Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Hægri útbúgvingar, ið ikki eru fevnd­ ar av avmarkingunum, ið nýliga vóru settar í gildi: Um tað innan eitt ávíst útbúgv­ ingar øki er tørvur á skikkaðari arbeiðs orku kann “Uddannelses­ og Forskningsministeriet” gera av, at eitt útbúgvingarøki ikki longur er fevnt av kunngerðini um av­ mark ing av dupultútbúgving. Her ber til at síggja hvørjar út búgvingar eru á sokallaða “positiv­ listanum” fyri 2018: Erhvervsakademi­ uddannelser • Installatør, stærkstrøm • Installatør, VVS Pro fessions bachelor­ uddannelse • Elektrisk energiteknologi • It og økonomi • Økonomi og it Bacheloruddannelser og Kandidatuddannelser • Datalogi (bachelor + kandidat ) • Forsikringsmatematik (bachelor + kandidat) • Landinspektør­ videnskab(bachelor + kandidat) • Matematik (bachelor + kandidat) • Matematik­økonomi (bachelor + kandidat) • Nanoscience (bachelor + kandidat) • Software (bachelor + kandidat) Kandidatútbúgvingar • Astronomi • Byggeri • Digitale medieteknologier • Revision • Statistik • Sygeplejevidenskab Harafturat ber eisini til at søkja um undantøk til at taka meira enn eina útbúgving á sama ella lægri stigi, um umsøkjarin lýkur ávísar treyt ir: • Um tað eru yvir 6 ár síðani umsøkjarin tók eina útbúgving, fær umsøkjarin undantaksloyvi, og er ikki fevndur av avmarkingini. • Útbúgvingar uttanfyri økið hjá “Uddannelses­ og forskningsministeriet” eru ikki fevndar av avmarkingunum, t.d. útbúgvingar sum eru innan Justitsministeriet, Forsvarsministeriet og Kulturministeriet. Hetta eru m.a. útbúgvingar innan politi og Forsvaret, men eisini útbúgvingar innan myndlist, sum filmsmyndafólk, tónleikapedagog, sjónleikari, sjónleikateknikari o.s.fr. Hetta merkir, at umsøkjarar við út búgving sum hoyrir undir Ud ­ dannelses­ og forsknings ministeriet, kunnu søkja inn á út búgv ingar innan t.d. Kultur ministeriet ella Justits­ ministeriet. Untantøk fyri t.d. føroyingar: • Um søkjarar, ið hava fingið útbúgving uttanlands (t.d. útbúgving frá Føroyum), eru ikki fevndir av avmarkingunum. Onnur undantøk: • Um umsøkjari hevur lokið útbúgving sum kaospilot, bevægelsespædagog ella sum lærari frá “Den Frie Lærerskole” er hann heldur ikki fevndur av avmarkingunum, tí hesar útbúgvingar partvíst fáa almennan stuðul. Spurningur 1: Kann eg fáa lestrarstuðul til privatar útbúgvingar í Danmark? Svar: Ja, til góðkendar privatar útbúgvingar. Her er listin yvir privatar útbúgvingar, ið eru góðkendar í Danmark: 3D digital artist/game artist (Trumax Academy) Beklædningsdesigner (Københavns Mode- og Designskole, Margrethe-Skolen) Bevægelsespædagog (Gotvedskolen) DAC-uddannelsen Designer (Fashion Design Akademiet) Idrætslærer (Paul Petersens Idrætsinstitut) Kosmetolog (CIDESCO, København) Pædagog (Rudolf Steiner Børnehaveseminariet) Kelda: www.su.dk Spurningur 2: Er tað møguligt at lesa á Fróðskaparsetrinum fyri lestrarstuðul frá Studna, og so lesa víðari í Danmark fyri SU, uttan at tað, mann fekk í ÚSUN verður trekt frá SU? Svar: Tú fært stuðul frá SU og Studna í tilsamans 6 ár, fyri góðkendar hægri útbúgvingar í Føroyum og Danmark. a) tú kanst m.a. lesa á heimasíðuni hjá STUDNA: Stuðulstíð og -freistir Sum lesandi á hægri útbúgving og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, kanst tú í mesta lagi fáa útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har tú hevur fingið vanligan mánaðarligan útbúgvingarstuðul frá Studna ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar. Studni kann leingja stuðulstíðina við tveimum árum, um tú ikki hevur miðnámsútbúgving. Studni kann gera undantak frá regluni um áramál, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.” b) og á heimasíðuni SU.dk stendur m.a.: - At um tú hevur fingið lestrarstuðul fyri hægri útbúgving í Grønlandi ella Føroyum, so skalt tú í teig 25 skriva í hvussu nógvar mánaðir tú hevur fingið stuðul. Endalán Um tú manglar SU til restina av tínari útbúgving, hevur tú møguleika at søkja um endalán seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Hevur tú sostatt fingið SU fyri ásetta tíðarskeiðið, sum útbúgvingin er mett til at taka, og síðani fingið 12 eyka klipp, og hevur tú í mesta lagi 12 mánaðir eftir av útbúgvingini, kanst tú fáa endalán í 12 mánaðir. Men hevur tú ikki rætt til hesi 12 eyka SU-klippini, hevur tú rætt til at fáa endalánið longt við 12 mánaðum og tilsamans fáa endalánsgjald í 24 mánaðir. Útbúgvingarstovnurin skal vátta, at tú kanst gera útbúgvingina lidna innan 12 mánaðir. Endalánið í Føroyum er 6.734,-kr og í Danmark er tað 8.039,-kr um mánaðin. Undantøk til avmarkingina av dupultútbúgvingum í Danmark mynd: Visualhunt.com