Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 Er kommunan virkin og vakin eisini fyri sínar medborgarar? Bozena Rasmussen »Torshavnar Kommuna virkin og vakin!« stendur á kommunu­bygn­ inginum í Steinatuni. Jú, Steinatún er vorðið sera snøgt, nýmótans og nýtiligt. MEN sigast má, at reyða bussskýlið, sum herfyri varð sett upp, misprýðir í alstóran mun. Tað hóskar ikki her, og harumframt vendir tað skeivt, t.e. móti vestri, sum er ringasta ætt. Tað er avgjørt ein misskiljing at seta eitt skýli upp her. Eitt hugskot var heldur at seta tað upp á Hoyvíksvegnum yvir av heilsøluni hjá Poul Michelsen. Har hevði tað gjørt gagn, tí har er tørvur á tí. Við Steinatúnshúsinum hevur Tórshavnar Kommuna fingið eina sera snøgga og stórsligna høll, og vit fegnaðust øll, tí her skuldi eis­ini vera bíðisalur hjá teimum, sum koyra buss. Endiliga fingu vit okkurt! Og so væntaðu vit sjálv­ sagt, at soleiðis fór eisini at vera í framtíðini, tí vit, sum koyra buss í øllum veðri, hava tørv á einum bíðisali. – Men brádliga varð stongt, og ikki slapst inn aftan á kl. 18! Hvør er orsøkin til tess? Vit eru mong, sum undrast stór­ liga um hesa avgerð. Eingin hevur fingið nakra frágreiðing, men hurð­arnar eru læstar eftir kl. 18, og vit mugu standa uttanfyri sama, hvussu veðrið er. Tí spyrja vit: Er kommunan virkin og vakin eisini fyri sínar medborgarar? Vit, sum koyra við bussinum hvønn dag. Láturverjar fólkapensionistana Frank Davidsen Ein veit ikki, um ein skal flenna ella gráta, nú pol­ itikarar úr Sam- ­bands­flokk­in­um og Fólka­flokk­in­um royna at gera seg til látu­tverj­ar fyri fólka­ pensjónini. Tað vóru jú  hesir  somu flokkar, sum í 1957 ikki minni enn tríggjar ferðir royndu at forkoma fólkapensjónini, tá hon enn var í egginum. Tríggjar ferðir legði Javnað­ar­ flokk­urin hetta vala uppskot fram á Løgting, men til fánýtis. Hvørja ferð varð glæsiligasta ný­brotið í før­oyskari   politiskari pen­sjóns­ søgu felt av báðum teimum stóru borg­ar­ligu flokkunum. Eins og í dag ynsktu hesir báðir flokkar eisini tá eina  samhaldsfasta fólkapensjón har piparið grør. Teir tvíhildu heldur um táverandi ellis­ rentuna, ið var eitt neyðaregg og ein beinleiðis háan ímóti pen­sjon­ istunum samanborið við ta slóð­ brót­andi fólkapensjónina, sum pen­sjonistarnir nú í samfull 60 ár hava notið gott av. Nú royna so somu flokkar, ið hata samhaldsfesti, at gera seg til láturverjar fyri fólka­pen­sjón­ ini, samstundis sum teir av øllum alvi royna at sabotera neyð­ug­ ar  broytingar. Eftir 60 ár er sjálvsagt neyðugt at gera tillagingar og broytingar hes­um viðvíkjandi. Í 1958 vóru 15 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist, men um nøk­ur ár vera bert fýra fólk á arbeiðs­ marknaðinum fyri hvønn pen­ sjon­ist. Harafturat er livi­støðið mun­andi hækkað og liviald­ur­ in  mun­andi hækkaður. Tí krevst ein radikal broyting, um pensjonistarnir ikki skulu verða sleptir uppá fjall í framtíðini. Men í staðin fyri at síggja veru­ leík­an í eyguni, gera teir borgarligu flokk­arnir eins og strutsurin, ið stingur høvdið niður í  sandin. Samstundis royna teir all­ar  pol­ it­iskar snildir at sabotera pen­ sjóns­uppskotið. Tí teir síggja, at her vendist ikki aftur, og teir tí eru noydd­ir at viðurkenna, at teir hava sovið í tímanum. Harafturat skulu vit minnast til, at Fólkaflokkurin í 2002 var við til at samtykkja, at partar av   fólka- pensjónini ikki skuldu prís­tals­ regul­erast frá tá av. Ein nýt­ ist ikki at vera klókasta høvdið í flokkinum fyri at síggja, at fyri   pensjonistarnar hevur tann broyt­ingin havt stórar fíggjarligar av­leið­ingar. Stóri trupuleikin hjá nevndu flokk­um við at Samhaldsfasti ætl­- andi skuldi vera bulurin í pen­sjóns­ skipanini er tann, at tá høvdu tær høgu inntøkurnar skula goldið mun­andi meira enn tey, sum hava tær lágu inntøkurnar. Tað er veruliga orsøkin til, at báðir teir stóru borgarligu flokk­ arnir av øllum alvi royna at for­ koma royndunum hjá Javn­að­ar­ flokk­inum at gera   bráneyðugar broytingar, sum skulu tryggja teim- um, ið bert hava fólka­pen­sjón­ina, eina munandi hækking av tøka peninginum at liva fyri, eins og skip­anin verður fíggjarliga burð­ar­ dygg í framtíðini. Tí trygdini borgar Javn­að­ar­ flokk­urin fyri, eins og tað var sami flokk­ur, sum fyri 60 árum síðan legði lunnar undir fólkapensjónina hóast harða mótstøðu frá teimum flokk­um, sum í dag royna at gera seg upp sum láturverjar fyri pen­ sjon­istunum.   Í oddagrein i Sosialinum 24. jan­uar í ár stendur millum annað, sitat “Tryggingarstjórar vena seg eisini, nú uppskotið sigur, at priv- ata pensjónin "bara" skal vera 12 prosent og ikki 15 prosent. Kata­ strofa halda teir. Her er ætlanin at Samhalds­fasti skal styrkjast tilsvarandi. Men trygg­ing­arfeløg fáa einki úr Sam­ halds­fasta, sum letur alt til fólkið. Har er einki umsitingargjald og eing­in millumrokning og eing­in annar, ið skal tjena uppá pen­sjón­ ina. Fólkið fær allar pengarnar. Vit kunna spyrja, hví ikki styrkja Sam­haldsfasta enn meira? Og hví ikki lata fólksins pengar arbeiða í Føroyum? Pensjónin  eígur ikki at vera  eitt stríðsmál á tingi. Ósemj­ un­ar eru í veruleikanum kávalótir og symbolpolitikkur. Takið tykkum saman og gerið eina virðiliga skipan - eins og teir klár­aðu fyri 60 árum síðani” sitat enda. Uttan ein samhaldsfastan pol­ itikk, ið tann føroyski Javn­að­ar­ flokkurin loysti úr lagdi fyri 60 ár­um síðan, hevði okkara samfelag ikki verið millum heimsins bestu   væl­ferð­ar­samfeløg í dag. Sjálv­sagt vilja tað vera ymisk viður­ skifti, sum altíð kunna gerast betri. Hinvegin, høvdu vit ført ein pol­itikk seinastu áratíggjuni eftir fólka­floksleisti ella í samsvari við ráðaleysa afturhaldspoltikkin, sum Sambandið nú við Bárði á Steig Nielsen á odda førir, so høvdu vit ikki havt tær vælferðartænastur, vit hava í dag. Hvussu hevði støðan verið, um Samhaldsfasti ikki var tøkur í dag? Og hvussu hevði verið, um eingin arbeiðsloysistrygging var í dag? Um Javnaðarflokkurin ikki var so sterkur politiskt árini 1990-1994, so høvdu hvørki fólkapensjónin ella Samhaldsfasti verið á tí støði, sum hesar vælferðarveitingar eru á í dag. At hesi fyri Javnaðarflokkin so týðandi málini skuldu fremj­ ast saman víð høgra­venda  Fólka­ flokk­inum, er lagn­un­ar spei­semi, og hevði verið óhugs­andi í dag viðJørgen Niclasen sum formanni. Eg havi sagt tað fyrr og kann endurtaka tað, at var Jógvan Sund­stein ikki formaður í Fólka­ flokk­inum tá, hevði tað verið sera trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fingið hesi fyri Javnaðarflokkin so týðandi mál   løgd fram tíansheldur samtykt. Til alla lukku hevði Javnaðar­ flokkurin ein sterkan formann í Atla Dam sála. Tí rembingarnar vóru øgiligar í Fólkaflokkinum. Bara navnið Samhaldsfasti fekk spýggj­una upp í hálsin á teimum. Men sum fyrr sagt, so var formaður Fólkafloksins liberal­ ur og realistiskur í mun til polit­ isku   heykarnar í flokkinum tá. Eis­ini var kemiin millum hann og Atla Dam  sera góð. Tí fekk Javnað­ ar­flokk­urin loyst upp fyri og sam­ tykt tvey av størstu politisku sosial- og arbeiðsmarknaðarmálum í nýggjari politiskari søgu. Sama skilið var, tá samráðast skuldi um ALS. Heykarnir í Fólka­ flokkinum meintu, at 50 pro­ sent  var ivaleysa stórt gjald til tey ar­beiðsleysu. Men aftur her var Folka­flokkurin noyddur at góðtaka upp­leggið frá Javnaðarflokkinum uppá 70 prosent av eini arbeið­ara­ løn. Tað er tí vón mín, at veljarin gjøgnumskoðar politiska sjónleikin, ið formenn  Sambandsfloksins og Fólkafloksins borðreiða við. Serliga í pensiónsmálinum. Tað var Javnaðarflokkurin, sum borgaði fyri fólkapensiónini frá byrj­an av, og sami flokkur er í dag iva­leysur um, at pensjonistarnir verða tapararnir, um tað nú aftaná 60 ár ikki verður gjørt nakað muna­ gott fyri at broyta skipanina. Tí grundarlagið undir veiting­ un­um og alt samfelagið er so nógv broytt hesi nógvu árini. At alt ov lítið er gjørt til tess at nú­tímans­gera fólkapensjónina, er helst orsøkin til, at okkara pensjon­ ist­ar eru afturútsigldir fíggjarliga sein­astu nógvu árini. Tað  leggja borgarligu flokkarnir vertin í. Tí eigur Javnaðarflokkurin at halda fast um eftir samhaldsfestum leisti at gera broytingar til gagns fyri tey, sum hava lagt lunnar und­ ir  okkara vælferðarsamfelag. KJAK und­ir Eysturríki, tí teir eru málsliga kúg­aðir av italienarum. Haðani fer Arge helst siglandi tvørtur um Adriatarhavið til krút­ túnn­una á Balkan, har stórt sæð øll londini hava aggressivar minni­ lutar, sum ikki vilja akta hvørki kro­ atiskt, serbiskt, slovenskt, make­ d­onskt ella albanskt stýri. Tað er ein hurlivasi, sum sjálvt ein Magni kann hava ilt við at (upp)loysa. Schweiz hava vit ikki nevnt, men har behøvist Magni ikki, tí teir málsligu minnilutarnir har trívast væl undir EINUM stýri. Teir vilja ikki vita av nakrari loysing!  Man veit ikki, hvat  "feilar" teimum! Men so er tað Rumenien, sum hevur ein stóran og krevjandi ung­ arsk­an minniluta at stríðast við. Fyri ikki at nevna Slovakíið, sum hev­ur bæði ungarskar og aðrar minni­lutar, sum krevja kvetting. Har­afturat hava slovakkar ein veld­ugan minniluta av zigoynarum, sum glaða seg til ein føroyskan for­ dómsfrían upploysingarmann. Teir hava annars ongan góðan havt higartil. So eru tað schlesarar í Polen, sum flestallir eru av týskari rót, men sum ikki hava hættað sær at brúkt týskt mál í meira enn tveir mans­aldrar. Teir vilja elska Magna, hvis hann tekur hornatøk við War­ zawa-stjórnina. Hon er annars tung og sera strævin at dansa við. Ukraine við stórum russiskum minni­luta er ein kókandi heksa­ ketil, har sjálvt Magni má ansa sær, tí tað er eitt politiskt minufelt at hætta sær í holt við. Í sjálvum Ruslandi eru eisini nógv­ir minnilutar, men tað verð­ ur for stórt yvirarbeiði hjá Magna, um hann einsamallur upp­loys­ ing­armaður skal fara og telva við Putin eisini, so fyribils´má hann frelsa og loysa tann centrala og vest­ara partin av Europa. Hetta projektið hjá Magna verð­ ur ikki bíligt! Fyribils hevur tann danska stjórnin havt rættiliga fitt av útreiðslum fyri Magnatiltakið í Kjøpinhavn. Har vóru tilkallaðir nógv­ir politistar, bæði í Kastrup, við Universitetið og við Fólkatingið fyri at verja greipuna Puigmont & Arge. Fundir og vistarhald er heldur ikki ókeypis, so republikanarin Magni Arge og tann ábyrgdarleysi Eind­arlistin hava mjólkað tann danska statin dúgliga hesa vikuna eftir klassiskari uppskrivt. Lat tann danska statin betala fyri okkara pol­itiska vitloysi. Men Arge skal valla  rokna við stór­vegis fíggjarligum stuðuli  fyri­ bils til upploysingar av restini av Eur­opa. Sjálvt um hann er tjóð­veldis­ mað­ur, noyðist hann nokk eftir­ hond­ini at venja seg við at skulla be­tala sínar egnu rokningar, um enn tað er sera  sárt fyri eina sup­ er­føroyska skuldareyv og republik­ ansk­an frelsara. Uppgávan hjá Magna er enorm, møti­mikil og alt for  nógv fyri ein einstakan mann, men hann er stálsettur, so leingi hann fær dansk­arar at  fíggja ta geografisku sund­ur­pettingina,  Hann  gevst ikki, fyrr enn  tær allar­flestu   bygdir    í Europa hava fingið fullan suverænitet og sleppa heilt undan samstarvi við "kúg­ andi" grannar. Tí rembingarnar vóru øgiligar í Fólkaflokkinum. Bara navnið Samhaldsfasti fekk spýggj­una upp í hálsin á teimum