mánadagur 5. februar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu oddadystin og eru nú enn greiðari oddalið í
meistaradeildini hjá kvinnum. Her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini
BADMINTON Ungir føroyskir spælarar hava staðið seg sera væl í stórari kapping í íslendska høvuðsstðanum
Pætur Albinus
BORÐTENNIS
Føroyskir borðtennisspælarar hava
um vikuskiftið luttikið í stórari
kapping í Roskilde í Danmark. Tað
vóru spælarar frá bæði A- og ung
dómslandsliðnum, og samlaða lut
takaratalið av føroyingum var 19.
Í Klasse 1, ið er næstbesta deildin,
var eitt føroyskt gullmerki. Tað
var Anna Mikkjalsdóttir, sum dag
liga spælir við Sisu/MBK í Århus,
sum vann tað. Har fekk Durita F.
Jensen deilt triðjapláss. Í Klasse
2, ið er triðbesta deildin, var
einans føroysk luttøka hjá kvin
nunum, og har fór Sólja H. Djur
huus avstað við gullinum, með
an Fróði F. Jensen fekk eitt deilt
triðja pláss hjá monnum við ein
um tapi í hálvfinaluni. Í Drenge D
var føroysk finala, har Tórur Eið
Eliassen knógvaði Sólju H. Djur
huus. Tey fingu harvið gull og silv
ur. Í hesum bólki tapti Rói Seyer
Hjaltason hálvfinaluna og fekk
deilt triðjapláss.
FLOGBÓLTUR
Oddaliðini greiddu sínar skyldur
í meistaradeildini hjá monnum í
gjár, tá ið bæði Mjølnir á fyrsta
plássi og ÍF á øðrum plássi vunnu
sínar dystir. Mjølnir vann 3-1 ímóti
SÍ, meðan ÍF vann tryggan 3-0-sigur
ímóti einum heldur skerdum Fleyr-
liðið. Har vóru settúrslitini 25-16,
25-18 og 25-22. Við sigrinum hevur
ÍF nú á øðrum plássi lagt sjógv
niður til Fleyr á triðja plássi, tí nú
eru fimm stig ímillum tey bæði
liðini. Mjølnir er fremst, tvey stig
frammanfyri ÍF. Í næsta umfari,
sum er um tvær vikur, verður
oddabrak ímillum júst Mjølnir og
ÍF. Tann dysturin verður í Klaksvík.
Í meistaradeildini hjá kvinnum
var oddabrak í Klaksvík, har
sannførandi oddaliðið, Fleyr, fór
á vitjan hjá hjá Mjølnir. Tær úr
Havn fingu ein týðandi 3-0-sigur
við sær aftur til høvuðsstaðin um
vegis settúrslitini 25-19, 25-22 og
25-22. Dráttur er eisini so smátt við
at klintra upp eftir stigatalvuni,
eftir at Dráttur í gjár vann 3-0 í
grannuppgerðini ímóti SÍ. Sett
úrslitini vóru 25-22, 25-21 og 25-20.
Í fyrsta dystinum í ár millum tey
bæði liðini var tað annars SÍ, sum
vann 3-2. Dráttur hevur nú 10 stig
og er einans eitt stig aftanfyri KÍF á
triðja plássi, men KÍF hevur tó tveir
dystir tilgóðar. Fleyr er greitt odda
lið og sjey stig frammanfyri Mjølnir
á øðrum plássi.
HONDBÓLTUR
Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA
taptu leygardagin annan lands
kappingardystin í hesum árinum,
tá ið tað bleiv til eitt 24-19-tap ímóti
Haukar U. Í hálvleikssteðginum var
Haukar U á odda 12-9. Áki Egilsnes
skeyt trý mál og er topppskjúti hjá
KA í ár við 55 málum, hetta hóast
hann einans hevur verið við í átta
av 12 dystum. KA hevur nú mist
oddasessin og er eitt stig aftanfyri
grannarnar, Akureyri. Mikukvøldið
í næstu viku verður satt oddabrak,
tá ið júst Akureyri og KA bresta
saman.
Tað fekst eingin úrtøka, tá ið
føroyingarnir í næstbestu deildini
í Danmark royndu seg hetta
vikuskiftið. Jónas G. Djurhuus
og teir úr HØJ taptu 25-23 ímóti
Frederikshavn FI, men har kundi
hoyvíkingurin tó fegnast um, at
hann skeyt trý mál. Eisini Rói
Berg Hansen kom á máltalvuna
í gjár. Hann skeyt nevniliga eitt
av málunum, tá ið FIF tapti 30-
26 ímóti Lemvig-Thyborøn. Helgi
H. Hoydal er skaddur og kundi tí
einans hyggja at, tá ið liðfelagar
hansara í Odder vunnu 30-29 ímóti
Skive fH. Odder er á einum jøvnum
øðrum plássi við Randers HH, sum
tó hevur spælt ein dyst færri. HØJ
er nummar 11 út av 14 liðum, meðan
FIF er á aftasta plássi.
Kjartan Johansen og liðfelag
arnir í Fyllingen Bergen fingu av
at vita á útivølli í bestu norsku
hondbóltsdeildini í gjár. Fyllingen
Bergen tapti 29-38 ímóti Kolstad. Í
steðginum var Kolstad á odda 18-
11, og Fyllingen Bergen megnaði
ongantíð at arbeiða seg upp aftur.
Persónliga gekk ikki heilt illa hjá
Kjartani Johansen, sum hevði seks
royndir á málið hjá Kolstad og
skoraði fýra mál. Fyllingen Bergen
er á sjeynda plássi, níggju stig
aftanfyri oddaliðið Arendal.
Fleyr dregur frá hinum
Pætur Albinus
Føroyskir badmintonspælarar hava
um vikuskiftið luttikið í Reykja
vík International Games, og har
gekst væl hjá teimum ungu føroy
ingunum, ið koma aftur til Føroya
við ikki færri enn 22 heiðursmerkj
um – 13 av gulli og níggju av silvuri.
Føroyski Bartal Poulsen, sum
umboðar Viby J í Danmark, varð
kosin til besta leikara í kappingini.
Vunnu 22 heiðursmerkir í Reykjavík
U13
Einmansleikur - dreingir
Silvur - Bjarti Samson Vang, HBF
Einmansleikur - dreingir B-bólkur
Gull - Lucas Gardar, MBF
Silvur - Dávid F. Berg, HBF
Einmansleikur - gentur
Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Einmansleikur - gentur B-bólkur
Gull - Birita Weihe Thomassen, HBF
Tvímansleikur - gentur
Gull - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
og Rakul Sørensen, ÍF
Blandaður tvímansleikur
Silvur - Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
og Bjarti Samson Vang, HBF
U15
Einmansleikur - gentur
Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Tvímansleikur - dreingir
Gull - Tórur Paulason, HBF og Steintór
Emil Svavarsson
Tvímansleikur - gentur
Gull - Adhya Nandi og Miriam í Grótinum,
HBF
Blandaður Tvímansleikur
Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
og Tórur Paulason, HBF
U17
Einmansleikur - dreingir
Gull - Jónas Djurhuus, HBF
Silvur - Árant á Mýrini, MBF
Einmansleikur - gentur
Gull - Sissal Thomsen, HBF
Tvímansleikur - dreingir
Gull - Rasmus Berg Petersen og Hákun
Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
Silvur - Hjalmar Gregersen og Regin
Gleðisheygg, ÍF
Blandaður tvímansleikur
Gull - Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus,
HBF
U19
Einmansleikur - dreingir
Gull - Bartal Poulsen, Viby J
Einmansleikur - gentur
Silvur - Gunnva Jacobsen, HBF
Tvímansleikur - dreingir
Gull - Bartal Poulsen, Viby J og Elís Tór
Dansson
Tvímansleikur - gentur
Gull - Sissal Thomsen og Gunnva
Jacobsen, HBF
Blandaður tvímansleikur
Silvur - Bartal Poulsen, Viby J og Gunnva
Jacobsen, HBF
HEIÐURSMERKIR