týsdagur 6. februar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Minningarorð um Katrina
Sólrun Fjallsbak, Miðvági
fødd 15. februar 1948 – deyð 26. januar 2017
Áðenn
vit
varnaðust
nakað,
gjørdist Katrin álvarsliga sjúk, og
doyði hon fá ár seinni. Katrin og
eg vóru systkinabørn, og hóast
hon var eitt sindur eldri enn eg,
so kom eg ofta á gátt hjá Katrini
og foreldrum hennara. Hon gekk
í gamla bygdarskúlan í Miðvági,
har eisini eg gekk. Har vóru tríggir
lærarar tey fyrstu árini, seinni
komu aðrir lærarar og vikarar at
undirvísa okkum. Sjálvur gekk eg í
tvey ár í gamla skúla. Vit spældu á
sandinum, runnu undan aldunum,
ið skolaðu uppá land og eftir tí
slætta sandinum. Vit spældu eisini
eftir skúlatíð serstakliga í býling
inum við Kirkjar, har vit vuksu
upp. Mammurnar tóku sær av
heimi og børnum. Páparnir vóru
aloftast til skips ella gjørdu fyri
fallandi arbeiði heima. Í gamla
bygdarsamfelagnum var alt við
tað gamla, smáar broytingar vóru.
Genturnar spældu við dukkur, vit
dreingir sigldu við bátum í Ósanum,
har vit eisini fangaðu kombikk, síl
og állar. Men so við eitt var gamli
skúlin
í
Miðvági
niðurlagdur.
Nýggjur skúli kom á Giljanesi. Alt
broyttist, og alt gjørdist so stór
bært. Tíðin og umhvørvið gjørdust
annarleiðis, enn tey høvdu verið.
Vit fingu nýggjar vinir og kenning
ar í grannabygdini, Sandavági.
Tað var í hesum umhvørvi, at
Katrin vaks upp. Hon tók lut í
bygdarlívinum, bæði í gleði, gaman
og álvara.
Kartin arbeiddi í mong ár sum
fotografur. Hon tók myndir bæði
av einstaklingum, brúðarpørum
og konfirmantum. Og mangar eru
myndirnar, sum hon hevur tikið,
og hanga hesar myndir í mongum
heimum kring um í Vágum.
Katrin og tey vóru fýra systkin,
og doyði yngra systirin, Gertrud, í
bestu árum, hon átti tveir beiggjar
eisini. Annars giftist Katrin við
Poul Erik Fjallsbak, og búðu tey
her við Kirkjar í Miðvági. Tey fingu
fýra børn saman, og eru tey vaksin
nú. Katrin og Poul Erik høvdu eitt
gott lív saman. Hann sigldi, og hon
var heimaarbeiðandi húsmóður.
Sum sagt, gjørdist Katrin álvarsliga
sjúk fyri árum síðani, og doyði hon í
bestu árum, ja, alt ov ung, halda vit.
Minnini eftir Katrina eru góð, hon
var altíð so skemtingarsom, hon
hevði eitt ljóst sinnalag, og hon var
ein lívsglað kvinna. Familja, vinir
og kenningar vilja varðveita góðu
minnini eftir hana.
Ærað veri minnið um Katrina!
Finnbjørn
Minningarorð
um abba á Hædd
Marvin
Richard
Hansen varð fødd
ur hin 2. desember
í 1941 í Norðagøtu,
har hann vaks upp.
Hann giftist í 1967
við Sólveig Brest
isson
úr
Skúvoy,
og tey búsettist á
Hædd í Klaksvík.
Hin 2. desember
hevði abbi havt føð
ingardag og hevði
fylt 76 ár. Vit plagdu
altíð
at
savnast
henda dagin, og tað gjørdu vit eisini
hesaferð, men nú var abbi ikki við.
Altíð hevur okkum dámt væl
at koma niðan í tað hugnaliga og
fjálga heimið hjá ommu og abba,
og tey hava verið so hjartalig og
góð við okkum. Vit eiga nógvar
ríkar og hugnaligur løtur á Hædd,
og mangan hevur omma bakað
okkum pannukøkur.
Abbi var fittur og hjálpsamur.
Hann var ein "kerligur" abbi og var
altíð til reiðar at koyra okkum í bili
sínum. Hann trillaði okkum mangar
túrar, tá ið vit vóru smá, og tá ið
abba-dagur var í barnagarðinum,
so var abbi við. Abbi dugdi at fáast
við okkum smáu børn, hóast hann
eisini var avgjørdur.
Javnan vóru vit við ommu og
abba í summarhúsinum í Gøtu, og
vit vóru við teimum í Skúvoy, har
vit sluppa at koyra á knallertini hjá
abba.
Vit goyma mong góð og stuttlig
minni um ríkar løtur saman við
ommu og abba, og tey bæði vóru so
góð hjún, og trúføst stuðlaðu tey
hvør øðrum.
Abbi var handaligur, sum fáur.
Tað, sum onnur langt síðan høvdu
givið upp og lagt frá sær, tað dugdi
abbi at gera í stand
aftur. Hann dugdi at
smíða, sveisa, seyma,
og hann dugdi at
fáast við tað elektr
iska.
Abbi dámdi væl
at práta um familju.
Hann visti væl um
ættarviðurskifti.
Hitti hann onkran í
familjuni, so var tað
altíð: "Hvat sigur
skyldmaðurin
ella
skyldkonan?".
Abbi var villigur, og hann segði
ongantíð nei. Hann var víða um og
arbeiddi, og hann hjálpti, har hann
kundi.
Abbi á Hædd og Petra-omma,
sum heldur ikki er ímillum okkum
longur, vóru tvey góð systkin. Tey
vóru tætt knýtt. Bæði vóru so
rættvís og gjørdu ikki nógv burt
urúr sær sjálvum. Tey bæði vóru
so trúføst bæði ímóti menniskjum
og ímóti Emmaus og kirkjuni, har
tey gingu nógv.
Abbi fortaldi okkum altíð um
Jesuspápa, og hann sang mangan
hetta ørindi fyri okkum:
Eg eri Jesu lítla lamb,
og eg gleðist yvir hann.
Hann vil meg á vegnum leiða,
og hann skal meg altíð eiga.
Eg vil elska Jesus mest,
tí eg veit, at tað er best.
Abbi á Hædd var besti abbi, ein
kann ynskja sær. Vit sakna teg
ómetaliga nógv, góði abbi.
Hvíl í friði, kæri abbi.
Hergerð, Sólveig, Petra og Bent
Kristoffur
Frelsandi (upp)loysingar-maður
av européiskum landa-bitum
Virgar T.
Dalsgaard
Nú supernationalisturin Magni
Arge við danskari fíggjarhjálp hev
ur sett skjøtil á sína européisku
upploysingar-process, har hann
fyribils hevur herjað á tað catal
onska landnyrðingshornið og er
farin at kuta av tí spanska stats-
krovinum, er avgjørt vert at minna
hann á allar hinar minnilutarnar
í Europa, sum helst gjarna vilja
hava føroyska loysingar-hjálp. Hví
skullu teir gloymast?
Hví skullu allir aðrir minnilutar
í Europa ikki fáa magnesiska loys
ingarhjálp? HVÌ skal bara tað
spanska landakrovið maltrakterast
ella karvast í stumpar og stykkir?
Magni kundi hóskandi lagt
fyri við at rætt teimum militantu
baskisku yvirgangskroppunum úr
loysingarrørsluni ETA sína frels
andi hond.
Og so kunnu vit úr tí fjøtraðu
rúgvuni av ófrælsum minnilutum
taka samarnar í Norra, Svøríki og
Finnlandi, sum leingi hava kravt
loysing og gramt seg um eirinda
leysa skandinaviska kúging.
So kundi hann farið yvirum
til tey baltisku londini, har stórir
russiskir minnilutar (procentvís
størri enn tann catalonski) leingi
hava barst móti bæði málsligari og
kulturellari kúging.
Haðani kann hann flúgva til
Suðurslesvig, har bæði donsku og
týsku megin eru málsligir minni
lutar at hjúkla um, hvis teir skoyta
um republikanskan stuðul.
So er tað ein týskur minniluti í
Belgien (hann er ikki stórt meira
enn Føroyar - eini 60.000 fólk), sum
hevur allan "rætt" til Magnahjálp.
Puigdemont kundi hjálpt til, hvis
hann hevði torað fyri belgiarum,
sum jú hýsa honum ENN. Men
skuldu teir rísna, kundi tann catal
onski odda-republikanarin helst
fingið innivist í einum tómum kjall
araverilsi hjá Magna í Havn.
So er tað tann týski minnilutin í
Alsace í Frankaríki, sum ikki hevur
torað at kravt loysing, líka síðani
1945, men tað kann Magni skjótt fáa
teir østar til, so tað kemur gongd á
upploysingina í tí eystara partinum
av Frankaríki.
So eru tað bretonnarar í útnyrð
ings-Frankaríki, sum føla seg nógv
forfjónaðar av stjórnini í Paris,
bæði politiskt og kulturelt.
Hinumegin ta eingilsku kanal
ina er heilt galið! Har eru walisar
ar, sum føla seg nationalt niður
traðkaðar av tí eingilsku stjórnini
í London. Sama er við skotum og
summum katólskum írum, sum
halda seg vera bæði politiskt for
fylgdar og religiøst kúgaðar.
Fleiri national neyðarróp
Men Magni sleppur ikki so. Tað
verður boð eftir honum úr Italien,
har Liga Nord-rørslan vil kvetta og
loysa alt Norður-Italien frá stjórn
arvaldinum í Rom. Og so eru tað
suður-tyrolararnir í teimum itali
ensku Alpunum, sum vilja sleppa
KJAK