Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. februar 2018 · Nr. 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Eftir fýra mánaðar sum hjálp­ar­venjari á kinesiska kvinnu­landslið­num í hond­ bólti, fekk fyrr­verandi før­ oyski lands­liðs­venjarin, Scott Harr­ing­ton, í sein­astu viku boð um at hann ikki longur var hjálpar­venjari hjá kin­es­iska hond­bólts­lands­lið­ num. Kinesiska hond­bólts­ sam­bandið ynskti at byrja av nýggjum, og at royna eina øðrvísi kós. Tí vóru stórar broyt­ingar framd­ar á venjara­síðuni, sum Scott Harrington og høvuðs­ venjarin – ein dani, ið kallast Jesper - vóru raktir av. Øðrvísi leiðslustílur Scott Harrington sigur, at leiðslustílurin í Kina er ógvu­ liga ólíkur tí, ið vit kenna frá leiðslustílum í europeiskum samanhangum. Mín meining er, at góðir leiðarar inspirera, stuðla og eru rundanum ein venjarahóp og ein spælara­ hóp. At teir inspirera leikar­ ar­nar til at koma út við sínum tankum og siga sína er­ligu meining, uttan at leikar­arnir skulu revsast fyri at gera tað. At góðir leiðarar hava integritet; eru erligir, fair og fara við øðrum, sum teir sjálvir høvdu ynskt, at farið var við teimum. Eisini haldi eg at góðir leiðarar skulu greiða frá um ætlanir, og skulu eftirmeta gongd hjá leikarum og venjarum. Fyri at siga tað soleiðis, so vóru øll hesi viðurskiftini ikki gald­ andi hjá okkara leiðarum í Kina, og tað tykist mær sum um, at tað er nokkso gjøgnum­gangandi soleiðis í tí kinesisku mentanini, sigur Scott Harrington. Størri spennið millum føroyskar hondbóltsspælarar Tá spurt verður um, hvør størsti munurin er á kin­es­ isk­um hond­bólts­spæl­ar­um og føroyskum hond­bólts­ spælarum, upp­livdi Scott Harrington, at størsti mun­ urin er, at størri spenn­ið er millum føroyskar hond­bólts­ spælar­ar í mun til kinesiskar hond­bólts­spælar­ar. Í Føroyum var spennið rættuliga stórt í mun til í Kina, har allir leikararnir mintu nógv um hvønn annan í dygd. Eisini var disiplin­in heilt øðrvísi hjá teimum kinesiskum leikar­ um, har tær gjørdu alt sum varð sagt, uttan at seta spurn­ar­tekin við tað. Eg kundi tildømis havt biðið tær runnið gjøgnum ein vegg, og tær høvdu gjørt tað. Í Føroyum høvdu leikar­ ar­nir sett spurnartekin við tað. Í Føroyum eru tað nakrir leikarar, sum eru ser­stak­liga dedidkeraðir og displiner­ aðir, aðrir eru meira kreativir og summir eru bara nøgdir við at vera í tí sum kallast ”comfort zone”. So spennið er nógv meira vítt í Føroyum enn har. Angrar ikki avbjóðingina Scott Harrington angrar tó ikki at hann tók av upp­ gávuni í kinesisksum hond­ bólti. Honum dámar best alla tíðina at hava avbjóðingar, og ikki at vera í ”comfort zone”. Tað kendi hann, at hann var komin í í Føroyum. Óansæð um tú ert spælari ella venjari, haldi eg at tú lærir best, tá tú ert uttan­ fyri tað sum kallast com­fort zone. Tað ræður um at finna javnvágina millum trygg­ leika og avbjóðingar, og ongantíð at gerast ov kom­ fort­abul. Í Føroyum byrjaði eg at kenna á mær, at eg var ov komfortabul, sum kundi verða ein trupulleiki hjá leikarunum, sum eg arbeiddi við. Tí hevur upplivingin í Kina verið ein góð roynd. Eg havi millum annað uppliva eitt HM endaspæl, arbeitt við heimsklassa venjarum og møtt fólki sum síggja hond­ bólt frá einum øðrvísi vinkli. Tað hevur eisini givið mær nógv, sigur Scott Harrington. Scott Harrington útihýsir ikki, at hann kann venda aftur til føroyskan hondbólt. Í løtuni eru allar dyr opnar, sigur enski venjarin at enda. t Tað var áhugavert at hava Jóhan Troest Tað sigur Scott Harrington um munin millum føroyskar og kinesiskar hondbóltsspælarar. Eisini greiðir Scott Harrington frá, hvussu hann upplivdi tíðina í kinesiskum hondbólti STØRSTI MUNURIN ER VÍÐA SPENNIÐ Í FØROYUM Davidsen sum gest í Fótbóltspanelinum á Rás2. Tað er ein sending hvønn fríggjadag, har tað verður tosað fótbólt í eina tíma. Tað er ymiskt hvat evnið er og mangan koma vit bara inn á eitt ávíst evnið, uttan at tað er beinleiðis avtalað frammanundan. Soleiðis var í hesum førinum. Sum 16 ára gamal fór Jóhan Troest Davidsen til Everton, men eg kann ikki minnast at tað hevur verið tosað so nógv um tað. Tí helt eg tað var áhugvert at fáa hann at greiða frá hvussu hann upplivdi tað. Tað var áhugavert at hoyra hvussu hann helt í stuttum, at tað var ein feilur og segði bart út, at ongin hevði kunnað tosað hann frá tí. Tað haldi eg var áhugavert, tí hann kundi bara givið øllum øðrum skyldina. Vit hava havt fýra spælarar í stórum feløgum sum ungdómsspælarar, umframt Gunnar Nielsen, ið spældi í Manchester City á sinni. Ongin av teimum hevur fingið sítt gjøgnumbrot í tí felagnum, men tað er ikki so løgið, tí í flestu feløgunum er tað sera avmarkað hvussu nógvir spælarar sleppa gjøgnum nálareygað. Ein teirra er Harry Kane, sum í gjár skoraði sítt mál nummar 100 í Premier League. Men hann bleiv eisini útleigaður fleiri ferðir og fær ikki sítt gjøgnumbrot, fyrr enn Tottenham spælir í Europa League, har stóru feløgini mangan brúka sínar eykaspælarar. Eg haldi hann kavaði til sítt fyrra bortsspark, og tað seinna var eisini bíligt, men eg haldi eisini við Liverpool. Men tað sum eg vildi við hesum var, at tað er ikki altíð gott tá ungir spælarar fara til stórfeløg. Minni ger tað eisini. Í løtuni síggja vit fleiri av okkara spælarum mennast í størri og minni feløgum í norðurlondum. Tað ger mun á A-landsliðnum. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur: