mánadagur 5. februar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
4. CHELSEA
Verandi meistararnir í Chelsea
hava havt eitt heldur skuffandi
kappingarárið samanborið við í
fjør. Tað var tíðliga eitt sindur av
rumbuli rundanum Chelsea farna
summar, tá stjørnuáleyparin,
Diego Costa, streykaði við at spæla
fyri London felagið. Tað tóktist tó
ikki at vera tann stóri missurin í
byrjanini av kappingarárinum, tá
nýinnkeypti Alvaro Morata fekk
eina dreymabyrjan fyri Chelsea.
Men tað støðið hevur Alvaro
Morata ikki megna at hildið síðani.
Tað er serliga í álopspartinum at
trupulleikarnir hjá Chelsea hava
verið hetta kappingarárið, tí av
teimum seks ovastu liðunum
hevur Chelsea skorað fæst mál. Í
verjupartinum hevur hilnast væl.
Serliga væl hevur tað hilnast hjá
danska Andreas Christensen, ið
eitt sindur óvæntað hevur tikið
pláss á liðnum fyri David Luiz,
ið annars spældi sannførandi
seinasta kappingarárið.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
6 av 10
5. TOTTENHAM
Vóru nærmasti avbjóðari til
meistaraheitið í fjør, men eru í ár
langt frá meistaraheitinum. Tó er
Tottenham seinastu árini farið frá
at vera tann bleyta millumvøran,
til at teir nú vera tiknir í álvara.
Leikliga er Tottenham eisini
millum tey mest støðugu liðini í
Premier League, har teir sum heild
eru eitt av teimum liðunum, sum
eru mest á bóltinum til dystir í
Premier League.
Stóri spælarin hjá Tottenham
hetta kappingarárið hevur enn
einaferð verið Harry Kane, ið eisini
er toppskjútti í Premier League.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
6 av 10
6. ARSENAL
Arsenal er seinastu árini farið frá
at vera eitt støðugt topp fýra felag,
til nú at vera eitt felag, sum hevur
trupulleikar við at vinna sær sætið
millum tey ovastu liðini. Tað tykist
eisini at vera ein av orsøkunum til,
at Alexis Sanchez fyri fáum viku
síðani valdi at skifta frá Arsenal
til Manchester United. Higartil
hevur Arsenal hetta kappingarárið
avrika margháttligt. Viðhvørt sær
Arsenal leikliga út til at vera tað
besta liðið í Premier League, og
aðrar løtur kennir man als ikki
sama Arsenal lið aftur. Tað tykist
tó ógvuliga sannlíkt, at Arsenal
aftur í ár fer at enda uttanfyri
topp fýra pláss í Premier League,
og so er spurningurin hvussu
leingi Arsene Wenger fer at halda
sum venjari hjá Arsenal afturat.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
5 av 10
7. BURNLEY
Burnley eru størsta yvirraskilsi
í Premier League hetta
kappingarárið, og eru í løtuni
nærmastu avbjóðarar hjá teimum
seks stóru feløgunum í Premier
League. Í fjør endaði Burnley á
einum 16’inda plássi í deildini, og
hetta kappingarárið hevur felagið
tikið seg nógv fram. Hóast fáir
kendir profilar eru á liðnum hjá
Burnley, fær Burnley góð úrslit
móti flest øllum liðunum í Premier
League. Tað er serliga góða
organisatiónin, ið tryggjar Burnley
góðu úrslitini, tí Burnley hevur
bert skotið 21 mál í teimum fyrstu
26 dystunum, meðan tað einans
eru farin 23 mál ígjøgnum.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
9 av 10
8. LEICESTER
Leicester fekk ikki tí bestu
byrjanina uppá hetta kappingarárið,
men síðani franski Claude Puel
hevur tikið yvir í felagnum,
hevur gingið støðugt framá. Tá
Claude Puel tók yvir í oktober
í 2017 stríddist Leicester í
niðurflytingarstríðnum av deildini.
Í dag kappast Leicester um at enda
á plássi sum gevur altjóða luttøku
til komandi kappingarár.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
7 av 10
9. BOURNEMOUTH
Lítla enska felagið við vældámda
Eddie Howe sum venjara, hevur
enn einaferð gongd í einum góðum
kappingarárið í Premier League
hetta kappingarárið. Bournemouth
fekk eina keðiliga byrjan uppá
kappingina, men hevur fingið vent
gongdini. Seinastu vikurnar hevur
Bournemouth verið millum tey
mest formsterku feløgini í Premier
League, og í løtuni liggur felagið á
einum níggjunda plássi.
Karaterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
7 av 10
10. EVERTON
Kappingarárið hjá Everton hevur
verið tvíbýtt. Tað hevur verið
tíðarskeiðið undir Ronald Koeman,
og síðani verið tíðarskeiðið undir
Sam Allardyce. Undir Ronald
Koeman fekk Everton eina
vánaliga byrjan, og var hótt av
niðurflytingarstríðnum leingi.
Men síðani Sam Allardyce hevur
tikið yvir í Everton, hevur gingið
heldur betur. Felagið brúkti tó í
summar nógvar pengar, og hevði
helst sett nøsina upp eftir meira
enn einari plasering á tíggjunda
plássi í deildini.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
5 av 10
11. WATFORD
Watford hevur seinastu árini havt
nógvar venjarar, og hevur hetta
kappingarárið eisini einaferð
skift venjaran. Tað gjørdu teir
seinast í januar, tá vældámdi
Marco Silva var koyrdur til hús,
hóast Watford tá lá mitt í deildini
í Premier League. Síðani hevur
spanski Javi Gracia tikið yvir, og
í trimum royndum hjá honum,
hevur higartil ikki eydnast honum
at vunnið ein dyst við Watford.
Í mun til at Watford fyri fáum
árum síðani var eitt felag, sum
støðugt lá í botninum av Premier
League ella í næstbestu deildini,
hevur Watford hesi seinnu árini
stabilisera seg í Premier League.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
6 av 10
12. WEST HAM
Eins og hjá Everton, hevur
kappingarárið hjá West Ham í
ár eisini verið tvíbýtt. Tað hevur
verið tíðarskeiðið undir Slaven
Bilic, og síðani verið tíðarskeiðið
undir David Moyes. Undir
Slaven Bilic gekk illa hjá West
Ham hetta kappingarárið, har
serliga nýinnkeypini høvdu tað
trupult við at sláa til í deildini.
Men síðani David Moyes hevur
tikið yvir í London felagnum,
hevur West Ham støðugt flutt
seg vekk úr botninum. Men eins
og hjá Everton, hevði West Ham
helst størri málsetning undan
kappingarárinum, enn tað teir
hava avrikað í ár.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
5 av 10
13. BRIGHTON
Saman við Burnley hava
uppflytararnir úr Brighton verið
stóra yvirraskilsi í Premier League
hetta kappingarárið. Undir leiðslu
av Chris Hughton, sum á sinni
keypti Jóan Símun Edmundsson
til Newcastle, hevur Brighton
verið tað av teimum trimum
uppflytaraliðunum, sum higartil
hevur klárað seg best í Premier
League. Serliga týski Pascal Gross
hevur verið eyðsýndur á liðnum
hjá Brighton hetta kappingarárið.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
7 av 10
14. CRYSTAL PALACE
Tað sá leingi út til at Crystal
Palace hevði beina kós niður í
næstbestu ensku deildina, men
seinastu tveir mánaðirnar er
gongdin hjá London felagnum
av álvara vend. Undir leiðslu
av Roy Hodgson, hevur Crystal
Palace aftur fingið samband
við hini feløgini í botninum
av kappingini, og í løtuni
er Crystal Palace omanfyri
niðurflytingarstrikuna. Tó er
lítið, ið skilir feløgini í botninum
av deildini.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
5 av 10
15. SOUTHAMPTON
Southampton, sum seinastu árini
hevur fótað sær sum eitt Premier
League lið í miðjuni ella beint
omanfyri miðjuna, hevur í ár havt
eitt skuffandi kappingarár í mun
til undanfarnu árini. Í løtuni er
Southampton av álvara hótt av
botninum av deildini, og í løtuni er
stórt trýst á spanska venjaranum
hjá Southampton, Mauricio
Pellegrino. Um vikuskiftið fingu
hann og Southampton tó ein
kærkomnan 3-2 sigur móti West
Bromwich.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
3 av 10
16. NEWCASTLE
Málsetningurin hjá Rafael Benitez
og Newcastle sum uppflytarar til
hetta kappingarárið, hevur alla
tíðina verið, at felagið skal klára at
yvirliva í niðurflytingarstríðnum
av deildini. Higartil heldur
tann málsetningurin, hóast at
kappingin í botninum í løtuni
er ógvuliga hørð. Í løtuni er
Newcastle eitt stig røttu megin
niðurflytingarstrikuna. Fyri
fótbóltin í norður-økinum av
Onglandi, hevur tað stóran
týdning, at Newcastle aftur klárar
at stabilisera seg í deildini, og har
tykist Rafa Benitez vera tann rætti
maðurin.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
5 av 10
17. SWANSEA
Hjá Swansea hevur kappingarárið
mint um tað hjá Crystal
Palace. Har hevur ein partur
av kappingarárinum verið
ógvuliga kreppuraktur, meðan
tann seinasta tíðin hevur verið
góðkend. Í løtuni er tað heldur
ótrúligt at Swansea aftur er
omanfyri niðurflytingarstrikuna,
eftir at tað eitt tíðarskeið í 2017
tóktist nærum vera ómøguligt.
Reyði tráðurin í Swansea, sum
gjørdi walisiska felagið serstakliga
sjamerandi fyri fáum árum síðani
við einum serligum spælistíli,
tykist tó ikki síggjast aftur í
walisiska felagnum í løtuni.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
4 av 10
18. STOKE
Stoke, sum seinastu nógvu
árini hevur spælt í Premier
League, er í løtuni í tungum
sjógvi. Fyri stuttari tíð síðani
koyrdi Stoke venjaran Mark
Hughes, sum annars var væl
dámdur í enska felagnum, til
hús eftir eina røð við keðiligum
úrslitum. Í løtuni er Stoke undir
niðurflytingarstrikuni, sum er
væl undir tað, sum var væntað av
Stoke undan kappingarárinum.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
2 av 10
19. HUDDERSFIELD
Uppflytararnir úr Huddersfield
fingu eina flúgvandi byrjan uppá
kappingarárið í Premier League,
men eru seinastu mánaðirnar
støðugt farnir niður eftir á
stigatalvuni í Premier League.
Í løtuni er Huddersfield næst
niðast í Premier League, og sum
avrikini hava verið seinastu
tíðina, skal tað vera ógvuliga
løgið, um Huddersfield komandi
kappingarár ikki verður at síggja
í næstbestu ensku deildini. Tó
var væntandi at Huddersfield
fór at stríðast í botninum hetta
kappingarárið.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
3 av 10
20. WEST BROMWICH
Eitt sindur óvæntað liggur
West Bromwich í løtuni greitt
niðast í Premier League. Felagið
hevur heili fimm stig upp til
niðurflytingarstrikuna. Men
seinastu tíðina hava úrslitini
verið heldur betur hjá West
Bromwich. Tað hevur serliga verið
aftaná at Alan Pardew yvirtók
venjarastarvið í West Bromwich.
Tað er tí væntandi at West
Bromwich fer at gera kappingina í
botnstríðnum uppaftur harðari ta
komandi tíðina.
Karakterur frá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið:
2 av 10
Ársins lið hjá
Sosialinum higartil
hetta kappingarárið
(4-2-3-1)
David de Gea
(Manchester United)
Antonio Valencia
(Manchester United)
Andreas Christensen
(Chelsea)
Nicolas Otamendi
(Manchester City)
Marcos Alonso
(Chelsea)
Fernandinho
(Manchester City)
Kevin de Bruyne
(Manchester City)
Mohamed Salah
(Liverpool)
Raheem Sterling
(Manchester City)
Leroy Sané
(Manchester City)
Harry Kane
(Tottenham)