Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 7 dámdi væl at ferðast í Føroyum, og eg vildi fegin flyta heim, tí tað var meir heimligt í Føroyum. Tað var nokk eisini ein orsøk til, at vit síðani fluttu heim til Føroyar at búgva, sigur hon. Sjálv sigur hon, at hon altíð hevur verið íleggin, aktiv og við í tí, sum hendi rundan um hana. Til dømis hevur hon altíð verið virkin í næmingaráðnum og ar­ beitt sum skrivari hjá professara í lestrar­tíðini. Hon heldur tó ikki, at engage­mentið kemur heimanífrá, men at tað er nakað, sum liggur í henni. Pápi Helenu, Atli Dam, flutti heimaní­frá, tá Helena var lítil, og hon greiðir frá, at hann ikki hevur fylt nógv í uppvøkstri hennara. –Hann var fráverandi allan mín barndóm. Tað hevur verið mam­ma mín og eg, sum hava verið ein familja. Mamma varð gift aftur seinni, og eg fekk tveir beiggj­ar, sum eg eri tætt knýtt at. Familj­an hjá pápa mínum hevur verið meir fjár. Eg veit ikki, hví tað bleiv soleiðis, sigur Helena Dam á Neysta­bø. –Tað er sjálvsagt, at tað hevur verið ein saknur alt lívið, men ikki ein saknur, sum hevur oyðilagt mítt lív ella avmarkað meg sum politikara. Eg hevði fyri sovítt ong­ an pápa, men eg hevði stóra virðing fyri honum sum politikara, sigur Helena, sum eitt skifti frá 1990 til 1993 eisini sat á tingi saman við pápa sínum, sum hon kallar dugna­ ligan politikara, ið avrikaði nógv. Hon leggur afturat, at tað hevur ligið henni nær, at børn hennara ikki skuldu kenna ein slíkan sakn í teirra uppvøkstri. Føroyska málið Tá Helena var komin til Føroya at búgva, gekk hon í 7. flokki, og tá tók omma hennara tað á seg at læra hana føroyskt væl og virðiliga. –Vit sótu og terpaðu føroyskt og serliga skriving eftir vanliga skúlatíð heima hjá ommu, sum var lærarinna uppá tann gamla stranga mátan. Hóast eg tímdi illa tá, so kom tað væl við seinni í lívinum, at hon ikki gav upp, sigur Helena Dam á Neystabø. –Eg havi henni nógv at vera takk­som fyri, tí málið er tað týdningar­mesta amboðið, sum tú hevur at gera ávirkan tína galdandi við – bæði politiskt, sosialt og millum tey nærmastu, sigur hon. –Dugur man tað ikki, so er man ómetaliga avmarkaður, og man missir tað týdningarmesta vápnið fyri røkka teimum málunum, sum man hevur sett sær, sigur hon fram­haldandi. Í studentatíðini var Helena í næmingaráðnum, og hon luttók eisini aktivt í málstríðnum tá. –Tað var ótrúliga spennandi at taka tann dystin upp, sigur hon. Ein dystur, sum næmingarnir tá eisini vunnu, tí tað bleiv so til tað, at sjálv­sagt skuldu næmingar sleppa at taka próvtøku á føroyskum. Hetta hóast tað kostaði onkrum næmingi prógvið, greiðir hon frá. Áðrenn hon fór í politikk, ar­ beid­di Helena á Føroya Skúla­bóka­ grunni. Hetta at útvega nóg nógv tilfar til børn á føroyskum, sær hon sum eina umráðandi uppgávu. – At síggja heimin úr einum føroyskum glugga við føroyskum málbúna er týdningarmikið, sigur hon. Úr Sjálvsflokkinum í Javnaðarflokkin Eisini hevur áhugin fyri politikki og samfelagsviðurskiftum altíð verið har. Tað var tó ikki fyrr enn í 1990, at hon fekk eina áheitan at stilla upp til løgtingsvalið. Hon stillaði tá upp fyri Sjálvstýrisflokkin, og hon varð vald á ting. –Síðani tá havi eg verið eitt politiskt menniskja, sigur hon. Helena hevði eina sterka tjóð­ skapar­kenslu, sum eisini var ein