týsdagur 6. februar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tað kann tykast løgið, men
í stóru turrdokkini hjá Mest
á Skála eru teir í ferð við eitt
stórt stoypiarbediði.
Talan er um tvær stórar
sonevndar
kistur,
sum
skulu brúkast í samband
við útbyggingini av havnini
í Havn.
J & K Petersen hava gjørt
sáttmála
við
Tórshavnar
havn um at standa fyri stóru
útbyggingini av havnini.
Ein partur av arbeiðnum
er at gera tvær sonevndar
kistur, sum skulu standa við
endan á grótkastinum, sum
júst nú verður lagt út. Talan
er um tvær risastórar kistur,
sum júst nú verða stoyptar í
turrdokkini á Skála.
Kisturnar viga ávikavist
1300 og 1200 tons, tá ið tær
eru gjørdar lidnar. Tær eru
18 metrar í diametur og onn
ur er 18 metrar høg og hin er
14,5 metrar høg.
Kisturnar
eru
gjørdar
soleiðis, at tær flóta til tær
koma á staðið, har tær skulu
setast niður. So verða tær
fyltar við gróti og sjógvi.
-Tað er sjálvandi avger
andi, at tær flóta, tá ið tær
eru liðugt stoyptar og vit
skulu hava tær út úr turr
dokkini, sigur Eyðfinn Len
vig, tøknileiðari hjá J & K
Petersen.
Tað skal eitt stórt útrokn
ingararbeiðið til, so alt gong
ur eftir ætlan, bæði við
stødd, vekt og vektfyllu.
Saman við J & K hava
bæði Landsbyggifelagið og
Mest verið partur í útrokn
ingararbeiðnum.
Kisturnar standa innast
í turrdokkini á Skála. Eini
krani er settur upp, so betong
kann flytast í kisturnar.
Nógv jarnbinding fer fram
niðri í dokkini, men alt skal
passa saman, so vektfyllan
heldur og kisturnar flóta, tá
ið sjógvur aftur verður latin
í dokkina.
Dokkin á Skála er so stór,
at sjálvt um hesar báðar
kisturnar verða stoyptar - og
tær fylla rættuliga nógv – so
er eisini pláss til at ein stórur
grønlendskur trolari verður
umvældur í dokkini.
Stórur sáttmáli
Stóra havnaútbyggingin í
Havn er mett at taka trý ár
at gera.
J & K fekk sáttmálan at
gera
havnaútbyggingina
og avtalan við Tórshavnar
Havn er, at hetta fer at kosta
386 milljónir krónur.
Hetta er stórt arbeiðið
Til dømis skulu 3,1 milljónir
rúmmetrar av gróti flytast av
Glyvursnesi og til havnina.
Higartil hava teir ført grót
í einar 10-11 mánaðir og 1,3
milljónir
rúmmetrar
eru
higartil fluttir.
Í byggitíðini hevur byggi
felag 60-70 fólk í arbeiði á
hesi verkætlanini.
Tað mest spennandi júst
nú eru kisturnar á Skála.
-Ætlanin er, at tær skulu
setast niður í juni/juli – altso
í summar. Tá verður spenn
andi at síggja, hvussu tað fer
at ganga at sleipa kisturnar
uppá pláss og seta tær niður,
sigur Eyðfinn Lenvig.
Hann sigur, at teir hava
gjørt avtalu við Mest um at
syrgja fyri at sleipa kisturnar
av Skála og suður á nýggja
havnarlagið í Havn.
-Vit hava ongantíð gjørt
so stórar kistur fyrr, men vit
hava einaferð áður gjørt tað
sama við eina minni kistu til
havnina í Nólsoy. Hetta er
bara nógv størri, sigurt Eyð
finn Lenvig.
J & K hava eisini áður
gjørt kistur á havnarlagnum
í Leirvík. Tær vigaðu 74
tons, so tá bar til at seta tær
á sjógv við einum stórum
krana.
-Hesar kisturnar eru so
stórar, at her var neyðugt at
finna onkra aðra loysn – og
tað var so at stoypa og bygg
ja tær í turrdokkini á Skála,
leggur hann afturat.
BYGGJA KISTUR TIL HAVN
Í TURRDOKKINI Á SKÁLA
Longu nú eru teir farnir undir at stoypa stóru endarnar á grótkastinum í Havn
Hetta er størsta verkætlan hjá J & K nakrantíð
Her niðri í turrdxokkini á Skála verða tær báðar risastóru kisturnar stoyptar