Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 TÍÐINDI eina nýggja fiskivinnuskipan og nú skulu vit hava eina nýggja stjórnarskipan, sum er til viðgerar í løtuni. – Eg haldi ikki, at vit eiga at bakka fyri einum rættiligum, hugsjónarligum, kjaki um hesi evnini, hóast kjak­ið verður harðligt, held­ur at bara at gera okkurt fyri frið skyld. Hon heldur eisini, at politik­arar eiga ikki at gloyma, hvussu stóran fram í hjá rætt, teir hava, og, hvussu nógv, teir hava fingið. Tí eiga politikarar eisini at vera eyðmjúkir um sítt vald, og at brúka tað til frama fyri tey, tú ert sett at tæna. Og hon heldur, at er viljin til staðar, ber til at gera so nógv, sum av álvara hevði gjørt mun hjá teimum, tey eru sett at tæna, tí vit eru so væl fyri, at fáa staðni letur tað seg so væl gera sum her. Áki Bertholdsen – Vit ætla at brúka hetta hátíðarhaldið til at fáa meiri lív í aftur felagið. Tað segði Anna Mortensen, tá ið hon setti 10 ára hátíðarhaldið hjá kvinnu­felag­ num í Suðuroy, Valkyrjunum, leygar­dagin. Valkyrjurnar vórðu stovnaðar eftir ein fund, Demokratia hevði í Suðuroy í 2007. Enda­málið við Demokratia er at virka fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk og tað var ein táttur kvinnurnar í Suðuroy tóku upp og í kjalarvørrinum á tí varð kvinnu­ felagið, Valkyrjurnar, stovnað. –  Okkara vón er, at Valkyrjurnar kunnu skumpa undir, soleiðis, at politiski myndug­leikin tekur støðuna í álvara. Og vónin er eisini, at kvinnur, sum fara upp í kommunu­politik, gera sítt til, at politikarir fara at vísa áhuga fyri at samstarva, og slóða fyri, at Suðuroyggin gerst eitt meiri fjøl­tátta stað, sigur hon. Tey hava alla tíðina virkað fyri at varpa ljós á ymisk samfelagslig mál, ikki bara mál, sum eru siðbundin kvinnumál. Men samanumtikið er endamálið at virka fyri javnstøðu, tí tey eru sannførd um at tað er ein neyðug fortreyt fyri at vit øll skulu trívast og fyri at samfelagið skal mennast. Kann Suðuroy yvirliva? Og evnini, tey hava tikið upp til umrøðu eru eisini fjølbroytt, tí tey hava viðgjørt bæði sterilisatión og fosturtøku, stak­ar uppi­haldarar, íleguskoytt soya, viður­ skift­ini hjá minnilutum í einum sam­ felag, nútíðarfamiljuna, økismenning og leiklutin hjá tí einstaka, kvinnur í poli­ tikki, listamannin Jackson Pollock, rit­ høvund­an, Lisbeth Nebelong, tey hava eisini skipað fyri konsert við altjóða kvinnu­bólkinum, Radiant Arcadia Tey skipa eisini fyri hátíðarhaldi á al­ tjóða kvinnudegnum 8. mars og tá ið løg­ tingsval og kommunuval hava verið, hava tey havt valkafé. Tey hava skipað fyri fyri­lestrum um harðskap ímóti kvinnum og um vinnumøguleikar í Suðuroy, og tey hava reist spurningin um tað yvirhøvur er brúk fyri mentan og list fyri at liva. Samstarv hevur verið eitt lykla­orð hjá Valkyrjunum og í tí sambandi hava tey viðgjørt spurningin um kom­munu­sam­ starv og kommunu­saman­legging –  Samstarva vit ikki bæði politiskt, tvørtur um kommunumørk, politiskt og á øðrum økjum, hava vit ilt við at síggja, hvussu Suðuroy kann yvirliva, sigur Anna Mortensen. – Vit mugu kjakast um, hvussu Suður­ oyggin skal síggja út í framtíðini, hvør skal búgva her, hvat skulu starvsmøguleikarnir vera. Skal Suðuroy eisini gerast dragandi fyri framtakshugað fólk, sum vilja nýskapandi og alternativt virksemi. Og hvat við teim mongu ungu, sum flyta av oyn­ni, men tíma tey at koma aftur og seta búgv her, soleiðis sum oyggin sær út í dag, spyr hon. Í næstum ætla tey at savna tær kvinn­ ur í Suðuroy, sum eru valdar í politikk av ymsum slagi, fyri at hoyra, um nøkur av teim evnum, tey settu á breddan, verða tikin við í arbeiðinum! Tey fara eisini at seta kikaran á um­ støður­nar hjá fólki, sum flyta á ellisheim, eitt nú at tað er ikki er nútíðarhóskandi, at fólk skulu búgva á tveymanskømurum, sum tey gera á ellisheiminum á Tvøroyri. Tey ætla eisini at bjóða Katrini Kalls­ berg, lækna, til Suðuroyar at greiða frá um skiftis­árini, fyri at nevna tvey tiltøk, tey arbeiða við. Vit vilja fegnar skumpa undir MEIRI LÍV Í Ætlanin er nú at fáa meiri lív í kvinnufelagsskapin í Suðuroy Samstarva vit ikki bæði polit­ iskt, tvørt­ur um kom­munu­mørk, polit­iskt og á øðr­um økjum, hava vit ilt við at síggja, hvussu Suður­oy kann yvir­liva Tað er betri at royna sítt ítarsta, og so fella við einum braki VANDAMIKIÐ – Tað er vandamikið at vit altíð skulu alt fyri frið skyld, heldur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna