Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar – Hevði eg ikki havt arbeitt á Psyk­i­atrisku deild, hevði eg ikki verið tann persónurin, eg eri, tí psykiatriin hev­ur gjørt nakað við meg sum menn­iskja. Tú sært onnur virði í fólki, sigur Marin Sam­uelsen, sjúkr­ar­økt­ar­ frøð­ing­ur. Hon var millum teirra, sum tóku ímóti fyrstu sjúkl­ing­unum, tá Psyk­i­atr­ iska deild á Lands­sjúkr­a­ húsinum lat upp sein­ast í seks­t­iárunum. Marin Samuelsen hevur alt sítt arbeiðslív starvast á Psyk­i­atrisku deild, eisini eftir at hon fór frá fyri aldur, hev­ ur hon tikið manga vaktina, sein­astu árini á sambýlið fyri sál­ar­sjúk, men gavst á vetri í 2017, tá hon fylti áttati. Mar­ in hevur sostatt verið virk­in í psykiatriini heilt frá byrj­an­ ini fyri nærum fimmti árum síðani. Marin søkti ongantíð á aðra deild, tí øll hesi ár hev­ur hon hildið tað vera avbjóðandi og á­huga­vert at ver­ið partur av tí starvs­ fólka­hópi, sum ígjøgnum ár­ ini hava veitt teimum linna og hjálp, sum hava verið illa fyri psykiskt. Eitt, sum eisini hevur hildið henni til, er, at Mar­in hevur sæð nýggjar og betri viðgerðir hjálpt, ikki minst tann kognitiva hevur givið góð úrslit. Haraftrat er heili­vág­urin vorðin munandi betri. At lívsstarv Marinar gjørd­ist á Psyk­i­atr­isku deild, var tó meira av til­vild. Tað vóru eingi størv leys á Lands­ sjúkr­a­hús­inum, tá hon kom heim úr Dan­mark, har hon hevði lært til sjúkra­systir á Frederiksborg amts­sjúkr­ a­húsi. Men so vórðu fimm størv lýst leys, tí Psykiatriska deild var liðugt bygd og skuldi takast í brúk. Hetta var í 1969, Marin var komin heim árið fyri, hon søkti og fekk eitt av størvunum. Árni Olsen, serlækni í psyk­i­atri, var komin til Før­ oya fram­m­an­und­an. Hann og skrivari hansara, Tord­ is av Skarði, høvdu lænt tvær seingjarstovur á Upp­ i­haldsdeildini, meðan Stats­ hos­p­i­talið varð bygt oman fyri veg­in, tað, sum seinni gjørd­ist Psykiatriska deild á Lands­sjúkrahúsinum. Tað stóð ikki á at fylla deildirnar – Vit byrjaðu 1. oktober 1969, men fyrsta mánaðin Nærum fimmti psykiatrisku s Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðingur, hevur verið partur av teirri kollvelting, sum tað var, at Psykiatriska deild kom, so sjúklingarnir sluppu undan at fara av landinum Marin Samuelsen hevur alt sítt arbeiðslív starvast á Psyk­i­atrisku deild