týsdagur 6. februar 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frá í dag til sunnudagin verða átta hálvfinalur spældar í steypakappingini í hondbólti. Hjá kvinnunum eru tveir
greiðir favorittar at koma í finaluna, meðan tað er stór kapping um at sleppa í steypafinaluna hjá monnum
TVEY FET FRÁ
Steypahondbóltur:
Hálvfinalur kvinnur
Kyndil – H71
Vegurin til finaluna:
Kyndil: Koma víðari uttan dramatikk. Vinna við
10 og 11 í tveimum teimum fyrstu dystunum.
Kyndil er víðari sum 1-ari, tá VB kemur á vitjan,
men vinna alíkavæl.
Úrslit: Kyndil – Stjørnan 31-21, StÍF – Kyndil 21-
32, Kyndil – VB 29-26
H71: Koma óvæntað víðari í einum bólki, sum
telur VÍF og Neistan. Tær tapa fyri VÍF i fyrsta
umfari, men avgerandi sigurin kemur í øðrum
umfari, tá H71 vinnur við trimum á Neistainum.
Tær vinna síðani pliktsigur á VÍF2.
Úrslit: VÍF – H71 27-18, Neistin – H71 20-23,
H71 – VÍF2 32-7
Lyklaspælari hjá Kyndli: Maja Dragoljubovic
Hon var lykilin í steypakappingini í fjør. Kyndil
verður uttan Annu Brimnes til fyrru hálvfinaluna,
sum verður í Hoyvík. H71 fær torført við at
koma til stórar málmøguleikar, tí verjan hjá
Kyndli er sterk, men spælir Maja Dragoljubovic
væl, so er grundin løgd undir víðari luttøkuni hjá
kyndilskvinnum.
Lyklaspælari hjá H71: Maria Halsdóttir Weyhe
Hon er skjúttin á liðnum og nógv hvílir á hennara
ungu herðum. Tá liðið fær torført við at spæla seg
til stórar málmøguleikar, so verður neyðugt við
nøkrum góðum skotum.
Vit tippa: Kyndil víðari
Her er stórur munur á liðunum. Kyndil er eini trý
til fimm ár frammanfyri H71 í menning. Fleiri av
spælarunum hjá Kyndli toppa nú, meðan H71
er í holt við at menna eitt ungt lið. Kyndil er
greipuvinnari og favorittur at vinna.
Hálvfinalur kvinnur
VÍF-VB
Vegurin til finaluna:
VÍF: Kom í hálvfinaluna næstan uttan at sveitta.
Vinn fyrst við níggju málum á H71, fyri síðani at
vinna heili 47-13 á næstbesta liðnum hjá VÍF. Tær
hava næstan ikki sett stig til í ár. Tað er eitt sunt
tekin, tí tað er bara í tí eina dystinum móti Kyndli, at
liðið ikki hevur spælt væl.
Úrslit: VÍF – H71 27-18, VÍF 2 – VÍF 13-47, VÍF –
Neistin 31-25
VB: Kappingarárið hjá VB peikar skeivan veg, tá
talan er um manningapartin, men enn er møguleiki
fyri at koma í steypafinaluna. Tað stóð eitt sindur á,
eftir at hava vunnið fyrsta dystin móti StÍF, fyri síðani
at næstan tapa fyri Stjørnuni í 19-19 javnleikinum í
Vági. VB er víðari, men ikki sannførandi.
Úrslit: VB – StÍF 33-21, VB – Stjørnan 19-19, Kyndil
– VB 29-26
Lyklaspælari hjá VÍF: Marianna H. Jacobsen
Liðið hevur fleiri spælarar, sum hava stóran týdning
fyri liðið, men til hesar hálvfinalurnar verður
neyðugt at fáa skotið nøkur mál í fyrru hálvfinaluni,
so útgangsstøðið verður gott til seinna dystin. Tá
verður brúkt fyri Mariannu H. Jacobsen og Liljuni
Djurhuus.
Lyklaspælari hjá VB: Gurið K. Augustinussen
Hon er grundin á liðnum og kann fáir aðrir
spælarar fáa eitt heilt lið við sær. VB hevur mist
á manningasíðu og tí verða evnini hjá Gurið K.
Augustinussen upp aftur týdningarmiklari til hendan
dystin.
Vit tippa: VÍF víðari
VB hevur longu mist Mathilde Pedersen, sum er farin
aftur til Danmarkar, meðan málverjin, Katrine Borup,
kann vænta sær ein longri steðg frá hondbólti, eftir
at hon meiddi sær knæið illa í 19-19-javnleikinum
í steypadystinum ímóti Stjørnuni fyri góðari viku
síðani. Tí skal liðið spæla óvanliga væl, fyri at koppa
oddaliðnum, sum er favorittur at koma víðari.
Tróndur Arge
Fyri
fyrstu
ferð
verður
steypafinalan
spæld
í
umbygdu høllini á Hálsi,
har pláss verður fyri væl
fleiri áskoðarum enn fyrr.
Hjá kvinnunum skal okkurt
óvæntað henda, um ikki
FM-favorittarnir
úr
VÍF
og Kyndli kom í finaluna,
meðan tað er nógv verri
at peika á ein favoritt hjá
monnunum. Í hesi greinini
hyggja vit nærri at vegnum
til hálvfinaluna, og meta um
útlitini fyri hvør kemur í
finaluna.
Maja
Drauglovic,
Kyndil
Maria
Halsdóttir
Weyhe,
H71
Marianna H.
Jacobsen,
VÍF
Gurið K.
Augustinussen,
VB