Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 29. okto- ber var móttøka í sambandi við at Dag- stovnurin í Løkjatúni á Argjum er tikin í brúk. Sum nakað nýtt er talan um vøggu- stovu, barnagarð og frítiðarskúla í sama stovni, sum er normeraður til 72 børn MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Nógvir nýggir dagstovnar eru tiknir í brúk í Tórshavn- ar kommunu í ár. Fyri stutt- um læt ein nýggjur dag- stovnur upp við Landaveg- in og ein í Maritugøtu í Hoyvík. 16. august læt Dagstovn- urin í Løkjatúni á Argjum upp fyri teimum fyrstu børnunum, og fríggjadagin 29. oktober var so almenn móttøka á stovninum. Jan Christiansen, borgar- stjóri beyð øllum at vera vælkomin og Heðin Mort- ensen, formaður í menta- málanevndini hjá Tórs- havnar býráð, og Charlotta á Váli Olsen, leiðari á stovnin, hildu røðu. Eisini sang eitt kór við børnum í frítíðarskúlanum. Sum tann fyrsti av sínum slagi er talan um bæði vøggustovu, barnagarð og frítiðarskúla í sama stovni. Janus Sørensen, arkitekt- ur, hevur teknað og Val- bjørn Dalsgarð, byggi- meistari, hevur staðið fyri byggingini. Stovnurin er normeraður til 72 børn, vøggustova til 12, barnagarður til 20 og frítíðarskúli til 40 børn. Umframt leiðaran, Char- lottu á Váli Olsen, eru 12 starvsfólk á stovninum. Dagstovnurin í Løkjatúni, Argir: Fyrsti dagstovnur við trimum tilboðum Jan Christiansen, borgarstjóri, handar Charlottu á Váli Olsen, leiðara á stovninum, ein málning av skyldmanni hennara, Torbjørn Olsen Børn í frítíðarskúlanum syngja á móttøkuni Børnini á stovninum vóru spent til móttøkuna Dagstovnurin í Løkjatúni á Argjum er tann fyrsti við bæði vøggustovu, barnagarði og frítiðarskúla í sama stovni Óla Hans Olsen, Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri hjá býráðnum, og Heðin Mortensen, formaður í mentamála- nevndini Charlottu á Váli Olsen er leiðari á Dagstovninum í Løkjatúni NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 3. oktober. Hubertus, deyður ár 727. Hann var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiði- ferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði. Týskt navn, samansett av orðum, sum merkja hugur og bjartur. 1. november hevði flogser- frøðingurin Hanus Lam- hauge av Glyvrum 25 ára starvsdag í Flogvápninum, har hann meginpartin av tíðini hevur verið í tænastu í Føroyum. Hanus Lamhauge er upp- runaliga útbúgvin sum elektrikari í Føroyum. Eftir lokna lærutíð fór hann í herin at røkja sína her- skyldu og at víðariútbúgva seg innan el. Hetta skuldi vísa seg at verða byrjanin upp á eina spennandi og fjølbroytta yrkisleið við tænastu bæði í Føroyum og Danmark, og í einum av heimsins brennideplum. Fyri 25 árum síðani fór Hanus sum konstápulnæm- ingur á Serskúlan hjá Loft- flotanum, sum er Flogstøð- in Værløse í Keypmanna- havn. Longu í mai í 1980 bleiv hann sendur til Flogstøðina í Tórshavn at arbeiða, har hann var í tænastu í fimm ár í sambandi við umbygg- ing av radarstøðini á Sorn- felli. Eftir hetta fór familjan í 1985 til Danmarkar, har Hanus í tvey ár var í tæn- astu sum ravmagnsmekan- ikkari á einari minni radar- støð í Hillerød á Norður- Sælandi. Í 1987 fekk familjan Lamhauge aftur fráfaring- arboð at fara upp aftur til oyggjarnar í Atlantshavin- um, sum tey eru so góð við. Har fór Hanus aftur í sítt gamla starv, sum »chef- elektrikkari« í tí kenda um- hvørvinum á toppinum av Sornfelli. Eftir 12 ár á Sornfelli, fekk Hanus í 1999 brádliga brúk fyri sínum royndum sum hermaður. Í einum av heimsins brennideplum, fyrrverandi Jugoslavia, var brádliga tørvur á fólki, sum høvdu so margfaldaðar eginleikar, sum Hanus kundi bjóða. Innan stutta tíð varð avrátt, at hann skuldi fara avstað saman við konuni Meiken. Hanus sat brádliga við einum høvuðsleikluti sum camp-arbeiðari í Camp Danevirke, Doboj, har hann fyri sín lut varð heiðraður við NATO heiðursmerk- inum. Eftir stutta skúlagond í 2000 á Flogstøðini í Ska- gen, gekk leiðin heimaftur til Føroya. Har hevur Han- us síðani verið í sama starvi hjá Ravmagnstænastuni, sum viðlíkaheldur el-verk, vatn, hita og útluftingar hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali. Hanus Lamhauge eru giftur við Meiken og hava tey trý børn. Clement, 16 ár, Marlan, 19 ár og Rúna 26 ár. Tey hava verið búsit- andi á Glyvrum síðani 1989, har Hanus fær dyrk- að eitt av sínum stóru frítíð- arítrivum, sum er hav- fiskiskapur. 25 ár í Flogvápninum Tøkk Eg vil takka øllum, ið mintust til mín á mínum 98 ára føðingardegi 11. september og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Gud vælsigni tykkum. Alma Frederiksen, Miðvágur Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, hjálp, blómur og kransar, tá kæra mamma, omma, langomma og olduromma okkara Kaja Arge doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Guðny,Turið og Sverri Tøkk Vit takka øllum tykkum sum hjálptu okkum og sýndu samkenslu tá góða mamma okkara Mary Judith Persson Tórshavn doyði og varð jarðað. Børnini Seinastu vikurnar hava skógvahandlarnir havt eitt serligt slag av viðskifta- fólki, ið hava havt størri áhuga fyri tómum skógva- eskjum, heldur enn snoti- liga fótbúnaðinum á handilshyllunum. Beinleiðis orsøkin er átakið Operation Christmas Child, og ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið væl undir við átak- inum. Átakið Operation Christ- mas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savn- aðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børn- um í 95 londum. Felags- skapurin aftanfyri Ope- ration Christmas Child er Samaritan’s Purse, ið er ein kristin hjálparfelagsskapur. Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy Graham, er leiðari fyri felagsskapinum. Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tómu skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. At brúka júst eina skógvaeskju hevur tað frágreiðing, at tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á stødd- ini á gávunum. Nú arbeiðið í Føroyum fyri í ár er liðugt, og skógvaeskjurnar eru savn- aðar í avskipingarhølunum hjá Skipafelagnum, klárar at verða avskipaðar til Bretlands, gongur sjón fyri søgn, at føroysk børn, for- eldur, ommur og abbar hava eitt stórt hjartað, tá talan er um at rætta eina hjálpandi hond til neyð- stødd børn úti í heimi. Mong úti um oyggjaland okkara hava lagt tíð og pen- ing í at geva eina persónliga kærleiksgávu til eitt treingjandi barn úti í heimi. Saman við ymsum tinga- nesti er eisini ein persónlig heilsa, so barnið veit, hvað- ani gávan eri. Gávueskjurnar er pakk- aðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jóla- gáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskj- uni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum giv- in er. Lesnaður verður lagd- ur við í eskjunar í Bret- landi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud sum gav Jesus, heiminum til frels- ara, og hvørs føðing vit minnast á jólum Kaupthing Bank hevur higartil í ár forvunnið nærum eina milliard krónur BANKAVIRKSEMI tíðindaskriv Úrslitið hjá Kaupthing Bank, fyrstu 9 mánaðirnar av 2004, gjørdist 995 milli- ónir danskar krónur. Hetta er ein hækking á 130,5% sammett við sama tíðar- skeið í fjør. Í triðja árs- fjórðingi varð úrslitið 468 milliónir dkr ella ein hækking á 175,4%. Rentingin av eginpening- inum, eftir skatt, gjørdist 32,5% sammett við 21,2% fyrstu 9 mánaðirnar í 2003. Úrslitið av fíggjarpostum fyrstu 9 mánaðirnar varð 2.920 milliónir dkr, ein hækking á 54,3%. Rakstr- arútreiðslurnar gjørdust 1.397 milliónir dkr svar- andi til eina hækking á 22,7% sammett við árið fyri. Í mun til fyri einum ári síðani, er javnin hjá Kaup- thing Bank hækkaður 172,4% í 129 milliardir dkr. Í sambandi við keypið av danska bankanum FIH fór kapitalhækking fram í Kaupthing Banka í august svarandi til 3.366 milliónir dkr. Aftur í oktobur fór kapitalhækking fram fyri at styrkja fíggjarliga grund- arlagið hjá bankanum. – Hetta er eitt sera gott úrslit – serliga tá stóri vøksturin í bankanum verður havdur í huga, sigur Peter Holm, stjóri hjá Kaupthing í Føroyum. Fyrstu jólapakkarnir av landinum Úrslit umleið eina milliard danskar krónur Myndin sýnir eina rúgvu av stóru rúgvuni av skógvaeskjunum, sum eru savnaðar saman í Føroyum seinastu vikurnar. Eskjurnar á myndini koma úr Suðuroynni, umframt úr sunnu- dagsskúlanum í Ebenezer C M Y K 17 16