Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 27 Í royndini at skemma Bush megnar Moore fyrst og fremst at skemma seg sjálvan skrivar Agga Niclasen í ummælinum av filminum UMMÆLI Agga Niclasen attitude@niclasen.fsnet.co.uk "Thank you, Florida!" kunnger tann kosni forsetin í Sambandsríkinum Amer- ika í inngangsupptøkunum til Fahreinheit 9/11. Al Gore er umgyrdur av gleðisaldum og lætta. "Oh, thank you Florida!" geylar hann enn einaferð sum hann, við knýttum neva, langaði armin upp í loft. Øll eru so hjartansglað – eisini Stevie Wonder, ið tykist vera óvanliga berg- tikin av loftsprýðinum. Michael Moore spyr: "Was it all a dream? Did the last four years really happen?" Innan sløk 30 sekund hevur filmsskaparin sostatt fang- að lagið hjá nógvum av hansara medborgarum og bróðurpartin av verðini. Men – og áðrenn vit venda aftur til veruleikan – tvey fyribrigdi muga havast í huga viðvíkjandi um- strídda heimildarfilminum: filmslistarliga heiðurssem- ið hjá filmsskaparanum og hvussu hann er vorðin seldur okkum, almenning- in. Tó at vit øll somul held- ur enn gjarna vilja láta sum um at tað fyrrnevnda hevur størri týdning, hevur hr. Moore gjørt so nógv út av hevdaðu kúganarroyndun- um við tí endamáli at støðga kelivættið hjá hon- um nú marknaðarført sum "The Film They Didn’t Want You To See", at tað er umráðandi at adressera hetta fyrst. Bara fyri at fáa hetta av vegnum: tað var aldri nakar ivi um at Fahreinheit 9/11 fór at vera fyri ósensurerað- ari útleigan; sjálvt tá ið Disney gjørdi av ikki at vilja hava nakað við filmin at gera. Í roynd og veru, ljóðbítandi mótmælini hjá Michael Moore á tí annars so góðskukenda filmsfesti- valinum í Cannes vóru, honum líkt, eitt ísakalt ‘trikk’ at sermerkja og, yvirhøvur, økja um umrøð- una av sínum filmi. At Fahreinheit 9/11 aldri hevði verið við í kappingini um eftirtrákkaðu Palme d’Or- virðislønina hevði dóms- nevndin í Cannes ikki hild- ið, at tað onkursvegna var at verja talufrælsið við at veita Moore virðislønina, sýnist innlýsandi. Aðramáta var hetta, at spæla sensur-kortið, eitt politiskt meistarastykki og hvat enn hann eisini mundi verið prógvaði Michael Moore, hvussu gávaður ein ‘spin-doktari’ hann er. Kortini, grefligt falsspeki sum hetta ber eisini upp á mál álvarsligan iva um hansara filmslistarliga heiðurssemi; sjálvt fyri fólk sum meg verandi ovurmót- takilig fyri hvørjum sum helst, ið fer illa við tí ódámliga og óklóka Bush. Jú, heimildarfilmurin er øs- andi og hampuliga undir- haldandi sum hann, uttan íhald, leypir á hasi innan Hvítu Húsini; og við am- erikanska forsetavalinum fyri framman, eisini tíðar- stillaður. Í filminum eru nøkur kenslulig viðbering- arstøð før fyri at ávirka tann partin av veljara- fjøldini, ið dregur á bæði. Og "kenslulig viðberingar- støð" er, so sanniliga, hvat seinasta verkætlanin hjá Moore snýr seg um; "The Film They Didn’t Want You To See" ‘teimaði’ síni høgg við sama neyvleika, og ferð, sum ein yrkisneva- leikari. Fyrst tá ið tú gevur teg frá árendinum av út- meiggjan og tigandi niður- støðum, byrjar tú at varða at og hugsa um sjálvt inni- haldið. (Hvussu nógv av hesum vevnaðinum kann nú tola nærkvæmsliga kanning?) Og nú venda vit, og filmurin, aftur til veru- leikan. Moore vísir hasi 4 árini soleiðis sum liberal- istar minnast tey: hend- ingarnar í "Bush Time" tykjast at smelta saman júst sum í einum strongdum dreymi, ein illsinna-marra frá hvirli til ilja. Fyrst boðar systkinabarnið hjá Bush í "something called Fox News" at Dubya kort- ini hevur vunnið Florida treyðugt óvæntað, tó, tá hugsað verður um hvat fyri eitt nyttuleyst neyt Al Gore í grundini var; ein røð av rættvísari vreiði er nú á skránni sum hitt óvalbæra, svarta samfelagið verður spottað í tess roynd at ógilda valið. Síðani, knapp- liga, eru vit til hátíðarligu setanina tá Bush, sum nývaldur forseti í USA, tekur við starvi – ein hend- ing so fjáltrandi at forsetans bilafylgi má skróva oman Pennsylvania Avenue so at sleppa undan einum før- oyskum ársforbrúki av spiltari frukt. Knapt átta mánaðir, har amerikanski forsetin javnt og samt glíður í áskoðanarkanning- unum og ikki megnar at fáa samtykt sjálvt tær mest grundleggjandi lóggávur- nar, fara framvið sum kavi fyri sól og so háva tvey flogfør út úr himmalinum í New York. Tað er í hesum byrjanar- minuttunum, at Moore er alrabestur: níðskur, fakt- um-grundaður og lítillátin. Hann vísir okkum ikki upp- tøkurnar av 9/11. Ístaðin, at einum krunkasvørtum skermi, hoyra vit bert sam- anstoyt, brak, oyðilegging, brand og grát. Við at brúka ein svartan skíggja sum bakteppi verða vit noydd at endurímynda hasar myndir- nar vit síggja ikki tað ræðuliga garterilsið, tá ið neyðardýrini hoppa... men vit verða tvingað at føla tað. Soleiðis, tíanbetur, bjargar Moore hasari ótta- sláandi upptøkuni frá burt- urav-nápandi banaliteti. Sæð frá einum dramat- iskum sjónarhorni er hetta ein veldig byrjan: óhugna- lig, margháttlig, ófrætta- kend og stúvstappað við lyftum um dularfullar av- dúkingar. Men, tíverri, hilnast illa. Sjey minuttir aftaná at verið boðaður frá "America is under attack", situr Bush í einum flokshøli í Florida og lesur "My pet Goat" fyri smábørnum opinberiliga, nær ruraður í blund. Sum upptøkan av forsetanum stetlar avstað og Moore so forbiið farise- iskt, um fylgirødd, spyr, "What on earth was he thinking?", fellur neo-kon- servativa propagandain um ein reystmansligan hægst- ráðandi til jarðar líka av- gjørt sum tvíburðatornini eina meginlandshelvt burt- ur. Orsakað av ávantandi handriti, giti eg, roynir filmsskaparin at gita seg fram til hvat hansara fremsti fíggindi, Bush, hugsar. Men hóast mestsum allir mínir politisku for- dómar vildu hava meg at taka undir við gitanunum hjá Moore, krevur sáttlig grundan, at tú eisini umhugsar møguleikan fyri at Bush vísti hóvligt, ja, sissandi, yvirbrá; eins og Hennara Hátign, tá ið hon velur at mála liðugt (ein av hennara fjákutu málning- um) áðrenn hon adresserar tað meira hóttandi málið, har hennara yngsti – or- sakað av vælskiljandi ovur- tunglyndi – longu hevur syrgt fyri lykkjuknútinum. Ella, og meira álvarsamt, eins og Francis Drake valdi at spæla liðugt áðrenn hann adresseraði tað meira hóttandi málið, Armada. Vit kunna ikki vita, hvat gekk fyri seg í forsetaheil- anum; men vit kenna aftur háttalagið hjá Moore, har hann manipulerar eina ógreiða mynd so at fremja síni meira "heilagu" áhuga- mál. Nógvir Moore-atfinnarir halda, at tað er her, heim- ildarfilmurin slitnar. Tað haldi eg eisini. Tí tað, Moore vil hava okkum at halda, Bush hugsaði um, er fylgjandi: "Hvussu fer hetta nú at síggja út í ljósinum frá óvanliga góða samband- inum millum mína familju og saudiarábisku konga- familjuna?" ... Altso, hann hugsaði ikki (so nógv) um offrini, teirra avvarðandi og nihilistisku gerðirnar í New York og Washington. Hetta er, eftir mínum tykki, ansa- ligt nonsense og enn eitt dømi um at framundir- rekandi Moore er meira trásettur av at vilja Bush ilt enn teimum, maðurin hevur meinslað, væl. Hetta merkir tó ikki at køvandi sambandið millum House of Bush og despot- iska House of Saud, ið hev- ur havt tamarhald á Saudi- arábia – við amerikanskum stuðuli – í meira enn eina hálva øld, og sum hevur verið eitt mál, viðurkenda pressan í USA í alt ov langa tíð hevur skúgvað til viks, ikki kemur málinum við. Sjálvandi ger tað tað, og amerikanarin eigur at fáa at vita, at Bush-familjan hev- ur kraddað 1,4 milliardir í amerikanskum gjaldoyra til sín frá arábisku hálvoynni seinastu 3 tíggjuáraskeiðini eins og skjalprógvað av amerikanska tíðindamann- inum, Craig Unger. Eisini er tað í lagi at spyrja – sum Moore ger – hvørs áhuga- mál Bush’arnir geva fyrsta- rætt: tey hjá fólkræðishugs- andi landsmonnunum ella tey hjá menniskjatraðkandi fantasilióningunum? Alt samalt týðandi. Men so rennur filmurin saman; avgerandi fakta verða keði- ligani kleimut hildin saman við hálvhugsaðum grund- gevingum, ábendingum og óblandaðari falsan. Moore sigur, at Carlyle Group – við gamla Bush og leiðandi saudiarábum í nevndini – "benefited directly from 9/11". Hvat sipar hann til? Síðani súsar hann avstað og hevdar, at USA bert bumb- aði Afghanistan, tí at tað vil byggja eitt flutningskervi ígjøgnum landið – eg loyvi mær at gita, hann ikki mølmar um eina mjólka- rørleiðing. Men, tað er bara tað, ætlanirnar um at byggja slíkt kervi vóru sleptar í 1998 og hava ikki, seinast eg frætti, raknað við aftur! Michael, góði, heldur tú kanska ikki hasar al- Qa’ida legurnar tvørtur- ígjøgnum Afghanistan vera eina, eitt sindur, sannlíkari frágreiðing? Aftaná eina nærlagda byrjan við beiskari satiru hevur Moore-menniskjað slakað fyri sínum ótolandi ‘alter-ego’ sum ein ófanta- ligur og trúboðarakendur muskedonnari, endaliga førkaður inn á gøtuna, har tú skalt grýta so nógvar framsetingar at hyggjaran- um sum tú nú einaferð kennir teg føran fyri í tí vón, at nakrar fáar fara at klistra og restin fer at geva ein heildardám av illgruna. Í stuttum, hevði tú viljað keypt ein brúktan Toyota frá hesum manni? Akkurát. At gera hvussuleiðis her- urin útvegar nýggjar limir frá arbeiðaraklassanum til ein samvitskuspurning kann ikki flokkast øðrvísi enn bílig provokasión. Tí hvat ger hann, hasin Moore? Hann krøkir seg fastan í kongresslimir í Fahreinheit 9/11 – Hin dýrasti, mest meledramatiski og harðasti valbardagin í søguni. "Hetta er størsta veitslan fyri fólkarædi" Michael Moore Kim Simonsen Valið er ikki avgjørt fyrr enn tað er greitt hvør hevur fingið flest valmenn. Teir flestu av teimum 438 val- monnunum og teim 100 senatorunum, t.v.s. 270 skulu fella til antin Kerry ella Bush fyri at hann fær liknanar til Ovala Rúmið í Hvítu Húsunum. Seinastu veljarakanningarnar siga at 227 av hesum valmonnum fella til Bush og 225 til Kerry. Florida er aftur ein sving- statur, tað var hetta, ið av- gjørdi valið í 2000. Skuldi hetta hent aftur er áhugavert at kanna hvør velur hvønn. Í Flordia eru nógvir spanskir amerikanarar, ella latino- bólkar. Latinofólkini stuðla fyri tað mesta Kerry, men stóri bólkurin av eksilku- banarum velja Bush. Tey svørtu velja Kerry, eins og 51 prosent av øllum kvinn- um velja Kerry. Skuldi støð- an í Florida hent aftur kann USA enda í einari óenda- ligari gølu og við sakarmál- um, ið koma at vara í áravís. Tað eru komnar nógvar veljarakanningar fram — alt ov nógvar. Onkur sigur 48 procent til Bush mót- vegis 45 til Kerry. Onnur 50-48. Seinast sá eg avísina USA Today siga 49-49, t.v.s. at tað stendur á jøvn- um millum Kerry og Bush. Á DR høvdu teir seint mánakvøldið gjørt ein tvør- skurð av seks veljarakann- ingum, har Bush førdi við 48 prosentum móti 46 prosentum til Kerry. Í Las Vegas spæla tey sum svøk uppá úrslitið av valinum, har hevur Bush hægri odds enn Kerry. Eitt evni,. ið upptekur tey í Ne- wada er ein sak um atom- burturkast. Kerry hevur lova at rudda hetta burtur, men Bush er í móti tí. Tað sum fer at avgera valið eru svingstatirnir sum Ohio, Wisconsin, Pennsylvania, Florida, Michigan. The winner takes it all Tað sum er serligt við am- erikansku valskipanini er at í USA vinnur forsetin ein heilan stat í senn. Fær val- evni minni enn 50 prosent av atkvøðunum í einum stati fær hann tí ongar atkvøður. Hetta merkir at tey sum atkvøða fyri Kerry í t.d. Teksas, hava onga ávirkan á amerikanska valið. Hetta merkir eisini, at í einum stati har ein av valevnunum vinnur kemur opponenturin ikki at føra valbardaga. Bush kom t.d. ikki at royna at vinna eina atkvøðu í New York og Massachusetts í 2000 og hvørki Gore ella Kerry tímdu til Teksas (hvat helst er vónleyst). 10 milliónir fleri veljarar Vanliga velja bert eini 50 prosent í USA, men hesu- ferð eru 10 milliónir fleri veljarar. Í ár rokna tey við at valluttøkan kemur at vera eini 60 prosent. 8 av 10 amerikanarum halda hetta valið vera umráðandi fyri teirra tilveru. Tað er ein stór fólkarørsla í gongd fyri at fáa fleiri at velja. Bæði Kerry og Bush hava leiga bussar, so fólk kunnu koma út at velja. Av teim 10 milliónir fólkunum eru flest svørt og latínamerikansk. Tað er vanligt at valevn- ini eru tøtt í amerikanskum politikki, men ikki so tøtt sum í 2000 og 2004 . Und- antøk eru tó Roosevelt (d) í 1936 (60,8%) og í 1944 (53,4%), Eisenhower (r) í 1956 (57,4%), Johnson (d) í 1964 (61 %) mótvegis 38,5%, Reagan í 1984 (58,8%) og Bush Senior (r) í 1988 (54%) mótvegis Du- kakis, ið fekk 45.5%. Neyðugt er at fara aftur til 1968 og Nixon (r) fyri at finna eitt val, har tað stóð eins nógv á jøvnum. Ein hóttan fyri Kerry er hin grøni Ralph Naider, ið eisini roynir at vera valdur. Michael Moore tók til at tað var neyðugt at fólk ikki velja Naider, tí hann tekur demokratiskar veljarar, sum í seinasta enda kunnu avgerða valið. Eitt val fyri ella ímóti Bush Kerry førir í nøkrum sving- statum, meðan Bush í øðr- um. George Bush Senior var ikki so republikanskur sum sonurin George W. Bush er nú. Bush Senior dámdi lítið kristnu røddir- nar í flokkinum. Saman við Cheney hevur Bush W. sett ein nýggjan dagsordan í USA og í heiminum í dag. 11. september í 2001 savn- aði USA, men kríggið í Irak kom at spjaða tjóðina, eins og Vietnamkríggið. Vinnur Bush er tað mest av tí at fólk ikki hava álit á Kerry. Kerry kláraði seg væl í kjakinum, men dugdi ikki so væl at føra valbar- dagan, eins og Al Gore áðrenn hann. Vinnur Kerry kemur USA at standa meiri saman segði ein granskari á Harvard University. Advokatar um alt USA halda í hesum løtu eyga við at alt er í ordan og fara at leggja sak um okkurt er galið við valinum. Spurningurin er um hetta gerðst størsta veitslan fyri fólkaræði, sum Moore vón- aði, ella um allur heimurin skal bíða eftir at Kerry og Bush skulu dragsast gjøgn- um Hægstarætt sum sein- ast? Raðfylgja av hending- um til forsetavalið Forsetavalevnini kunngerða at tey stilla upp U m l e i ð 1. ár áðrenn valið State Primary elections Februar til juni Landsfundur: Seinast í juli ella í august Valbardagin byrjar Setember – oktober Valdagur Fyrsti týsdagur í november Valnevndin – Electoral College – velur Desember Nýggi forsetin í USA flytur í Hvítu Húsini Januar Kelda: David E. Nye: Contemporary American Society. 2003. Fyri ella ímóti Bush Washington fyri at spyrja teir, um teir nú ikki vilja umhugsa at skriva teirra synir og døtrar inn í herin. Áh, eg hevði gjørt døgurða til Edmund Joensen hvønn dag í ein mánað og gingið við til ikki at plága makan um læruna hjá Peter Singer, eisini í ein mánað, bara fyri at sloppið uppliva ein av hasum Washington-politik- arunum taka undir við filmsskaparans lokabragd treytað av at Moore sjálvur so miriliga fór at eggja ein av hansara børnum eisini at skriva seg inn. Skít so, Michael! Um eg ikki longu var villleiddur og royndi at finna útav hvat Moore royndi at siga, skuldi eg blíva tað. Leypandi halgar Michael Moore seinastu tveir triðingarnar av filmin- um uppá innrásina í Irak... og avleiðingarnar. Moore tykist ikki hava givið sær far um at saudiarábiska kongafamiljan stríddist fýrisliga ímóti "seinna" flógvakrígnum (og, enntá, ikki torgar Sharon-elskandi atgonguna hjá Bush mót- vegis Ísrael). Tá ið so er, hvussu kanst tú tá seta fram, at Bush er undir bein- leiðis ávirkan av House of Saud? Burdi Moore ikki adresserað spurningin? Sjálvandi. Men hetta hevði kravt eina, ja, bert eina ábending av hártogan. Heldur tuskar hr. Moore ullint avstað. Í eini skammiligari løtu lýsir hann Irak fyri amerikansku innrásina sum eydnusælur hugni, har smábørn sveim- flúgva og gamlar kvinnur smáflenna (ein mynd, sjálvt tey, ið vóru ímóti innrásini, hava torført við at svølgjaø – og sum vísir, at hann má vera enntá minni áhugaður í heimspolitikki enn Bush). Um vit leypa á ótalið av lygnum, Bush-umsitingin hevur borðreitt við seinastu 4 árini – eins og øll sámilig fólk eiga at gera – íðan, tá muga vitsjálvi vera rann- sakandi ærlig og reiðilig. Og tó, og tó... har eru frásøgumyndir frá Irak, ið vilja ‘napalmera’ samvitsk- una hjá hvørjum manni... og kvinnu. Amerikanskir hermenn syngja "Burn motherfucker, burn!" sum teir koyra ígjøgnum Bag- dad og drepa alt, ið rørir seg; hermenn stinga ein deyðan iraka og flenna, "Ali Baba still has a hard- on!"; Moore klippur, og har er "Oh, I did it again" Spears kunngerandi – mest álíkt einum ørindasveini hjá Mao – at "we should just support the President in everything he does... We should just trust him". Ja, ja, Britney, "you most surdently did it again"! Tó, hasar myndirnar missa ein stóran part av sínum virði tí at Michael Moore presenterar tær uttan moralskt trúfesti. Myndirnar av irakiskum børnum, brend ella sligin í hel, høvdu verið ærligari, meira ektaðar, um hann eisini tímdi fortelja okkum, hvussu nógv børn vóru myrd fyri amerikansku innrásina – altso, av stal- inistiska Saddam. Tað kanska mest for- bronglaða brotið í Fahren- heit 9/11 er tá ið Michael Moore, uttanfyri Hvítu Húsini, filmar Lila Lips- comb, mamma at einum amerikanskum hermanni dripin í Irak, og hvørs sorg filmsskaparin miskunnar- leyst mjólkar. Sum tú situr í Havnar Bio sleppur tú ikki undan at kreppa tærnar soleiðis sum hr. Moore lammeterar. Hann hevur jú fyrr lýst amerikansku her- deildirnar verandi blóð- tystir heavy metal-fjepp- arir, og filmar nú hjarta- leyst frú Lipscomb í svárari pínu. Tað er ikki hennara sálarkvølur, ið er til umrøðu, men leiðaraevnið hjá filmsskaparanum. Sum eg hugdi, kundi mín vanvirðing fyri forsetanum í USA bert afturumleggjast av mínari vaksandi and- stygd fyri einum films- skapara, ið tekur til so- vorðnan taktikk. Men hetta er ikki ein vitugur filmur við eini vitugari greining. Hetta er ‘fast-food’-politikkur, mettaður av sukuri og kol- hydratum frá ódýrum sen- satiónum og vánaligari føðslu. Spell! Amerikanskir lib- eralistar høvdu tørv á einum sovorðnum filmi so at styrkja teir til tað týdn- ingarmesta valið í ára- tíggju. Teir høvdu tørv á einum filmi, ið bjóðaði tess ómátaliga hyggjaratali meira vitaminir og minni svínafeitt. Í nógvar mátar tykist Amerikanska forsetavalið at vera eitt val fyri ella ímóti Bush. Niðurstøðan fæst helst ikki at vita fyrr enn mikumorgunin C M Y K 27 26