Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. februar 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FINALUNI Hálvfinalur menn Neistin – H71 Vegurin til finaluna: Neistin: Menninir gjørdu reint borð í bólkaspælinum, sum eisini taldi grannarnar úr Kyndli. Tí stóð ikki so nógv á í seinasta umfarinum, men Neistin stendur eftir við at skula spæla móti H71, sum eftir stigatalvuni í landskappingini er sterkasta liðið, sum Neistin kundi møta. Úrslit: Neistin – Team Klaksvík 30-22, Neistin – Kyndil 21-17, H71 2 – Neistin 24-30 H71: Spældi sær av við fyrsta plássið í bólkinum, tá liðið tapti við einum móti VÍF í seinasta dystinum. Eitt úrslit, sum eisini prógvar, at tað er tættari millum liðini enn stigatalvan í landskappingini sigur. Úrslit: H71 – KÍF 27-25, StÍF – H71 31-32, H71 – VÍF 27-28 Lyklaspælari hjá Neistanum: Rasmus Søby Danski spælarin hevur víst seg at verið ein fongur fyri Neistan, sum fleiri ár hevur verið eitt menningarprojekt. Nú er líkt til, at við honum sum skipara, so ber til at røkka enn hægri. Spælir hann væl, so hevur Neistin tað, sum skal til fyri at koma víðari. Lyklaspælari hjá H71: Peter Krogh Hjá H71 eru fleiri um boðið, men tú stendur eftir við kensluni av, at Peter Krogh er spælarin, ið kann vinna hálvfinalurnar fyri H71. Hann er júst komin aftur, eftir eitt hálv ár í donskum hondbólti. Hevur stóran týdning í bæði álopsstøðu og verjustøðu. Vit tippa: H71 víðari Hóast Neistin er oddalið í landskappingini, so er ilt at koma uttanum H71. Liðið er styrkt markant við Peter Krogh, umframt at Mark Lausen-Marcher er við aftur í ár. Liðið hevur nógv spælarar, sum hava vunnið nógv seinnu árini. Vit gita, at tað verður munurin, men at tað verður ikki avgjørt fyrr enn seint í seinnu hálvfinaluni. Hálvfinalur menn VÍF-Kyndil Vegurin til finaluna: VÍF: Tað bleiv ikki tann lætti vegurin til finaluna, men VÍF stendur kanska eftir við best møguligu kortunum, fyri at koma í finaluna. Neistin og H71 spæla í hinar hálvfinaluni, meðan VÍF við sigri í Hoyvík í seinasta dystinum skal møta einum óstøðugum Kyndilsliði. Úrslit: VÍF – StÍF 35-31, VÍF – KÍF 34-34, H71 – VÍF 27-28 Kyndil: Kyndilsmenn greiddu sín setning væl, tá teir fóru kroytir til Klaksvíkar at spæla avgerandi dystin móti Team Klaksvík. Tað var nokk meiri raðfylgjan, ið gav klaksvíkinum eina vón, tí Kyndil vísti seg at vera sterkari. Úrslit: Kyndil – H71 2 27-15, Neistin – Kyndil 21-17, Team Klaksvík – Kyndil 23-30 Lyklaspælari hjá VÍF: Filip Jojic Her er nokk ongin ivi um, at Filip Jojic er lykilin hjá VÍF til at koma í finaluna. Hann er stórskjúttin á liðnum. Á einum góðum degi, so verður hann ikki steðgaður. Her kann eisini málverjin, Mladen Meri Mjerimacka, nevnast sum ein lyklaspælari. Lyklaspælari hjá Kyndli: Jan Pauli T. Johannesen Kydil tykist í løtuni sum eitt lið uttan eina stjørnu. Tí er verri at peika á lyklaspælaran, men í dystinum móti Team Klaksvík sást, at málverjarnir hjá Kyndli hava stóran týdning. Lars larsen Black hevur trupulleikar í rygginum og tí fellur valið á Jan Paula T. Johannesen, sum helst skal spæla tvær góðar hálvfinalur, um Kyndil skal víðari. Vit tippa: VÍF víðari Her er sera javnt millum bæðini liðini, sum hava 15 og 14 stig í landskappingini. Skal nakað finnast millum hesi bæði liðini, so tykist VÍF hava fleiri stórspælara á liðnum. Serliga Filip Jojic og Mladen Meri Mjerimacka. Tað kann blíva munurin í eini uppgerð, sum gjarna ikki verður avgjørd fyrr enn í evstu løtu. Skráin: Fyrru hálvfinalurnar: Mikudagin 6. feburar: H71 – Kyndil Kv (18.30) Beinleiðis á Rás2 H71 – Neistin M (20.00) Beinleiðis á Rás2 VB – VÍF (20.00) Kv Hósdagin 7. feburar: Kyndil – VÍF M (20.00) Seinnu hálvfinalurnar: Leygardagin 10. feburar: Kyndil – H71 Kv (18.00) Sunnudagin 11. feburar VÍF – VB Kv (14.30) VÍF – Kyndil M (16.00) Neistin – H71 (16.00) Jan Pauli T. Johannesen, Kyndil Peter Krogh, H71 Rasmus Søby, Neistin Filip Jojic, VÍF