Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 KT-felagið hevur kannað, hvussu nógv KT-starvsfólk eru í Føroyum. Ársverkini eru 627. Haraftrat eru 68 ársverk, men sum tó ikki kunnu roknast sum beinleiðis KT-fólk. Fólk og feløg eru í sving á Tvøroyri Onkrar seinkingar hava tó verið orsakað av veðri, tá kranar ikki kunnu arbeiða í nógvum vindi Vilmund Jacobsen Tað gongur væl við bygg­ ingini av nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvør­ oyri, og væntandi stendur virkið klárt at taka í nýtslu í øðrum fjórðingsári í 2018.  - Arbeiðið gongur væl, og nógv fólk og fleiri feløg eru í sving. Onkrar seinkingar hava tó verið, tí kranar kunnu ikki arbeiða í nógvum vindi. Stjórin í Varðanum Pel­ agic, Bogi Jacobsen, segði mið­skeiðis í januar, at málið er at royndarkoyra virkið við svartkjafti í vár, so­leiðis at alt verður klárt, tá makrel­ vertíðin byrjar aftur. Tað er Sp/f MTV-Byggi­ virki, sum upprunaliga bygdi virkið í 2012, ið nú eis­ini stendur fyri at byggja virkis­ bygningin upp aftur. Thormann Vang hjá Sp/f MTV-Byggivirki hevur sagt, at um alt gongur væl, kann rokn­ast við, at bygningurin stend­ur innilokaður um mán­að­arskiftið, januar/ febr­ uar. Hetta er á heilt góðari leið, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Nýggja virkið hjá Varð­ anum Pelagic er 150 metrar lagt og umleið 50 metrar breitt. Hetta gevur 7.500 fer­ metrar tilsamans. Soleiðis gongur at fiska Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey ísfiskalínuskip væntandi koma inn at landa hesa vikuna. Skipini hava eina blanding av toski og hýsu.  - Fleiri línuskip fóru út um vikuskiftið og koma tí neyvan inn aftur at landa hesa vikuna. Møguliga fer okkurt línuskip í íslendskan sjógv at fiska. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at øll tey føroysku frystilínuskipini, sum síðan 7. januar hava fiskað á Flemish Kap, nú eru á veg heim til Føroya við seinnu lastini. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, og væntandi verður veðrið eisini brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin kundi verið betri, enn hann er í løtuni. Um gongdina hjá djúpvatnstrolarunum, sum eru á ísfiskaveiði, verður sagt, at tveir fiska upsa og koma helst at inn at landa síðst í hesi vikuni Frystitrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska tosk, svartkalva og blálongu. - Tveir trolbátar fiska havtasku, og fýra fiska tosk og hýsu. Vit vænta, at teir flestu koma inn at landa síðst í hesi vikuni, tí bátarnir eru nýliga byrjaðir túr. Um garnaskipini verður sagt, at øll trý skipini eru til fiskiskap og koma helst koma inn at landa síðst í hesi vikuni. - Fiskiskapurin hjá garnaskipum er smáligur, verður lagt aftrat í frásøgnini hjá Fiskamarknaði Føroya. VESTMANNA: Miðnám í Vestmanna fer nú at lýsa eftir nýggjum næmingum, og tí hevur skúlin gjørt stuttfilm, sum lýsir virksemi og umstøðurnar á skúlanum. Filmurin kann síggjast um heimasíðuna www. fiskvest.fo Koltur fær nú nýggjan motor til el Motorurin, sum forsýnar Koltur við el, varð fyrstu ferð startaður í mai mánaði í 1995, men nú er hann troyttur og slitin og skal skiftast út Vilmund Jacobsen Eins og tær allar smæstu oyggjarnar, er Koltur eisini avskorin frá landsdekkandi netinum hjá SEV. - Eins og aðrastaðni fingu koltursfólk sær el - helst í fimm­tiárunum - tá van­ligt var, at hvørt hús ella bý­ling­ ur hevði sín egna motor, sum varð startaður eftir tørvi. Mær er sagt, at núverandi verk við felags motori og gen­eratori er bygt seinast í sjeyti­árunum. Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sum um dagarnar legði út nakrar reglur og myndir á Facebook- síðuna Koltur. Troyttur og slitin Fyristøðumaðurin vísir á, at tá tey komu út í Koltur í 1994, var táverandi motorur slitin og óstøðugur. Tá varð ein Deutz F3L912GEN settur upp og startaður fyrstu ferð hin 17. mai í 1995. - Hesin vælsignaði Deutz’­ ur­in hevur nú koyrt í skjótt 23 ár ella umleið 180.000 tímar. Nú er hann eisini troytt­ur og slitin, og SEV hev­ur gjørt av at útvega ein nýggj­an motor, sum ætlandi skal setast upp í vár. Smyrjolja og filtur Henda dagin, Bjørn Paturs­ son legði hesar reglur og mynd­ir út á Kolturs-síðuna, sig­ur hann soleiðis: - Í dag mundi vera um­ leið á tveyhundrað og hálv­ fjers­indstjúgunda ferðin, at smyrjiolja og filtur eru skift á verkinum, sum nú av álvara nærkast pensjónsaldri, sigur fyristøðumaðurin. Nú er eisini Deutz’urin, sum varð settur upp í Koltri fyri skjótt 23 árum síðan, troyttur og slitin, og oyggin skal hava nýggjan motor