Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 23 FORSETAVAL Jan Müller – Tað er avgjørt best fyri Europa og samstarvið mill- um Europa og USA, at ein demokratur verður nýggjur forseti í USA. Hetta sigur formaðurin í Europanevnd- ini í danska fólkatinginum, Claus Larsen-Jensen, sum júst hevur verið á vitjan í Føroyum. Hann luttók m.a. á landsfundinum hjá før- oyska javnaðarflokkinum. Claus Larsen-Jensen sig- ur við Sosialin, at amerik- anska valið hevur stóran týdning fyri gongdina ikki bert íøllum heiminum men serstakliga í Europa. Ein demokratiskur forseti fer at vera ein fyrimunur fyri Europa. Tað sóu vit m.a. við Clinton, og tað fara vit eisini at uppliva við Kerry sum forseta. – Tað er tó ikki so, at amerikanskur uttanríkis- politikkur grundleggjandi fer at broyta seg eftir stutta tíð, men vit í Europa fara í størri mun at hava eitt »holdningsmæssigt og politiskt værdifællesskap« saman við demokratunum enn við Georg Bush, sum hann málber seg. – Vit hava sæð, at Bush rekur ein sera einvísan og egoistiskan politikk, har tað bara snýr seg um, at tað er USA, sum bestemmar. Europa ella restin av heim- inum hava einki at siga. Hvørki USA ella Europa kunnu standa einsamøll. Tørvur er á einum tættari samarbeiði, men dømi eru eisini um kreftir í USA, sum ganga inn fyri protektionismu. Vit síggja, at globaliseringin hevur stóra ávirkan á amerikanskt vinnulív. Tað hava vit verið von til í Europa. So tað er beint tvørturímóti tí frí- handli og globalisering, sum hevur verið grundar- lagið undir tí europapeiska- a m e r i k a n s k a samarbeiðinum, og sum skuldi skapa vøkstur. Claus Larsen-Jensen dyl- ur tí heldur ikki fyri, at hann er ikki Bushmaður. Hví?: – Tí hann hoyrir til tann kristna høgravongin. Bush er stýrdur av tí víðgongda høgravonginum, meðan demokratarnir, sum hóast teir framvegis eru eitt borg- arligt partí, tó liggja tættast at eitt nú sosialdemokrat- unum í Europa. Stórur munur er millum Europa og USA, hóast hesi eru partur av Vesturheimin- um. Eitt nú deyðarevsingin, sum í dag er gerandiskostur í mongum amerikonskum statum, men sum er full- komiliga bannað í Europa. Í nýggju euroapeisku grundlógini plikta øll lima- lond seg til ikki at kunna brúka deyðarevsing. Claus Larsen-Jensen vónar eisini, at hugburðurin hjá amerik- anarum til deyðarevsing kann broytast, og hann vísir ikki aftur, at hesar broyting- ar kunnu koma skjótari við demokratum í stjórn enn við republikanarum. Best fyri Europa at Kerry vinnur Claus Larsen-Jensen, formaður í Europanevndini í danska fólkatinginum Mynd Jan Müller Mark Joensen og Mouldi Manai lata 1. desember upp eitt nýtt diskotek í Tórsgøtu, har Casablanca í sínari tíð helt til NýTT DISKOTEK Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Kappingin millum dansistøðini í Havn harðnar aftur. Seinasta árið hava Platform og Eclipse nærum verið einaráðandi í Havn, hvat dansistøðum viðvíkur, men 1. desember letur eitt nýtt diskotek upp, sum ætlar at taka kapp- ingina upp við Eclipse og Platform. Mark Joensen og Mouldi Manai eru í løt- uni í holt við at um- byggja kjallaran undir Rio Bravo í Tórsgøtu, har Casablanca í sínari tíð helt til. Væntandi verður umbyggingin lið- ug um ein góðan mánað, og tá verða dyrnar latnar upp einum nýggjum nú- tímans diskotek í Havn. – Eg havi seinastu árini ferðast við DJ-showum kring landið, og út frá teimum royndunum, meti eg avgjørt, at tørvur er á einum diskoteki afturat í Havn, sigur annar av eigarunum, Mark Joensen. Hann greiðir frá, at tal- an verður fyrst og fremst um eitt diskotek til ung úr 18 ár og uppeftir, men møguleiki verður eisini hjá bólkum at framføra live-tónleik. Ætlanin er, at diskotekið skal hava opið fríggjakvøld og leygarkvøld. Nýtt disko-tek í Havn Ráðið fyri ferðslu- trygd hevur í sam- band við kommunu- valið sent bræv til valevni kring landið FERÐSLUTRYGD Jákup Mørk Í brævinum minnir RFF komandi býráðslimir á, at ferðsla og ferðslutrygd eisini eru umráðandi spurn- ingar, sum hava samband við kommunalpolitikk. Greitt verður í stuttum frá nullhugsjónini. Hvat hendan stendur fyri, og hvussu arbeiðast skal fram ímóti endamálinum í hesi. At enda verða nakrir spurningar settir valevnun- um. Valevnini verða biðin um at svara spurningunum, fyri síðani at senda svarini til Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum síðani umvegis heima- síðuna kann boða frá, hvussu einstøku valevnini hava svarað. Spurningarnir eru hesir: 1) Er neyðugt hjá komm- ununi at skipa fyri, at børn ikki bara hava vegin til spælipláss? 2) Er tað neyðugt, at góð viðurskifti eru at ganga ella at súkkla í kommununi? 3) Er tað neyðugt at gera umstøðurnar soleiðis, at tað ikki skal bera til at koyra skjótari enn 30 km/t. í íbúð- arøkjum, har børn spæla, fram við skúlar, barnagarð- ar og í handilsøkjum, har fólk og bilar alsamt eru hvørt um annað? 4) Tá ið ferðin skal verða tálmað, hvussu eigur hetta verða gjørt? (gera bungur, trongar ella?) 5) Hvussu skjótt skal verða loyvt at koyra á s a m b i n d i n g a r v e g u m millum býlingar? 6) Er neyðugt við gongu- teigi og oyggj fyri at gera tað trygt at ganga yvirum sambindingarvegir? 7) Er neyðugt at hava gøtur, sum eru burtur frá ferðsluni millum hús og býlingar at ganga og súkkla á? 8) Eigur kommunan at skipa fyri, at ungdómurin fær møguleika at íðka motorsport? 9) Eigur kommunan at taka ábyrgdina av at skipa fyri náttarbussum? 10) Er tað neyðugt at gera gongubreytirnar so- leiðis, at høgir kantar ikki eru í gongubreytarkantun- um við vegamót og onnur støð (gera skráar, so at lættari verður hjá súkklum, barnavognum, koyristólum o.s.fr.) 11) Er tað neyðugt hjá kommununi at hava eina ferðslytrygdarætlan? 12) Hvat vónar tú er hent á ferðslutrygdarøkinum í tíni kommunu um 10 ár? Gongst sum ætlað, kunnu svørini hjá einstøku valevn- unum lesast á heimasíðuni, rff.fo Ferðslutrygd minnir á ferðslutrygdina Fer nakar at vinna? "Tykkara tryggleiki er ikki í hendrunum á Kerry, Bush ella al- Qaeda. Tryggleikin hjá tykkum er á hondunum hjá tykk- um sjálvum" Osama bin Laden, 29. okto- ber til fólkið í USA KIM SIMONSEN Bert fýra dagar áðrenn am- erikanarnir skuldi velja sendi al-Qaedaleiðarin Osama bin Laden eina videorøðu um støðuna í heiminum, um USA og val- bardagan. Kerrytilhangarar vóru bangnir fyri at hetta fór at ræða amerikanarnar til at velja Bush. Í veruleik- anum er ikki so stórur mun- ur um forsetin í USA eitur Kerry ella Bush. Kerry stuðlaði eisini innrásini í Irak at byrja við. Hann er samdur við Bush um Ísrael- Palæstina stríðið o.s.fr. Munurin á Kerry og Bush er kanska mest sjónligur tá vit hoyra Kerry lova at vilja samarbeiða við Evropa og við lond í altjóða høpi. Í 2000 vann George W. Bush við 537 atkvøðum í Florida. Seinast vóru tað 105 milliónir fólk av 280 milliónum, ið atkvøddu, men 537 fólk av teimum seks milliónunum í Florida avgjørdu valið, sjálvt um Al Gore í øllum USA fekk meiri enn eina hálva millión atkvøður. Tað var ein gøla at Hægstirættur, við meirilut- anum 5-4, skuldi avgera at tey í Flordia skuldu gevast at telja atkvøður Demokratarnir hava funnist harðliga at Bush og Irakkrígginum fyri at hava skapt spjaðing. Amerik- anskir kritikarar sum ser- frøðingurin í uttanríkis- politikki Charles Kupchan meina, at uttanríkispolit- ikkurin tey seinastu fýra árini hevur skapt misálit millum USA og restina av heiminum. Serliga politik- arar í Evropa finnast at, at USA í dag gongur egnar leiðir í dag og ikki vil stuðla ST, Kyotoavtaluna, altjóða kríggsbrotsmanna- dómstólin í Haag. Bush brúkti í seinna sjónvarps- kjakinum støðuna og valið í Afganistan sum eitt ítøki- ligt úrslit av væleydnaðum uttanríkispolitikki. Gud og eg Bush er ein av teim mest konservativu forsetunum í amerikanskari søgu. Hann er móti fosturtøku, er sera kristin og vil ikki hava at samkynt skullu kunna gifta seg. Hann hevur eisini giv- ið teim ríku stóran skatta- lætta. Hetta hata demokrat- ar hann fyri, meðan kristin og høgravend júst velja hann, tí hann altíð tosar um Gud og kristin virði, sigur Tom Buk-Sweinty frá New York í Weekendavisen. Men sannleikin er at bæði Bush og Kerry kappast at tosa um Gud og um kristindóm. Í Politiken skrivar Peter Steinfels, at kanningar vísa, at amerikanarar, ið javnan ganga í kirkju oftari velja republikanskt enn demo- kratiskt. Í USA tosa ser- frøðingar um eina trúðar- gjógv og um at amerikan- arar "velja sum teir biðja". Tað er møguliga tí, at Bush so ofta hevur drigið Gud inn í sínar røður. Alt er ikki svart og hvítt, tí sjálvt um Bush er kon- servativur, so hevur hann eisini framt ein nýggjan politikk, ið hann hevur kall- að "no child left behind", ið skal betra um skúlaviður- skifti í USA. Hann hevur eisini hjálpt teimum eldru við sjúkatryggingum, ið hevur økt um undirskotið á Fíggjarlógini. Hetta meta viðmerkjarar kemur at skapa stríð millum repu- blikanarnar seinni, tí teir eru sum konservativir áhugaðir í at minka um leiklutin hjá tí almenna. Heimsvaldið Tey, ið eru uppvaksin í 1970-inum, 1980inum og í 1990-inum eru meiri ávirkað av USA enn nakað ættarlið undan teimum, sjálvt um lærarar hava áv- ara móti "amerikansku støðuni". Í 20. øld. fóru amerikanarar til Evropa fyri at finna teirra røtur. Í dag er neyðugt hjá okkum evropearum at fara til USA at finna okkara røtur, M&M, Tarantino og Holly- wood hava sum Modonna og Michael Jackson sigra. Vit kenna helst øll amer- ikanska lágmentan; men kanska ikki so væl t.d. amerikanska yrking í 20. øld, independent film, ella nýggjari amerikanska list, sum vit eru uppvaksin við, t.d. Dallas, M.A.S.H., Elv- is, Coca-Cola, Bay Watch, McDonalds og aðrar amer- ikanskar dreymar, sveiptir í plastikk. Tey flestu kenna øll hesi fyribrigdi eg nevndi, ið eru partar av amerikanskari og evrope- iskari mentan í dag. Tað eru tó ikki nógv sum vita at tað er í USA at heimsins fremsta granskingarum- hvørvi finnast. Tey vinstravendu eru enn svøk inn á USA tí landið frá 1950-inum til 1980ini royndi at steðga kommun- istiskum kollveltingum, ið beinleiðis vóru stuðlaðar av USSR, sum t.d. kollvelting- in á Kuba. Tey hugsaðu ikki um at Sovjetsamveldið hevði lagt seg á ein stóran part av Evropa og var eins imperialistiskt sum Evropa var í 1800talinum. Øki í USA eru fjølbroytt og fleirmentað Tí velja fólk í stóra landinum ikki eins. Býir sum New York, Los Angeles, San Francisco, Chicago, New Orleans og øki í Suðurstatunum, á Vesturstrondini og í minni mun á Eysturstrondini eru fullir av ymiskum mentan- um, ið liva saman, ella hvør sær, men í relativari semju. Hvør størri býur í USA hevur eitt Chinatown, eitt Little Korea, svartar og italskar býarpartar. Hesi økini velja oftani Kerry. Tey sum búgva í stóra Mid- vest og í fjallastatunum velja Bush. Amerikanskar ikonir Seinast eg var í USA gekk eg spakuliga egnar leiðir í hesum stóru býum. Fór inn í onkran plátuhandil ella í onkran bókahandil og varð sitandi í einar fýra tímar. Ella eg fór á café, har eg sat og las og skrivaði í tímar. Í USA kann ein fara »í bókahandil« sum onnur fara »í biograf«; har kanst tú keypa kaffi, meðan tú blaðar í stórum »coffe table books« fyri 70$, ið tær ikki nýtist keypa. Har sat eg mangan og las um søgu, býin, politikk og ikki minst lærdi tónan í amerikanskum býarlívi. Amerikanskir býir eru oftani spenanndi, tí teir eru so ljótir, tað er rúm fyri tí hetrogena og fjølbroytta í stórbýunum í USA. Í Dan- mark er alt eins, fólk eru eins, og ikki minst eins keðilig. Kanska skapar hetta semjur og ger væl- ferðasamfelagið til ein veruleika, men prísurin er at vit í Norðanlondum ikki hava tey nógvu fólkasløgini og fjølbroytni, ið er í USA. Ongantíð hevur eitt heimsveldið haft so nógv vald sum USA og hevur størri ávirkan á heimin. Ikki bert amerikanskur uttanríkispolitikkur hevur ein avgerðandi leiklut í heiminum í dag, men amer- ikanskur lívsstílur ávirkar fólk um allan heimin í dag. Nógv kenna seg hóttan av hesum og í ekstremum før- um vilja tey hevna seg við ágangi. Nógv kenna seg hóttan av valdinum, sum USA hevur í dag, og í ekstremum førum vilja tey hevna seg við ágangi Talið á ungum, sum roykja og drekka, vaksur støðugt, sam- bært nýggjari kann- ing av rúsevnisvan- unum hjá næming- um í 9. flokki. Tað mest positiva, ið er at hómað í kanning- ini, er, at nýtslan av teimum hørðu rús- evnunum so sum crack og kokain er óbroytt seinastu 5 árini UNG OG RÚSEVNI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Talið á ungum roykjar- um í Føroyum liggur á støði við tey lond í Evr- opa, sum eru ringast fyri, staðfestir Pál Weihe, yvirlækni, nú nýggjasta kanningin av rúsevnisvan- unum hjá teimum ungu liggur á borðinum. Kann- ingin hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1989, og hóast tekin hava verið um minking í talinum av roykjarum onkur ár, ganga tølini nú í nærum allar mátar aftur skeiva vegin. Skeiv gongd Kanningin, sum er gjørd á vári 2003, vísir, at 33,6% av dreingjunum og 33,2% av gentunum siga seg hava roykt dagliga sein- astu 30 dagarnar móti 28%, sum søgdu seg roykja dagliga í 1999 - eitt heldur óvæntað úrslit, tá sama talið annars er lækk- að støðugt frá 1996 fram til 1999. Eisini í nýtsluni av rús- drekka heldur skeiva gongdin fram. Í 1999 høvdu 49% smakkað rús- drekka seinastu 30 dagar- nar, meðan heili 62% svaraðu ja uppá sama spurning í 2003. Spurd, um tey høvdu roynt at drukkið seg fullan sein- astu 30 dagarnar, svaraðu 43% ja í 2003 í mun til 34% í 1999. Hóast tølini eru smá, hava fleiri ung í 9. flokki roynt at roykja hasj og sniffa lím og tendraragass í 2003 í mun til 1999. Eitt tað mest positiva, vit kunnu siga um kanning- ina, er, at nýtslan av teim- um hørðu rúsevnunum so sum crack og kokain er á leið tann sama, sum í 1999, og at nýtslan fram- vegis er lítil - á leið 0,2% Millum tey ringastu Í alt 659 næmingar í 15 ára aldri hava verið við í kanningini, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Al- mannaheilsu hevur skipað fyri. Kanningin er løgd soleiðis til rættis, at tað ber til at samanbera úrslit- ini í Føroyum við umleið 30 lond í Evropa. Saman- berandi kanningarnar verða givnar út í bók um miðjan desembur, men longu nú ber til at siga, at talið á ungum roykjarum í Føroyum liggur millum tey lond í Evropa, sum er ringast fyri. Nýggj kanning: Ung drekka og roykja meira C M Y K 23 22