mikudagur 3. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
11
Tann eini trupulleikin í Tjóðveldisflokkinum er ikki
loystur, tá ein av fremstu monnunum í flokkinum, Karsten
Hansen, kemur í annan trupulleika, sum einki hevur við
politikk at gera, men sum óivað fer at kasta ein skugga inn
í politiska lívið í Tjóðveldisflokkinum og kanska eisini á
Løgtingi.
Øll kunnu koma í eitt ferðsluóhapp, lítið ella stórt. Er tað
álvarsamt, verður politiið boðsent. Politiið ger eina frá-
greiðing og staðfest verður, hvør bilførarin hevur skyld-
ina. Er talan um eitt álvarsamt brot á ferðslulógina, kann
viðkomandi, sum hevur skyldina, verða ákærdur og seinri
dømdur.
Men í nógvum førum eru óhappini smá. Politiið verður
ikki boðsent, og so er spurningurin, um skaðin er so
stórur, at hann verður meldaður til annað tryggingar-
felagið, ella annar av pørtunum átekur sær at gjalda fyri
skaðan, so skaðaelvarin ikki missir avsláttur í tryggingar-
gjaldinum.
Tað kann hugsast, at Karsten Hansen og Olaf Olsen, sum
varð ákoyrdur, hava hugsað soleiðis, tí skaðin tóktist
kanska ikki vera so stórur við fyrsta eygnakast. Men tá
Sjónvarpið mánakvøldið vísti myndir av bilinum, sá
skaðin ikki út til at vera so heilt lítil kortini og kostar óivað
nakrar túsund krónur at umvæla.
Teir avtala, sambært Sjónvarpinum, at "orðna tað á stað-
num", sum tikið verður til.
Men tað er bara eitt stórt MEN. Tann eini bilførarin breyt
ferðslulógina, treytaðu víkislyldina, tá tað hendir.
Vit hava fleiri dømi tey seinastu árini, at fólk hava brotið
treytaleysu víkiskyldina - tað merkir t.d. at tey hava koyrt
fram um hávatenn - og tey eru ákærd og eru kanska dømd
at gjalda eina bót, ella tað, sum verri er. T.d. var ein av
lógarsmiðum landsins, løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard,
fyri einum óhappi fyri einum ári síðani ella so. Hann breyt
ferðslulógina, og politiska órinið varð tikið frá honum, so
hann kundi dømast.
Bilførarin, sum síðsta fríggjakvøld breyt ferðslulógina,
Karsten Hansen, er eisini lógarsmiður, ella løgtingsmaður,
og harafturat er hann politistur og fyrrverandi sýslumaður
- lógarinnar verji. Tá Sjónvarpið leggur spurningin fyri
hann, viðgongur hann, at hann átti at havt meldað. Tað
sama heldur støðleiðarin í Havn, Jón Klein Olsen, sum
ígjár segði við Útvarpið, at Karsten Hansen átti at havt
meldað hendingina. Hann gjørdi tað ikki tá, men hann
hevur kanska gjørt tað nú. Eitt sindur "ullint".
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at hetta er eitt
mál millum Karsten Hansen og politiið. Sjálvandi er tað
tað, men við tað, at maðurin ikki meldaði hendingina til
politiið, fer hetta málið óivað at kasta skuggar langt inn í
Tjóðveldisflokkin, sum í løtuni er í eini álvarsligari trú-
virðiskreppu!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ferðusluóhapp kastar
skugga á flokk!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tórfinn Smith
Býráðslimur og valevni
til býráðsvalið
Í samfelagskjakinum verð-
ur sum oftast fokuserað á
einstøk mál. Mál, sum eru
uppi í tíðini, - sum eru INN.
Barnaansingin
hevur
verið serliga INN seinastu
fýra árini. Tað trongdi eis-
ini til. Barnaansingartørv-
urin eru so at siga nøktaður.
Nú skriva politikararnir,
at tey eldru, gomlu og
sjúku standa fyri tørni. Tað
er eisini hart tiltrongt. Hetta
verður ein hin størsta
avbjóðingin hjá komandi
býráði.
Men tað er eisini ein
bólkur millum børn og
gomul.
Lat okkum í hesum
førinum fokusera upp á ein
ávísan bólk av ungum. Tey,
sum eru komin upp um
fólkaskúlaaldur, men ikki
hava aldur til sokallaða øl-
klubbalívið.
Og
sum
kanska heldur ikki hava
hug til slíkt. Bara at sleppa
í býin at hugna og skemta
sær,- uttan alkohol!
Fara vit aftur í 60- og 70-
ini, so stóu allar dansidyr
opnar. Har vóru m.a.
Klubbin, Losjan og Sjón-
leikarhúsið. Har sluppu øll
inn, uttan aldursmark.
Men so fingu vit aftur-
latnu klubbarnar, og eftir
tað, nýggju rúsdrekkalóg-
ina, við sínum fyrimunum
og so sanniliga eisini vans-
um, sum útihýsti teimum,
sum vóru fyri teirri van-
lagnu, at tey ikki vóru fylt
18 ár.
Teimum er lítið og einki
fyri í dag, tá tað ræður um
dansiviðurskifti.
Undirritaði var við til at
fáa
skipað
Margarin-
fabrikkina. Politiska undir-
tøkan var so sum so at
stuðla, men so kom norður-
lendski Barnabati við til-
boði um fíggjarligan stuðul
fyrstu trý árini, soleiðis at
ráð vóru at seta dagligan
leiðara. Margarinfabrikkin
hevur havt skiftandi um-
støður, men er í dag sera
vælvirkandi, til gleði og til
gagns fyri mong.
Hetta er kortini ikki nóg
mikið. Tað var alla tíðina
ætlanin,
at
Margarin-
fabrikkin skuldi virka sum
kveikjari til líknandi tiltøk
víðahvar í býnum. Við
Margarinfabrikkini
sum
miðdepil, skuldi kveikjast
lív í líknandi virksemi í
teimum ymisku útjaðarun-
um í býnum.
Hetta liggur á lani í dag,
men tíðin er nú so avgjørt
komin til at fáa upprunaliga
ætlanina at virka.
At fáa í lag ungdómshús í
teimum ymisku býarpørt-
unum, so ungdómur trívist í
sínum dagliga umhvørvi.
Enn sum áður, vil eg
fegin virka fyri hesum.
Tey ungu – tey gloymdu
VAL04
Bjørg Joensen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð
Tórshavnar Kommunu eig-
ur at gera fleiri íløgur í
framtíðina og hevur ráð til
tað. At skapa karmar um
íløgufeløg, sum kunnu fara
undir at byggja leigu- og
lutaíbúðir er ein íløga.
Ungdómshús, sum geva
børnum og ungum tryggar
umstøður í frítíðini, er
onnur neyðug íløga.
Karmar til íløgufeløg
At kommununi manglar
bústaðir, ber boð um at fólk
vilja búgva her. Tað er ikki
ein kommunalur trupul-
leiki, men ein møguleiki til
menning á økinum. At
útvega sær bústað, skal
verða eitt val, sum borgarar
- alt eftir tørvi og førimuni
- skulu hava í boði. Eg
haldi, at kommunan skal
arbeiða fyri at fáa landsins
myndugleikar
at
skapa
karmar um íløgufeløg, sum
síðani kunnu standa fyri
bygging av leigu- og luta-
íbúðum. Á hendan hátt
kemur privatur kapitalur í
umferð og er við til at
skapa loysnir á bústaðar-
økinum, og skattapening-
urin verður brúktur til tað,
hann er tilætlaður - nevni-
liga góðar tænastur til borg-
aran.
Ungdómshús
Tað er umráðandi, at Tórs-
havnar Kommuna ger rætt-
ar íløgur, og tryggjar, at
sum mest fæst burturúr
hvørjari
skattakrónu.
Kommunan er skuldarfrí,
skattaprosentið óbroytt og
inntøkan støðug. Her er
veruliga talan um møgu-
leikar at raðfesta soleiðis,
at tað kemur flestum borg-
arum til góðar. Eg vil ar-
beiða fyri, at kommunan
byggir
ungdómshús
til
børn/ung
ávikavist
á
Hamarinum á Argjum, á
Norðasta Horni, á Løg-
mannabreyt og í Kaldbak.
Vit skulu hava álit á
umsitingina
Neyðugt er at skapa størri
álit á umsitingina, so vit
kenna okkum vís í, at allir
borgarar eru líka fyri
lógini. Átalir frá Løgting-
sins Umboðsmanni og tey
mongu byggimál, sum hava
verið umrødd í fjølmiðlun-
um, hava ikki tænt umsit-
ingini. Hetta er hvørki gott
fyri starvsfólkini, býráðs-
limirnar ella borgararnar.
Kannast má, um umsitingin
hevur nóg góðar karmar at
virka undir og hvørjar
ábøtur skulu gerast, so
álitið endureisist.
Vit skulu tillaga komm-
ununa eftir okkum, ikki
øvugt.
Íløgur í framtíðina
VAL04
VIÐMERKINGAR
Halla Samuelsen
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum
Stórur mangul er á
íbúðum í Tórshavnar
Kommunu. Kommunan
eigur at lata byggja
íbúðir/kollegiir, so at
fólk, ið ganga í skúla
ella eru undir útbúgving,
kunnu hava møguleika
at eiga, ella leiga ein
bústað. Eisini er stórur
mangul á íbúðum til
eldri fólk. Tað eru nógv
eldri fólk, sum sita í alt
ov stórum húsum, sum
tey fegin vildu sloppið
av við, um tey høvdu
møguleika fyri at flyta
inn í eina eigaraíbúð ella
leigaða íbúð, um slíkar
vóru til taks frá komm-
ununi.
Kommunan eigur at
lata byggja slíkar íbúðir/
kollegiir, so tey kundu
havt hendan møguleik-
an.
P.S. Við endan á Jákup
Nolsøesgøtu standa rov-
ini av einum betong-
bygningi, sum einaferð
var ætlaður til íbúðir.
Hesin er ongantíð blivin
liðugur og stendur nú
sum ein skomm fyri alt
umhvørvið. Um komm-
unan keypti grundøkið
har rovini standa, kundi
hon lati byggja íbúðir/
kollegiir har.
Javnaðarflokkurin er
greiður yvir støðuna og
vit ynskja at gera nakað
við hetta, nevnliga at
gera bústaðarmøguleik-
arnar betri.
Fái eg tín stuðul til
Býraðsvalið 9. nov., ert
tú við til at gera bú-
staðarmøguleikarnar
betri. So skal eg gera
mítt til at hetta mál verð-
ur loyst skjótt og væl.
Íbúðartrotið í Tórs-
havnar kommunu
Jói Winther
Valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Tórshavnar
kommunu
Nú hevur hendan sam-
gongan sitið í fýra ár, og
nógv dagstovnapláss eru
bygd, alt gott um tað. So
eru karmarnir skaptir, og
mugu teir útfyllast við
kvalifiseraðum
fólki.
Eingin hevði sent eitt
skip avstað, uttan at
menn vóru bæði á brúgv,
maskinu og dekki. Hetta
verður ikki tonkt um hjá
býráðssamgonguni, og
halda tey helst væl til
standa. Vit vera noydd at
loysa hendan trupuleika
sum skjótast, í samráð
við yrkisfeløgunum hjá
avvarðandi stovnsfólki.
Tað má ikki sum nú,
bara teinkjast uppá at
byggja stovnar, men vit
mugu skapa karmar og
fjálga um vinnulívið, so
at nýggj arbeiðspláss
koma sum fylgja av ein-
ari miðvísari planlegg-
ing.
Eg vil hjálpa við hes-
um. Gott val.
Katrin Dahl Jakobsen
Valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar Býráð.
Møtti eini ungari mammu í
býnum. Leiðin gekk oman í
spælistovuna í Meinig-
heitshúsinum.
Við
sær
hevði hon dreingirnar báð-
ar, annar í og hin sitandi á
vogninum. Veðrið var av tí
allar fagrasta. Hóast hon
henda dagin heldur kundi
hugsað sær at børnini
hittust úti á einum spæli-
plássi, so var hon fegin um,
at tað var eitt stað, hennara
dreingir sóu onnur børn.
Men hví ikki vøggustovu,
vildi eg sum eitt býtt vita.
Tvey vøggustovubørn, helt
hon fyri- tað hevði kostað
okkum 54.780 kr. árliga!!!!
Sjálvsagt ber tað ikki til
afturat
húsaútreiðslum.
Skilti á henni, at her var
einki í at velja. Av tí at hon
onga ansing hevur, og tí
ikki er tøk á arbeiðs-
marknaðinum, fær hon
einki úr ALS. Almanna-
stovan kann ikki hjálpa, tí
hon hevur bæði børnini
heima, og tískil hevur hon
sjálv valt tað, halda tey.
Frípláss fæst heldur ikki, tí
maðurin fer eitt vet upp um
markið, sum er 240.000 kr
árliga. Hevði tað um ikki
annað borið til at havt
hálvdagspláss, uttan at
betala fyri fullan dag. So,
helt hon uppgevandi, so
dýrt tað er at seta búgv í
Havn, er sanna valið hús
ella børn. Ikki bæði.
Hetta er bert eitt dømi ein
tilvildarligan dag í býnum.
Tíðin er búgvin
Javnaðarflokkurin á tingi
hevur koyrt undir at fáa
aðrar flokkar at taka til sín
tað neyðuga og skilagóða í
at veita systkinaavslátt í
barnaansingini. Í febr. 2002
løgdu Hans Pauli Strøm og
Kristian Magnussen vegna
flokkin fram uppskot um
hetta, men hinir flokkarnir,
Miðflokkurin undantikin,
ella tíðin hevur helst ikki
verið búgvin til tað. Men
nú man hon vera tað, nú
fleiri valevni úr øðrum
flokkum taka hetta fram í
teirra skriving, uttan tó at
geva boð uppá, havt tað
møguliga fer at kosta .
Einki forðar eini kommunu
í at seta hetta í verk. Lógin
um dagstovnar og dagrøkt
sigur, at foreldur í mesta
lagi skulu gjalda 30% av
rakstrarútreiðslunum. Einki
verður sagt um í minsta
lagi. Sostatt stendur tað
kommununi frítt, í hvussu
stóran mun hon vil stuðla,
hevur hon fíggjarorku til
tað. Og tað hevur Tórs-
havnar kommuna! Eg vildi
mett, at um leisturin t.d
varð fult gjald fyri fyrsta
barnið og hálvt fyri restina,
so hevði talan í mesta lagi
verið uml. 3 mió. kr. Men
sjálvt tá, hevði verið dýrt at
havt tvey vøggustovupláss.
Herfrá og til at kunna
samanbera
okkum
við
grannalond sum t.d. Svø-
ríki, sum við lóg hevur
ásett í kr. og ikki %, hvat
max. gjald kann vera, har
systkinaavsláttur er í laga-
liga ansingargjaldinum, har
børn sleppa ókeypis frá
august í tí árinum tey fylla
fýra, o.s.v., o.s.v., er øgiliga
langur vegur. Javnaðar-
flokkurin vil í holt við hesa
leið.
Eyðgunn Samuelsen
valevni Klaksvíkar býráð
heima.olivant.fo/~eydgunn
Vanligt hevur verið sein-
astu árini, at løgtingi sam-
tykkir broytingar, aloftast í
samband við fíggjarlógina,
ið skerjir inntøkurnar hjá
kommununum. Samstundis
hevur gongdin eisini verið
tann at mál verða grýtt út til
kommununar ið viðføra
eykaútreiðslur.
Taka vit árini 2000-2004
so eru broytingar gjørdar
sum
fyri
Klaksvíkar
kommunu ein inntøkumiss
á 10 milliónir krónur, enn
um lógirnar vóru tær somu
sum í 2000. Hetta merkir
ein inntøkumiss á 40 milli-
ónir í einum valskeiðið,
júst helvtin av tí upphædd
(80 milliónum) ið vit hava
gjørt íløgur fyri hesi farnu
4 árini.
Gongdin heldur fram !
Tað sær ikki mætari út enn
at henda samgongan ætlar
at halda fram við at máa
fíggjarliga støðið undan
kommununum. Tann nógv
umtalaði skattalættin við-
førur at botnfrádrátturin
skal hækkast við 2000
krónum hetta vil merkja ein
inntøkumiss á 1,5 millión
fyri Klaksvíkar kommunu.
Ætlanin er eisini at sam-
tykkja nýggja lóg um
barnaforsorg ið inniber at
kommununnar skulu fíggja
hetta øki. Árliga útreiðslan
til barnaforsorg í Klaksvík
er 4 milliónir, hartil kemur
at hetta er eitt øki við skjótt
vaksandi útreiðslum ið ikki
eru lættar at stýra. Komm-
ununnar fáa loyvið at
hækka skatin 0,9% fyri at
fáa hesa meirútreiðslu inn-
aftur og samstundis skal
landið lækka skattin til-
svarandi. Hetta er bara ikki
so einfalt sum tað ljóðar.
Sjálvræði fánar !
Heldur henda gongdin fram
komandi árini so verður
sjálvræði spakuliga máa
undan okkum og alt tos um
ræðið á egnum viðurskift-
um verður uttan innihald.
Ein áhugaverdur spurning-
ur ið eg kundi hugsa mær at
fingið svaraðan er, hvat
sigur landsstýrismaðurin í
innlendis- og kommunu-
málum ? er hetta í trá við
politikkin hjá Fólkaflokk-
inum mótvegis kommun-
unum ? tað hevði verið gott
at vita nú krossurin skal
setast til býráðsvalið 9
november !
Gott val.
Egin Henriksen
valevni Miðfloksins til
Tórshavnar býráð
Er tú troyttur av byggigøl-
um og eini býráðssam-
gongu, sum at kalla alt
valskeiðið hevur ligið í
stríð við sínar borgarar, í
einum býlingi fyri og
øðrum eftir, og sum uttan
himpr broytir byggi-sam-
tyktir, tá teir renna pannuna
ímóti, fyri at fáa síni
áhugamál ígjøgnum, so
bjóða vit í Miðflokkinum
okkum fram sum eitt frískt
alternativ.
Fáa vit leiðsluna í tí
nýggja býráðnum, fara vit
at arbeiða hart fyri at fáa
nøkur ting uppá pláss.
Allir borgarar í komm-
ununi fáa sama virði og
verða hoyrdir, óansæð hvat
teir eita ella ikki eita, hvat
teir eiga ella ikki eiga, hvar
teir búgva ella ikki búgva.
Byggisamtyktir
verða
virdar og verða ikki toygdar
fyri at røkja seráhugamál-
um.
Tú skal róliga kunna
leggja teg til hvíldar um
kvøldið uttan at óttast fyri,
at kommunan fer avstað við
økinum rundan um hús tíni
morgunin eftir, ella at
fríøkið í tínum grannalagi
er selt onkrum hissini
"spekulanti".
Við okkum til róðurs
verður kommunan ikki
nakað sjálvtøkuborð - nei,
øll skulu fáa sama rætt, og
vit fara at leggja doyðin á,
at skipa soleiðis fyri, at øll
kunnu liva í friði og náðum
í kommununi.
Til síðst og ikki minst
ætla vit at hava góð viður-
skifti við Umboðsmannin.
Trúgv - trygd - trivn-
aður
X við lista H
Gott val
VAL04
Kommunan fyri øll
VAL04
Barnafamiljan má fáa lætta í barnaansingini
VAL04
Skal sjálvræði framhaldandi máast
undan kommununum?
VAL04
Byggigølur
VAL04
C
M
Y
K
11
10