Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Vit meta øll liðini í Premier League frá 1 til 10 André Olsen 1. MANCHESTER CITY Eftir at fyrsta kappingarárið hjá Pep Guardiola í enskum fótbólti í fjør var heldur trilvandi, hevur gingið sum eftir ánni hjá Pep Guardiola og Manchester City hetta kappingarárið. Leikliga hevur Manchester City verið í serflokki í mun til hini liðini, sum serliga er komið til sjóndar ávísar dystir. Millum annað móti Manchester United og ímóti Chelsea. Manchester City hevur bert tapt ein dyst higartil, sum var á útivølli móti Liverpoool. Tað tykist eingin ivi vera um, at Manchester City fer at vinna Premier League, tá kappingin í mai endar. Tað er ilt at peika nakran út sum mest eyðsýndan hjá Manchester City, tá allir hava avrikað so væl sum teir hava gjørt – tó slepst undan at nevna leikarar sum Kevin de Bruyne og Raheem Sterling, ið hava verið í serflokki. Karakterur frá Sosialinum higartil hetta kappingarárið: 10 av 10 2. MANCHESTER UNITED Hóast nógvar atfinningar hava verið móti Manchester United hetta kappingarárið, er tað ein sannroynd, at Manchester United eftir teir fyrstu tríggjar fjórðingarnar av Premier League, er tættasti kappingarneyti hjá Manchester City um gull heiðursmerkini. Men leikliga hevur tað als ikki koyrt líka væl hjá Manchester United sum hjá grannunum í Manchester City. Tó hevur Manchester United duga væl at vunnið teir tepru sigrarnar, sum er ein stór dygd. Í fjør var júst tað ein trupulleiki, tá Manchester United spældi heili 15 javnleikir. Eydnast tað Manchester United at enda nummar tvey, hevur talan verið um góðkent kappingarár hjá José Mourinho í Manchester United. Hjá Manchester United hava bestu leikararnir hetta kappingarárið verið David de Gea og Antonio Valencia, umframt at Paul Pogba eisini hevur havt eitt gott kappingarár. Karakterur frá Sosialinum higartil hetta kappingarárið: 8 av 10 3. LIVERPOOL Liverpool hevur seinastu árini havt ein afturvendandi trupulleika. Tann trupulleikin hevur eisini verið galdandi hetta kappingarárið, har Liverpool sum oftast fær góð úrslit móti nærum øllum teimum ovastu liðunum, meðan Liverpool so brádliga snávar óvæntað móti onkrum av teimum lægru liðunum. Eitt dømi uppá tað var fyri fáum vikum síðani, tá Liverpool fyrst vann á heimavølli móti Manchester City og síðani tapti á útivølli móti Swansea. Hetta ger, at Liverpool ikki heilt er ført fyri at bjóða av móti Manchester City enn um meistaraheitið, men tað er lítil ivi um, at Liverpool hevur verið tað felagið hetta kappingarárið, sum hevur spælt besta fótbóltin aftaná Manchester City. Hjá Liverpool hevur innkeypið frá í summar, Mohamed Salah, verið í serflokki besti leikarin hetta kappingarárið. Karakterur frá Sosialinum higartil hetta kappingarárið: 8 av 10 PREMIER LEAGUE METING