Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 tíðindi vóru eing­ir sjúk­ling­ar, sig­ ur Marin. Vit møttu kl. 8 á morgni, Árni Olsen fyri­r­eik­ aði okkum við fyrilestrum til mid­dags, og aftaná døgurða fóru vit á deildina at gera klárt. Har var ikki heilt lið­ ugt, handverkarar gjørdu fram­veg­is okkurt smávegis, og vit pakkaðu madrassur upp, gjørdu skápini klár o. s. fr. 29. oktober 1969 komu fyrstu sjúklingarnir á Deild 1, og tvey ár seinni lótu Deild 2 og 3 upp. Tey, sum vóru á Upp­i­haldsdeildini komu nið­an, og tey komu eisini, ið høvdu verið á statshospitali í Dan­mark, fleiri í áravís. Onnur komu eisini. Fleiri, sum leingi høvdu ligið sjúk heima, kanska tí at tað var betri heima, ella tí tey ótt­að­ ust og bíðaðu eftir onkrum betri enn at verða sendur av land­i­num. Nei, tað stóð ikki á at fylla deildirnar 1, 2 og 3, so hvørt tær vórðu liðugt bygd­ar. So hvørt deildirnar lótu upp, komu tey, sum høvdu verið í Danmark, eini 10-12 fólk í senn. Tey, og aðr­ir kroniskir sjúklingar, búðu á Psyk­i­atrisku deild og gjørd­ ust partur av býarmyndini. – Tey gingu annaðhvørt sjálvi úti, ella gingu vit úti við teimum dagliga. Tað var partur av viðgerðini, og vit vaktu ans, sigur Marin. Hvør finnur uppá at arbeiða har? – Ofta gingu vit út í Havn­ar­ dal, og á veg út eftir Landa­ vegn­um sóu vit, hvussu fólk stóðu aftan fyri gardinurnar og hugdu. Tað sigi eg við Mar­gret, starvsfelaga mín, með­an vit ganga, og hon svar­aði: »Eg vænti, tey hyggja eins nógv eftir okkum, og hvat tað eru fyri sjúkrasystrar, sum kunnu finna uppá at ar­ beiða har«. – Stórt øðrvísi var tað held­ur ikki á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num sjálvum, tá vit tosað um virðingina fyri psyk­i­atri sum sergrein. Eg minn­ist ein læknið segði við meg: »Tú arbeiðir ikki har uppi, tú, sum hevur útbúgving og hev­ur arbeitt á skaðastovu í Dan­mark, tú er ikki farin nið­ an í psykiatriina?«. Nakað soleiðis segði hann. Aðr­a­staðni á sjúkrahúsinum, t. d. á medisinsku deild, vóru tey heldur ikki fegin, at onk­ ur starvfelagi fór niðan um veg­in at arbeiða. Marin hevði arbeitt á skað­a­stovu á Frederiksberg, áðr­enn hon kom heim, men í Havn var eingin skaðastova og enn minni nakað starv, hvørki á medisinsku ella kir­ urg­i­sku deild. Men so kom hesin møguleikin í psyki­a­ tri­ini, og Marin tók av. – Sjúkrasystir havi eg vilj­ að verið frá tí, at eg var heilt ung, sigur hon. Eg havi eina eldri systir, sum var farin sama veg, og tað gjørdi sítt. Gifta eins góð og útbúgving Tá í tíðini var ikki vanligt, at konufólk fingu yrk­is­út­búgv­ ing. Varð dóttirin væl gift, ja, so var væl vorðið. Marin fór til Danmarkar á for­skúla og í læru. Um ta tíð­ ina bar heldur ikki til at læra í Før­oy­um, tí útbúgvingin varð broytt. Nýggju donsku regl­ur­nar kravdu meira av tí bók­liga, og Anna Johansson varð send niður at fáa neyð­ ugu útbúgvingina, so hon kundi standa fyri tí sjúkr­a­ systr­a­skúla, ið tá varð skip­ aðu­r av nýggjum í Føroyum. Komin niður fór Marin fyrst í húspláss og so á for­ skúla á Rødkilde háskúla á Møn. Síðani var hon sjúkr­a­ systr­a­næmingur á Fred­eriks­ borg Amts Sygehus í Hørs­ holm í trý ár og suppleraði psyki­atri í eitt hálvt ár á Sankt Hans í Roskilde. So lítið varð psykiatriin vird tá, at tað bar til at fáa prógv og góðkenning uttan hetta hálva árið á einum stat­ s­hosp­i­tali. Sum tit eru ungar Tær høvdu havt psykiatri, ið vóru settar í starv og møttu til ar­beiðis á Psykiatrisku deild, sum tær fyrstu 1. ok­ to­ber 1969, so heilt óroyndar vóru tær ikki. Men ungar vóru tær, og tað hevði Elisa­ beth, kona Árna Olsen, á orði: »Og jøssus, tit er ungar«, segði hon, tá hon ein dagin var við Árna og heilsaðu upp á tær, ið saman við honum skuldu lyfta uppgávuna at seta skjøtil á psykiatriska við­gerð og røkt her á landi. – Fyrstu tíðina vóru vit sum ein lítil familja, minn­ist Marin. Tað vóru vit, sjúkr­ a­systr­ar­nar, Árni Olsen, Marjun Sigurðsdóttir, sosi­ al­ráð­gevi, og Eyðun Joensen, psyko­logur, ið kom seinni. Fyrsta árið var ein donsk sjúkr­a­systir, Anne Marie Brandt, lænt úr Glostrup, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum fyristøðukvinna, og tá hon fór, tók Signhild Jo­hanne­sen við. »Nú mugu vit skiljast«, minn­ist eg, at Marjun Sig­ urðs­dóttir segði ein dagin. »Hvat meinar tú við«, spurdi eg. »Ja, nú eru vit vorðin so nógv, at tað er ov trongt við borð­ið«, helt hon fyri. Vit møtt­ust á deildini, og fingu kaffi saman við Árna Ol­sen og teimum, ið vóru til ar­ beiðis. – Árni Olsen var eitt fitt fólk og ein fant­astisk­ ur menn­iskj­a­kennari, sigur Mar­in. Tá vit drukku kaffi og reist­ist frá borðinum eftir ein­ari løtu, segði hann: »Nei, nei, tá tað er frið­ar­ ár í sjúkrarøktini Tú arbeiðir ikki har uppi, tú, sum hevur út­búgv­ing og hev­ur arbeitt á skað­astovu í Dan­mark, tú er ikki farin nið­an í psykiatriina? – Sjúkrasystir havi eg vilj­að verið frá tí, at eg var heilt ung, sigur Marin Samuelsen. Eg havi eina eldri systir, sum var farin sama veg, og tað gjørdi sítt Tey búðu rætt og slætt á Psyk­i­a­trisku deild í ára­vís, enn­tá fleiri á somu stovu, har songin og tað, sum rúmtist í ein­um klædnaskápi, var teirra og lítið annaðí Dan­mark, tú er ikki farin