Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi ligt, njótið so kaffimunnin, tí hi­n­ir dagarnir koma nokk, tá ið tit ikki hava stundir at sita«. Og rætt hevði hann. Hann var so góður við okkum starvs­fólk. Fyrstu tíðina var ergo­te­ ra­pi­in á Deild 1, og Elsa Jac­ ob­sen var ergoterapeutur, men seinni var flutt í kjall­ ar­an undir Deild 2 og 3. Har varð ymiskt handaligt arbeiði gjørt, ið eins og fys­ i­o­ter­api var partur av við­ gerð­ini. Stórur partur av sjúkr­a­røkt­ini vóru samtalur, sam­vera og umsorgan. Tey kundi eisini fáa kolbo­ga­ljós og furunálabað. – So sótu vit uppi yvir sjúklingunum og tosaðu við tey, meðan tey lógu í baði­ kar­i­num, minnist Marin. Elpaveltu høvdu kronisku sjúkl­ing­ar­nir eisini á eini trøð aft­an fyri kirkjugarðin. Sjúklingarnir skiftust um at vaska upp Inni á deildunum vóru sjúkl­ in­g­ar­nir eisini hildnir til við ymsum virksemi. Teir skift­ ust um at vaska upp, og Árni Olsen vildi hava, at fólk reiddu sína egnu song. Men tað vóru nógv, ið søgdu nei, tí tey høvdu verið á hos­pit­al­i­ num fyrr, og tá komu sjúkra­ systr­ar­nar at reiða upp. – Tá máttu vit siga, at tað var lið­ur í viðgerðini, sigur Mar­in, sum eisini minnist seg hava sagt við Árna Olsen: »Góði, sigi tygum tað við tey, tí tað nyttar einki, at vit siga tað«. Yvirlæknanum høvdu tey størri virðing fyri. Á Psykiatrisku deild vóru bæði fólk, sum komu og fóru, og tey, sum vórðu inn­løgd í langa tíð. Fleiri við lættari sjúkum høvdu ar­ beiði, sum tey røktu, tá tey ikki vóru innløgd, og tey búðu aðrastaðni. Men tey, ið høvdu tær tyngru kronisku sjúk­ur­nar, vóru ikki før fyri at røkja eitt arbeiði, og fleiri teirra vóru ikki bert innløgd. Tey búðu rætt og slætt á Psyk­i­atrisku deild í áravís, enntá fleiri á somu stovu, har songin og tað, sum rúmtist í ein­um klædnaskápi, var teirra og lítið annað. Tað er ikki fyrr enn nógv ár seinni í tíðini, at fólk eru far­in at síggja psyk­i­atriina ­sum eitt við­gerð­ar­stað burt­ ur­av, sum eitt sjúkr­a­hús og ikki sum bú­stað­ur í ó­av­ mark­aða tíð. Nú eru tíbetur onn­ur bú­stað­ar­til­boð, hóast tey kundu verið væl fleiri. Útbúgvingar- og ar­beiðs­ møg­u­leik­ar kundu eisini ver­ ið fleiri. – Jú, Fountainhúsið er kom­ið, men enn er trongt á ar­beið­s­markn­að­inum og størv­ini fá til teirra, ið hava minni arbeiðsorku enn flest onn­ur, heldur Marin. – Her mugu vit ikki gloyma Karolinu Pet­er­sen, fyrr­ver­andi lands­stýr­is­ kvinnu, sigur Marin. Kar­o­ lina gjørdi eitt stórt ar­beiði fyri at út­vega sjúkl­ing­um hóskandi bústaðir í eini tíð, tá áhugin hjá mynd­ug­leik­u­ num ikki var ser­liga stórur. Gleddu seg til árligu veitsluna Eitt, sum sjúklingarnar vóru glað fyri, var kaféin, tá hon kom. Høli varð innrættað í for­leing­ils­ilsi av Deild 1, opið var nakr­ar ferðir um vikuna, og bingo var hvørt mikukvøld. Tey kvøld­ini plagdu nøkur av­varð­andi eisini at koma og hugna sær saman við teimum. Tað sama við árligu veitsl­ uni á Psykiatrisku deild. Tá var fam­ilja og vinfólk hjá sjúkl­ing­u­num við. Teir gleddu seg í fleiri mánaðir til hetta árs­ins stóra tiltak, tá øll komu veitslu­klødd í Veitsluhøllina til góð­an døgurða, undirhald og dans, har orkestur spældi. – Tíverri hildu veitslurnar upp­at, ivaleyst vóru tær spard­ar burtur. Vit royndu fleiri ferðir at tosa við leiðsl­ una um at fáa tær aftur, men einki nyttaði, sigur Marin. Tá vit tosa um sjúklingar og av­varðandi var munur á, hvussu fólk sóu upp á sál­ar­lig­ar og likamligar sjúkur. Marin minn­ist, at tá vitjanartíð var, og tey av Deild 1 kveittu oman á park­ er­ings­plássið í garði­num við Dr. Alexandrines hosp­i­tal, tá var munur at síggja, hvussu tað fyltist við bilum har, og fólk tustu inn at vitja síni á Skurðdeildini ella á Med­i­ sinsku deild. Øðrvísi var á Psyk­i­atrisku deild oman fyri veg­in. Her vóru bilarnir fáir á par­k­er­ings­plássinum. Tó so, und­antøk vóru. Nakrar fam­ilj­ur vóru trúfastar at vitja síni. – Nú verður nógv tosað um at draga tey avvarðandi inn í við­gerð­ina. Tað er umráðandi, sig­ur Marin, men ta fyrstu tíð­i­na aftaná at Psykiatriska deild læt upp, varð hon meira mett at vera umlætting hjá fam­ilj­ uni. Árni Olsen plagdi at siga: »Lat familjuna hava frið, eina tíð í hvussu er, tey eru so út­ koyrd«. Kollveltandi kognitiv viðgerð Tá sæð verður burtur frá teimum, ið búðu á Psyki­a­tr­ isku deild, eru sjúklingarnir nú á døgum innlagdir styttri tíð enn fyrr. Bæði heilivágur og aðrir viðgerðarhættir virka betur. Heilivágurin er minni doyvandi, hjáárinini eru færri, og terapeutisk ný­hugs­an hevur eisini havt góða á­virk­an. Marin minnist serliga ta hjálp, sjúklingarnir fingu av kogn­i­tivu terapiini, tá hon kom og kundi hjálpa fólki við skizofreni, angist og tung­ lyndi. Sjúkur, ið hava við sær, at tey, ið hava tær, koma illa úr stað og hava lítið sjálvsálit. Men tey kunnu læra at síggja sína støðu øðrvísi og við at stuðla tey til eitt sindur í senn verða smáu stigini leiðin fram til sannføringina um, at tey kort­ini megna at koma víðari. Á tann hátt fáa tey størri dirvi og sjálvs­álit. Tað kundi t.d. vera torført at fáa fólk at fara til fimleik í Veitsl­u­høllini, men um tað í fyrstu syftu eydnaðist at fáa tey yvir at seta seg, so var tað eitt stig rætta vegin. Næstu ferð ella næstu ferð aftur fór tað kanska at eydnast at fáa sjúklingin út á gólvið, og hendi tað, fór tað nokk eisini sum frá leið at eydnast at fáa hann at gera nakrar rørslur. Við at ávirka huglagið hjá fólki í smáum rætta vegin hava tey fingið vilja og dirvi til at megna gerandisdagin, og Marin minnist fleiri slíkar sól­skins­søg­ur. »Eg havi so góð minni um tey menniskju, eg upp­livdi í viðgerð har, og enn møti av og á«. Viðgerðirnar eru vorðnar betri, men samstundis hev­ur psyk­i­a­tri­i­n fingið av­bjóð­ing­ ar, sum áður vóru sjáld­sam­ ari. Nógv­ir tilburðir av an­o­ rex­ia komu fyri 15-20 árum síð­ani, og seinni tey, ið skera seg. Betri umstøður til børn og ung At fleiri børn og ung koma í samband við psykiatriina krev­ur umstøður at taka í­móti teimum. Tí heldur Mar­in tað vera spell, at Deild 1 stongdi sum seingjardeild, tí har høvdu umstøðurnar hjá børn­um og ungum verið nógv betri, enn tær nú eru. Hinar báðar deildirnar, Deild 2, nú P40 PI, og Deild 3, nú P40 PA, eru ein­ans til vaksin fólk. Tó er tað har, børn og ung verða inn­løgd, og hóast tey vera av­byrgd, eru tey nærri vaksnu sjúkl­ing­u­num, enn tey eiga at vera. Marin gleðist um, at nýtt psyki­atr­iskt viðgerðartilboð fyri børn og ung byrjar í vár. Økispsykiatriin hevur við sær, at fleiri verða viðgjørd am­bu­lant, men økispsykiatri er ikki nakað nýtt, tí ta tíðina serlæknarnir á Psykiatrisku deild vóru fleiri í tali, Heri Berg, Sofus Joensen, Lise Nols­øe, Marjun Weihe og August G. Wang aftrat Árna Ol­sen, fóru teir ikki bert javn­an á bygd, men býttu landið í­millum sín og høvdu hvør sítt øki at røkja. »Hví arbeiðir tú har«, er Marin onkuntíð spurd. Hjá henni er svarið, at tað hev­ur verið bæði áhugavert og gev­andi. Orðini hjá eini sjúkr­a­systir í Glostrup kundi Mar­in gera til síni, tá hon á ein­um skeiði í Danmark hoyrdi hendan starvs­fel­ag­ an siga, at hon var errin av at vera psyk­i­atrisk sjúkrasystir­. – Tað var júst tað, eg hevði brúk fyri at hoyra, sigur Marin Sam­u­elsen. Og Marin nýtir orðini hjá hjá Súna Poulsen, sálar­ frøð­ingi á psykiatriska deplinum, um tað at gerðast sálarsjúkur: »Tað er onki tit og vit. Tað er bara vit, og nøkur blíva sjúk og onn­ur blíva ikki«. Marin minnist serliga ta hjálp, sjúklingarnir fingu av kogn­i­tivu tera­ pi­ini, tá hon kom og kundi hjálpa fólki við ski­z­o­freni, angist og tung­lyndi. Sjúkur, ið hava við sær, at tey, ið hava tær, koma illa úr stað og hava lítið sjálvs­ álit – Tað er ikki fyrr enn nógv ár seinni í tíðini, at fólk eru far­in at síggja psyk­i­atriina ­sum eitt við­gerð­ar­stað burt­ur­av, sum eitt sjúkr­a­hús og ikki sum bú­stað­ur í ó­av­mark­aða tíð. Nú eru tíbetur onn­ur bú­stað­ar­til­boð, hóast tey kundu verið væl fleiri, sigur Marin Samuelsen