mánadagur 5. februar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
33 ára gamli høgri bakkurin
hjá føroyameistarunum í
Víkingi, Gert Hansen, boðar
frá, at hann gevst við at
spæla fótbólt. Orsøkin er, at
hann hevur ilt við at sleppa
av við ein skaða í knænum.
TB/FCS/Royn fær styrk úr
Serbia, haðani 27 ára gamli
Ibrahim Arifovic er komin
til Føroya og hevur gjørt
sáttmála. Hann er lámur
og kann spæla bæði vinstri
bakkur og vinstri vongur.
Stjørnan leingir um
samstarvið við danska
venjaran, Per Klarup, og
rumenska málverjan,
Raluca Ungureanu, soleiðis
at tey bæði eisini vera at
síggja í Klaksvík komandi
kappingarár.
Tað er søguligur dagur í
Vági, har nýggja marghøllin
er liðug og verður tikin
í nýtslu. Hetta er fyrsta
innandura fótbóltshøll í
Føroyum og verður mett sum
frambrot í føroyskum ítrótti.
FC Midtjylland og eitt
turkiskt felag bjóða upp á
Jóan Símun Edmundsson,
sum verður sáttmálaleysur
í summar, men núverandi
felag hansara, OB, velur ikki
at taka av.
TB setir nýggjan
høvuðsungdómsvenjara
í starv. Hann eitur John
Petersen, er úr Danmark og
er 34 ára gamal. Hann hevur
verið venjari í 17 ár og hevur
seinast havt venjarastarv í
Køge.
Hálvfinalistarnir í
steypahondbólti eru funnir.
Teir eru VÍF, H71, Kyndil og
VB hjá kvinnum, og Neistin,
Kyndil, VÍF og H71 hjá
monnum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
- Bartal Eliasen (ÍF) um at FBF hevur flutt
allar fýra hálvfinalurnar til KÍ-høllina
- Dermot Gallagher, dómaraserfrøðingur hjá
Sky, eftir Liverpool-Tottenham í gjár
Vit liva í einum dreymaheimi, um vit vænta,
at dómarar skulu døma alt rætt, men tær
báðar avgerandi støðurnar í dystinum í
dag avgreiddi dómaratoymið púra rætt
Hetta, sum er farið fram nú, eigur at verða tikið
upp. At flyta hana yvir í KÍ-høllina er so billbýtt, tí
hon er nógv verri at spæla í enn Badmintonhøllin
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Gunnva Jacobsen
Aldur: 18
Yrki: Badminton
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Suðurkorea
2. Everton
3. Armenia
4. Scott Harrington
5. Ole Einar Bjørndalen
6. 17
7. Peter Krogh
8. Uni og Hannis Wardum
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Í hvørjum landi er vetrar-OL í ár?
2 Hvørjum enskum felagi hevur Jóhan Troest Davidsen
spælt við?
3 Úr hvørjum landi er Henrikh Mkhitaryan?
4 Hvussu eitur fyrrverandi enski Neista-venjarin, ið
júst er uppsagdur í Kina?
5 Hvussu eitur norski skíðarin, ið hevur vunnið flest
heiðursmerkir í vetrar-OL?
6 Hvat nummar hevur Hallur Hansson í AC Horsens?
7 Hvussu eitur danski H71-stórskjúttin, ið júst er
afturkomin úr Skive?
8 Hvussu eita tvíburðarnir á myndini, ið er kent
dómarapar í føroyskum hondbólti?
Myndin hesa vikuna:
Hey Gunnva! Hvussu hevur
gingist hjá tær í Reykjavík
International Games?
- Hey! Tað hevur gingist væl.
Eg havi spælt nógvar tættar og
spennandi
dystir.
Saman
við
Sissal Thomsen vann eg gull í
tvímansleiki U19, og saman við
Bartal Poulsen fekk eg silvur í
blandaðum tvímansleiki U19. Í
einmansleiki vann eg eisini silvur
í U19.
Hvussu hava føroysku
avrikini annars
verið sum heild?
- Føroyingar hava klárað seg sera
væl til hesa kappingina í øllum
árgangunum. Vit hava tikið nógv
heiðursmerki við heim, og Føroyar
hava verið væl umboðaðar.
Hvussu er støðið í
hesari kappingini, og
fáa tit nógv burturúr?
- Støðið samsvarar væl við støðið
í Føroyum. Tað eru nógvir tættir
og góðir dystir at síggja í høllini.
Tað er sera mennandi at luttaka
í slíkari kapping og spæla ímóti
øðrum leikarum.
Hvussu ofta venur
tú badminton?
- Eg venji fýra ferðir um vikuna
badminton í høllini. Eisini eri eg
umleið 2-3 ferðir um vikuna í Burn.
Hvat er næst á skránni hjá
føroyskum badmtinton?
- Fyri ungdómslandsliðið verður
tað Yonex Cup í Berlin, sum
verður spælt á páskum. Senior
landsliðið
fer
møguliga
at
luttaka í EM-undankapping, men
annars arbeiða vit fram ímóti
oyggjaleikunum, sum verða í 2019.
Doug Pederson, venjari hjá Philadelphia Eagles, tekur ímóti Vince Lombardi-steypinum
eftir Super Bowl-sigurin ímóti New England Patriots gjáranáttina