Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 19 Ringanna Harri til framløgu Hósdagin verður al- menn framløga av bókini, Tey bæði Tornini. Hetta er næsta bókin í trilogi- ini hjá Tokien um Ringanna Harra BÓKAFRAMLØGA tíðindaskriv Tað er Axel Tórgarð, sum hevur týtt heimsgitnu skaldsøguna til føroyskt. Høvundur J.R.R. Tokien. Hann varð føddur í Suður- afrika av bretskum foreldr- um í 1892, men faðirin doyði og móðirin flutti aft- ur til Onglands tá sonurin var trý ára gamal. Hann vaks upp í trongum korum, men fekk góða skúlagongd og endaði við at gerast professari í angulsaksisk- um máli. Hann slapp tó ikki undan at taka lut í fyrra heimsbardaga, og ræðu- leikarnir í skotgrøvunum, tá hansara herur misti 60.000 mans í einum bar- daga, var nakað sum aldrin fór honum úr minni. Kunnleiki hansara til gamla enska málið og tey norrønu málini, sum vóru tí so lík, gav honum íblástur til rithøvundavirksemi. Fyrsta bók hansara var Hobbin, sum kom í 1937. Hon fekk so góða undir- tøku, at forlagið vildi fáa hann at gera eitt framhald, og hann fór at skriva, men arbeiðið gjørdist so umfat- andi, at árini gingu uttan at nakað kom frá honum. So kom hann við einum hand- riti til bókina Ringanna harra, sum var so stórt, at forlagið segði at tað mátti koma út í trimum táttum. Fyrsti táttur kom út ólav- søkudag 1954 og fekk navn- ið Ringliðið. Annar táttur kom út mortansmessudag sama ár og fekk navnið Tey bæði tornini. Triði táttur kom út nærum eitt ár seinni, tann 20. oktober 1955. Tað tók nøkur ár til sølan gjørdist stór av hesum bók- um, men so var tað ikki við mýkindum! Hesin friðarligi professarin, sum í frítíð síni hevði havt hesa skriving til dagdvølju, gjørdist knapp- liga metsølurithøvundur, og fólk um allan heim fóru at lesa hesa bók. Heilt bilsin gjørdust hann og konan tá ein studentaskúlaklassi úr California setti upp tjøld síni beint við dyr teirra fyri at sleppa at síggja høvund- an. Fyri tey ið ung vóru í sekstiárunum gjørdist bókin ein kultbók, og summi fingu sær enntá nøvn eftir per- sónum og støðum í bókini. Men henda undirtøkan var ikki eitt upplop. Áhugin fyri bókini hevur staðið við og vaksið síðani, og eitt prógv fyri hesum er at teir tríggir filmarnir, sum gjørdir eru um hesa bók, hava verið nakrir av teim- um, sum flest fólk hava sæð í heiminum. Tá ið aldarskiftið var, vórðu fólk spurd hvørja bók tey hildu vera ta bestu sum skrivað var í farnu øld, og har kom Ringanna harri inn sum nummar eitt. Tíðliga gjørdist Axel Tór- garð áhugaður í Tolkien. Hann sigur, at ein ameriku- maður kom at búgva eitt skifti í Kvívík, og hann bað Axel lesa Hobban. Hann varð hugtikin av henni, týddi hana til føroyskt og las hana upp í útvarpinum. Í 1990 kom hon út. Tað var tó ikki fyrr enn nógv seinni at Axel fór at týða Ringanna harra. Týðingin av fyrsta tátti var liðug 30. oktober 2003, og í vár var øll týðingin liðug. Ringliðið kom út 18. desember 2003, nú kemur annar táttur, og ætlingin er, at triði táttur skal koma út næsta heyst. Bøkurnar hjá Tokien um Ringanna Harra hava eisini verið at sæð á hvíta løriftinum Nýggir DR- prísir á Canal Digital Nýggja avtalan inniber, at samsvar verður millum prísirnar fyri DR- rásirnar hjá Tele- varpinum og Canal Digital SJÓNVARP Tíðindaskriv Tey, sum hava parabol- móttakarar við Canal Digital korti í, kunnu nú síggja fram til eina munandi príslækking fyri DR-rásirnar. Hetta er avleiðing av avtaluni, sum Televarpið herfyri gjørdi við Danmarks Radio, og sum alt fyri eitt fekk Canal Digital at krevja somu sømdir fyri sínar kundar. Eitt nú inniber nýggja avtalan, at DR-rásirnar nú verða lagdar afturat øllum ráspakkum hjá Canal Digital. – Hetta er ein avtala, sum vit eru errin um, tí hon mekir, at allir kundar okkara í Føroy- um fáa atgongd til DR1 og DR2, uttan at tað kemur at kosta teimum nakað, sigur Peter Fred- sted From, sum er sølu- stjóri hjá Canal Digital. – Det er en aftale, som vi er meget stolte af, for den betyder, at alle vor- es parabol-kunder på Færøerne får adgang til DR1 og DR2, uden det kommer til at koste dem ekstra, siger salgschef Peter Fredsted From fra Canal Digital. – Nú er avtalan júst komin í lag, so tey, sum undan hesum hava DR- rásirnar við í sínum pakka, mugu kortini gjalda fulla rokning fyri november mánað. Eftir- fylgjandi verða kundar- nir tó góðskrivaðir fyri hetta, so tað er ikki so- leiðis, at tey koma at rinda meira, enn tey annars vildu gjørt, legg- ur sølustjórin afturat. Á fundi hava lærarar- nir í Hoydølum við- gjørt ætlanina um ein miðnámsdepil við Marknagilsvegin. Niðurstøðan var greið. Ein stórur meiriluti av lærarun- um tekur ikki undir við ætlanini MIÐNÁMSDEPIL Tíðindaskriv Í tíðindaskrivi til fjøl- miðlarnar verður staðfest, at grundgevingarnar fyri støðuni hjá lærarunum í høvuðsheitum eru hesar. Stødd Á Studentaskúlanum í Hoydølum ganga í løtuni umleið 500 næmingar, og talið fer óivað at vaksa komandi árini. Studenta- skúlin er sosatt bæði við sínum næmingatali og sín- um umleið 70 lærarum og vikarum ein ivaleysa stór eind. Ríkiligt grundarlag er bæði fyri lærugreinavalum, tvørfakligum samstarvi og størri tiltøkum sum sjón- leikum, sangleikum og náttúrvísindaligum eins og samfelagsfrøðiligum verk- ætlanum. Samstundis er skúlin ikki so stórur, at lær- arar og næmingar missa hvønn annan burtur. Hvør einstakur næmingur verður ein partur av umhvørvinum í Hoydølum og kann identi- fisera seg við virksemið á skúlanum. Miðnámsdepilin kemur sambært álitinum frá bygginevndini at húsa 1200 næmingum, t.v.s verður 2-3 ferðir so stórur sum núver- andi Studentaskúlin í Hoy- dølum. Hvussu stórur dep- ilin verður um 15-20 ár, kunnu vit bara gita um. At tosa um synergi-effekt í hesum sambandi er burt- urvið. Vit skulu minnast til, at talan ikki er um eina framleiðslufyritøku, heldur ikki um ein granskingar- stovn, men um ein útbúgv- ingarstovn fyri 15-20 ára gomul, og persónliga sam- bandið millum lærarar og næmingar hevur tí alstóran týdning. Kenslan hjá hvørj- um einstøkum næmingi at hoyra til eitt ávíst stað og ein avísan flokk við ser- ligum identiteti er avger- andi fyri trivnaðin. Sjálv- sagt kunnu og skulu lærarar frá ymsum skúlum sam- starva og fáa íblástur hvør frá øðrum, men at so nógvir næmingar sum gjørligt verða savnaðir saman á ein- um stað gevur ikki eina synergi-effekt. Tvørtur- ímóti kann tað at føra til fremmandagerð. Undirvísing Sambært álitinum frá bygginevndini er ætlanin at samansjóða miðnámsút- búgvingarnar, og m.a. fáa felags undirvísing í avísum lærugreinum, t.d. føroysk- um, enskum og støddfrøði. Samstundis verður í einum skrivi frá Mentamálaráðn- um, dagfest 05.10.04, víst á ætlaðar broytingar í nú- verandi miðnámsútbúgv- ingum, soleiðis at byrjað verður við einum støðisári. Hetta er eftir okkara tykki tað sama sum at flyta fólka- skúlan inn í miðnámsút- búgvingarnar. Tekniski skúli, Handilsskúlin og Studentaskúlin rekruttera rættiliga ymiskar næming- ar, og tá tey 9-10 árini í fólkaskúlanum eru liðin, leingjast næmingarnir eftir at sleppa hvør sína leið, at sleppa at velja eftir evnum og áhuga. At tvinga næmingarnar framhaldandi at verða saman fer bert at føra til trupulleikar, og stór- ur vandi er fyri, at fakliga støðið í fleiri lærugreinum fer at lækka. Umsiting Leiðslan á Studentaskúl- anum í Hoydølum er í dag ein rektari og 2 inspektorar. Á Miðnámsdeplinum verða umframt núverandi leiðslur á skúlunum ein felags de- pilsleiðari og eitt depilsráð. Sostatt koma 2 umsitingar- lig løg omaná tey, sum skúl- arnir í dag hava. Tað stendur ikki útgreinað í álitinum, hvørjar uppgávur og heim- ildir depilsleiðarin og de- pilsráðið skulu hava, men greitt er, at tað verður mun- andi longri frá hvørjum einstøkum lærara og næm- ingi til ovastu leiðslu, og ein meiri fleksiblan skúla verð- ur neyvan talan um. Studentaskúlin ein sjálvstøðug eind Sum heild tykist Miðnáms- depilin tískil ikki vera nakað framstig sammett við núverandi studenta- skúlaskipan. Tvørturímóti. Flestu lærarar halda, at ætl- anin kann føra til eina fak- liga nivellering, og at ser- eyðkennini hjá studenta- skúlanum fara at hvørva. Tíverri hevur tað ser- merkt arbeiðsgongdina í sambandi við Miðnáms- depilin, at lærararnir stórt sæð ikki hava verið kunn- aðir. Álitið frá bygginevnd- ini varð ikki almannakunn- gjørt fyrr enn 27.09.04, t.v.s. beint undan heystfrí- tíðini, og framvegis eru signalini frá Mentamála- ráðnum ógreið. Tað er tó at frøast um, at mentamála- ráðharrin hevur sett sær fyri at gera nakað við høl- istrupulleikarnar, sum mið- námsskúlarnir dragast við. Í nógv ár hevur verið sera trongligt í Hoydølum, og út- ella nýbygging er tí atrokandi neyðug. Men fyri okkum er heilt avgerandi, at studentaskúlin verður varðveittur sum sjálvstøðug faklig og pedagogisk eind. Lærarar mótmæla miðnámsdepli Stendur tað til lærararnar í Hoydølum, so verður eingin Miðnámsdepil bygdur við Marknagil C M Y K 19 18