týsdagur 6. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vanligur heilivágur
fyri blóðtrýst kann
elva til krabbamein
- Okkara kanning vísir, at ein røð av øðrum
heilivági fyri ov høgum blóðtrýsti eru eins
effektiv og hydrochlorthiazid, men tað er
bert hydrochlorthiazid, sum setir sjúklingin
í øktan vanda fyri krabbameini. Tí kann
tað vera skilagott at taka spurningin upp
við læknan, sigur lektarin, ph.d. Anton
Pottegård
Vilmund Jacobsen
Gransking vísir, at samanhangur
er millum eitt av mest brúktu heili
vágssløgum fyri ov høgum blóð
trýsti og krabbameini í húðini.
Granskarar hava áður víst á, at
heilivágurin eisini kann veksa um
vandan fyri krabbameini í varrun
um.
Talan er um heilivág við evnin
um, hydrochlorthiazid.
Tekur tú henda heilivágin fyri
ov høgt blóðtrýst, kann tað vera
skilagott at taka eitt prát við lækn
an og spyrja, um tú kanska skuldi
fingið eitt annað slag av heilivági.
Granskarar
hava
áður
sett
sjóneyku á heilivág við evninum
hydrochlorthiazid, og nú er hetta
tikið fram aftur við atliti til øktan
krabbameinsvanda.
Spyr læknan
Fyri sløkum ári síðan vístu gransk
arar á Syddansk Universitet og
Kræftens Bekæmpelse á, at hydro
chlorthiazid veksur munandi um
vandan fyri varrakrabba, sum
hvørt ár rakar umleið 75 danir.
Nú vísa granskarar á, at nevndi
heilivágur eisini økir um vandan
fyri húðkrabba kring um á likam
inum.
Í kanningini hugdu granskarar
eisini eftir øðrum, ofta brúktum
heilivági fyri ov høgum blóðtrýsti,
men staðfest varð, at einki av hes
um sløgum setir sjúklingin í øktan
vanda fyri húðkrabba.
Tað sigur lektarin, ph.d. Anton
Pottegård, sum starvast á Syddansk
Universitet og sum var stigtakari
til nýggju kanningina.
- Okkara kanning vísir, at tað
er ein røð av øðrum heilivági fyri
ov høgum blóðtrýsti, sum eru eins
effektiv sum hydrochlorthiazid,
og hesi seta ikki sjúklingin í øktan
vanda fyri krabbameini. Tí kann
tað vera skilagott at taka spurn
ingin upp við læknan um møguleik
an at skifta heilivág, sigur Anton
Pottegård.
Fleiri sløg
Tað eru fleiri sløg av húðkrabba, og
nýggja kanningin vísir, at hydro
chlorthiazid serliga veksur um
vandan
fyri
plátukyknukrabba
(pladecellekræft), sum er húð
krabbi, ið hvørt ár rakar fleiri enn
2500 danir.
Vanliga kann hetta slag av
krabbameini viðgerast væl og
effektivt.
Bæði varra-og húðkrabbi verður
vanliga viðgjørd við skurðviðgerð
við einum ávísum vanda fyri meini,
sum tað altíð er.
Hinvegin er lítil møguleiki fyri, at
húðkrabbi av plátukyknuslagnum
spreiðir seg, tó at ávísur møguleiki
er.
Hydrochlorthiazid er eitt av
mest vanligu sløgunum av heilivági
fyri ov høgum blóðtrýsti, bæði í
USA, har fleiri enn 10 miljónir fólk
fáa heilivágin, eins og í Vestur
evropa, har hesin heilivágur eisini
verður nógv brúktur.
Í Danmark fáa umleið ein fjórð
ingsmiljón hydrochlorthiazid.
Hjáárinini ávirka tískil mong, og
granskarar meta, at umleið 10 pro
sent av øllum tilburðum av húð
krabba í Danmark hava sína orsøk
í evninum, hydrochlorthiazid.
Haldgóðir upplýsingar
Nýggja kanningin byggir á hagtøl
úr tí, sum danir rópa krabbameins
skásetingini (cancerregistret), sum
hevur
upplýsingar
um
flestu
krabbameinstilburðir í Danmark
síðan 1943.
Granskarar hava eisini fingið
til vega upplýsingar um nýtslu av
heilivági í landsumfevnandi skrá
seting, har upplýsingar eru um
nýtslu av heilivági í Danmark aftur
til 1995.
Við hesum grundarlagi hava
granskarar kannað samanhangin
millum nýtslu av hydrochlorthiazid
og eina røð av øðrum heilivági og
øktan vanda fyri húðkrabba.
Tilsamans
hava
granskarar
kannað upplýsingar um 80.277 til
burðir av plátukyknu-ella basal
kyknukrabba í húðini og hava
samanborið hesar við stívliga 1,6
miljónir royndarpersónar, sum ikki
høvdu húðkrabba.
Hetta gevur eitt sterkt grundar
lag undir niðurstøðuni hjá gransk
arum.
- Upplýsingar um nýtslu av
heilivági
og
krabbameinssjúku
í donskum og norðurlendskum
skrásetingum eru ógvuliga neyv
ar og undirbyggja saman við ein
um
generellum
mistanka
um
hydrochlorthiazid álitið á kann
ingina, sigur lektarin, ph.d. Anton
Pottegård.
Bert hydrochlorthiazid
Um tú sum sjúklingur vilt vita, um
heilivágurin, tú tekur, kann hava
somu árin sum hydrochlorthiazid
hevur við sær, vita www.cancer.dk
at siga, at tað er bert heilivágur við
evninum hydrochlorthiazid, sum er
staðfestur at veksa um vandan fyri
krabbameini, soleiðis sum greitt er
frá í hesi greinini.
Ávís onnur sløg av heilivági hava
í sær hydrochlor, sum tó ikki er
kemiskt í ætt við hydrochlorthiazid
og veksur tískil heldur ikki um
vandan fyri krabbameini.
Kanning vísir, at ein røð av øðrum heilivági fyri ov høgum blóðtrýsti eru eins effektiv og hydrochlorthiazid,
men tað er bert hydrochlorthiazid, sum setir sjúklingin í øktan vanda fyri krabbameini
Granskarar meta, at umleið 10 prosent av øllum tilburðum av
húðkrabba í Danmark hava sína orsøk í evninum, hydrochlorthiazid