mánadagur 5. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mildrið Jacobsen
H71 er best umboðað í steypa
finalunum í ungdómsdeildunum.
Heili átta lið hjá hondbóltsfelagnum
í Hoyvík hava tryggjað sær pláss
í steypafinalunum, sum verða í
ítróttarhøllini á Hálsi tann 17. og 18.
februar.
Bæði í dreingjadeildini og í
gentudeildini er H71 annað finalu
liðið í øllum aldursbólkum uttan
hjá teimum yngstu gentunum og
dreingjunum. Hoyvíkingar vóru
eisini í hálvfinalunum hjá gentum
og dreingjum 10 ár, og høvdu um
vikuskiftið møguleika at spæla seg
í allar steypafinalurnar hjá teimum
yngru, men tað eydnaðist kortini
ikki.
Eisini Neistin hevur fingið nógv
lið í steypafinalurnar í ár. Seks lið
hjá næststørsta felagnum í landi
num hava spælt seg í finalurnar.
Tey bæði stóru hondbóltsfeløg
ini í Tórshavnar kommunu eru so
væl umboðað, at helvtin av teim
um 10 finalunum í yngru aldurs
bólkunum verða millum lið hjá H71
og Neistanum.
Skikkaðir ungdómsvenjarar
Forkvinnurnar í báðum hond
bóltsfeløgunum eru samdar um, at
høvuðsorsøkin til, at yngru liðini
standa seg so væl, er, at feløgini
hava sett vælútbúnar venjarar
at standa á odda fyri og leggja til
rættis venjingina hjá børnum og
ungum.
Í Hoyvík er tað ikki nakað
nýtt, at yngru liðini fáa sera góð
úrslit bæði í landskappingini og
í steypakappingini. Í fjør vann
H71 fýra av fimm steypafinalum
í yngru deildunum, og árið fyri
vunnu ungdómsliðini hjá H71 sjey
av teimum átta steypafinalunum,
sum hoyvíkingar vóru við í.
Anna Dam, sum er forkvinna
í H71, sigur, at góða gongdin hjá
liðunum hjá felagnum er úrslit av,
at H71 fyri fleiri árum síðani gjørdi
av at seta ungdómsvenjara at skipa
fyri venjingini.
- Vantandi hallartímar er tann
størsta forðingin fyri menning. Vit
sóu, at vit høvdu ongan møguleika
at nøkta tørvin á venjing. Fyri at
fáa sum mest burtur úr teimum
tímunum, sum eru, settu vit fólk
í starv til burturav at taka sær av
venjingini hjá yngru liðunum, sum
so kundu byrja at venja tíðliga
seinnapart, sigur Anna Dam.
Hon vísir samstundis á, at
krøvini eru stór í dag bæði frá for
eldrum og spælarum, sum vilja
hava skikkaðar venjarar. Og í H71
hava tey verið ómetaliga heppin
við útlendsku venjarunum, sum tey
hava havt, sigur Anna Dam.
Serliga fegin eru tey um at hava
danan Mark Marcher í felagnum.
Mark Marcher, sum hevur høvuðs
ábyrgdina av ungdómsliðunum,
hevur verið ungdómsvenjari hjá
H71 tey seinastu árini, og sam
bært forkvinnuni í H71 hevur
hann størsta partin av æruni av,
at H71 hevur heili átta lið í steypa
finalunum. Eisini halda tey seg
hava verið heppin við høvuðs
venjaranum
Sonni
Larsen,
ið
eisini er uppi í venjingini í yngru
deildunum.
Somu royndir í Neistanum
Sigursvanda felagið Neistin hevur
tey seinastu nógvini árini ikki havt
serliga góð úrslit í yngru deildunum
hvørki í landskappingini ella í
steypakappingini.
Í fjør hevði Neistin bara lið í
tveimum steypafinalum í yngru
deildunum, og tað sama gjørdi seg
galdandi árini frammanundan.
Men í ár er støðan ein heilt
onnur, og hesa ferð hava seks lið
í yngru deildunum tryggjað sær
pláss í steypafinalunum. Súna
Mørk, sum er forkvinna í hond
bóltsfelagnum Neistanum heldur,
at hetta er úrslit av, at felagið tey
seinnu árini miðvíst hevur bygt
upp ungdómsarbeiðið. Fyri hálvum
triðja ári síðani varð avgerð tikin
um at seta bretan Scott Harrington
í starv sum ungdómsvenjara, og tað
sæst aftur nú, heldur Súna Mørk.
- Tað er hesum arbeiði, sum vit
síggja úrslitið av, nú vit hava fingið
so nógv fleiri lið í steypafinalurnar
í ár enn tey undanfarnu árini, sigur
Súna Mørk.
- Miðvíst ungdómsarbeiðið og
venjaratoymini, sum hava verið
um ungdómin tey seinastu árini,
geva úrslit nú, sigur forkvinnan í
Neistanum og vísir á, at eisini aðrir
venjarar í felagnum hava lært nógv
av Scott Harrington, sum hevur
lagt teimum lag á.
Eldri spælarar eru venjarar
Í H71 hava tey góðar royndir av at
hava nógvar venjarar í hvørjum ein
støkum aldursbólki bæði í gentu
deildini og í dreingjadeildini. Um
framt
høvuðsungdómsvenjaran
Mark Marcher eru at kalla allir
spælarar á liðunum í fremstu deild
unum hjá monnum og kvinnum
venjarar og hjálparfólk í teimum
yngru aldursbólkunum.
-Tað gevur felagnum nógv, at
spælararnir í bestu deildini kenna
børnini í felagnum og øvut. Vit fáa
fleiri fólk í høllina, og undirtøkan
millum foreldur er eisini størri
til at savna inn pening til at seta
høvuðsvenjarar, tá tey vita, at
børnini eisini fáa nakað burtur úr
tí, sigur Anna Dam.
Eisini hevur H71 lagt seg eftir, at
teir ymisku aldursbólkarnir venja
saman við eldri leikarum, soleiðis
at tey alla tíðina fáa avbjóðingar.
Ungdómsfinalur:
Miðvíst ungdómsarbeiði gevur úrslit, siga forkvinnurnar
í hondbóltsfeløgunum H71 og Neistanum. Tey bæði
størstu hondbóltsfeløgini í landinum hava tilsamans
14 lið í 10 steypafinalum hjá børnum og ungum
HONDBÓLTUR
H71 OG NEISTIN
NÓGV FLEST
FINALULIÐ