mikudagur 3. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
13
Klæmint Olsen
Listi D - Sjálvstýris-
flokkurin
Spillhitin frá Sundsverk-
inum eigur ikki at hita
Kaldbaksfjørð,
men
koma til høldar sum
fjarhiti. Sum størsta
kommuna í landinum
eigur Havnin at orða sín
egna orkupolitikk.
Eitt
av
valevnum
Tjóðveldisfloksins
skjýtur upp, at Havnin
meldar seg úr kommu-
nala elfelagnum SEV.
Eg haldi ikki, at løtan er
tann rætta. Samstundis
skilji eg tó væl Johan
Mortensen. SEV hevur
við sínari monopolstøðu
ligið tungt á øllum orku-
politikki í Føroyum.
Vend tykist tó at vera
komin í. Kemst hetta av
trimum ávum:
• Landsmyndugleikin
hevur loksins fingið
áhuga fyri orkumálum
og er farin í holt við at
orða ein orkupolitikk;
hetta leggur eitt til-
trongt trýst á SEV;
• SEV er broytt seinasta
árið, tí hægsta vald
SEV’s, umboðsnevnd-
in, og formaður henn-
ara vildu hava broyt-
ingar; SEV gerst nú
opnari, og leiðslan er
farin at hugsa øðrvísi;
• Fjølmiðlarnir og al-
menningurin
hava
sýnt alt størri áhuga
fyri økinum.
Undirritaði hevur í 16 ár
umboðað
Tórshavnar
kommunu í umboðs-
nevnd SEV’s. Eg havi
verið atfinningarsamur,
kanska til tíðir í so at-
finningarsamur. Í dag
kann eg ikki annað enn
gleðast. SEV er veruliga
farið at hugsað øðrvísi,
og almenningurin fær í
dag innlit í avgerðirnar
og grundarlagið undir
teimum. Fundirnir eru
vorðnir opnir.
Eg eri tó ikki givin at
finnast at SEV. T.d.
dámdi mær ikki, at
nýggju
stjórastørvini
vórðu sett innanhýsis,
og enn er eingin avklár-
ing viðvíkjandi tí fram-
haldandi
vatnorkuút-
byggingini í Eystur-
oynni.
Eingin ivi er tó um, at
SEV hevur uppbygt eina
stóra vitan, og at SEV
hevur nógv góð fólk í
starvi. SEV má tó brynja
seg til broytingar. Í tann
mun tað ber til, vil
landsmyndugleikin helst
avtaka monopolið. Og
tað man vera tað rætta.
Havnin er nógv tann
størsta
kommunan
í
SEV. Havnin fer at hava
20 limir í komandi um-
boðsnevnd,
sum
til-
samans fer at hava einar
65 limir. Harvið gerst
býtið eitt sindur meira
javnt,
men
Havnin
verður framhaldandi ein
minniluti. Tað eigur hon
sjálvsagt at vera við
sínum 40% av Føroya
fólki, men umboðanin
verður tó rættvísari, enn
hon er í dag.
Sum nógv tann størsta
kommunan eigur Havn-
in at hava sín egna orð-
aða orkupolitikk. Ikki
bara fyri at geva SEV
eitt ávíst mótspæl, men
tí kommunan sjálv nýtir
nógva orku, og tí vit eru
tað pláss í Føroyum, har
flestu og størstu útbygg-
ingarnar fara fram.
Havnin eigur at gerast
ein grøn kommuna eins
og Vestmanna. Eyðsýnd
mál at tikið upp í hesum
sambandi kundu verið
’dálkingin frá bussun-
um’
og ’vegaljósini’.
Kundi okkurt ikki verið
spart her?
Nógvir nýggir stovnar
og nógv nýggj bústaðar-
øki eru komin í Havn
seinnu árini, men hevur
nakrantíð verið hugsað
um alternativa orku, so
sum jarðarhita ella sól-
sellur. Eg haldi ikki.
Og sjálvsagt eigur
fjarhitaskipanin at verða
knýtt til Sundsverkið
sum skjótast. Alt annað
er púrasta burturvið.
Havnin, SEV
og orkan
VIÐMERKINGAR
Hans Albert Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
Bíðilistin við fólkum, ið
ynskja sær leigutraðir er
langur, og hetta má nakað
gerast við nú!
Nógvum
føroyingum
dáma væl at fáast við
jarðarbrúk, seyðahald og
líknandi. Hesi ítriv, sum eru
ein partur av okkara ment-
an, hava ring kor í høv-
uðstaðarøkinum,
tí
út-
byggingin
av
Havnini
gevur lítið rúm fyri hesum.
Havnar kommuna eigur
sum skjótast at finna økir í
kommununi,
ið
kunnu
leggjast út sum leigutraðir
og smærri urtagarðsøkir,
har fólk kunnu hava nakrar
gæs og dunnur gangandi
ella kanska velta sær nøkur
epli. . Hetta kann verða eitt
andarhol í tí annars so
strongda gerandisdagnum
hjá fólki umframt eisini
eitt kærkomið ítriv hjá eldri
fólki. Somuleiðis tryggja
vit eina vakra og fjøltáttaða
kommunu
við
nógvum
grønum blettum. — Fái eg
tína atkvøðu, ert tú eisini
komin nærri hesum máli.
Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins
til býráðsvalið
Nú Suðurstreymoy verður
ein kommuna, hava bygd-
irnar, sum hava lagt saman
við Havnini, innbygt í sam-
anleggingarsáttmálan
at
hava staðbundnar nevndir.
Uppgávan hjá hesum
nevndum er at ráðgeva og
vegleiða býráðið í ym-
iskum málum og at kunna
borgarstjóran og harvið
býráðið um, hvat rørist í
bygdunum, hesar nevndir
umboðað. Eisini eiga hesar
nevndir at verða kunnaðar
og at fáa høvi til at vegleiða
og koma við meiningum, tá
stórar broytingar verða
framdar í teirra bygdum.
Tey fólk, ið nú verða vald
í nýggja býráðið, hava
skyldu til at fylgja við í
allari kommununi, frá tí
norðastu og út á smápláss-
ini Hest, Koltur og Nólsoy
o.s.fr.
Skulu fólkini í hesum
bygdum kenna seg sum
part av stóru kommununi,
javnbjóðis við tey í megin-
økinum - hetta er uppgávan
hjá tí nývalda býráðnum at
syrgja fyri, nevnliga at
servisera allar borgarar líka
í allari kommununi - setir
tað krøv til tey fólkavaldu,
nevnliga at fáa samansjóað
allar borgarar í nýggju
kommununi, so øll fáa
javnbjóðis rættindi, óansæð
hvar tú býrt í kommununi.
Tá ber av sonnum til at tosa
um nærdemokrati.
Tað er ikki rætt at út-
delegera heimildir til tær
staðbundu nevndirnar, tí tá
vendir samanleggingin á
høvdinum. Hinvegin kundi
nývalda býráðið havt eina
felagskonto á fíggjarætl-
anini, sum var oyramerkt til
smáplássini. Ella rættari
sagt: til menning og trivnað
á smáplássum. Tað kundi
verið eitt hugskot.
Allir borgarar í komm-
ununum, sum hava lagt
saman
við
Tórshavnar
kommunu, verða nú borg-
arar við somu rættindum og
somu skyldum sum allir
aðrir í felagsskapinum. Vit
koma at fáa og njóta, missa
og svíða, í sama lagi og í
góðum og rættvísum sam-
starvsanda og solidaritets-
fatan. Hetta skal vera eyð-
kennið hjá tí nýggju Tórs-
havnar kommunu, tí tá hava
vit eitt sterkt demokratiskt
fólkaræði.
Men lat okkum ongantíð
gloyma, at tað eru teir
fólkavaldu býráðslimirnir,
sum eru valdir at umboða
alt fólkið í tí nýggju Tórs-
havnar kommunu.
VAL04
Fleiri leigutraðir og urtagarðsøkir
Staðbundu nevndirnar og Tórshavnar Býráð
VAL04
Gjald fyri valgreinar
Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald
fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur.
Sosialurin
Jógvan Arge
býráðslimur fyri
Tjóðveldiflokkin
Eitt blómandi mentanar- og
ítróttarlív hevur alstóran
týdning fyri trivnaðin í
Tórshavnar
kommunu.
Samstundis er umráðandi,
at børn og ung fáa góða
ansing og skúlagongd.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur sett sær fyri, at hesir
samfelagstættir fáa bestu
sømdir og karmar.
Í samráð við mentanar-
lívið virka vit fyri at útvega
eitt nú tónleikarum góðar
framførslu- og venjingar-
umstøður. Vit virka eisini
fyri mentaskúla fyri dansi,
leiklist, myndlist og skrivi-
list.
Tjóðveldisflokkurin
ásannar tann stóra týdning,
sum kropsvenjing og ítrótt-
ur hava.
Tí eigur kommunan at
gera sær greitt, hvar fram-
tíðar
ítróttarøki
skulu
verða, so farast kann undir
at menna umstøðurnar so-
leiðis, at eitt nú Oyggja-
leikir við sínum fjølbroyttu
ítróttagreinum aftur kunnu
haldast í Føroyum.
Vit seta okkum fyri, at
málið um ítróttarvøll til
frælsan ítrótt verður loyst,
og at fólkaítróttini fimleiki
verða útvegaðar hallarum-
støður til venjing og kapp-
ing á altjóða stigi.
Nú ítróttarhøll er bygd í
Hoyvík og í Kollafirði,
verður farið undir ítróttar-
høll á Argjum.
Tjóðveldisflokkurin
strongir á at dagføra kom-
munalu skúlarnar til at lúka
krøvini í nýggju fólka-
skúlalógini.
Vit
stuðla
nýggjum skúla í Hoyvík og
seta Argja Skúla á breddan.
Umstøðurnar hjá næm-
ingunum at eta á skúlunum
verða
bøttar
munandi.
Royndarskipanin við sunn-
um mati á skúlunum verður
at fevna um allar skúlarnar.
Barnaansingin verður
ment og skipað verður fyri
systkinaavslátri á dagstovn-
um og frítíðarskúlum. Øll-
um børnum í 1., 2. og 3.
flokki skal standa í boði
frítíðarskúli.
Vit mæla eisini til, at
kommunan orðar ein ung-
dómspolitikk við denti á
fjølbroytt tilboð, har ung
sjálv eru uppi í at skipa
fyri.
Til tess at seta hol á hetta
arbeiði leggja vit dent á, at
álit verður gjørt um viður-
skifti teirra ungu, ið gjølla
lýsir, hvørjum stigum og
átøkum tørvur er á.
X við E.
Ungdómur og vísdómur
VAL04
VIÐMERKINGAR
Meta C. Palle
Valevni Javnaðarfloksins
til Býráðsvalið
Um tú gongur tær ein túr
í býnum, t.d. í plan-
tasjuni, framvið Havnar-
á ella eftir teimum
mongu gøtunum ímill-
um býarpartarnar, kann
tú gleðast yvir tey grønu
økini, sum eru eru í
býnum. Eg vil arbeiða
fyri, at tað verða fleiri av
slíkum.
Fyri fáum árum síðani
plagdi
Tórshavnar
kommuna at skipa fyri
einum árligum rudding-
ardegi, har borgarar í
øllum
aldri
høvdu
møguleika fyri at rudda
tey grønu økini. Tað
hevði verið eitt gott hug-
skot, at hesin siður bleiv
tikin uppaftur.
X við lista C.
Ein góð kommuna
Hans Sørensen
listi C
Skaldið sigur, "einaferð
enn skalt tú menna teg,
Tvøroyri". Nú haldi eg,
tíðin er komin til tess. Vit
hava fingið nýggja stásiliga
havn og fáa nýtt ferða-
mannaskip fyri 340mill, so
møguleikarnir til ferða-
vinnuna skuldi verið góðir.
Kunningarstovan skal bróta
upp um ermar og fáa lýst
okkara vøkru oyggj. Vit
skulu hava nógv ferðafólk
hendan vegin, bæði við
Smyrli og øðrum stórum
ferðamannaskipum, sum í
dag koma inn á Havnina.
Hvat hevur Havnin at vísa
á, sum vit ikki hava? Hesi
skip, sum eru um 40.000
BT til støddar, leggja um
80.000 kr eftur sær bert í
havnagjøldum.
Kann
nevna, at tað komu 47 skip
av hesum slag inn á Tórs-
havn í ár. Nú nýggi Smyril
kemur, skilji eg ikki, hví
eingin tungoljutangi er
komin upp at standa. Í
hvussu er, skal nýggi
Smyril hava tungolju og tað
kann ikki vera ætlanin, at
hann skal inn á sund at
bunkra; hugsi her um
arbeiðspláss, inntøkur av
vørðuavgjaldi og tílíkt.
Skuldi ferðamannaskipini
so eisini komið á fjørðin, so
kundi hetta bert bøtt um,
hvat vit høvdu at bjóða.
Eisini haldi eg, at ein
bátadráttur manglar við
nýggju havn, her hugsi eg
serliga um Jóansøkutíð.Eg
hevði lovað mær sjálvum
ikki at tosa um seyð hetta
valstríðið, tí hann hongur
mær so langt út av hálsin-
um. Men tá maður segði
fyri mær, " at hann valdi
ongan sum nú sat í býráð-
num, ongan sum hevði
seyð, og tað var ein stórur
spurningur um hann valdi
nakran sum hevði hjall", so
kundi eg ikki lata vera..
Jan Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins til
Tórshavnar Býráð
Tað frøddi meg at síggja í
Degi og Viku mánadagin,
at Tingformaðurin, Ed-
mund Joensen, sýtti løg-
tingsmonnum sum eisini
stillaðu upp til bý- og
bygdaráðsvalið, at seta
fram munnligar spurningar
av Tingsins røðarapalli.
Hetta hevði hann gjørt, tí
at løgtingslimir sum vóru
uppstillaðir, alla tíðina
komu upp á røðarapallin og
vildu "profilerað" seg so, at
øll sum hugdu at Tingvarp-
inum í Sjónvarpi Føroya,
skuldu leggja merki til teir.
Gott var at síggja, at
Tingformaðurin gjørdi bart
í hesum, og tað skal hann
eiga takk fyri.
Menn so seinni í sama
innslagið í Degi og Viku,
hevur tíðindamaðurin hjá
Sjónvarpi Føroya, Grækaris
D. Magnussen, eina sam-
røðu við ein av sínum egnu
starvsfeløgum, - skal lata
vera við at nevna navn
hansara her, so hann ikki
fær meira reklamu her -,
sum sleppur at tosað út í
eitt í uml. 3 minnuttir, um
hvussu rættvísur hann er í
mun til onnur valevni. At
hann fyri 2-3 mánaðum
síðani hevði gjørt vart við,
at hann stillaði upp, og
tískil ikki kundi vera á
skíggjanum meira. Seinast í
innslagnum segði hann so,
eftir at vera spurdur, " eg
spæli altíð við opnum
kortum". Ja, eg meini tað.
Hesin tíðindamaðurin og
valevnið, fekk sostatt ta
bestu reklamu, sum ein
kann fáa uttan so mikið
sum at gjalda eitt klovið
oyra fyri tað, ímeðan
onnum valevnir skulu
gjalda í dýrum dómum fyri
sovorðna reklamu.
Haldi at hetta var á sera
lágum støði frá Sjónvarp-
sins síðu.
Kundi eisini hugsa mær,
at Sjónvarp Føroya tosaði
við meg um hetta, at ikki
sleppa framat, tí ein er
uppstillaður til kommunu-
valið.
Eri nú eftir hondini fastur
fúsur týsmorgun í send-
ingini "Góðan Morgun Før-
oyar" í Útvarpi Føroya, har
eg havi svarað spurningum
um ferðslu. Men tá hesar
sendingar
aftur
skuldu
byrja í vetur, segði eg í sep-
tember mánaði Útvarpi
Føroya frá, at ætlanin var at
stilla upp til Kommunu-
valið, og varð tað tí avrátt,
at onkur annar skuldi svara
spurningum ístaðin.
Um Sjónvarp Føroya
hevur hug, so eru teir væl-
komnir at tosað við meg
eisini um hetta málið.
Marianna Heinesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til
Tórshavnar Býráð
Hvat bjóðar tú?
Er ein spurningur, ið eg
ofta fái í hesum døgum. Er
býráðsvalið
blivin
ein
handilsvøra? Um so er,
kann tað vera stuttligt at
vera borgari í Tórshavnar
Kommunu í hesum døgum.
Tilboðini regna oman yvir
øll ættarliðini um alt mill-
um himmal og jørð. Tað
kann ikki annað enn ør-
kymla veljararnar, og úr-
slitið er, at bert tey fáu tíma
at lesa valgreinir ella lurta
eftir valevnunum, tí sam-
anum tikið siga øll seg vilja
tað sama!!!
- Tey eldru skulu virðast
—
fleiri
alternativar
íbúðarloysnir!
- Betri sømdir til tey ungu
— fleiri ungdómshús í
nærumhvørvinum!
- Fleiri grøn økir í Havnini
— hugsið um trivnaðin
til alla familjuna!
- Betri býarplanlegging —
stegðið byggióskilinum,
sum nú valdar!
- Størri gjøgnumskygni í
avgerðum og ætlanum —
virðið borgaran!
- Ferðslan
skal
verða
tryggari — fleiri gongu-
breytir!
(M.a.
út
á
Hamaran á Argjum!)
- Bussleiðin betrast — so
trygt kann ferðast til og
frá
Kollafjørð
ella
Kirkjubø, uttan at skula
biðja um innivist!
- Hugsið um súkkluna,
sum eitt alternativt til
bilin —hon dálkar og
larmar enn minni! Tað
ber til, ikki so?
Hetta ynski E!
Eg kundi hildið áfram við
øllum, sum vit valevni
varpa ljós á. Men hvat er so
galið við tí? Hetta er alt øki
og evni, ið viðkoma okkum
øllum.
- Øll ynskja vit at búgva í
eini kommunu, sum ar-
beiðir fyri okkum øll!
- Í eini kommunu, sum
raðfestir eftir tørvinum
hjá borgaranum!
- Í eini kommunu, ið virðir
sínar borgarar!
- Í eini kommunu, ið lurtar
eftir borgaranum!
- Í eini kommunu, ið er
opin og fyrikomandi fyri
ein og hvønn!
Hetta haldi E er ein góð
kommuna!
Vel trivnaðin — tað geri E!
Tað er eitt krav til komandi
leiðslu at raðfesta trivnaðin
í kommununi! Trivnaðurin
kann ikki beinleiðis síggj-
ast, hann kann merkjast!
Trivnaðurin skal vera eitt
alternativ til allar borg-
ararnar í kommununi! Har
trivnaðurin verður raðfestur
høgt, sæst nøgdsemi aftur í
krónum og oyrum!
Hvør kann? — E kann!
Ein býráðslimur kann ikki
gera so nógv, men í einum
meiriluta í eini býráðssam-
gongu verður møguleikin
so nógvar ferðir størri!
Tjóðveldisflokkurin bjóðar
ein sterkan valevnislista
fram — øll eru vit til dystin
fús. Øll vilja vit, at komm-
unan skal tæna BORG-
ARANUM og ikki umvent!
Komið og gerið nakað
við raðfestingina — tað fari
E!
Gott val!
Páll Petersen
Øll hava vit brúk fyri
bústaði.
Tey
flestu
ynskja egið hús, nøkur
ynskja íbúðarbygging,
og onnur ynskja ikki at
eiga, men leiga.
Nógv er bygt í Havn-
ini tey sístu árini, og er
hetta at frøðast um, men
enn er tørvurin tó ikki
nøktaður.
Í teimum bygdunum
ið eru komnar afturat
Tórshavnar kommunu,
er stórur mangul uppá
grundstykkir. Hetta er
nakað sum má takast í
størsta álvara, í øllum
bygdunum í kommun-
uni, fyri at tey ungu, ið
búleikast á bygd, ikki
kenna seg noyddan til at
ríma
av
bygdunum
vegna manglandi út-
stykkingar.
Hetta gerst best við at
seta ein sterkan fólka-
flokk í býráðið tann 9.
november.
X við lista A
Inntøkumøguleikar
VAL04
Fjølmiðlar og valevnir
VAL04
Vel trivnaðin — tað geri E!
VAL04
VAL04
Bústaðir til øll
VAL04
Rasmus A. Joensen
valevni hjá
Sambandsflokkinumí
Tórshavnar kommunu
Vit ásanna, at býráðið
saman við áhugafeløg-
um hevur gjørt nógv fyri
tey ungu í Tórshavnar
kommunu.
Í
kommununi
eru
fótbóltsvøllir,
hond-
bóltshallir, svimjihyljar,
skúlahallir,
høli
til
tónleikavenjingar, høli
til ungdómsarbeiði og
mong onnur høli til fleiri
aktivitetir.
Men tørvurin er neyv-
an nøktaður, tí mong eru
áhugafeløgini í komm-
ununi og kommunan
mennist alla tíðina, eins
og alt livandi. Krøvini,
eftirspurningarnir
og
tørvurin broytist alla
tíðina.
Kommunan, tað eru
fólkini í kommununi og
býráðslimirnir, eiga tí
eisini í framtíðini, at
hyggja at hesum økjun-
um og ikki minst, vit
eiga at fylgja við tørvin-
um og kanna teir møgu-
leikar, ið stinga seg upp,
tá
einstaklingar
ella
bólkar, koma við upp-
skotum um tiltøk.
Ítróttur og mentan
menna
Mennist í ítrótti og
mentan
Ítróttur og mentan-
arpolitikkur
VAL04
C
M
Y
K
13
12