mikudagur 3. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
30
Nr. 210 - 3. november 2004
Undir heitinum, Felags
avgerðir – felags ábyrgd,
verður skipað fyri polit-
iskum valfundi á Føroya
Læraraskúla hóskvøldið,
4. november, kl. 19.
Tað verða kvinnulig
valevni, sum her fáa høvi
at bera fram síni sjónar-
mið, og millum annað
verður Bústaðrbygging og
–politikkur,
ferðsla,
barnaansing, eldrarøkt,
mentan,
vinnulív
og
umhvørvi millum evnini,
sum tosað verður um.
Tað eru løgtingskvinn-
urnar og umboð fyri
flokkarnar á tingi, ið ikki
hava kvinnuliga umboð-
an, sum hava tikið stig til
fundin.
Bjørt Samuelsen, tíð-
indakvinna, verður orð-
stýrari á fundinum, sum
er almennur.
-jm
Hevði hasj uppií
sær
Mánadagin
var
hasj-
hundurin hjá tollvaldinum
á flogvøllinum. Sum vant,
so slapp hundurin at
snodda millum ferðafólk-
ini at vita, hvørt hasj ella
líknandi var við í viðfør-
inum hjá onkrum teirra.
Hesaferð
steðgaði
hundurin hjá eini 19 ára
gamlari gentu, men hóast
hon varð tikin inn í rúmið
hjá
tollvaldinum,
so
dugdu tollararnir ikki at
finna nakað uppi á henni.
Tá hundurin framhald-
andi sýndi gentuni stóran
áhuga, varð gjørt av at
senda gentuna til kann-
ingar hjá lækna. Her varð
staðfest, at hon hevði
stungið 138 gram av hasji
upp í seg.
Kjartan Dam Joensen,
leiðari á tollbúðini, sigur, at
hetta ikki er nakað, sum tey
so ofta hava verið út fyri,
men tað hendir av og á.
Hvussu er og ikki, so
vísti hendingin mánadag-
in, at heldur ikki hetta
sleppur framvið góða tev-
inum hjá hasj-hundinum.
Hóast nøgdirnar í ár ikki
hava verið so stórar, sum
tær vóru í fjør, so er talið
av fongum í ár størri, enn
tað nakrantíð hevur verið,
sigur Kjartan Dam Joen-
sen. Smáu nøgdirnar eru
oftani nógvar, og fyri
stuttum varð eitt ferðafólk
tikið, sum hevði nakað av
heroini á sær.
- jm
Frídømd fyri
blokaduvirksemi
Føroya Rættur frídømdi í
mánadagin formannin og
skrivaran í Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Hesi
vóru ákærd fyri brot á
politiviðtøkuna í samband
við blokaduna á Eystaru
Bryggju í Havn tann 4.
juni í fjør.
Rætturin fríkendi báðar
teir ákærdu, samstundis
sum statskassin er dømd-
ur at rinda sakarmáls-
kostnaðin.
Í tíðindaskrivi sigur
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag seg fegnast um dómin.
Sagt veðrur, at hetta vón-
andi fer at stuðla fakfel-
agsrørsluni í teirra stríði
móti verkfalsbrótarum,
sum undir lógliga lýstum
verkfalli bjóða seg fram at
átaka sær verkfalsrakt
arbeiði.
-jm
Valfundur á
Læraraskúlanum
Fólkaatkvøða um at leggja
Suðuroynna í eina kommunu
– Nú suðuroyingar
skulu á kommunuval
um eina viku, skulu
teir eisini at sleppa at
atkvøða um teir vilja
hava alla oynna í eina
kommunu, sigur
Sumbiar Bygdaráð
FÓLKAATKVØÐA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal fólkaatkvøða verða
í Suðuroy um kommunu-
samanlegging
Tað
heldur
Sumbiar
Bygdaráð.
Bygdaráðið í Sumba hev-
ur í hvussu so er samtykt at
fólkaatkvøða skal verða í
Sumba um kommunusam-
anlegging.
Spurningurin, sum sum-
bingar sleppa at taka støðu
til er rættiliga einfaldur.
Hann ljóðar soleiðis: Skal
Suðuroyggin verða ein
kommuna.
Og so skulu veljararnir
antin seta krossin við Ja
ella við nei.
– Hetta er ein einfaldur
og greiður spurningur.Tað
er við vilja, at spurningurin
er so mikið greiður, tí vit
halda, at tað er bara at gera
støðuna óneyðuga fløkta at
hava fleiri møguleikar á
seðlinum.
Samstundis hevur bygda-
ráðið sent øllum hinum sjey
kommununum
í
oynni
skrivliga áheitan um eisini
at skipa fyri atkvøðu-
greiðslu, so at allir suður-
oyingar sleppa at siga sína
hugsan
um
kommunu-
samanlegging.
Sumbiar Bygdaráð held-
ur, at fólkaatkvøðan um
kommunusamanlegging
skal vera samstundis sum
kommunuvalið er.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumba, sigur, at
kommunuvalið í næstu
viku, er eitt frálíkt høvi til
eisini at hava eina fólkaat-
kvøðu um kommunusam-
anlegging.
Borgarstjórin sigur, at
vanliga eru nógvir suðuroy-
ingar á kommunuvalið, so
hetta er eitt gylt høvi til at
fáa veljararnar í Suðuroy til
eisini at taka støðu til
samanlegging
í
eina
kommunu.
Onki í vegin
Jacob Vestergaard sigur, at
hann hevur kannað málið
hjá innlendismálaráðnum
og haðani verður sagt, at
tað er onki í vegin fyri at
hava tvey val samstundis.
Men sjálvsagt skal ongin
ivi vera og tí verður neyð-
ugt, at teir báðir atkvøðu-
seðlarnir hava hvør sín lit
og tað er eisini neyðugt at
hava tveir atkvøðukassar at
koyra seðlarnar í.
Sostatt fáa sumbingar
hesuferð tveir atkvøðuseðl-
ar, tá ið teir fara á komm-
unuval næsta týsdag. Annar
seðilin verður til komm-
unuvalið og hin seðilin
verður í sambandi við
kommunusamanlegging.
Nú ber til hjá
suðuroyingum at lesa
valgreinar uppundir
kommunuvalið á
Internetinum
VALSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Valstríðið uppundir komm-
unuvalið í Suðururoy skal
vera sjónligari.
Tað halda teir báðir, Jón
Guttesen og Tim Wentzlau
á Tvøroyri, sum báðir ar-
beiða á Auxilior Techno-
logy á Tvøroyri.
Teir báðir hava sostatt
gjørt ein portal á alnetin-
um, har teir fara at royna at
savna allar valgreinar, øll
valevnini og allar listarnar,
sum stilla upp til komm-
unuvalið
Endamálið er at gera
kommunuvalið atkomulig-
ari hjá suðuroyingum og
ætlandi skal tað bera til at
kunnu lesa allar greinarnar,
sum valevnini skriva á port-
alinum.
Annars er eisini ætlanin,
at hetta skal vera ein
suðuroyarportalur burturav.
Hann er gjørdur soleiðis, at
tað ber til hjá øllum at
leggja greinar. kunngerðir,
tíðindi um tiltøk, o.s.f.r á
portalin.
Teir báðir stigtakararnir
vóna, at eisini kommunur-
nar kunnu brúka portalin til
at kunngerða fyri borgarun-
um tað, tær hava brúk fyri
at kunngerða.
Somuleiðis ber tað til at
kjakast á portalinum, sum
sæst á www.suduroy.nu
Jacob Vestergaard stillar ikki
uppaftur, so fyribils er
hansara leiklutur í
kommunupolitikkur liðugur.
Men áðrenn hann fer, vil
hann hava, at allir
suðuroyingar sleppa at siga
sína hugsan um
kommunusamanlegging á
fólkaatkvøðu í næstu viku
Valstríðið í Suðuroy á netinum
FM fyri
Veteranar
Leygardagin 6.
november verður
árliga Føroya-
meistaraskapið í
Bridge fyri
veteranar leikt í
Bridgehúsinum í
Havn.
BRIDGE
Bogi Simonsen
Byrjað verður at spæla
kl 10. Spæld verða
millum 40 og 60 spøl.
Kappingin er skipað
sum ein barometur
kapping. Tað merkir, at
øll spæla somu spøl í
sama umfari. Á hend-
an hátt kann hvørt um-
far gerast upp, soleiðis
at ein hevur møguleika
fyri at síggja sína
skoru so hvørt.
Fyri at hava rætt at
luttaka í FM Fyri
veteranar í bridge, skal
parið tilsamans vera
fylt 95 ár ,og annar
spælarin
skal
vera
fyltur 50 ár. Luttøkan
til FM fyri veteranar
hevur tey síðstu árini
verið góð. Í 2004
vunnu teir báðir sterku
og royndu bridgeleik-
arinir, Carl Mikkelsen
og Mortan Rasmussen,
kappingina.
Seinsta freist at boða
frá
luttøku
er
4.
november kl. 22.00,
hjá Róa á Rógvu
Joensen tlf. 319491
ella Heðin Mouritsen
tlf. 314192
Og so ein lítil rætt-
ing til støðuan í lið-
kappingini
í
aðru
deild. Hon eigur at
vera hendan:
Jórun
51
Óli
50
Hallur
47
Marita
45
Ingolf
41
Sámal P.
0
Sum tað sæst er tað
liðið hjá Jórun Jo-
hansen, ið er komi best
frá byrjan og ikki liðið
hjá Óla Holm, soleiðis
sum vit skrivaðu ú
farnu viku. Vit biðja
lesaran halda okkum
til góðar.
Nr. 210 • mikudagur • 3. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Trý føroysk met og sjey bólkamet vórðu sett,
tá HS-stevnan varð hildin um vikuskiftið
SVIMJING
Tíðindaskriv
HS stevnan hevur verið um vikuskiftið 30-31.okt. og má
sigast at tað lá væl fyri .
Tað sum vit fyrst mugu leggja merki til er at vit fingu
trý nýggj føroysk met, og sjey nýggj bólkamet.
Sum ikki einaferð varð tað Elspa Mørkøre úr FS sum
varð stórslúkarin metum viðvíkjandi. Elspa setti nýtt
føroyskt met í 200rygg við tíðini 2.27.29 og í 400 blandað
við tíðini 5.20.09, bólkametini hon settið í sínum bólki ( 4
) vórðu: 400 blandað tíðin 5.20.09, 100 rygg tíðin 1.10.22,
200 rygg tíðin 2.27.29, 200 frí tíðin 2.15.71.
Jutta Thomsen úr TS setti nýtt føroyskt met í 800 frí við
tíðini 9.39.99 sum eisini var bólkamet í bólki 4.
Beinir Danielsen úr Flot setti nýtt bólkamet í bólki 5 í
greinini 100 blandað við tíðini 1.05.7.
Kári J á Høvdanum FS setti nýtt bólkamet í bólki 4 í 200
rygg tíðin 2.20.96.
Úrslitið av kappingini gjørdist:
Gull Silvur Bronsa
1 HS
54
35
27
2 FS
26
12
7
3 Flot
13
12
6
4 TS
10
11
9
5 VS
10
9
12
6 Ægir
9
8
5
7 Skegg
3
11
8
8 Reki
0
1
0
Kristian Olsen úr Ægir svam eisini undir kravtíðina til
Oyggjaleikirnar næsta ár í Hetlandi, tað gjørdi hann í
greinini 50 frí, tíðin var 24.43
Henda kapping var eisini ein úttøkukapping til
kappingina NJM, Nordisk Junior Mesterskaber sun verður
í Nærum í Danmark fyrsta vikuskiftið í Desember.
Tey sum kunnu luttaka í ár eru dreingir føddir í 1987 og
88 , og gentir føddar í 1989 og 90. Eftir kappingina tók
landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hesi út: Per
Síminarsson Hansen og Beinir Danielsen úr Flot, og Annu
Kristinu Eysturberg og Juttu Thomsen úr TS .
Meinhardt
verjur GÍ-
málið
Tað verður klaksvík-
ingurin,
Meinhardt
Joensen, sum komandi
árið skal verja málið
hjá 1. deildarliðnum
hjá GÍ. Her hava gøtu-
menn
annars
havt
Hallur Hansen seinstu
árini, men nú fer hann
av landinum í lestrar-
ørindum, og so er
neyðugt við nýggjum
manni.
Og nú hevur navnið
hjá Meinhardt ljóðað í
góða viku ella so, og
nú verða tíðindini so
eisini váttað í Gøtu,
har tey siga seg hava
gjørt ein eitt-ára sátt-
mála við málverjan.
Í aðrar mátar vilja
gøtumenn ikki siga so
nógv um, hvussu liðið
fer at síggja út kom-
andi ár. Stóri spurn-
ingurin hevur í longri
tíð verið, hvørt tað
skal eydnast gøtu-
monnum at halda fast
um Súna Olsen. Tað er
eingin loyna, at fleiri
føroysk feløg heldur
enn fegin vilja hava
fatur á leikaranum,
sum fyri stuttum varð
kosin tann besti í farna
kappingarári, men enn
er so eingin formlig
avtala skrivað, sum
greitt boðar frá hesum.
Sosialurin skilir tó
frá væl vitandi keld-
um, at tað er ógvuliga
sannlíkt, at Súni eisini
komandi árið fer at
spæla í gula búnanum.
Hartil ljóðar eisini,
at tey í GÍ fegin vilja
hava Sámal Joensen at
fara undir venjingarnar
aftur. Hann hevur ann-
ars av arbeiðsávum
hildið frí frá fótbóltin-
um í tvey ár, men nú
veður talan um skúla-
gongd á landi, og
skuldi ligið betri fyri í
so máta. Tað bar tó
heldur ikki til at fáa
hesi tíðindini váttað, tá
vit høvdu samband við
leiðsluna hjá GÍ.
-jm
Holte IF hevur fram-
vegis einki stig vunni
sær í bestu donsku
flogbóltsdeildini
Um vikuskiftið leikti Holte
móti Marienlyst, sum er
nýtt felag í deildini. Hóast
nýggir í deildini, so roknað
nógv við, at Marienlyst
verður eitt av liðunum, sum
fer at gera um seg í vetur,
og tað var heldur ikki nakar
ivi um, hvat liðið var tað
betra. Marienlyst vann ein
tryggan 3-0 sigur.
Hóast teir eru stigaleysir,
so eru vónirnar í Holte
framvegis góðar. Enn hava
teir fyri tað mesta hitt lið,
sum eru mett sum munandi
sterkari, men hóskvøldið
spæla teir móti Lyngby
Volley, og har verður rokn-
að við, at møguleikarnir
fyri stigum eru betri, enn
teir hava verið higartil.
-jm
Stigaleysir føroyingar
Tíggju met
Eftir kappingina tók Petur Heðin á Fløtti út Per Síminarsson Hansen og Beinir Danielsen úr Flot, og Annu Kristinu Eysturberg
og Juttu Thomsen úr TS til NJM-kapping, sm verður í Nærum, Danmark, í desember mánaði
C
M
Y
K
30