mikudagur 3. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
25
Heilt fitt av fólki vóru
savnað í Árnafirði
leygardagin, tá bygd-
in hátíðarhelt 100 ára
dagin hjá skúlanum.
Røður, kórsangur og
horntónar vóru at
hoyra uttan fyri skúl-
an, áðrenn farið varð
innar til ein góðan
bita. Ein av røðarun-
um, Meinhard Bjarta-
líð, prestur, segði
millum annað, at í
Árnafjarðar skúla
varð grundin løgd
HÁTÍÐARHALD
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Árnafjørður:
Flaggskrýdd bygd og littar
ljósperur hingu frá skúlan-
um oman til bygdarvegin.
Trupult var hjá summum at
finna eitt stað at seta bilin,
so endin var, at bilar stóðu
allan vegin fram við veg-
jaðaranum á vegnum oman
í bygdina.
Uttan fyri skúlan var fult
av fólki. Klaksvíkar Horn-
orkestur spældi, meðan
fólk legðist til. Símun Petur
Hjelm, skúlastjóri í Ósá-
skúlanum í Klaksvík, beyð
vælkomin og helt eina
stutta røðu vegna skúlan.
Árnafjarðar skúli hoyrir
undir Ósáskúlan.
Símun Petur mintist aftur
á, tá hann sum ungur var í
starvsvenjing
av
Lær-
araskúlanum í Árnafirði.
– Beinanvegin frá fyrsta
degi varnaðist ein, at her
var nakað heilt serligt. Lær-
arin, Niklái Poulsen, tók
ímóti mær saman við næm-
ingunum. Tað var eitt ser-
ligt námsfrøðiligt handalag,
sum myndaði gerandisdag-
in í skúlanum. Tíverri tók
ein tað ikki nærri til sín,
segði Símun Petur Hjelm
millum annað.
Hann greiddi eisin frá
einari stuttligari hending í
skúlanum. Tveir dreingir
sótu í skúlastovuni um
morgunin. Tá lærarin kom
inn, spurdi hann fyrst tann
eina drongin, hvat hann
gjørdi har, og hví hann ikki
var á fjalli. Drongurin svar-
aði, at hann kundi ikki taka
frí, tí so kom hin longri enn
hann.
Tá Símun Petur var lið-
ugur við sína røðu, var fel-
agssangur, har øll sungu
Landið eg bar við mær inn
um skúlagátt. Aftaná tók
landsstýrismaðurin í skúla-
málum, Jógvan á Lakjuni
orðið. Hann segði millum
annað, at hátíðarhaldið fyri
skúlanum í Árnafirði er ein
áminning til øll um at seta
prís á okkara skúlar og
søgu.
– Føroyar hava nógv lært
fólk, sum eru voksin upp á
smábygd og hava gingið í
skúla har. Tíverri hevur ten-
densurin verið, at hesi fólk
leita sær til Havnar at ar-
beiða, har tørvurin á fólki
er stórur. Avleiðingarnar
kenna vit. Men í so máta er
Árnafjørður ikki so illa
fyri, tí frástøðan til Klaks-
víkar er stutt, segði Jógvan
á Lakjuni.
Holla undirvísing
Eitt serligt kór varð savnað
saman til hátíðarhaldið.
Meinhard Bjartalíð, prest-
ur, stóð fyri tí. Fyri nøkrum
árum síðani stóð hann fyri
Klaksvíkskórinum, og tað
vóru fleiri av teimum sang-
arunum, sum sóust aftur í
hesum kórinum.
Tey sungu nakrar sangir.
Ímillum tveir av teimum fór
Meinhard sjálvur at halda
røðu. Hann er sjálvur upp-
vaksin í Árnafirði og gekk í
skúla har tey fyrstu sjey
árini. Hansara røða bar eis-
ini brá av, at her var talan
um ein, ið hevði rík barn-
dómsminni frá skúlatíðini í
bygdini.
– Tað, sum meginparturin
av okkum, ið eru savnað
her í dag, hava tilfelags er,
at vit øll hava gingið í skúla
her. Stutt sagt: Her varð
grundin løgd, legði Mein-
hard út við.
Hann hugleiddi um farna
tíð í bygdaskúlanum, har
undirvísingin var holl og
góð. Har lærarin hevði
stundir til hvønn einstakan
næming, sum tað í dag
stendur í fólkaskúlalógini.
– Eftir lokna skúlagongd
hildu fleiri fram í granna-
bygdini, og eg minnist onki
til, at vit sum komu úr
Árnafirði stóðu nakað aftan
fyri næmingarnar í stór-
staðnum, segði Meinhard.
Fleiri urguspælarar
Eisini hann kom inn á
Nikláa Poulsen, sum kom
av Kirkju til Árnafjarðar at
vera lærari í 1936. Mein-
hard segði, at lítil ivi man
vera um, at Niklái hevur
havt ómetaliga stóran týdn-
ing fyri bygdina og skúlan.
Hann greiddi frá, at um-
framt
undirvísing
gav
Niklái eisini frá læru í
urguspæli.
– Vit vandu upp á urgu í
fríkorterinum og um kvøld-
arnar. Tað fór fram í skúla-
stovuni á einum harmoni-
um, greiddi hann brosandi
frá, og tað sást á honum, at
minnini eru honum kær.
Har var tað hugurin, sum
dreiv verkið. Sjálvt á
vetrarkvøldi kundu skúla-
børn síggjast við oljulamp-
um á veg niðan í skúlan til
urguvenjingar um kvøldið.
– Tað var tætt samband
millum skúla og kirkju tá.
Og eg ivist ikki í, at tað
man vera talan um ein-
dømi, at ein bygd hevur
fostrað so nógvar urgu-
spælarar, sum Árnafjørður.
Tað mundu vera eini 10 ella
12, segði Meinhard ikki
sørt errin á málinum.
Meinhard hevði sjálvur
Nikláa sum lærara í skúlan-
um, men í 1977 fór Niklái
frá fyri aldur, og tá kom
Alex Sólstein til Árnafjarð-
ar. Hann hevði farloyvi frá
starvi sínum sum skúla-
stjóri í Klaksvík.
– Alex var ein íblástur.
Hann raðfesti tónleik og
sang høgt. Og tað vóru
dagar, tá Alex og eg sótu
tveireinir í skúlastovuni og
spældu blokkfloytu, tí allir
hinir næmingarnir høvdu
fingið frí at fara á fjall,
segði Meinhard skemting-
arsamur.
Hann endaði sína røðu
við at siga, at ein slíkan dag
sum hendan hátíðardagin,
minnast øll við gleði aftur á
skúlan og alt, sum bygdin
og fólkið góvu teimum.
– Hetta vóru jú løtur, sum
geva okkum mót at liva,
segði Meinhard Bjartalíð at
enda.
Bók
Í sambandi við 100 ára
haldið, hevði Freydis Poul-
sen skrivað nakað úr søgu
skúlans. Hon greiddi frá,
hvussu hon hevði borið seg
at við at finna tilfar til
bókina.
Nógv av tí hevði hon
funnið á Landskjalasavnin-
um, og nógv kom eisini frá
protokollunum. Men proto-
kollurnar komu ikki fyrr
enn í 1924, so tað var nakað
trupult at finna tilfarið und-
an teimum, segði Freydis
Poulsen og legði afturat, at
hon hevði fingið góða
hjálp. Frá millum annað
læraranum í Árnafirði tey
seinastu 24 árini, Charlottu
Thorsteinsson.
Hátíðarhaldið gekk sum
sagt fyri seg úti. Tað var
kanska nakað kalt at standa
still so longi, men tað lat
kortini ikki til at bila hjá
teimum mongu, ið lýddu á.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri,
og
Jórun
Høgnesen,
forkvinna
í
mentunarnevnd Klaksvíkar
býráðs søgdu eisini nøkur
orð. Og Charlotta Thor-
steinsson eisini.
Síðani varð farið inn í
skúlan til ein bita. Har
hevði Jákup Ziskason borð-
reitt við breyði við føroysk-
um viðskera, og ivaleyst
mundu heitu kaffi- og
temunnarnar fløva væl.
Inni í skúlanum hingu
skjøl til framsýningar, og í
einum sethúsum beint niðri
undir skúlanum, varð tann
gamla skúlastovan sett upp
til framsýningar. Flest øll
mundu nýta høvi til at
síggja hana eisini.
Her varð grundin løgd
Flaggskrýdd bygd og littar
perur. 100 ára dagurin hjá
Árnafjarðar skúla varð hildin
seinasta leygardag
– Flestu okkara, ið eru savnað her í dag, hava tað
tilfelags, at vit hava gingið í hesum skúlanum, segði
Meinhard Bjartalíð í einari persónligari kvøðu til
skúlan og sína heimbygd
Freydis Poulsen, fyrrverandi lærari í Klaksvík, skrivaði bók um søgu skúlans í sambandi við
hátíðarhaldið
Fult av fólki var savnað uttan fyri snotuliga, nýmálaða skúlan í Árnafirði
Kristoffer Olsen, Torleif Justinussen og Theodor Olsen fingu eitt gott prát hesa hátíðarløtuna
C
M
Y
K
25
24