týsdagur 6. februar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Emma Faulenborg 99 ár
Í dag, 7. februar, fyllir Emma, fødd Faulenborg, 99 ár.
Hóast ongantíð búsett í Føroyum,
so eru hennara føroysku røtur og
kenslur sterkar og tykjast ikki at
eldast ella fána við tí høga aldrin
um.
Í heiminum í Ónagerði á Viðar
eiði, har presturin Christian Faul
enborg og kona hansara, vanliga
nevnd Malla, vóru frá 1905 til 1915,
var føroysk og europeisk mentan
høgt í metum.
Á Viðareiði fingu prestahjúnini
tvey børn: Gunnar og Anne Marie.
Tað triðja barnið – Emmu – fingu
tey 1919 í prestagarðinum Hjerk á
Mols.
Í 2014 vitjaði Emma Føroyar fyri
fyrstu ferð síðan 1938, tá sum ný
klaktur studentur.
Tað vil siga, at tað gingu 76 ár,
áðrenn hon vitjaði aftur, og hóast
tað kendi hon alt aftur: túnini úti á
Reyni, Tinganes, Vágsbotn, Kirkju
bø; alla staðni kendi hon seg sum
heima. Kendi hvørja steinpirru.
Harmiligt, at hon ikki vitjaði Klaks
vík og Viðareiði.
Einaferð beiggi hennara, Gunn
ar, statsdjóralækni í Jyllandi, vitjaði
í Føroyum, varð honum loyvt at
fremja vísindaliga kanning á mjólk
arvirkinum í Havn. Har var alt, sum
tað skuldi vera.
Í bókini um Janus Djurhuus
skrivar Hanus Andreasen [Kamban]
m.a., at presturin Christian Andreas
Faulenborg hevði gift seg við eini
ungari, vakrari havnargentu, Mar
en Louisa Dorthea [vanliga kallað
Malla] dóttir Vilhelm Mohr…. Á
prestagarðinum var eitt ávíst ment
arligt umhvørvi. Faulenborg var
flogvit og ”klassikari.” Janus støkk
ofta inn á gólvið í Ónagerði og var
vælkomin har. Hann og Faulenborg
hava ivaleyst havt nógv at tosa um.
Lagt kann vera aftrat, at Faul
enborg var góður uppalari. Føroy
ingar, sum vóru húskallar á garð
inum, fingu samstundis uppaling í
málum frá presti.
Magnus Skæling lærdi franskt
har norðuri. Og Louis Zachariasen
lærdi í 1911 týskt í Ónagerði.
Vit kunnu skoyta uppí, at á
ellisárum sum eftirløntur prestur,
tá búsettur á Amager, hevði hann
studentar til manuduktión (privat
Minningarorð um mín góða vin Leo Clothier
Ein góðan morgun í august í
fjør sótu konan, dóttirin og eg í
køkinum. Klokkan var 7.00, so vit
hoyrdu útvarpið. Fyrstu tíðindini
eru, at skipið “Mykines” og før
oyskur bátur høvdu verið fyri
samanstoyti. Tann føroyski báturin
var sokkin, og ein maður var ikki
afturíafturkomin. Hendingin var
farin fram í Skopunarfirði.
Tað fyrsta, eg sigi, er: “Leo og
Palli eru vestanfyri við kalvalínu;
bara tað ikki eru teir!” Men út
varpið hevði jú sagt, at tað var ein
føroyskur bátur, og teir vóru ikki
einum føroyskum báti. Teir vóru í
einum íslendskum glastrevjabáti,
so hetta kundi ikki vera teir.
Eg fór so oman í Vágsbotn sum
vanligt, og eg var júst komin úr
bilinum, nú rópar ein kona úr ein
um bili so hart á meg. Eg vendi mær
á og sá, hvør konan var. Eg visti við
tað sama, hvat hon fór at siga: Tað
vóru júst vinmenninir hjá mær, ið
høvdu verið fyri vanlukkuni, og tað
var Leo, ið ikki var afturfunnin.
Eg fataði tað illa. Nei, hatta
kundi ikki bera til. Eg hevði jú
tosað við báðar, beint áðrenn teir
fóru. Ja, Leo spurdi enntá, um eg
hevði hug at koma við, men eg bar
meg undan. Dagurin, - hesin og
teir komandi vóru ringir at koma
ígjøgnum. Men takið mátti takast.
Fyrst út til familjuna hjá Leo. Ein
og hvør kann hugsa, hvussu støðan
var har, men enn eina ferð sá eg,
hvussu sterk føroysk konufólk eru,
tá ið harðast leikar á: Fróða, kona
Leo, var kletturin hjá øllum, nú tað
breyt í bæði borð.
Leo og eg vóru so sera góðir
vinmenn. Høvdu so nógv saman:
Harutúrar, hvønn sunnudag í 12 ár
biltúr saman við hvør øðrum, - og
so alt, ið fylgir við vinalagi. Ikki
minst gott og stuttligt høvdu vit
tað á einum túri, vit gjørdu til Skot
land, - vit báðir og konurnar. Tá ið
vit nærkaðust Borðuni á veg heim
við “Norrønu”, bjóðaðu tey bæði ein
kaffimunn. Tá takkaði Leo okkum
so miriliga fyri ein hin besta túrin,
tey høvdu verið. Soleiðis var Leo!
Ongantíð bangin fyri at siga tøkk,
um onkur gjørdi honum ella hans
ara ein beina. Hvørja einastu ferð
vit høvdu verið til okkurt saman,
so endaði hann við at siga: “Heilsa
mær Thoruni (konu míni). Og tá ið
hon var vorðin sjúk, vísti hann enn
meira, hvussu góður hann var við
hana.
Leo var so sera dugnaligur í
sínum dagliga yrki, ið var at fáast
við maskinur – og fólk. Tað hoyrdi
eg so ógvuliga ofta. Ikki minst frá
John Petersen hjá J&K, ið var ein
sera góður vinmaður Leo. Leo fekk
mestsum alt at bera til. Hann leit
aði altíð eftir loysnum, - og ikki
trupulleikum. Hann gekk ongantíð
við til hálvar loysnir, - og hansara
partur lá aldrin eftir. Var ein krani
ella dumlpari ella okkurt annað, ið
kundi verða vandamikið, um tað
ikki varð 100% í lagi, so nyttaði
einki at royna at sleppa uppum, har
garðurin var lægstur. Tá var hann
óvikiligur.
Eitt tað besta, hann visti, var at
vera á floti við vinmanninum, Palla
á Dul. Serliga við kalvalínu, ið teir
gjørdu rættiliga nógv burturúr.
Og sigast má, at væl lá fyri. Ofta,
ja, sum oftast, komu teir aftur við
veiði. Túrarnar á Norðhavinum
hoyrdu vit ofta um í bilinum
sunnumorgnar.
Nú høvdu teir glett seg til sein
asta kalvatúrin. Løgið var tað, men
Frá vinstru: Valborg,
Einar, maðurin hjá
Valborg, Jeja og Malla
Christian Faulenborg, prestur á Viðareiði frá 1905
til 1915 og børnini Maria, Gunnar og Emma