týsdagur 6. februar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Vit skulu ikki altíð vera
so hampilig í politikki. Tað
kunnu vit vera alla aðrastað
ni.
Tað eru nú góð tvey ár
síðani Sonja Jógvansdóttir
kom upp í føroyskan politikk
sum snarljós av bláum himli,
tá ið hon varð vald á ting við
yvir túsund atkvøðum.
Tað var eitt merkisvert
úrslit, tí hóast hetta var
fyrstu ferð hon stillað upp,
vóru tað bara teir báðir
floksformenninir, Aksel V.
Johannesen og Høgni Hoy
dal, sum fingu fleiri atkvøður
enn hon.
Og
nú
kvinnufelags
skapurin,
Valkyrjurnar,
í
Suðuroy, hátíðarhelt 10 ára
stovningardagin, høvdu tey
bjóðað Sonju Jógvansdóttir
til Suðuroy at siga eitt sindur
um at tora at brúka sítt vald.
Ella sum Sonja sjálv sigur
tað á sínum egna eyðkenda
stíli, at hon skuldi siga eitt
sindur um at brúka kjaft.
Tí hon heldur nevniliga,
at tað er tað sum skal til fyri
at vinna fram á leið.
Skulu ikki dyrka
semjurnar
Sonja Jógvansdóttir sigur
frá einum gomlum, norskum
fakfelagsmanni,
sum
er
komin til ta niðurstøðu, at
í politikki er tað vorðið eitt
ein hugsjón í sær sjálvum at
finna semjur, sigur hon.
Sonja Jógvansdóttir er
samd við honum, og hon
heldur, at tað er ikki ein
hugburður, sum flytur sam
felagið nakran sum helst veg
frameftir.
– Avleiðingin av hesum
hugburði, er, at hvørja ferð,
okkurt skal gerast, verður
grundarlagið lagt eftir tí, vit
kunnu vænta at fáa semju
um. Og tí verður útgangs
støðið fyri tí politiska arbeið
num, at vit byrja á miðjuni
fyri at finna eina semju og tí
hendur í roynd og veru lítið
onki og vit flyta okkum valla
úr stað
– Eg haldi eisini, at fólk
eru troytt av allir politisku
flokkarnir nú eru farnir at
tyrpast saman í miðjuni,
leggur hon afturat.
Hon heldur, at vit skulu
ikki altíð gera alt fyri frið
skyld, hóast tað liggur djúpt í
okkum, kanska serliga konu
fólki, at gera so nógv fyri frið
skyld.
– Tað er sjálvandi gott til
tíðir, men tað er eisini vanda
mikið, tí skulu vit altíð gera
alt fyri frið skyld, flyta vit
okkum ikki fram á.
– Vit skulu ikki vera so
hampilig í politikki, tí hampi
lig kunnu vit vera alla aðra
staðni, sigur hon.
Skulu tora at
brúka valdið
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at tvørturímóti skulu vit tora
at brúka tað vald, vit hava.
– Vit skulu ikki vera
undirbrotlig, men vit skulu
kortini eyðmjúk um tað vald,
vit hava.
Sonja
Jógvandóttir
er
ikki tann størsti fjeppari
av pávanum. Men fyri tað
kann hon gera hansara til
síni, tá ið hann í segði í eini
røðu, at vit skulu minnast
til at vera eyðmjúk, tá ið vit
tæna øðrum, serliga teimum
minstu og útihýstu.
Tað skerst ikki burtur, at
Sonja Jógvansdóttir er ein
politikari, sum í størri mun
er drivin av eini hugsjón
har onkrir aðrir politikarar
meiri ella minni eru drivnir
av eini persónligari tráðan
eftir valdi.
Og tað er heldur ikki yvir
at dylja, at hon hevur gjørt
seg til talskvinnu fyri tey
minstu og tey útihýstu, sum
pávin tók til, og fyri tí, hon
annars heldur vera rætt.
Og hon ásannar, at tað
kann mangan tykjast sum
um at hon er rættiliga ill.
Men
tað
kemur
ikki
av ongum, tí hon sigur, at
oftani er hon øgiliga ill og
fortørnað.
– Eg haldi, at eg eri øgiliga
ill fýra av fimm døgum í
Løgtinginum, tí eftir mínum
tykki kunnu vit gera so nógv,
men vit vilja bara ikki.
Tað, hon saknar, er tey í
Løgtinginum seta sær stór
fingin mál, hóast tað ikki er
sannlíkt, at tey ikki koma
heilt á mál.
– Vit skulu heldur seta
okkum nógv fyri, og ikki
klára alt, enn at seta okkum
lægri mál í vónini um at
røkka teimum.
– Í politikki skulu vit
ikki vera bangin fyri at seta
mark, tí vit verða bjóðað av
alla tíðina, staðfestur hon.
Skulu byrja á
ytsta veingi
Sonja Jógvansdóttir er held
ur ikki av størstu fjepparum
hjá danska stórreiðaranum,
Maersk, men hon heldur, at
onkur gullkorn eru kortini
komin frá hansara munni.
Eitt av teimum er, at hevur
tú evni, hevur tú eisini
ábyrgd.
Tað heldur hon vera sann
leiksorð. Sjálv sigur hon tað
soleiðis, at kanst tú, so skalt
tú.
– Tann, sum hevur møgu
leikan at avrika nakað, hevur
eisini skyldu til at gera tað,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
– Gera vit øll, hvør í sínum
lagi, tað vit kunnu, flyta vit
okkum langt fram á leið,
sigur hon.
Men,
sum
fyrrverandi
norski fakfelagsformaðurin
segði oman fyri, er vegurin
fram ikki alla tíðina at leita
eftir semju.
– Tað sum flytur okkum
fram á leið sum samfelag, er
tá ið vit byrja heilt úti á ytsta
vongi og arbeiða okkum
fram ímóti eini semjum tí
semjan, hon kemur fyrr ella
seinni.
Hon spyr um tað er nakar
sum heldur, at fakfeløg
høvdu fingið nakra lønar
hækking, vissi tey skuldu
laga síni krøv til, hvat tey
hildu, at semja kundi fáast
við arbeiðsgevaran um?
– Vit skulu tora at hava
ein hugsjón og at ganga
plankan út fyri hesa hug
sjónina. Antin fært tú nakað
burtur úr, ella fært tú ikki.
Tað er betri at royna sítt
ítarsta, og so fella við einum
braki onkuntíð, heldur enn
alla tíðina at dyrka eina mið
politiska suppu.
– Sjálvandi hendir tað, at
tú tú ger ella sigur okkurt,
sum var betri ógjørt og ósagt,
men so biður tú um umber
ing, og so fert tú víðari, legg
ur hon afturat.
Saknar hugsjónarligar
bardagar
Sonja Jógvansdóttir dylur
ikki fyri, at hon saknar teir
stóru, hugsjónarligu bardag
arnar í Løgtinginum.
– Vit hava akkurát fingið
Vegurin
fram ikki
alla tíðina
at leita eftir
semju
Eg haldi
ikki, at
vit eiga
at bakka
fyri einum
rættiligum,
hugsjónar
ligum, kjaki
OFTA ERI EG
ØGILIGA ILL
– VIL HELDUR FELLA VIÐ EINUM BRAKI Eg vil heldur fella við einum braki onkuntíð enn alla tíðina at
dyrka eina miðpolitiska suppu, heldur Sonja Jógvansdóttir løgtingskvinna við sterkum hugsjónum