mikudagur 3. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
29
TINGHELLAN
Mikudagskronikkin
Jógvan Olsen
havnemand@yahoo.dk
Fólkaheilsan hongur saman
við nógvum liðum av sam-
felagnum: ein áheitan á
politikkarar og embætis-
menn um at taka fólka-
heilsu og lívsvirði við í øll-
um ætlanum, ið gjørdar
vera.
Henda greinin snýr seg
um ymsar trupulleikar, sum
nógv helst ikki halda hava
við hvønn annan at gera.
Men les kortini og døm
aftaná!
Tað var gott at hoyra um
nýggju ætlaninar hjá lands-
stýrismanninum í heilsu-
málum, Hans Paula Strøm,
at bøta um fólkaheilsuna.
Hetta varð kallað "Før-
oyska Fólkaheilsuætlanin
2005-15",
og
sambært
henni skulu øll føroysk
skúlabørn
fáa
ókeypis
mjólk og frukt í skúlanum
longu frá 1. januar.
Ætlanin er sera positiv og
vónandi verður hon í
framtíðini víðkað til skúla-
mat eins og í øðrum Norð-
urlondum við tilhoyrandi
betri innlæringsevnum og
minni stressaðum familju-
lívi.
Hetta er ein góð byrjan,
men í hesum mugu vit ikki
gloyma, at tað ringasta fyri
fólkaheilsuna tó er royking
og vantandi rørsla. Ikki
vantandi ítróttur hjá ungum
fólkum, men rørsla hvønn
dag - alt lívið ígjøgnum.
Á sama hátt sum skúla-
matur skal takast við í ætl-
anina fyri betri fólkaheilsu,
so skal ferðsluplanlegging
eisini. Fólkaheilsan eigur
snøgt sagt at hugsast við í
øllum liðum av samfelags-
innrættingini.
Sambært Sundhedsstyr-
elsen røra 20-30 % av fólk-
um seg so lítið, at tað er
skaðiligt
fyri
heilsuna.
Ongin orsøk er til at halda,
at føroyingar røra seg meira
enn fólk í øðrum londum,
kanska heldur minni. Tað er
næstan sum um føroyingar
ofta "koyra bil" sum frí-
tíðarítriv.
Føroyingar
ganga
og
súkkla lítið og onki - eru
beindovnir. Gamaní, brekk-
ur eru, so tað kann vera
tungt at súkkla, men av-
standurin er sjáldan longri
enn tað ber til at ganga.
Tað, ið munar mest, er at
gera tað gjørligt at klára seg
uttan at eiga ein bil. Tá ein
bilur er tøkur, vera beinini
nærum ongantíð brúkt sum
flutningstól. Sjálvt smá-
ørindi kunnu ikki longur
klárast til gongu, tí tað
vindur upp á seg - hetta við
ikki at kunna ganga frá stað
til stað.
Hvat kann gerast?
Til ber at gera tiltøk, sum
ikki kosta annað enn plan-
ðlegging, fyri at fáa fleiri
fólk at ganga. Tá er tað
aftur týdningarmikið at
byrjast skal á ungum árum.
Líkasum børnini skulu
læra at eta sunt, so skulu
tey eisini læra at brúka
beinini sum flutningstól so
tíðliga sum gjørligt. Tað er
tíverri soleiðis, at tey flestu,
sum ikki hava bil, kortini
fáa sær bil, tá tey fáa børn -
og sleppa sær síðan ongan-
tíð av við hann aftur. Hin
vegin verða fólk, sum liva
sín barn- og ungdóm uttan
bil, ongantíð líka bundin av
bilinum.
Tey, sum klára seg uttan
bil, vita eisini, hvussu
skjótt man venur seg við
bilin. Tey flestu hava í
styttri tíðarskeið havt bil og
halda skjótt, at tað verður
ómøguligt at klára seg
uttan. Men tá gerandisdag-
urin uttan bil kemur aftur,
vísir tað seg, at tað ikki eru
so nógv ørindir, har bilurin
er alneyðugur. Men hetta er
tó treytað av, at man ikki
skal ferðast langa leið við
børnum til dagstovn og
skúla.
Tí sigur tað seg sjálvt, at
tað hevði verið ein stórur
bati fyri fólkaheilsuna, um
tað bar til at hava børn uttan
at vera kroystur til at hava
bil. Um atlit varð tikið til,
at børn komu í dagrøkt ella
á stovn í nánd av heimin-
um, tørvaðist flest ongum
at havt bil - ella í hvussu so
er ikki meira enn ein bil
hvørt húskið.
Lat okkum taka eitt dømi
frá
veruleikanum:
eitt
húski, sum býr í Vesturbý-
num; annað foreldrið ar-
beiðir í Hoyvík, hitt hevur
skiftandi arbeiðspláss, trý
børn eru ansað á hvør
sínum stovni. Hesi eru
noydd at hava tveir bilar og
kunnu ikki so frægt sum
klára seg við einum. Høvdu
børnini hjá teimum verið á
stovni í nánd av bústaðnum,
høvdu tey kunna klára seg
við einum bili - ella heilt
uttan, um bussflutningurin
bara hevði verið eitt sindur
títtari.
Tað er ikki neyðugt, at øll
tiltøk fyri fólkaheilsuna eru
ókeypis, men summi kunnu
vera og krevja bara um-
hugsni og ein breiðari
sjónarring hjá teimum, sum
gera støðið undir gerandis-
lívinum hjá borgarunum.
Vandamikið at ganga.
Allir vegir framvið skúlum
áttu at havt 15 km/t ferðar-
avmarking. Sum nú er,
koyra nógv foreldur børn-
ini, tí skúlavegurin er ov
vandamikil.
Hetta
økir
sjálvandi um ferðsluna og
ger skúlavegin uppaftur
vandamiklari, so at øll
foreldur noyðast at koyra
børnini í skúla. Tað opti-
mala hevði verið, at ongin
vegur í nánd av skúlum
hevði
gjøgnumgangandi
ferðslu. Í tí sambandi er tað
bara viljin, sum manglar.
Hví skulu fótgangarar
ikki
verjast?
Bilbeltini
verja bara tey, sum koyra í
bili. Hví skulu nógvir peng-
ar brúkast uppá vakrar grót-
garðar framvið landsveg-
unum, men ikki ein króna
uppá at verja fótgangarar?
Tað kann gerast við at gera
verjugarðar av onkrum slag
- grótgarðar ella flaggarðar
- í bygdum øki, har bilarnir
koyra skjótt, ella við at
leggja gøtur longur burtur
frá til gangandi og súkkl-
andi. Summastaðni sæst, at
flaggarðar eru gjørdir at
verja grannar móti larmi og
royki frá vegnum og ferðsl-
uni. Hví vera gøtur tá ikki
gjørdar innanfyri garðin, í
staðin fyri at gera gongu-
breytina
so
tætt
sum
gjørligt upp at bilferðsluni?
Onkuntíð skal so lítið til!
Hvør eigur at gera
nakað?
Landið eigur at gera sítt til
at bøta um møguleikarnar
fyri sunnari rørslu í ger-
andisdegnum, men lands-
politikkararnir eiga eisini at
áleggja kommununum á
henda hátt at taka fólka-
heilsuna við í planlegging-
ina.
Tann síðsta utopiin: tær
størru kommunurnar eiga
at arbeiða fram ímóti, at
onkrir býlingar verða und-
antiknir ferðslu við privat-
um persónbilum. Hetta eig-
ur at vera sentralir, saman-
hangandi býarpartar. Hetta
er ikki meira utopi enn so,
at
tað
í
mongum
evropeiskum býum er heilt
ella
partvíst
veruleiki.
Nevnast kunnu Wien og
Amsterdam. Tað eru ikki út
av lagi vánalig fyridømi at
hava.
Tey, ið eiga bil, brúka
eisini bilin til ørindi, har tey
saktans kunnu ganga. Tey,
ið ongan bil eiga, røra seg
munandi meira enn tey, ið
eiga bil. Og nýggj gransk-
ing vísir, at tað er sannlíkt,
at tað er líka heilsuskaðiligt
ikki at røra seg, sum tað er
at roykja.
Tí er eitt tað besta tiltakið
fyri fólkaheilsuna hetta: at
gera tað gjørligt at klára seg
uttan bil.
Gekk sær kátur upp um heyg...
Hesar smágenturnar áttu at havt eina trygga gongubreyt at ferðast á. Myndin er tikin eitt
hanagleiv frá einum skúla og einum barnagarði í Havn. Varðagøta hevur nógva ferðslu, hóast
bilar ikki síggjast á hesi myndini
Við bert einum sindri av umhugsni, kunnu fótgangarar verjast nógv betur. Her kundi
gongubreytin líka væl verið uttanfyri flaggarðin
Nógvir pengar vera brúktir uppá vakrar garðar fram við
størru vegunum, men ikki ein króna uppá at verja
fótgangarar móti ampanum av bilferðsluni.
TINGHELLU-
KRONIKKIN
Finnbogi Ísakson
Ikki ætli eg mær at leggja
meg út í tað stríð, sum tók
seg upp herfyri millum
eysturoyartingmann Tjóð-
veldisfloksins Torbjørn Ja-
cobsen og floksformannin
Høgna Hoydal. Vit, sum
standa uttanfyri, kunna í
mesta lagi hava ein ill-
gruna um, at okkurt annað
býr undir hesi ósemju enn
bara tað, sum hevur staðið
í bløðunum.
Harafturímóti dugi eg
ikki at lata vera við at gera
viðmerkingar til avleiðing-
arnar av hesi ósemju. Mær
tykir rætt og slætt, at bæði
tingmanning og Aðalstjórn
Tjóðveldisfloksins
eru
óðar í høvdinum. Royndir-
nar, sum flokkurin hevur
av at ekskludera fólk, eru
sera, sera ringar, og sárini
vórðu so djúp, at tey eru
kanska ikki heilt grødd
enn — mong ár aftaná. Ta
ferðina var ikki talan um at
koyra ein tingmann úr
tingbólkinum, men ein
uttantingslim úr flokkin-
um. Dømini um, at ting-
maður er koyrdur úr einum
tingbólki, eru fá í Føroy-
um. Eitt dømi er, at Javn-
aðarflokkurin eksluderaði
Jákup í Jákupsstovu í
1946, tí hann í sjálvstýris-
stríðnum fór í part við
Fólkaflokkinum.
Í grannalondunum er
floksdisiplinin
nógv
strangari enn í Føroyum.
Taka vit Danmark sum
dømi — tað gera vit jú
altíð — so hava danir gjørt
herskyldu, har teir hava
lært "kæft, trit og retning".
Tann lýdnislæran fylgir
teimum restina av lívinum,
eisini teimum sum sleppa
upp í part inni á Christ-
iansborg. Tað er misjavnt,
hvussu strong floksdisipl-
inin er, men taka vit so-
sialdemokratiska flokkin
sum dømi, so man vera
minni munur á tí valdi,
floksformaðurin har hevur,
og tí valdi, sum aðalskriv-
arin í sovjettiska komm-
unistaflokkinum plagdi at
hava. Teir meinigu tinglim-
irnir eru í roynd og veru
lítið annað enn atkvøðu-
neyt. Sleppa sjáldan at
taka orðið í tingsalinum
enntá.
Í Føroyum hevur indi-
vidualisman havt víðar
ræsur í Tinginum. Tað
hevur td als ikki verið
óvanligt, at ikki allir í
einum flokki atkvøða eins.
Tað merkir tó ikki, at einki
samanhang er í flokkinum.
Tá tað kemur til stórmál,
prinsippmál, verður tað
illa tolt, at tingmaður
gongur
ímóti
floksins
stevnuskrá. Men sum sagt
hevur tað sjáldan fingið ta
avleiðing, at nakar er
koyrdur úr flokkinum.
Nú er skilið øðrvísi í
Tjóðveldisflokkinum. Har
hava og skula høvd rulla,
um floksformaðurin Høgni
Hoydal heldur, at soleiðis
eigur tað at vera. Hann var
høvuðsmaður, tá Signar á
Brúnni varð noyddur úr
Landsstýrinum, og hann er
eisini høvuðsmaður nú, tá
Torbjørn Jacobsen varð
noyddur úr tingbólkinum.
Tað er við vilja, eg nýti
orðið "noyddur" og ikki
"koyrdur". Tí snildið hjá
Høgna Hoydal er júst tað,
at hann so ella so noyðir
fólk til viks, sum honum
ikki hóvar. Hann syrgir
ikki fyri, at tey verða
"koyrd". Eftir sálarligt
trýst í tímar og dagar kendi
Signar
á
Brúnni
seg
"noyddan" at siga seg úr
Landsstýrinum.
Aftaná
kundi
floksformaðurin
verja seg við, at hann var
ikki "koyrdur" úr Lands-
stýrinum. Hann hevði sagt
seg frá.
Nøkulunda tað sama
hendi nú. Eftir at fjølmiðl-
arnir høvdu tráspurt tjóð-
veldisfólk, um Torbjørn
Jacobsen fór at verða
koyrdur úr flokkinum,
tóktist tað greitt, at hvørki
í tingmanning ella Aðal-
stjórn var hugur fyri at
fremja eitt so drastiskt stig.
I staðin fekk floksformað-
urin alla tingmanningina at
skriva
undir
eitt
tíð-
indaskriv, har tað millum
annað stendur:
"Frameftir
verður
mannagongdin tann, at
tingfólk, sum í fjølmiðlun-
um fremur persónsálop á
annað tingfólk, setur seg
uttan fyri tingbólkin."
Var eg tingmaður, hevði
eg aldrin í verðini skrivað
undir hesa Hoydals-dok-
trinina. Her verður talu- og
skrivifrælsið hjá hvørjum
einstøkum
tingmanni
Tjóðveldisfloksins bundið
niður. Ónøgd við eitt nú
floksformannin skal ikki
undir nøkrum umstøðum
koma út til almenningin.
Og hvør skal gera av, nær
talan er um "persónsálop",
og nær talan er um annað
álop?
Tjóðveldisflokkurin
hevur verið meira opin enn
aðrir flokkar. So at siga
hvørja ferð, ein ósemja
hevur tikið seg upp, er tað
komið út til almenningin.
Tað haldi eg vera gott. Eis-
ini tann meinigi veljarin,
limur í einum valfelag ella
ikki, eigur at kenna til
viðurskiftini í flokkinum
og hava møguleika at gera
sær sína meining um tað,
sum fyriferst.
At Tjóðveldisflokkurin
hevur fingið nógva umtalu
sum flokkurin, har ósemj-
ur taka seg upp, merkir als
ikki, at ósemjur ikki hava
verið í øðrum flokkum. Í
mong ár var stór ósemja í
Sambandsflokkinum mill-
um bólkin hjá Kristiani
Djurhuus og Samuelsen-
bólkin. Í Fólkaflokkinum
var vónandi stór ósemja
millum Jógvan Sundstein
og Óla Breckmann. Í Javn-
aðarflokkinum sótu Øre-
gaard og Petur Mohr Dam/
Atli P. Dam ikki altíð so
væl um sátt. Í Sjálvstýris-
flokkinum var stríð millum
Jóannes Patursson og Jó-
han Hendrik Winther Poul-
sen
úr
Skopun,
sum
kanska varð koyrdur úr
flokkinum.
Hesar og aðrar ósemjur
komu ongantíð alment
fram í fjølmiðlunum, men
øll, sum fylgdu hampiliga
væl við í politikki, vistu
um tær.
Tjóðveldisflokkurin eig-
ur nú sum fyrr at tola, at
ósemjur taka seg upp og
verða demokratiskt við-
gjørdar í fjølmiðlunum.
Eitt høvuðsstarv hjá einum
floksformanni er annars at
duga so mikið nógv av
diplomati, at tað ongantíð
kemur so langt, at ein ting-
maður kennir seg noyddan
at fara í fjølmiðlarnar við
innanhýsis viðurskiftum.
Tað, sum nú verður sett í
verk, er ódemokrati. Tað er
komið fram, at ikki øll
tingmanningin tók undir
við at fara so harðliga
fram. Hvat nú, um onkur,
sum ikki tók undir við
hesum,
skrivar
nøkur
hvøss orð um Høgna Hoy-
dal. Hevur hann/hon so
eisini sett seg uttan fyri
tingbólkin? Hvussu lítil
verður so Tjóðveldisflokk-
urin á Tingi, tá valskeiðið
er runnið?
Míni ráð eru, at bæði
tingmanning og Aðalstjórn
taka sær annað skinn um
bak, seta Hoydals-doktrin-
ina úr gildi í stundini og
lata Torbjørn Jacobsen
verða verandi í tingmann-
ingini.
VIÐMERKING
Annika W. Joensen
forkvinna í
Javnstøðunevndini
Í Tinghelluni 30. oktober
2004 skrivar Kári á Rógvi
áhugaverda grein um kom-
andi kommunuvalini og
umrøður kvinnulistar. Hann
spyr, um kvinnur hava ein
serligan máta at viðgerða
mál uppá.
At svara spurninginum
fari eg at citera Beintu í
Jákupsstovu,
granskara,
sum beint undan komm-
unuvalinum í 2000 í fyri-
lestri 19. november í Havn
greiddi frá hesum:
...()... "Tí alt bendir á, at
tað hevur týdning fyri virk-
semið á tingi og í bý- og
bygdaráðum,
at
eisini
kvinnur eru har. Tað eru
gjørdar
nokkso
nógvar
vísindaligar kanningar, sum
vísa, at kvinnur prioritera
— raðfesta — øðrvísi enn
menn. Ein kanning um
norskar kommunupolitikk-
arar vísti t.d., at tað var
størri munur á prioritering-
um hjá kvinnum og monn-
um enn millum umboð fyri
ymiskar politiskar flokkar
— millum sosialistar og tey
borgarligu.
Kvinnurnar
raðfestu mál sum skúla,
barnagarð, mentan, heilsu-
og socialmál hægri enn
vinnumál, vegir og annað
byggivirksemi — menninir
beint øvugt.
Um vit skulu hava eitt
livandi demokrati, er tað
heilt avgerandi, at vit sum
borgarar halda, at stýrið er
legitimt, at vit hava tann
tryggleika, at politiskar
avgerðir verða tiknar á
beinan hátt. Kommunan er
ikki bara ein stovnur, sum
skal syrgja fyri tænastum,
kommunan er ein politiskur
felagsskapur. Sum borgarar
mugu vit vera sannførd um,
at tað eru fólksins umboð,
sum avgera, hvat skatta-
pengarnir verða brúktir til;
vit mugu hava álit á
politikkarnar, at teir hugsa
um alla borgarafjøldina, og
ikki bara seg og síni. Men
verðin er mangfoldig, og
helst vilja vit hava umboð,
sum síggja verðina frá
okkara sjónarhorni. Tað er
ein fyrimunur, at býráðið er
representativt. Kvinnuverð-
in er ofta øðrvísi enn
mannsverðin.
Tí
eiga
kvinnur at stilla upp til val,
og til valið sjálvt hava tær,
sum hava stillað upp, uppi-
borið eiin kross á atkvøðu-
seðilin fyri ta uppgávu, tær
vilja taka á seg."...()...
Citat liðugt.
Annars undrar tað meg, at
Kári á Rógvi spyr, hvat vit
høvdu sagt til m.a. manns-
listar? Tað er júst tað, vit í
Føroyum hava verið von
við, og ein beinleiðis orsøk
til, at kvinnulistar komu. At
kvinnurnar bert stilla upp
fyri aðru helvtina, sum sagt
verður, má vera ein mis-
skiljing. Tað vildi jú merkt,
at menninir, sum higartil
hava rátt, bara hava stillað
upp fyri sína helvt. Kvinn-
urnar stilla upp fyri at fáa
innlit og ávirkan og fyri at
skapa javnvág. At menn og
kvinnur í felag seta dag-
skránna og viðgera mál, er
til tað besta fyri alt fólkið,
ikki bert helvtina.
Og at enda haldi eg ikki,
ein kann sammeta kvinnu-
listar við samkomulistar.
Kvinnur eru umleið helvtin
av
landsins
íbúgvum,
hvørki ein áhugabólkur ella
ein minniluti.
Viðmerking til Tinghelluna:
Hvønn velur tú?
Hoydals-doktrinin
C
M
Y
K
29
28