mikudagur 3. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 3. november 2004
15
VIÐMERKINGAR
Finnleif Guttesen
Býráðslimur og valevni
Hetta er bygningar, sum
kommunan hevur alla
ábyrgdina av. Her bú-
leikast okkara ungdóm-
ur frá fyrsta til tíggjunda
flokk og skulu umstøð-
urnar sjálvsagt verða so
góðar sum gjørligt, fyri
at fáa eitt gott umhvørvi
fyri næmingar og lærar-
ar.
Tey seinastu fýra árini
eru umvælingar farnar
fram fyri fleiri milliónir
krónur. Serstakliga er
tað útskifting av tøkum
og klædningi sum eru
gjørd, tí tað lak so illa,
"at ein næstan mátti
ganga við paraply og
gummistivlum í skúlun-
um".
Og áðrenn størri um-
vælingar kunnu fara
fram, má tað sjálvsagt
vera tætt fyri regni og
vindi.
Tíverri er støðan á
gamla skúla so vánalig,
at vandi er fyri, at hann
skal steingjast. Hetta má
ikki henda og tí má eitt
komandi býráð, plan-
leggja og avseta neyð-
uga fígging so tað mun-
ar, til at nýtímansgera
skúlarnar.
Skúlarnir á Tvør-
oyri, steingjast?
Sámal í Gong
Valevni á lista H til
býráðsvalið
Verandi býráðssamgonga
hevur einans lagt seg eftir,
at einstaki borgarin sjálvur
skal standa fyri at útvega
sær bústað við keyp av
dýrum grundstykki ella
keyp av dýrum og lítið
áhugaverdum
raðhúsi.
Onnur tilboð skulu fremj-
ast, har kostnaðurin skal á
eitt støði, har møguleiki
eisini er at fáa fígging frá
peningastovnum.
Væl ber til at byggja
rationellar og einfaldar bú-
staðir í meiri enn tveimum
ella trimum hæddum, og
bygging kann eisini fremj-
ast meiri áhugavert enn
gjørt er seinastu árini.
Hugsast skal um tey
støku, ið sjálvandi eisini
skulu hava møguleika at
ogna sær eina 60 til 70 fer-
metra íbúð – ikki til eina
millión men helvtarprís og
undir tað.
Sera væl ber til at skipa
íbúðarblokkar og terrassu-
bygging, har lendi og
kringumstøður gera hetta
møguligt, og eisini ber til at
fremja eina áhugaverda og
liviliga íbúð, uttan at talan
skal verða um triðjafloks
bústaðir ella øki, har tey
fámentu skulu trunkast
saman.
Við krossinum til mín,
skulu tit verða vís í, at
annað skil skal koma á, og
fleiri og fjølmentari tilboð
skulu verða útvegað.
Terji Nielsen
Valevni fólkaflokksins til
Býráðið í Havn
Tað er einki dulsmál, at
ferðsluviðurskiftini í Havn
ikki eru av teimum bestu.
Serliga eru tað fótgangarar
og fólk á súkklu, ið eru við
sviðið soð. Umstøðurnar
hjá hesum bólkum eiga at
gerast betur.
Sitandi býráð hevur tikið
stig til at gera tryggari
skúlavegir. Gonguteigar, ið
eru lyftir upp, eru gjørdir
við skúlarnar, soleiðis at
neyðugt er hjá bilførarum
at minka um ferðina. Har-
við gerst tað tryggari hjá
skúlabørnunum at ferðast
yvir um vegin. Hetta er eitt
stig á leiðini. Kanska hevði
tað eisini verið eitt hugskot
at sett á stovn skúlapatrulj-
ur, har tey elstu børnini í
skúlanum syrgdu fyri, at
tey smærru komu trygt yvir
um vegin uttan fyri skúlan.
Spurningurin er eisini,
um tað ikke hevði verið eitt
gott hugskot at stongt
gongugøtuna og Dr. Jacob-
sensgøtu fyri ferðslu. Hetta
er jú púra vanligt í øllum
grannalondum okkara, so
at fólk, ið eru til handils,
kunnu ganga í frið og
náðum í handilsøkjunum
uttan at noyðast at hugsa
um ferðsluna. Her krevst tó
ein hugburðsbroyting, tí
føroyingurin er nú einaferð
soleiðis, at hann vil helst
seta bilin beint uttan fyri
handilshurðina.
Somuleiðis eigur býráðið
at taka stig til, at umstøð-
urnar at ferðast á súkklu
eru so góðar sum gjørligt,
bæði hjá vaksnum og børn-
um. Í sambandi við býar-
planlegging er neyðugt at
hava súkklubreytir í huga.
Nú nýggjur skúli verður
bygdur í Hoyvík, haldi eg,
at býráðið skal taka stig til,
at
súkklubreytir
verða
gjørdar millum skúlan og
teir býlingar, ið skúlabørn-
ini búgva í. Hetta hevði
helst eggjað børnunum til
at súkkla í skúla, og tað
hevði lætt munandi um
ferðsluna, og harafturat
hevði tað eisini verið sunt
fyri børnini.
Verið eg valdur í Tórs-
havnar Býráð, vil eg m.a.
arbeiða fyri:
- at skúlabørnini hava trygt
at ferðast til og frá skúla
- at ferðslan í miðbýnum
verður tálmað munandi
- at fleiri vegforðingar
verða gjørdar, har tær eru
neyðugar, fyri at fáa
bilførarar at minka um
ferðina
- at umstøðurnar hjá fót-
gangarum og fólki á
súkklu gerast betur
- fleiri
fótgangarateigar
verða gjørdir á støðum
við nógvari ferðslu
Hjalmar Magnussen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
til býráðsvalið í Vági
Seinastu 10 - 15 árini hava
ikki verið tey bjartastu í
Vágs søgu. Bygdini tørvar
nýggjar kreftir og hug-
sjónir, ið vilja og tora at
skoða frameftir og at taka
neyðug tøk.
Stórar avgerðir hava ver-
ið á borðinum og koma
eisini framyvir at mynda
býráðspolitikkin. Tað, ið
bygdini fyrst og fremst
tørvar, fyri at fólk kunnu
virka og trívast, eru ar-
beiðspláss og aftur arbeiðs-
pláss.
Spurningurin um ellis-
heim eigur avgjørt at verða
tikin í álvara og eitt krav er,
at spurningurin verður við-
gjørdur á virðiligan hátt og
eiga kommuna og borgarar
at finna loysn á hesum
málinum.
Miðnámsskúli
verður
bygdur í Vági og eiga
ellisheim og skúli ikki at
samantvinnast til eitt mál,
so talan verður um orða-
taki; annaðhvørt, ikki bæði.
Kommunuskattaprosent-
ið eigur at endurskoðast. At
hava eitt hitt hægsta komm-
unuskattaprosentið í land-
inum, er at leggja stein om-
an á byrði í eini kommunu,
har fólk frammanundan
hava ilt við at fáa endarnar
at røkka saman vegna vant-
andi virksemi í Suðuroyar
syðru helvt. Og havast skal
í huga, at kommunuskatt-
urin eigur í so vítt møgu-
ligan mun at endurspegla
tað, ið borgarin fær aftur í
gerandisdegnum, so sum
dagførd barnaansingarskip-
an og barnagarður, vegir og
annað.
Ungdómurin eigur fram-
tíðina. Teir gomlu tóku tøk,
so suðuroyggin taldist mill-
um fremstu øki í landinum,
og verður mangan við
stoltleika víst á hetta. Men
hetta breyðføðir ongan í
dag og eigur ungdómurin í
dag at fáa karmar og treytir,
so liviligt er í kommununi,
bæði
innan
miðnáms-
útbúgving, frítíðartilboð,
mentanartilboð og arbeiði.
Hetta, og at vinnan fær
góðar karmar, er altavger-
andi.
Vágbingar mugu standa
saman. Saman skulu vit at
venda gongdini. Saman
skulu vit virka fyri at koma
burturúr
naggatódnini.
Samanhald er styrki.
Arbeiðspláss og aftur arbeiðspláss
VAL04
Ferðslan í Havn
VAL04
Íbúðarbygging, ið kann fíggjast
VAL04
VAL04
Tummas Eli H.
Joensen
Ein borgarafundur var á
Strondum fyri eini tíð
síðani. Her fekk bygdar-
ráðið eina greiða ábend-
ing um, at ein broyting
mátti fáast í raðfesting-
ina hjá kommununi.
Fólkið á fundinum gav
klárt til kennar, at tað tey
vildu hava, var eitt
sambýli. Viljin hjá fólk-
inum var, at hetta sam-
býlið skuldi setast fyrst á
dagsskránna. Fleiri av
bygdarráðslimunum
góvu, á fundinum lyfti
um, at ein broyting
skuldi gerast í raðfest-
ingini.
Eina tíð eftir hendan
fundin, fekk bygdarráð-
ið eisini hópin av undir-
skriftum, ið talaðu fyri,
at her var eitt stórt ynski
um at fáa hetta sambýlið
bygt.
Tey eldru vístu okkum
bygdarráðslimum, at tað
at tey hava klárað sjálvi
at fingið til vega og rikið
eitt pensionistahús, ikki
var eindømi um, at tey
høvdu ein sterkan vilja
og handlikraft.
Tey hava víst okkum
ungu, at vil ein nakað, so
er at bretta upp um
armar og fara í gongd.
Hetta er rós vert og
mugu vit ungu taka hetta
til okkum sum virðis-
miklan lærdóm og bar-
last til framtíðina.
Hvussu hevur gingist
eftir hetta?
Bygdarráðið samt um, at
eitt sambýli skal byggj-
ast. Eftir eina slíka
semju, er nógv at fáa
uppá pláss og tí, tíverri
fyri tann ótolna borgar-
an, tekur hetta alt ov
langa tíð.
Vit kunnu nú stað-
festað, at avgerð er tikin
um, hvar sambýlið skal
byggjast. Grundøkið er
fingið til vega og pro-
jekteringin er komið
langt ávegis.
Tí kunnu vit í Sjóvar
kommunu fegnast um, at
eitt sambýli verður bygt,
og vit kunnu gera okk-
um klár til at verða til
staðar, tá spakin skal
setast í.
Sambýlið – endiliga
gav tað úrslit
15
14
Nr. 210 - 3. november 2004
Steinfinnur
Mittelstein
Valevni Sambands-
floksins til Tórshavnar
býráð
Nógv er gjørt seinastu
árini, og hóast nógv er
eftir, eigur sitandi býráð
rós fyri tað sum er hent,
tað kann ikki bara verða
funnist at - sum nakrir
politakarar sýnist gera -
tí seinastu árini eru vit
vælsignaði við fram-
gongd, nær um á øllum
økjum.
Sambandsflokkurin
gevst ikki her:
• Fyri at skapa vøkstur,
er
umráðandi,
at
kommunan
skapar
betri trivnaðar-møgu-
leikar fyri øll - bæði
ung, gomul og brekað.
• Tørvurin á heimum til
heimleys
er
ikki
nøktaður enn. Hóast
evnið hevur verið at
hoyrt javnan, so er
onki hent á hesum
økinum enn. Tað er
eldsálir, ið eiga lívið í
tí, sum er at bjóða
heimleysum í býnum.
• Tørvurin á spælistøð-
um til tónleikarar hev-
ur ofta verið kjakast
um, men tað blívur
bara við kjakið. Her
skal skjøtil setast á, so
tónleikalívið í býnum
fær sømulig kor at
virka undir.
• Ítrótturin sigst fáa
nógv, men í fleiri
ítróttar greinum stend-
ur ikki væl til við
venjingar møguleik-
um. Her eigur at rað-
festast, so allar ítrótt-
argreinir, fáa nøktandi
umstøður at mennast
undir.
• Ungdómurin eigur at
hava møguleikar í
nærumhvørvinum, og
tí skulu ungdómshús
verða tikin við, tá
kommunan
leggur
økir av til íbúðarbygg-
ing og planleggur.
• Betri
parkerings-
møguleikar í býnum.
Tað er ein fyritreyt,
um
handilslívinum
skal vera lív laga.
Her manglar nógv enn,
og tí er umráðandi at tú
stuðlar Sambandsflokk-
in, so tú fær trygd fyri,
at arbeiði verður gjørt
liðugt.
Hettar kanst tú gera av
9. november.
Hettar vil eg
arbeiða fyri
VIÐMERKINGAR
Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins -
listi C
Skulu frælsar ítróttir í
Føroym hava lív lagað, má
ein loysn veljast skjótast
gjørligt. Hetta val má
grundast á ítøkiligar og
óheftar
kanningar
av
ymiskum møguleikum og tí
má ein arbeiðsbólkur til
verka beinanvegin eftir
valið. Arbeiðssetningur fyri
bólkin skal, sum tað fyrsta,
gerast og góðkennast av
øllum pørtum innan kann-
ingararbeiði byrjar.
Kanningin kann gerast
eftir niðanfyri standandi
leisti í trimum stigum:
1. Kravfesting
til
eitt
stadion, har allir áhuga-
bólkar verða hoyrdir
2. Lýsing og kostnaðar-
meting av 2-3 møgu-
leikum, grundað á krav-
festingina
3. Tilmæli og val av loysn
Henda
kanning
skal
tryggja, at vit velja eina
virðiliga loysn við fram-
tíðini í huga. Við einum
stadion, ið lýkur altjóða
krøv kunnu vit aftur bjóða
okkum fram til at vera
vertir fyri Oyggjaleikum og
øðrum stórum ítróttartil-
tøkum á altjóða støði. Slík
tiltøk
hava
ómetaligan
týdning fyri mentanarlívið,
vinnulívið og menningina
av frælsu ítróttini.
Við tínum stuðli og at-
kvøðu fer hetta at vera eitt
av mínum fremstu málum
at fremja í Tórshavnar
kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði -
til allar borgarar!
Sigurð S. Simonsen
Valevni á lista B
Undan valinum seinast, var
íbúðarmál eitt av teimum
málunum ið hevði størst
áhuga, ja eitt av aðalmál-
unum. Hetta er eisini eitt
øki sum nógv orka er brúkt
uppá hesa setuna. Vit mugu
samstundis ásanna, at vit
høvdu ikki hóming av, at
tað var eitt so drúgt og tor-
ført arbeiði at gera kommu-
nalar útstykkingar.
Loksins kunnu vit tó
gleðast um, at nú er klárt at
seta spakan í útstykkingina
frá
Toftabønum
yvir
Bakkageilina og suðureftir.
Vegagerðin
byrjar
frá
endanum á Bjarnavegnum
við húsini hjá Torkil Beder.
Í hesum sambandi kann
upplýsast, at arkitektarnir
Rúni Abrahamsen og Eyð-
un Eliasen hava gjørt upp-
skot um hvussu byggjast
kann á øllum økinum, líka
suður til Kirkjugjógv. Hetta
øki verður mett at umfata
umleið 60 hús og íbúðir.
Kommunan eigur tó bert
eini 25% av umtalaða
lendi.
Útstykkingin Vestur í Bø
gongur sína gongd. Stovu-
gerðisvegur
er
ávegis
gjørdur og fluttu tey fyrstu
fólkini inn í húsini í fjør.
Vegurin ímillum Stovu-
gerði og Innandalsvegin var
boðin út í fjørheyst, men
boðið var tikið aftur tí
ognarviðurskiftini
ikki
komu uppá pláss. Vantandi
fellur avgerðin í málinum
skjótt, soleiðis at vit um
stutta tíð kunna hava 12
grundstykkir afturat teim-
um 8, soleiðis at eini 20 hús
koma við í hesa útstykking.
Býráðið hevur samtykt at
gera eina útstykking uppá 8
grundstykkir á Kambsdali,
henda skal gerast liðug í
hesum árinum.
Á Kambsdali hava annars
verið gjørdar fleiri royndir
hesi 4 árini, við ímillum
annað einum íbúðarblokki í
fleiri hæddum, tvær verk-
ætlanir við tví- og raðhús-
um, men onki er komið
burturúr. Roknast kann við,
at okkurt av hesum kann
vera tikið framaftur, tá
lógin um alternativa íbúð-
arbygging verður avgreidd
í Løgtinginum.
Samanumtikið kann sig-
ast, at góð útlit eru fyri at
eini 20 grundstykkir vera
tøk í vár og út á summarið,
umframt tey á Kambsdali.
Býráðið hevur útskrivað
33 byggiloyvir til sethús
hesi síðstu 4 árini og eru
tey flestu bygd. Men byggi-
hugurin er stórur og bíði-
listin heldur veksur enn
minkar. Í løtuni eru oman
fyri 50 umsøknir inni.
Góðu fuglfirðingar, um
eg veri valdur innaftur í
býráðið, vil eg leggja doyin
á at omanfyri nevndu verk-
ætlanir halda fram og helmi
ikki í, fyrr enn bíðilistin er
burtur og kommunan til
einhvørja tíð hevur grund-
stykkir tøk til tað unga
fólkið íð her býr og til fólk
sum koma til bygdina.
Jónas Johnsson
Kommunan er ikki bara
tann ´deiliga´ Havnin, men
eisini bygdir og oyggjar;
firðir, áir og vøtn; haga —
og fjallalendi og onnur
dýrabar náttúra. Vit eiga at
røkja hana og øll virðini á
skynsaman hátt.
Fleiri grundstykkir mugu
útstykkjast íroknað í Kolla-
firði. Men vit mugu varð-
veita og økja dyrkilendini.
Nakrar líðir eru helst nýti-
ligar og stykkini gjørdust
bílig við panorama útsikt.
Knáu vestmannakonurnar
fóru í hæddina og vístu
vegin.
Stremban
eftir
handikap vinsemi skal vera
sjálvsagt, tá vit byggja.
Leiguíbúðir
vanta!
Bingjur lagast høgt á skip-
ini. Hugsa vit ´smátt og
gott´, kundu smá-íbúðir
líknandi verði lagaðar sum
lego frá mongdar fram-
leiðing. 1-stjørnaða smátt-
an fæst ikki bíligari! Hugsa
tær 5-6 blokkar hvør við
20-30 lego-lagaðum íbúð-
um í rundingi í Marknagili
og vindstillum rundtorgi
innií!
Hús og vegir er hart økið.
Í Kollafirði vanta bæði
gongu-, súkklu og koyri-
breytir. Tørvurin er sjálv-
andi nógvastaðni. Gakk t.d.
eftir Hoyvíksvegnum við A
C Evensensgøtu, og tú
skilir tað.
Landsstýrið má eisini
støðugt minnast á lógir,
sum órøktaðar forða okk-
um bestu korini. Skatta-
lógin kundi t.d. sundurliðað
botnfrádráttin í kommunu-
skattinum, soleiðis at tær
lægstu inntøkur fingu ein
hægri frádrátt. Og so hvørt
sum inntøkan gerst størri,
verður
botnfrádrátturin
lægri, og kanska null til tær
allar hægstu inntøkurnar.
Tó eigur at kompenserast
við lægri skattaprosenti til
øll. Stýrini áttu at fingi
hendan møguleikan við
rættvísum lykli. Týdning-
armest er tó, at borgarin
gleðist um sín borgaraskap,
og sær, at fleiri og fleiri fáa
tað góða lívið, soleiðis at
alsamt færri fáa brúk fyri
okkaru allarhægstu rað-
festing, sum er at raðfesta
tey, sum eru illa fyri. Vel tí
trygt tín býráðslim úr
Sjálvstýrisflokkinum. Tú
og tíni fáa tað betri við
sterkum lista D.
• Burtur við bíðilistanum
til kommunal grund-
stykkir.
• Næmingaheim til tey
lesandi og lærlingar.
• Betri kor bæði fyri leig-
arar og útleigarar.
• Betri kor at byggja
alternativar íbúðir hjá
sjálvsognarstovnum, fe-
løgum og øðrum.
• Uppvenjing og viðlíka-
hald til heimabundin
lamin og lammað.
Gott val øll somul
Sjúrður Olsen
Býráðslimur
Seinastu 4 árini er nógv
gjørt fyri at betra um
ferðslu- og parkering-
viðurskiftini í býðnum.
Arbeiðast
má
fram-
haldandi fyri at betra
enn meira um hesi við-
urskifti.
Enn fleiri rundkoyr-
ingar skulu gerast. Ar-
beiði uppá Ytra Ring-
vegin eins og Glyvurs-
vegin eigur at gerast
liðugt, soleiðis at ferðsl-
an kann verða meira
javnað runt um í býnum.
Smærri
parkerings-
pláss eru gjørd ymsa
staðni í býnum, og skulu
enn fleiri gerast,so par-
keringsforboð
kann
verða sett á størri vegun-
um.
Við nýggja sáttmál-
anum er lætt at útbyggja
bussleiðuna,
so
hon
kann koma at virka enn
betur í framtíðini.
Útbygt vegakerv og
harvið betur ferðslu-
viðurskifti er nakað eg
vil arbeiða fyri.
VAL04
Ferðsla og parkering
VAL04
Frælsar ítróttir – nú má veljast!
VAL04
Íbúðarmál
VAL04
Byggið og verjið virðini
VAL04
C
M
Y
K
14