Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sansir.fo Les meira um starvið á www.eysturkommuna.fo Starvslýsing: Deildarleiðari til deildina í Leirvík Ert tú ein dugnalig eldsál, hevur heilsu- ella umsorganarfakliga útbúgving umframt leiðsluútbúgving og/ella leiðsluroyndir, so gleða vit okkum til at fáa eina umsókn frá tær. Umsóknarfreistin er týsdagin 20. februar kl. 15.00. Heimatænastan “Hevði eg vita, at eg fór at hoyra so væl, hevði eg fingið mær hoyritól fyri langari tíð síðani,” er ein setningur, sum Jutta Helgadóttir, audio- logistur í Hoyrnini, hoyrir aftur og aftur. Og hon skilir væl hesa reaktiónina. “Tað er ikki bara frustrerandi, men ávirkar eisini lívsgóðs- kuna, tá tú ikki hoyrir, hvat fólk rundanum teg siga.  Tað er vanligt at hoyrnin versnar við árunum. Tað verður truplari hjá okkum at skilja og fanga ymisk ljóð, eitt nú hjáljóð og at skyna ímillum orð sum “ketta" og “hetta”. Týdningarmestu tekinini Tað eru ymisk tekin um, at hoyrnin er versnað. Tú heldur, at fólk tosa ótýðiliga og hevur trupulleikar við at skilja talu, tá gangur er í bakgrundini, eitt nú á matstovum, til veitslur og í bilinum. Kanska hevur tú eisini trupulleikar við at hoyra tann tú tosar við í telefon, og kanska hevur tú trupulleikar við at savna teg ella hevur høvuðpínu. Ofta eru tað fólk rundanum teg, sum gera vart við, at tú hoyrir illa - og tey hava tíverri ofta rætt. “Eg mæli øllum, sum uppliva hesar trupulleikar við hoyrnini, at taka eina hoyri- roynd. Hoyriroyndin er ókeypis og audiologisturin gevur sær góðar stundir at svara øllum tínum spurningum. Um tú ikki gert nakað við tína niðursettu hoyrn, fer tað fyrr ella seinni at ávirka tín gerandisdag, og tað er tað eingin orsøk til við øllum teimum løttu og fram- komnu loysninum, vit kunnu bjóða í dag,” sigur Jutta. Hevur tú niðursetta hoyrn? Her eru tey týdningarmestu tekinini Jutta Helgadóttir er audiologistur í Hoyrnini og arbeiðir við at hjálpa fólki at hoyra betur og fáa ein betri gerandisdag. Um tú noyðist at spyrja aftur og aftur, ella gita, blívur tað skjótt pínligt, og tá er lættast at trekkja seg aftur í sosialum støðum,” greiðir Jutta frá. Hevur tú trupulleikar við at hoyra sjónvarpið, og klárar tú ikki altíð at fylgja við í prátinum, har nógv fólk eru? Um so er, kann tað vera tekin um, at tú tú hevur mist nakað av tíni hoyrn. Lukkutíð er tað í allarflestu førum møgu- ligt at viðgera hoyri- missin, og nýggj tøkni ger tað møguligt at hoyra gott í øllum ljóðumstøðum.