mánadagur 5. februar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Jóhan Troest Davidsen hevur í
vetur valt at skifta aftur til barn
dómsfelagið við Løkin. Eftir seks
ár í høvðusstaðnum við HB, hevur
hann valt at fara aftur til NSÍ.
Landsliðsmiðverjin er júst blivin
30 ár. Hann hevur nógv góð ár eftir.
Hann tekur sær væl av kroppinum
og hevur ein sunnan hugbruð til
fótbólt.
Runavíkingurin hevur spælt 35
landsdystir, verið partur av einum
av bestu árgangunum í føroyskum
fótbólti, har NSÍ eisini átti nógvar
góðar spælarar. Sum ungur er
millum teir bestu og hann hevur
framvegis aldur til unglingar, tá
hann verður úttikin til landsliðið
á fyrsta sinni. Jóhan Troest David
sen hevur eina lutfalsliga flotta
yrkisleið eftir føroyskum máti
stokki, men tað var ein tíð, tá hann
ætlaði sær nógv meir enn NSÍ, HB
og A-landsliðið.
Til Everton sum ungur
“Eg var tvørur og tað nyttaði einki
at siga nakað við meg. Eg hevði
sett mær fyri, at fara til Everton.”
Orðini eigur nú 30 ára gamli Jóhan
Troest Davidsen. Hann er gestur í
Fótbóltspanelinum, sum er á Rás2
hvønn fríggjadag millum klokkan
16 og 17.
Runavíkingurin er sum altíð
blíður og fryntligur. Hann er klárur
yvir, at hann verður spurdur um
sína avgerð, at fara til Everton sum
16 ára gamal. Hetta er í eini tíð, har
føroyskir spælarar hava stórar
dreymar. Eitt nú er Ingi Højsted
í Arsenal, meðan spælarar sum
Jákup á Borg og Jón Rói Jacobsen
hava verið til royndarvenjingar
í Liverpool. Serliga Jákup á Borg
metir í dag, at um hann spældi kort
ini rætt, so fekk hann sáttmála við
felagið tá.
Tað eru fleiri, ið royna at fortelja
unga runavíkinginum, at Everton
kanska ikki er eydnan, hóast talan
er um eitt stórt felag. Víst verður á,
at hann við at skifta til eitt minni
felag ger, at hann kann fáa lættari
við at fáa spælitíð í framtíðini. Tað
heldur ljóshærdi miðverjin lítið um.
-Eg helt sjálvur at eg var tann
besti. Tað er ein Jóhan Troest
Davidsen við stórum sjálvsáliti, ið
tekur avgerð um at fara til Everton.
Har var einki at gera., sigur Jóhan
Troest Davidsen í triðjapersóni um
seg sjálvan.
Spurdur um hann í dag heldur
at betri ráðgeving hevði hjálpt
honum, so er hann púra greiðir í
málinum.
-Nei, eg var tvørur og tað nytt
aði einki at siga nakað við meg.
Eg hevði sett mær fyri, at fara til
Everton, sigur Jóhan Troest David
sen og flennur.
Fótbóltshugurin blívur vekk
Jóhan Troest Davdsen flytur til
Liverpool, har Everton er frá. Býur
in er tá ikki at rokna sum nøkur
perla í Evropa – ikki ein gongd í
norðuronglandi, har Manchester
er at rokna sum metropolurin.
-Tað var ein kollvelting fyri, at
skula búgva í einum húsi saman við
fleiri øðrum spælarum, sum einki
annað mál høvdu í lívinum enn at
blíva fótbóltsspælarar. Og ta bleiv
tað kempa fyri hvønn dag, fortelur
føroyski landsliðsspælarin, sum tá
er um 16-17 ár í tí hálva øðrum ári
num hann er í Everton.
Hann býr millum annað í húsi
saman við James Vaughan, sum
er ynsgti málskjúttin í Premier
League søguni, og Victor Anichebe,
ið hevur spælt 131 dystir í Premier
League.
-Teir vóru teir stóru dreingirnir
í húsinum. Tað vóru teir, sum be
stemmaðu hvat vit aðrir skuldu
halda, fortelur Jóhan Troest David
sen.
Til venjing verður eisini lagt
nógv
fyri,
men
spælihátturin
passar ikki til føroyska miðverjan,
ið dámar væl at spæla bóltin.
-Eg slapp ikki at gera tað sum
mær dámdi best. Eg skuldi bara
brúka kroppin og skuldi inn at
berjast. Eg var eisini tann minsti
av okkum miðverjunum. Spakuliga
misti eg meg sjálvan vekk og skuldi
verið givin í Everton nógv fyrr enn
eg gjørdi. So hevði eg kanska givið
fótbóltinum ein kjans afturat og
havt yvirskot til tað, fortelur Jóhan
Troest Davidsen.
Hann leggur afturat, at spælarin,
sum kemur heim aftur í Everton, er
verri enn spælari, sum fór avstað
fyri hálvu øðrum ári síðani.
Rakið er broytt
Síðani hava Christian Mouritsen
(Manchester City) og Jóan Símun
Edmundsson (Newcastle) spælt
ungdómsfótbólt í stórum feløgum í
Evropa. Í báðum førum hevur leiðin
tikið teir aftur til føroyskan fótbólt.
Jóan Símun Edmundsson hevur
síðani vunnið seg fram í donskum
fótbólti, har hann í dag spælir við
OB í Superliguni í Danmark, meðan
Christian R. Mouritsen hevur spælt
við HB og B36 í Føroyum, umframt
eitt rend til Ísland.
Tað tykist tó sum rákið við at
fara til eitt stórt felag sum ungur er
farið. Tað er torført at meta um, um
tað er tilætlað, men hyggja vit at
spælarunum, ið fara av landinum í
løtuni, so er talan um smærri feløg.
Tað eru í dag ungir spælarar
í feløgum sum FC Midtjylland,
Molde, Florø og Sandess, meðan
Andrias Edmundsson er frávikið.
Hann spælir í Sunderland. Vit hava
eisini sæð spælarar sum Meinhard
E. Olsen, René S. Joensen, Hákun
Edmundsson og Hall Hansson verið
eitt skifti í Vendsyssel, sum spælir í
næstbestu deildini í Danmark.
Hvat kunnu vit læra?
Tað er ilt at siga, um tað finst eitt
rætt og eitt skeivt svar. Eisini um
tað finnast rættar og skeivar av
gerðir, tí tú kanst ongantíð royna
hina loysnina samstundis. Í hesum
førinum
heldur
Jóhan
Troest
Davidsen, at tað var ein feilur at
fara til eitt stórt felag sum ungur
føroyingur.
Vit hava eisini sæð, at fleiri
spælarar hava verið uttanlands
sum ungir, fyri síðani at koma
aftur til føroyskan fótbólt at
venda, og so fara víðari aftur. Her
eru Hallur Hansson og Jóan Símun
Edmundsson nokk bestu dømini.
Vit hava ikki sæð tað seinasta til
Jóhan Troest Davidsen enn. Hann
er 30 ár, heldur sær væl og hevur
gott fótbóltshøvd. Men vit kunnu
longu nú læra av støðuni hjá hon
um í Everton. At síggja til, so er lær
dómurin farin víðari.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Stórfeløg ikki altíð eydnan:
EIN FEILUR
AT FARA TIL
EVERTON
Tað sigur Jóhan Troest Davidsen, sum 16 ára gamal í 2004 skifti
tilveruna í NSÍ út við Premier League felagið, Everton. Lopið var
ov stórt og partarnir høvdu hvørsín hugburð til fótbólt. Eydnan
hevur ikki víst seg verið stórfeløg, fyri føroyskar fótbóltsútisetar