Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sami leistur verður brúktur í Neistanum. Styrkivenjing í øllum aldursbólkum Forkvinnan í H71 heldur, at størsta or­søkin til, at hondbóltsfelagið í Hoyvík skarar framúr og fær so góð úrslit ár eftir ár, er, at felag­ið hevur lagt stóran dent á krops­liga venjing í fleiri ár. Skipað verð­ur fyri kropsligari venjing við fim­leika­venjara heilt niður til tey 12 ára gomlu, og tá tey flyta upp í aldursbókin 14 ár verður farið undir bein­ leiðis styrkivenjing. -Tað hevur flutt okkum nógv og gevur úrslit, sigur Anna Dam. Hon nevnir sum dømi, at 15 ára gaml­ir dreingir hjá H71, sum vóru við í kapping í Lund beint fyri ársskiftið, vóru minst líka væl um ikki betri fyri kropsliga enn hini liðini í kapp­ingini. Grundleggjandi góða venjingin í H71 sást eisini aftur, tá H71 var við í Partille Cup í Svøríki í fjør. Tá komu trý lið í A-finalurnar í heimsins størstu hondbóltskapping fyri ung. Stór tilgongd Ein onnur orsøk til, at tað gongur væl í H71, er, at tilgongdin er sera stór. Eitt nú hava tey ikki færri enn trý lið við í dreingjum 16. Á gentu­ síðuni hevur H71 ikki staðið seg eins væl og hjá dreingjunum, men eisini har er øgiliga stór tilgongd. Tey hava heili 40 gentur til venjing í aldursbólkinum 10 ár. H71 er størsta hondbóltsfelagið í landinum við umleið 400 limum. Felag­ið í Hoyvík hevur 28 lið í lands­kappingini. Neistin er í høl­ un­um á H71 við eini 350 limum. 25 lið hjá Neistanum eru við í lands­ kappingini í vetur. Súna Mørk sigur, at felagið megnar at varðveita talið á spælar­ um, hóast børnini hava tvey onnur feløg í at velja í Havn umframt eitt felag í Hoyvík. Men vit skulu alla tíðina hugsa um, hvat vit skulu gera, fyri at hini feløgini ikki skulu fara við spælarunum, sigur forkvinnan í Neistanum. Hon sigur, at tað hevur stór­ an týdning fyri felagið, at tað hevur eydnast at fingið seks lið við í steypafinalurnar í ung­dóms­ deildini. - Venjararnir í felagnum leggja nógv fyri at fáa liðini á gula gólvið, og tað merkist aftur á børnunum, sig­ur Súna Mørk. Steypafinalurnar í ung­dóms­ deildini verða í høllini á Hálsi tann 17. og 18. februar. Gentur 18 og dreingir 18 spæla leygardagin 17. februar, og hini aldursbólkarnir spæla dagin eftir. mildrid@sosialurin.fo Finalurnar í Faxe Kondi steypakappingini hjá ungdómsdeildini í 2018 Leygardagin 17. februar: G18 kl. 18.00: Neistin – H71 D18 kl. 19.30: Neistin – H71 Sunnudagin 18. februar: G10 kl. 12.50: Kyndil – VÍF D10 kl. 13.30: Neistin – VÍF G12 kl. 14.10: H71 – STÍF D12 kl. 15.00: H71 – VÍF G14 kl. 15.50: H71 – Neistin D14 kl. 16.50: H71 – Kyndil/ÍA G16 kl. 17.50: H71 – Neistin D16 kl. 19.25: H71 - Neistin Vinnarar í Faxe Kondi steypakappingini hjá ungdómsdeildini í 2017 D18: H71 D16: Neistin D14: H71 D12: H71 D10: Tjaldur G17: H71 G14: H71 G12: Neistin a G10: VÍF