Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 21 – Tað var eitt upp- livilsi fyri bæði eygu og oyru, børn, sak- førarar, grannskoðar- ar, politikarar, timb- urmannin og tey sum, til dagligt siga seg vera mentanarpávar í Føroyum SJÓNLEIKUR Orð og myndir Jonhard Hammer Nær koma dólgarnir? Gongin í Sjónleikarahú si- num er stúgvandi full av spentum børnum og vaks- num børnum. Nú er tíðin komin til, at børnini skulu fáa eitt upplivisi fyri lívið, og vit vaksnu, sum ofta uppføra okkum sum børn, sleppa at verða børn aftur. Fyri meg hevur leikurin »Fólk í dólgar í Karda- mummubýnum« altíð verið nakað serligt. Eg minnist, sum smádrongur, at hava sæð leikin framførdan í Losjuni í Gøtu. Tann eina leikaran, sum eg síðani tá havi sett í samband vil leik- in, var tann sum leikti Bast- ian politimeistari; tað var Andrias Poulsen, hann sum koyrir leið 400. Og so Suffía mostur,sum Eystrid Klakkstein leikti. Tey hava fyri meg síðani verið hesir persónar. Kapprenning um plássini Tá ið hurðin verður latin upp byrjar kapprenningin um at fáa tey bestu plássini. Leikurin er longu byrjaður. Tónleikurin ljómaði og pallurin av fullur av spæli- glaðum hundum og eini kettu, sum við kropsmáli gjørdi byrjanina sera góða, og at ein kom glíðandi inn í leikin. Tobias var at síggja uppi í torninum kika yvir salin og lítlu músina niðast í torn- inum. Nógvir nervar vóru í salinum, men teir sóust ikki á pallinum. Tað vóru for- eldrini, sum sótu í salinum, sum høvdu nervar um, hvussu børn teirra fóru at klára tað. Tá tann eini drongur kom á pallin og byrjaði at tosa, bleiv mamman heit stív í andlit- inum. Men tá ið drongurin tosaði sum ein prestur, bleiv andlitið broytt til eitt stórt smíl og eitt sindur av stoltleika. Boðskapurin í leikinum Hvat er so serligt við Kardamummubýnum? Eg haldi, at hann líkist nógv eini føroyskari bygd, har øll vita alt um hvønn annan. Í Kardamummu vóru leiklutirnir hjá hvørj- um einstakum sera týðu- ligir, persónarnir í býnum hava ein leiklut í part. Samanhaldið er sera gott, og tá sær út at tað er ein sera góður býur at búgva í. Leikurin vísti at tað er sera umráðandi at geva fólki ein møgleika, um tey eru komin skeivt fyri. Her hugsi eg um dólganir, sum blivu teir stóru hetjunar í býnum. Tær fingu ein møguleika at koma innaftur í samfelagið. Kanska fær hetta onkran politikkara at vakna við í hesum døgum, nú tað stundar til val. Hvør tosar um heimleys, misnýtarar og onnur, sum ikki virka so gott í samfelagnum. Nei, vit føroyingar gera alt ov lítið til at hjápa okkara egnu, sum eru komin í trupulleikar. Tey eru bara samtaluevni í drekkapaus- um og bindiklubbum. Bein í tónleikinum og sanginum Tónleikurin var ein sera týðandi partur í leikinum. Tá ið fólk vóru á veg inn, byrjaði húsaorkestrið bein- anvegin at spæla. Onkur heldur, at húsaorkestur bara er skrambla saman av onkrum tónleikarum, sum ikki sleppa at spæla aðra- staðni. Soleiðis er tað tað als ikki við hesum leikinum. Við Kolbeini Simonsen á odda var orkestrið sett sam- an av sera dugnaligum tónleikarum, sum settu sín dám á leikin. Av tí at tón- leikurin var so gott fram- førdur hjálpti hetta eisini til at fáa sangin góðan. Tað er sjáldan at sangurin er so góður til føroyskar leikir, um vit taka eitt nú sang- leikin »Skeyk« vóru tað fleiri leikarar sum ikki vóru nóg góðir sangarar. Hetta er als ikki galdandi fyri »Fólk og dólgar í Kardamummu- býnum«. Góðir leikarar At leikurin var so góður, er sjálvandi leikarununum at takka. Allir leikarnir vóru sera góðir, ringt er at sleppa undan at nevna Bastian politist, sum bleiv leiktur av politistinum Jógvani Ósá. Eg kundi hugsa mær at spurt, hví hesin maður spillir sína tíð at spæla politistur til dagligt. Tú ert tann føddi sjónleikarin og barnavinurin. Næstu ferð at tey í Mentanargrunninum fara at deila kekkar út til stavslønir, vóni eg, at tú stendur frammaliga í røðini. Halt fram við at undirhalda børnum okkara, og kemur ein Tjóðpallur Føroya, fær uppá hann og syrg fyri at vit eisini fáa barnaleikir í framtíðin. At sleppa at spæla dólgur má verða ein stór æra fyri ein sjónleikara. Kaspar, Jaspur og Jónatan blivu leiktir av Nicolaj Falck, Finni Jensen og Hjálmari Dam. Allir hesir leiktu sera væl, hvør á sín hátt. Eg kann ikki lata verða við at nevna Finn Jensen fyri hansara spæl. Hann reyk direkta inní hjørtuni hjá bæði børnum og vaksnum, sum sótu í salinum. Erling Eysturoy sum hevur verið kallaður dólgurin seinastu árini hevur fingið ein kapp- ingarneyta. Nú vænti eg at Finnur í framtíðini fer at verða kallaður dólgurin í framtíðini. Tað vóru nógv børn á pallinum, tað var eitt sindur keðiligt at tey høvdu so lítið at siga. Teir leikara sum høvdu eina størri rollu, her hugsi eg um Tommy (Tóki Ellefsen) og Remo ( Ríkin Nap. Djurhuus) vístu, at tað var dugur í teimun. Teir dugdu sera væl at tosa, og høvdu eitt sera gott kropsmál. Flott Elin á Rógvu Vit føroyingar eru altíð skjótir at seta fólk í bás, og geva teimum titlar, sum tey ikki slepp av við. At siga, at tú ert ein sera góður leik- stjóri til barnaleikir kunnu øll verða samd í. Tú hevur givið leikininum eitt cool look. Tú hevur tikið tos- ingarlagið hjá coolum børnum og ungdómun í dag og ført tað í leikin hjá Torbjørn Egner. Tað, sum børnunum dámdu best, var tosingarlagið hjá dólgun- um. Tónleikurin hevði eisini fingið eitt nýmótans look, Tobias rockaði, og handils- menninir høvdu eisini eina góða framførslu. Sanginir, har børnini sungu við, svingaðu sera gott. Tað verður sagt, at tað er altíð ringt at endurtaka eina succes, sum tú hevði við leikinum Kúlla Knút. Men tað hevur tú klárað. Eitt er heilt púra vist, tað verður ringt hjá tær at seta ein leik betri upp, men vit bíða spent eftir næsta leikin- um… Eingin kritikkur Ofta verður tað sagt, at ummælarir í Føroyum altíð eru so positivir, og ongan- tíð skriva tað negativa. Um tað er rætt, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Men leikurin gav mær ein trupulleika, her var næstan einki at finnast at. Hetta var tann fyrsta sýningin, og okkurt orð úr onkrum sangin glapp burturímill- um. Tað ger tað eisini hjá Robbie Wiliams, tá ið hann framførir. Tá ið leikurin var liðugur var tað eitt sindur flovisligt fyri formannin í Havnar Sjónleikarafelag, at hon gloymdi at nevna tann, sum hevði gjørt teir sera flottu búnanar. Men hetta fekk hon bjarga í land uppá ein penan máta. Áheitan Løtan í sjónleikarahúsinum var fantastiskt, nógv betri enn eg kann seta orð á. Eg vil mæla bæði vaksnum og børnum at fara at hyggja eftir leikinum, minst eina- ferð. Eg fari í hvussu so er aftur at hyggja. Til leikar- arnar vil eg siga »Gleði tykkum til Jólaaftan, tí tá fáa tit frí...« Leikurin fær seks pipar- nøtur av seks møguligum. Fantastiskt C M Y K 21 20