Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 MINNINGARORÐ Hanusi undir Leitinum til minnis Nøkur fólk fylla meiri ímillum okk­ ara enn onnur, og tí verður tóm­ ligari, eftir at tey eru farin. Haldi Hanus undir Leitinum var eitt teirra, nú hann andaðist óvæntað í sjúkra­viðgerð. Hanus varð føddur í Húsavík í 1940 og búði har tað mesta av lív­ in­um. Bæði foreldrini vóru húsvík­ ing­ar. Mamman var Kristina, f. Dam, av Bø, og pápin Jákup Sør­en­ sen undir Leitinum. Sørinarfólkið flutti til Húsavíkar um Dímun og Dal úr Sumba. Mikið hevur K.O. Viderø, ættaður úr Skála­vík, skrivað um hesa fjøl­ mentu ættina í Søgu Húsavíkar. Jákup var sjómaður, og Kristina ar­beiddi, kvinnum so vant tá, heima alt árið og ansaði teirra nógvu børnum, meðan maðurin var til skips. Slíkt vóru konubrot, bæði móðir og faðir stóran part av árin­um. Jørðin og kríatúrini kravdu sítt av arbeiðsorku, og vóru nógvar hend­ur í hesum væla og mentaða húsi undir Leitinum. Áttu vóru børn­ini hjá Jákupi og Kristinu. Leitisfólkini hava myndað væl og víða teirra sermerktu heimbygd. Hanus hevði sjónáttúru og hug til sjógvin. Sum so mangur før­oysk­ ur drongur í 1950-árunum fór hann at fiska við trímenningi sín­um, Ansgar Sørensen, ið búði á Trongis­ vági, og átti og førdi Rólant. Eisini var Hanus við Demmus Nico­demussen av Sandi skipara við Rólant og við Pálli, ið Demmus keypti við øðrum. Teir fiskaðu und­ ir Íslandi og Grønlandi. Við sluppini Oyrasker hjá D.P. Højgaard vóru Hanus og yngri bróðirin Vilmund onkran túr. Tann eina veturin róði Hanus út av Tvøroyri og búði hann tá hjá Ans­g­ari. Saman við øðrum úr Húsavík og Dali fiskaði Hanus við týskum trolarum, ið høvdu føroyingar við til at arbeiða saltfisk. Hanus gekk nakrar vetrar í skúla og fiskaði um summarið, eitt nú við Anker Gærdum, skipara av Strondum, sild við gørnum, ið var stór vinna tá. Sørinarfólk eru gløgg, og hugur Hanusar stóð til bókina. Honum fall náttúrligt at nøkta sína tráan eftir vitan við einum uppihaldi á Snoghøj fólkaháskúla. Hann skuldi við skúlaskipinum Danmark, men ein eldsbruni um­ borð á einum týskum skúlaskipi, gjørdi hesa ætlan til einkis, tí skúla­ skipið Danmark varð lagt hetta ári. Hetta var við til at snúgva lagnu hansara aðrar vegir. Hanus fór rættiliga tilkomin á Preliminér- og studentaskúla í Havn, har hann tók studentsprógv í 1964. Ólavur Hvíti, stállínubáturin, lá við kei í Havn og bíðaði, til Hanus hevði tikið prógv, og so loystu teir til Grønlands. Eftir tað fór Hanus til Bourne­ mouth í Suðuronglandi ein vetur á málskúla at lesa enskt. Síðan til Dan­markar at lesa søgu og gud­ frøði. Skúlaárið 1968/9 var hann vikar­ur í Elduvík. Har hitti hann Fíu, fødd Joen­ sen, úr Frammistovu í Elduvík. Tey giftust og fingu trý børn, Joel, Krist­inu og Jallgrím. Niðurafturkomin fór Hanus á Emdrup­borg Statsseminarium, har hann leyk læraraprógv í 1973, tá hann við familju flutti aftur til Føroya. Tey búsettust í Húsavík og búðu har alt lívið. Fía andaðist í fjør. Tað neit Hanusi fast at missa sín lívsfylgisneyta, og hann kom seg ikki eftir missin. Saknurin nívdi hann. Hanus fekk lærarastarv á nýggja Megin­skúlanum á Sandi í 1973 við enskum og átrúnað sum ser­grein­um. Hann tók útbúgving sum bóka­vørður og hevði ábyrgd av bóka­savn­inum á Meginskúlanum ta tíð, hann undirvísti har. Síðst í 80-árunum tók hann við starvi sum fyrstilærari í Húsavíkar og Dals skúla, til hann legði frá sær fyri aldur í 2007. Hanus var ein av teim lærarum, vit kenna í nøkrum bygdum, ið hava so stóran virkishug, at hann kem­ur bygdarfólkinum til gagns í álitis­størvum. Hann hevði stóran áhuga í sam­ felagsmálum og var valdur í skúla- og kommunustýrini í Húsavík, Dali og á Skarvanesi árini 1976-1990 og aftur frá 2000-08, mestu tíðina sum bygdaráðsformaður. Húsavík var heimstaður hans­ ara, og Hanus var frá ungum virkin í ungmannafelagnum Sólarris, flestu árini sum nevndarformaður, eis­ini tá nýggju felagshúsini vórðu bygd og nógv ár eftir tað. Sum um tað ikki var nóg mikið, so átók hann sær eisini at vera deknur og formaður í kirkju­ráðn­ um, eftir at undan­mað­urin Erling Magnus­sen doyði ungur í 1988, til Hanus nú sjálvur andaðist. Onkur tók til um henda livandi og virkna mann, at nú hevði havt øll álitisstørv í heimbygdini uttan at vera grindaformaður. Sørinarmenn eru kropssterkir, og Hanus hevði so góðan hug í seyða­hald og landbúnað, at hann røkt­aði Kirkjubøseyðin á Skarva­ nesi frá mitt í 1970-árunum til nú, hann andaðist. Hanus var vísur og søgufróður mað­ur. Hann fekk í vøggugávu og brúkti til gleði fyri síni með­menn­ iskju við ansi fyri máli og mentan sítt eyðkenda húsavíkarmál, sum gekk ætt í ætt úr Skumputoft, Skemm­uni á Skarvanesi, úr Suðri og Skúgvi. Hanus undir Leitinum (eftir­ navnið tók hann sær av stað­ar­ navn­inum, har vøggu­gang­ar­anir stóðu í Húsavík), var heilur fólka­ floks­maður, formaður í landsfelag floks­ins í mong ár og sat á løgtingi sum varamaður eitt valskeið. Málburður Hanusar og serliga hansara væl umhugsaðu og fyri­ reik­aðu røður av løgtingsins røð­ ara­palli vóru skilvísar, andbornar og málsligur tónleikur at sita undir sum áhoyrari, av sonnum ein kelda av føroyskari málmentan, sum eitt komandi ættarlið hevði fingið gagn av at leggja sær í geyma. Hanus møtti trúliga til fundir hjá Fólkaflokkinum. Soleiðis var eisini tá Fólkaflokkurin hevði lands­fund í november mánað. Hanus var væl upplagdur og prát­ ing­arsamur sum altíð. Hanus fylgdi væl við í politikki og dugdi væl at lesa politisku støðuna. Hanus var holl­ur í ráðum. Føroyingar í túsundatali fingu gleði, vísdóm og vitan úr teim sam­ røð­um, sum KvF tíbetur í tøkum tíma hevði við henda mentaða hús­ vík­ing, Hanus undir Leitinum, sum and­aðist fyri jól, 77 ára gamal. Samhugi okkara veri við tykk­ um, sum mistu móður, faðir, ommu, abba og næstu skyldfólk so stutt hvørt eftir annað. Friður verið við minninum um Fíu og Hanus. Vegna Folkaflokkin og Sandoyar Fólkafloksfelag und­irvísing) í hebraiskum og í lat­íni. Tá ið Malla og presturin giftust, varð brúðarparið róð úr Klaksvík norð­ur til Viðareiðis í nýggjum 8-manna­fari, sum presturin navn­gav Dorthea, ið merkir Guds gáva. Tí tað var júst Guds gávu, hann hevði fingið við Maren Louisa Dorthea. Tá ið tann nýggja Christians­ kirkjan í Klaksvík varð vígd í 1963, varð Malla boðin við. Tá hekk bát­urin Dorthea undir hválv­inum í kirkjuni. Faulenborg prestur doyði í 1960. Tey mongu ár, Faulenborg og Malla sótu í prestagarðinum Hjerk á Mols, vitjaðu fleiri før­oyskir studentar trúliga á presta­garðinum har, sum var ein anda­lig oasa hjá hes­um lesandi. Hesin trúskapur stóð við tey mongu árini, presturin og Malla búðu á Amager. Hann, ið hetta skrivar, minn­ ist eina slíka hugnaløtu við ”før­ oysk­um borði” hjá prestinum og Mallu, har Chr. Matras, Tróndur Olsen við frúum o.o. vóru við. Emma er við fullum skili , sær og hoyrir væl og býr nú einsa­ møll (síðan 2001) í einum háhúsi í Keyp­mannahavn. Systkinabarninum verður við hesum ynskt hjartaliga tillukku. Heri Mohr Leo segði, ikki bert við meg, men onn­ur eisini, at hetta var møguliga sein­asti kalvatúrurin. Leo var vorð­in sjúkur av krabba­ meini, men tað bar hann, sum næst­an bara hann kundi bera: Gramdi seg ongantíð, men visti nokk, hvønn veg tað bar. At hann so doyði á sínum seinasta kalva­túri, var so skepnan. Góð ella ring. Leo var familjumaður sum fáur. Børn­ini og ikki minst abba­ børnini vóru gimsteinar hans­ ara í lívinum. Ikki ein dagur gekk, uttan hann tos­aði um síni nærm­astu. Missurin hjá tykkum, Fróðu, børn­unum, abbabørnunum og øll­um tykkara, er stórur. Men minn­ini eiga tit. Palli, missurin hjá tær er ikki gloymd­ur. Men tak tær góðu løt­ur­nar, tit báðir høvdu saman, víðari í lívið. Tøkk fái familjan fyri minn­ ing­ar­haldið í Vesturkirkjuni, har so mong fingu sagt farvæl so virðiliga sum sjáldan sagt áð­ ur. Tú ert farin, Leo, men ikki gloymdur. Friður veri við minninum um mín góða vin, Leo Clothier. Jørleif