
fyri henni.
Beint eftir døgurða kom
sjónvarpið og hevði samrøðu
við Mallu, og klokkan 15
var almenn veitsla í Tabor.
Millum mongu gestirnar
vóru løgmaður, landsstýris
kvinnan
í
almannamálum,
stjórin í almannaverkinum og
ríkisumboðsmaður.
TILTAK: Hevur tú lipødem ella lymfødem, so ert tú
vælkomin á hugnaløtu hóskvøldið 8. februar. Tiltakið
verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, har
Eliesar Olsen, serlækni, fer at siga frá um nýggjastu
vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem. Eisini
verður drekkamunnur og okkurt til matna.
Royna nú eydnuna
í íslendskum sjógvi
Um vikuskiftið fór línuskipið Sigmund
av Toftum við kós móti Íslandi
Vilmund Jacobsen
Nú fiskiveiðiavtalan við Ísland er
komin upp á pláss, hevur skiparin
á Sigmundi, Elmar Rubeksen, hug
at royna eydnuna í íslendskum
sjógvi.
Tað veit Facebook-síðan hjá
Føroysku Sjómansmissónini at
siga.
Skiparin vísir á, at línufiski
skapurin undir Føroyum er smá
ligur í løtuni, men prísurin hevur
verið góður.
- Seinasta túr høvdu vit 70.000
pund av toski, svartkalva og
longu. Hetta gav ein miðalprís
á næstan 20 krónur fyri kilo, og
tað er á góðari leið, heldur Elmar
Rubeksen, skipari á Sigmundi.
13 mans eru við línuskipinum.
Manningin umborð á Ågot hevur greipað sær eina rúgvu av fiski at
taka heim við til húsbrúks. Mynd: Sofus Dalsenni
- Vit fara at royna eydnuna
í íslendskum sjógvi, sigur
skiparin, Elmar Rubeksen
Mynd: TJ-myndir