hósdagur 8. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
8
PERSÓNSSØGA: Alvi Joensen
av orsøkunum til, at hon tá valdi
Sjálvstýrisflokkin. Ein onnur stór
orsøk var, at hon – og fleiri onnur
við – sóu, at gongdin í búskapinum
beint fyri kreppuna gekk skeiva
leið. Tí valdi hon at brúka ein pall,
har hon hoyrdist.
–Eg hevði hug til at blanda meg
uppí, og eg helt, at tað var rætt at
stilla upp fyri ein flokk, sum vildi
verja føroysk mál og føroyska
mentan, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon avnoktar ikki, at Javnaðar
flokkurin tó hevði verið eitt natúr
ligari fyrsta val hjá henni, og
hevði hon fingið eina áheitan frá
Javnaðarflokkinum til at stilla upp
tá, so hevði hon møguliga eisini
gjørt tað.
–Eg varð so vald á ting, og tað
hevði eg kanska ikki roknað við,
tí tað var fyrstu ferð, at eg stillaði
upp, sigur hon.
Fíggjarkreppan í nítiárunum
fylti nógv tey fyrstu árini Helena
var í politikki. Tvey ár eftir, at
Helena var vald á ting, fóru allir
bankarnir á húsagang.
–Kreppan var beint framman
fyri okkum, hóast fleiri hildu, at tað
gekk ófatiliga væl í samfelagnum,
sigur hon.
–Eg skilji væl, at tað eru fleiri,
ið hava somu hugsan í dag og sum
stúra fyri, at vit aftur enda í eini
kreppu. Hetta skulu vit sjálvsagt
ansa ómetaliga væl eftir, hóast vit
hava rættað nógvar skeivleikar,
sum gjørdu kreppuna ógvusliga
tá, sigur Helena Dam á Neystabø.
–Vit eru framvegis eitt sárbært
samfelag. Og vit skulu framvegis
menna okkara vælferðarskipanir,
so at eingin skal detta niður
ímillum. Og tað er ein uppgáva sum
eg røki best í Javnaðarflokkinum,
sigur hon.
Hon greiðir frá, at hon eftir
kreppuna hugsaði, at man fór at
finna loysnina til sjálvstýrismálið,
sum í meir enn eina øld hevur
lagt fót fyri nógvum politiskum
samstørvum – bæði heima og við
onnur lond.
Loysnin er tó ikki funnin enn, og
kjakið fyllir enn nógv innanhýsis í
føroyskum politikki og í almenna
rúminum.
–Eg trúgvi at hetta verður eitt
kjak, sum kemur at liva í Føroyum
í fleiri ár, og tað er eisini í ordan,
heldur hon.
Helena meldaði seg úr Sjálv
stýrisflokkinum og í Javnaðar
flokkin í 2001, tí tað vóru fleiri
ting, sum hon vildi stríðast fyri,
men sum hon ikki helt, at áhugi var
fyri í Sjálvstýrisflokkinum.
–Kanska var tað serliga hetta,
sum vit í dag rópa etisk virði, sum
skildi okkum. Eg kundi til dømis
ikki liva við, at fólk hildu, at eg
ikki kundi rúma samkyndum. Tí
helt eg, at tað var rætt at fara,
sigur hon.
–Eg smekkaði ikki við hurðu
num, men eg flutti meg onkurs
vegna sjálv, sigur hon.
Tjóðskaparkenslan hjá Helenu
livur tó enn, men hon leggur dent
á, at samleiki okkara liggur í, at vit
standa saman um føroyskt mál og
mentan.
–Míni hjartamál hava altíð
verið, at vit saman skulu lyfta tey,
sum av ymsum ávum hava tørv á
tí. Tí var tað fantastiskt, at eg sum
landsstýriskvinna í almannamál
um í 2000 fekk tað ígjøgnum, at
fólkapensjónin hækkaði munandi,
sigur hon.
–Eg haldi, at vit sum land fram
haldandi skulu flyta okkum og taka
størri ábyrgd. Vit skulu stremba
eftir at standa á egnum beinum
fíggjarliga og politiskt. Men fyri
meg er loysing ikki eitt endamál,
leggur hon afturat.
Býráðspolitikkur
Í 2012 stillaði Helena Dam á Neystabø
upp til býráðsval. Hon greiðir frá, at
hon valdi at stilla upp, tí hon saknaði
tað politiska arbeiði.
–Eg eri eitt politiskt menniskja,
sum hevur hug til at arbeiða við
politikki, har sum politikkur er.
Eg varð ikki vald í løgtingið tá, og
saknaði politikk. Tá man hevur
verið í politikki í so mong ár, so
er tað politikkur, sum man dugir
og brennur fyri. Og tað eru altíð
stór mál, sum neyðugt er at tríva
í, staðfestir hon.
Tey fyrstu fýra árini í
kommunalpolitikki lýsir hon sum
eina spennandi tíð. Tá vóru allir 13
býráðslimirnir ein samgonga og
arbeiddu saman. Nú situr Helena
og Javnaðarflokkurin í andstøðu,
og hon heldur, at tey í alt ov lítlan
mun verða tikin uppí tað politiska
arbeiði, og tað heldur hon tykist
meiningsleyst. Hon viðurkennir
tó, at soleiðis er luturin, tá tú ert í
politikki – til tíðir ert tú í samgongu
og hevur ávirkan, og til aðrar tíðir
situr tú í andstøðu, og tá fært tú
ikki gjørt so nógv.
Kommunaltpolitiskt arbeiði er
spennandi heldur hon. Løgtingið
hevur flutt stór vælferðarøki - so
sum eldraøkið - til kommunurnar
at umsita, og ein avbjóðing er, at
fáa tað hanga saman fíggjarliga.
–Men tað er spennandi, at
tryggja borgarunum eina betri
tænastu. Sum javnaðarfólk eru
tað jú vælferðarøkini, sum eru míni
hjartamál, og sum eg vil berjast
fyri, sigur hon.
–Tað er trupult, at fáa fólk at
hugsa um verri tíðir, tá tað gongur
gott í landinum. Tað er menniskja
ligt at halda, at trøini vaksa inn í
Himmalin. Men tað gera tey ikki,
staðfestir hon.
Í Havn skulu hurðar standa
opnar fyri teimum, sum flyta til
landið og til Havnar. Tað er ein av
skyldunum, sum kommunan hevur,
heldur hon. Stóra avbjóðingin er tó
at finna bústaðir til tey, ið ynskja at
búgva í Havnini, og hesa uppgávu
vil hon leggja stóra orku í at loysa.
Hendan avbjóðingin hevur
tó vaksið seg frá at vera ein
kommunalpolitisk avbjóðing til at
verða ein landspolitisk avbjóðing,
tí í dag er torført at finna bústað
um alt landið.
–Tað er jú fantastiskt, at so nógv
velja Føroyar nú – serliga tey ungu.
Tað er krúnan á verkið, heldur hon.
Komið inn í dystin
Hon saknar, at fólk sum síggja
okkurt, sum tey hava meining um,
koma inn í dystin, luttaka í almenna
kjakinum og vilja flyta mørk.
–Eg vóni, at tað verða fleiri, ið
gera tað. Bæði í kommunal- og
landspolitikki, sigur hon.
Ofta verður sagt, at føroyskar
kvinnur eru trekar, at fáa upp í
bæði politikk og orðaskifti. Helena
heldur tó ikki, at tað er so einfalt.
–Tað eru ein rúgva av fatanum,
vanum og mentanum, sum
forma og stýra, hvar man endar
– eisini í politikki. Tað vísir seg,
at fáar kvinnur enda heilt uppi á
toppinum. Tað kunnu vit velja at
arbeiða við, men tað er eisini um
ráðandi at rekruttera so nógvar
sum gjørligt, og so kemur tað til
síðst, sigur hon.
–Kvinnur og menn hava ymisk
virðir, sum kemur natúrliga av tí
lívsringrásini, sum man skal ígjøg
num. Og tað er eisini í lagi, sigur
hon.
Tað er umráðandi, at summi
virði ikki detta ímillum bara tí, at
kvinnur vilja náa sama sum menn,
heldur hon. Men tað er sanniliga
eisini umráðandi, at kvinnur vilja
og kunnu sita í øllum størvum.
Hon heldur ikki, at tað eru nóg
nógv, sum blanda seg uppí, hóast
nógv gongur fyri seg á sosialu
miðlunum.
– Júst á sosialu miðlunum má eg
sjálv fara at vera nógv meira íðin.
Har havi eg onga ommu, sum
hevur sett meg niður og sagt at
hetta mást tú læra, flennir hon.
Virði
Helena og Kristian eiga trý børn, og
í samrøðuni nevnir hon tey javn
an. Tað er eyðsýnt, at familjan fyllir
nógv í lívi hennara. Nú eru børnini
vaksin, og tey bæði eiga eisini átta
ommu- og abbabørn. Helena greiðir
frá, at henni dámar væl at vera har
fyri tey, tá tørvur er á tí.
– Famijan hevur alt at siga fyri
meg, og hon kemur fram um alt
annað, sigur hon, tá verður spurd
um tey virði, ið liggja henni nær.
FAKTA
Fødd: 10.12.55 í Keymnannahavn
Foreldur: Ása Hátún og Atli P. Dam
Hon er útbúgvin cand. mag í donskum og
týskum og Master of public managment
Gift Kristjan á Neystabø
Tey eiga børnini Dánjal, Katrin og Ásu
og átta ommu og abbabørn
Stillaði upp fyri fyrstu ferð í 1990
Helena var stjóri á Føroya Handilsskúla áðrenn
samanleggingina í Glasir, og er nú í farloyvi
Eg var heppin, at
tað ikki var fatalt.
Eg fari at koma á
føtur aftur, og eg
kempi, soleiðis,
at eg aftur sleppi út millum
manna. Tað havi eg ikki verið
seinastu tíðina, og tað er
sjáldsamt fyri meg